leygardagur 19. mars 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Føroya Symfoni-
orkestur stóra
konsert í morgin
Á skránni eru verk eftir Haydn, Dvorak, Wagner, Gou-
nod og Ferdinand David. Við á konsertini verða — um-
framt symfoniorkestrið — Ungdómssymfoniorkestrið og
Tórshavnar Manskór. Martin Mouritsen fer at stjórna
Tá Føroya Symfoniorkest-
ur í morgin kl. 16 hevur eina
stóra konsert í Norður-
landahúsinum, verður tað
tann 23. konsertin hjá ork-
estrinum.
Hesaferð verður tað ikki
bert sjálvt symfoniorkestr-
ið, ið verður at hoyra, tí eis-
ini onnur eru við. Her er tal-
an um Ungdómssymfoni-
orkestrið hjá musikkskúl-
unum og Tórshavnar Mans-
kór.
Tað verður yngra sym-
foniorkestrið, ið leggur fyri
á konsertini. Her verður so
møguleiki at hoyra, hvat
komandi ættarliðið av tón-
leikarum hevur at bjóða.
Verkið, ið Ungdómssym-
foniorkestrið fer at fram-
føra, verður eitt Diverti-
mento eftir Haydn. Fyrsti
satsur í hesum stykki er væl
kendur frá, at Brahms eisini
hevur gjørt eitt stórt orkest-
urverk, ið byggir á hendan
satsin.
Næst á skránni verður so
tann aðrastaðni her á síðuni
umrøddi 15 ára gamli trom-
bon-solisturin, Andras Ol-
sen, úr Havn. Hann fer at
spæla eitt verk eftir týska
tónaskaldið Ferdinand Da-
vid, ið er verk fyri trombon.
Tónaskaldið, hesin Ferdi-
nand David, var í síni tíð
kendur sum violinvirtousur
og violinlærari, og hann
bleiv longu sum 25 ára
gamal settur sum konsert-
meistari fyri tá nýstovnaða
Gewandhaus orkestrið í
Leipzig. So tað er heilt í
hansara anda, at tað er ein
ungur solistur, ið spælir
trombon-soloina á konsert-
ina í Norðurlandahúsinum í
morgin.
Ferdinand David var ann-
ars eisini fyrsti maður, ið
framførdi kendu violinkon-
sertina hjå Mendelsohn, og
eisini sigstum hann, at hann
sum tann køni violinistur,
hann var, var Mendelsohn
hollur í ráðum, meðan
hendan konsertin varð
skrivað.
Sum tónaskald hevur Da-
vig annars latið eftir seg
fimm violinkonsertir, tvær
symfoniir, eina operu og so
hesa trombonkonsertina, ið
Andras Olsen og Føroya
Symfoniorkestur fara at
spæla å konsertini.
Symfoni - sjálvandi
Tå talan er um eina kon-
sert við einum symfoni-
orkestrid, so slepst heldur
ikki undan, at ein symfoni
er å skrånni, og so er eisini
hesaferð. Symfoniina, ið
orkestrið fer at spæla, hevur
Dvorak skrivað, og er tað
symfoniin í G-dur, opus 88.
Hendan symfoni varð um-
biðin úr Onglandi, og tí hev-
ur hon eisini fingið tilnevn-
ið »hin enska<.
Sum nevnt omanfyri, er
Tórshavnar Manskór eisini
saman við symfoniorkestr-
inum á konsertini í morgin,
og fer kórið at framføra tvey
sera kend operaløg. Annað
teirra er Pílagrímskórið úr
operuni Tannhåuser eftir
Wagner, og hitt er soldåta-
kórið úr operuni Faust eftir
Gounod. Hetta er alt samalt
manskórsangur á sera høg-
um og krevjandi stæði, so
ikki verður minst spennandi
at hoyra Tórshavnar Mans-
kór fara í holt við hesi bæði
løgini.
Tórshavnar Manskór er
annars í ferð við at fyrireika
seg til eina konsertferð til
Wales í summar, har kórið
slapp gjøgnum nálareygað.
Talan er nevniliga um eina
kórkapping, har bert kór
sleppa við, ið hava ein ávís-
an — høgan — standard. Her
er so Tórshavnar Manskór
sloppið við, og tað må kórið
— við Bjarna Restorff sum
leiðara — taka sum eitt rætti-
ligt herðaklapp.
Konsertina í Norður-
landahúsinum í morgin kl.
16 fer Martin Mouritsen at
stjórna.
Á konsertini hjá Føroya Symfoniorkestrið í morgin kl. 16 verður tað sum vanligt Martin
Mouritsen — uttast høgrumegin — ið fer at stjórna
Andras Olsen avmyndaður fyrrapartin í gjár ,tá hann var í Norðurlandahúsinum og vandi
við trombon síni til konsertina í morgin
Mynd: Jens Kr. Vang
15 ara gamli
solisturin
Hóast sín unga aldur, hevur Andras Olsen úr Havn,
longu nátt at koma longur, enn fleiri nakrantíð koma.
Hann skal seinnapartin í morgin vera trombon-solistur
At musikkskúlarnir kring
alt landið eru komnir fyri at
vera, hevur hesi seinnu árini
vælsaktans átt ein stóran
part av æruni fyri, at fleiri
og fleiri ung fáa áhuga fyri
at spæla upp á okkurt ljóð-
føri.
Sjålvandi kann eisini ann-
að hava sína åvirkan, eitt nú
um onkur annar í familjuni
spælir, ella um vinirnir hava
áhuga fyri at spæla.
Kortini munnu tey flestu
hava brúk fyri einari heldur
drúgvari ltu, áðrenn tón-
leikurin kemur á eitt so mik-
ið høgt stødi, at ein sleppur
víðari við honum.
Men sum altíð, so eru eis-
ini undantøk, og so er í hes-
um førinum, ið hendan
greinin snýr seg um.
16, fer Føroya Symfoni-
orkestur at hava eina stóra
konsert í Norðurlandahús-
inum, og har verða millum
onnur ein blaðungur solist-
ur, ið saman við symfonik-
arunum fer at spæla eina
trombon-solo.
Talan er um 15 åra gamla
Andras Olsen úr Havn, ið
hesi seinnu árini hevur ment
seg sera nógv innan horn-
blástur, og hóast sín unga
aldur, er eingin ivi um, at
hesin ungi knassin hevur
stór evni at fáa tað besta úr
Sum flestonnur, ið byrja
at spæla horn, byrjaði eisini
hann at spæla ákornett, men
síðani hevur hann eisini
roynt evni síni á barython
og euphonium, áðrenn hann
fann útav, at trombonin var
júst tað rætta hjá honum.
Umframt solo-kjansin, ið
Andras fær í morgin, var
hann eisini síðsta summar í
Svøriki og spældi við stóra
norðurlendska orkestrinum
Orkester Norden, ið tað ber
til at søkja um at sleppa at
spæla við. Millum annað
spældi hann við hesum
orkestrinum, nú Norður-
landaráðið var saman yviri í
Stockholm, og hann hevur
eisini — saman við fleiri
ødrum føroyingum — søkt
um at sleppa at spæla við
hesum orkestrinum aftur í
summar.
Andras Olsen spælir fast
við Havnar Hornorkestri,
og helst man pápin Kári Ol-
sen eisini hava gjørt sítt fyri
at halda honum til...
hj.