Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 — Jesus var eisi- ni illur. Fólk hava rætt at vera ill, tá teimum gongst illa. Tá tey missa, tá tey kenna sorg, tá tey kenna seg órættvíst við- farnan. Fáa tey ikki vreiðina út gerst hon til innibyrgt hat- ur. Tað er ein misskiljing, at tað er ókristi- ligt at verða óður. Tá tú hevur fingið rópt tað út sum nívir teg, so kemur friðurin. Materilalistiska tidin i åttati- árunum hevdi lyndi at steingja Gudi úti, sigur hann. Nr. 55 — 19. MARS 1994 Henning Bøgesvang, prestur um vánaligu tíðirnar — Vit dansaðu øll Tíðindablaðið um gullkálvin —Men tað hevði gjørt so vælsignað og gott, um politikkararnir eisini viðgingu, at tað var ikki rætt, tað sum teir hildu vera rætt í áttatiárunum. Tað hevdi ókt munandi um virðingina, um teir tóku í egnan barm, heldur enn at tveita ábyrgdina frá sær, ella leggja hana á herdarnar á ødrum. Vanligi føroyingurin dansaði um gullkálvin í áttatiárunum, politikkararnir vóru sanniliga eisini í ringinum, sigur hann Eftir Jústinus Eidesgaard Kreppan svíður svárt í samfelagnum og tíðarandin er dapur. Ein fittur partur av føroyingunum er illa stad- dur. Óvissan um framtíðina fremur strongd, kvinnur eiga ov tidligavg svøvnlag- ið er vánaligt. Fólk í tús- undatali flyggja av landi- num og ringt er at hóma glottar fyri framman. Men er einki positivt eftir í hesum samfelagnum, er lívið ikki vert at liva longur í Føroyum? Vit hava spurt Henning Bøgesvang sókn- arprest í Klaksvík. Hann merkir kreppuna í túninum dagliga sum sálarhirði. — Nógv av tí góða, sum var í åttatiårunum eru fram- vegis í Føroyum. Men nú kreppan rakar so nógvar føroyingar og tíðarandin er so negativur, so er ikki so lætt at fáa eyga á tað posi- tiva, sigur Henning Bøges- vang. — Vit skulu vera eitt sind- ur varin við at vera "kunst- ugt positiv". Tað ber ikki til bara at smílast, tá ein hevur fingið ein frammaná. Tú kann heldur ikki bara flenna, tá tú liggur og ein sparkar til tín. Vit skulu ansa eftir at tilveran ikki gerst "forlorin", sigur Henning Bøgesvang. — Tad hoyrir til at vera vreidur. Tad eru fleiri sum hava havt ta fatan, at tå ein er kristin, tå må ein ikki gerast illur. Tað er ikki rætt. Tá vit uppliva nakað sum er Órættvíst, so eiga vit at ger- ast vreið. Jesus var eisini vreiður og skeldaði út. Vit siga ofta við børn, at tey ikki mugu øsa seg. Vit gerast ofta ótrygg, tá børnini gerast óð. Men børnini, eins og vit øllonnur, eiga at hava loyvi til at sýna vreiði, sigur hann. — Fær tú ikki vreiðina út, so gerst hon til innibyrgt hatur og hatur er nógv vandamiklari enn rættvís vreiði, sigur Henning Bøg- esvang. — Vreiðin er náttúrlig í tí stóðu føroyingar eru í idag. Nógv fólk hava fingið broytt teirra livihåt. Vit vita, at vit hava havt krónur í eygunum, eins og Onkel Joakim. Vit hava verið upp- tíkin av peningi og øllum tí sum kann keypast. Í dag er tað soleiðis, at nógvar fam- iljur hava gingið seg fastan fíggjarliga. Men tey hava eisini gingið seg fastan menniskjaliga. "Nár krybb- en er tom bides hestene". — Eg veit ikki um tað er eitt serligt føroyskt fyri- brigdi, men fólk eru í dag ógvuliga upptikin av at vísa ábyrdina frá sær. Kanska serliga politikkararnir. Teir hava ein stóran part av ábyrgdini og hesum mugu teir standa til svars fyri., sigur Henning Bøgesvang. Tómleiki — Í dag standa fólk í ú stóðu, at peningurin er horvin og tey kenna ein stóran tómleika. Hendan tómleika skulu vit íkki "bagatellisera" við eini kristiligari útrópan um posi- tivismu, sigur hann. — Vit skulu hava loyvi til at rópa út okkara neyð. Tá vit hava rópt, so mugu vit síga við okkum sjálvi, at vit hava ein part av åbyrgdini. Vit kunnu ikki halda fram við at rópa. Einaferð koma vit til eitt vegamót Vit mugu spyrja okkum sjálvi: "Er tað meiningin, at alt lívið skal fara í smildur, tí okkum vantar pening", sig- ur Henning Bøgesvang. — Tå vit hava fingið vreið- ina út, so mugu vit spyrja okkum sjålvi: "Hvussu kunnu vit koma víðari?". Hava vit ein keldu, haðan vit kunnu fáa mót og megi? Hvaðan kemur hjálp- in? — Um vit hugsa um sjúk fólk. Fólk, sum hava ligið í langa úð á sjúkrahúsi og stúrt um framtíðina. Fólk sum hava fingið brekað børn. Fólk sum hava mist ein av teirra kæru. Tey hava upplivað at standa við ein- um tómleika, sum tey ikki vístu hvat tey skuldu gera við. Men hóast sváru trupul- leikarnar, so komu tey gjøgnum kreppumar. Tey fingu eina megi, sum tey ikki vistu at tey høvdu. Hvaðan kemur megin. Eg eri íkki í iva. Taðer Gud sum =>