Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Síða6 Nr.55—19. MARS 1994 Ingeborg Vinther: Danir skilja ikk Sjålvt um dapurt er í løtuni, mugu vit ikki missa vónina. Vit mugu halda fram við at royna í felag at finna loysnir fyri at bjarga sam- Umleið 60 milliónir fáa vit tilsamans í ár av bundnu uppsparingini felagnum, tí tað skylda vit okkara unga ættarliði, segði Ingeborg Vinther m.a. í gjár, tá aðalfundurin hjá Føroya Arbeiðarafelag byrjaði Fyrrapartin í gjár hittust umleið 130 fólk í hólum Føroya Arbeiðarafelags í Havn, tá aðalfundur felags- ins varð settur. Fundurin heldur fram í dag. Ein stórur partur av frá- greiðingini hjá formanni- num fór til umrødu av Ar- Ingeborg Vinther greiddi frå fíggjartrupuleikunum hjá skipanini og stríðnum millum stýrið og landsstýr- ið. - Eingin ivi er um, at skal ALS koma at rigga, skulu grundleggjandi broytingar til. Fyrst og fremst má sleppast undan hesum rull- andi grundarlagnum, sum ger tað, at hvort útgjald til tey arbeiðsleysu verður lægri enn tað undanfarna, soleiðis, at útgjaldið skal enda við at gerast bert við- fáningur, sum tann arbeiðs- leysi hvørki kann liva ella doyggja av. Tað ber snøgt sagt ikki til at bjóða fólki slíkar treytir, segði Inge- borg Vinther. Arbeiði skal loysa seg Hon helt tað eisini vera skeivt, at tey, sum hava ok- kurt smávegis arbeiði, ið lítið gevur í inntøku, ikki kunna fáastuðul. Tað stríðir ímóti grundleggandi meg- Sum altíð møtti væl av fólki til aðalfundin í Føroya Arbeiðarafelag inregluni, at tað skal loysa seg at arbeiða, segði Inge- borg Vinther. - Tann størsti vansin er tó, at tað almenna sleppur und- an at merkja avleiðingarnar av arbeiðsloysinum, tí tað, at fólk gerast arbeiðsleys, beinleiðis. Hevði Lands- stýrið verið noytt til at gjalda, ið hvussu er ein part av stuðlinum til tey arbeiðs- leysu, hevði Landsstýrið havt ein heilt annan áhuga fyri at útvega arbeiði. Ver- andi skipan hevur ta fylgju, at Landsstýrið ekkaleyst enntá kann seta stongsil fyri nýggjum arbeiðsplássum, segði Ingeborg Vinther. Nógvar atfinningar Sum ikki einaferð langaði hon hart út eftir landsstýr- inum og segði, at landið liggur í stjórnarloysi, rætt- arloysi, at landsstýrið gong- ur uttan um lógimar. - Samfelagið er í svárastu kreppu, tað nakrantíð í nýggjari tíð hevur verið í. Landsstýrið reikar úti í Tinganesi i størsta råda- loysi, og einki hendir fyri at fåa gongd aftur å samfelag- ið, segði Ingeborg Vinther, sum helt, at samrådingar nå mugu takast upp við donsku stjórnina viðvíkjandi aftur- gjaldingini av lánum og støduni hjá ALS, tí vit megna ikki at gjalda skuld- ina. Danir skilja Ikki Ingeborg Vinther nam eis- ini við stóru fráflytingina, og tað at danska stjórnin antin ikki veit ella skilir, hvussu stór neyðin er og rekur reinan hjálandapoli- tikk. - Stættarmunurin fer at vaksa av, at so mong eru arbeidsleys og eru sosialt so illa fyri. Tf er undarligt, at danir góðtaka, at vit um stutta tíð havaeitt fullkomið monopol í Føroyum. Hon nevndi her fiskivinnumo- nopolið og bankamono- polið, ið koma aftrat trygg- ingarmonopolinum. - Hetta er sama mynstrið, ið var í Sovjetsamveldinum og Eysturevropa. Har varð tað tveitt fyri bakka, men tað er nú flutt inn í okkara lítla land, segði Ingeborg Vinther. Halda fram at stríðast Hon royndi tó ikki heilt at taka mótið frá fólki og endaði frágreiðinga við hesum orðum: - Um so ógvuliga dapurt er í løtuni, og dimm skýggj síggjast á luftini, mugu vit ikki missa vónina um, at ein framtíð er fyri landið og fólkið, tí missa vit vónina um eina framtíð her, ja, so verður neyvan nøkur fram- tíð. - Tískil mugu vit fram- haldandi í felag royna at finna loysnir fyri at bjarga samfelagnum, tað skylda vit okkara unga ættarliði. randi Mynd: Jens Kr. Vang Nú sjálvuppgávan varð skrivað, vórðu øll mint á,at vitølleigaeit sindur standandi á bók í tvungnari uppsparing. Teir pengarnar fáa vit allar 1. august í ár. Tað sigur lógin, sum varð samtykt í maí mánaði í fjør. Hetta er helvtin av samansparingini fyri 1990 og 1991. Hina helvtina fingu vit 1. juní í fjør. Pengarnir hava alla tíðina staðið á bók hjá hverjum einstøkum. Sjálvt um hesin part- urin av uppsparingini sambært lógini ikki skal gjaldast út fyrr enn 1. august í år, hava nøkur kortini fingið pengar- nar. Tað eru tey, sum høvdu lán í Fossbank- anum. Hjá teimum er uppsparingin gjørd upp ímóti láninum. Tað vil sostatt siga, at tey ikki fingu pengarnar í hond- ina, eins onnur fáa teir 1. august. Upphæddin, ið stend- ur í peningastovnunum, og sum vit fáa í ár, er til- samans umleið 60 mió. krónur. Næsta ár verður minni útgoldið av tvungnu uppsparingini. Tá fáa vit ein triðing av uppspar- ingini í 1989, og ein trið- ing fáa vit í 1996. Tann fyrsta triðingin fingu vit í 1992. Umleið 30 mió. krón- ur skulu býtast út næsta ár, og tað sama í 1996 Tann uppsparingin sæst ikki á ognarupp- gerð okkara, tí lands- stýrið lænti í sínari tíð pengarnar, og tað verður tí landsstýrið, sum næsta ár og í 1996 skal av við 30 mó. kr. hvert árið. randi Fundur um kvinnumál Sunnudagin kl. 14 er fundur fyri kvinnum í hólum Javnaðarfloksins á Argjum. SKN umboðini, sum í løtuni vitja, fara at tosa um mál, sum serliga hava áhuga millum kvinnur. Kl. 16 verður aftur fundur sama stað, og hann er fyri øll janvaðaráhugaði. Kvinnubólkurin í Javnaðarflokkinum i Ingeborg Vinther er formadur, og Elias Hansen næstformaður í felagnum