Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 1994síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nr. 56 — 22. MARS 1994 Síða 17 Húsagangur '94 4 Stór konsert við rútmiskum tónleiki verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldid 26. mars. Við verða nøkur av kendastu nøvnunum í fóroyskum popp- og rokktónleiki tey seinastu 15—20 árini. ÁRSAÐALFUNDUR Ársaðalfundur Føroya Sparikassa verður á HOTEL HAFNIA fríggjadagin 8. apríl, kl. 17.00 Skrá samb. grein 16 í samtyktum sparikassans. a. Val av fundarstjóra. b. Frágreiðing frá umsjónarráðnum um virki spari- kassans farna ár. c. Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur til góðkenningar. d. Val av limum til umsjónarráðið. e. Val av grannskoðarum. f. Møgulig uppskot frá stjórn, umsjónarráði ella teim umdømisvaldu. . g. Ymist. Umboðsnevndarlimir sparikassans og fjølmiðlar hava atgongd til aðalfundin. Umsjónarráð Feroya Sparikassa . 70-ini, 80-ini og 90-ini. Try ártíggju við fjølbroyttum tónleiki í støðugt nýggjum búna. Alt hetta sleppa vit nú at uppliva saman við meira enn 30 føroyskum tónleik- arum og sangarum. Tað hevur eydnast at savnað saman nakrar av teimum bestu kreftunum innan rútmiska tónleikalív- ið tey seinastu 15—20 árini til eina felags konsert undir heitinum >Húsagangur '94«. Við á konsertini verða eisini eitt kór og ein vokal- bólkur. Rúna á Heygum Høvudssangari á konsertini verður Rúna á Heygum, sum gjøgnum árini hevur sungið seg inn í hjørtuni á mongum føroyingi. Fyrstu ferð vit hoyrdu Rúnu syngja alment var tá hon miðskeiðis í 70'unum fór at spæla saman við vest- mannabólkinum Fox. Síðani hevur hon sungið við nógvum ymiskum bólk- um, og hevur ongantíð dult fyri at rokktónleikur hevur havt hennara serliga tokka. Hon hevur eisini verið við á nógvum plátum, og fleiri av sangum hennara eru vorðnir fólkaogn. Nú Rúna er farin upp um tey 30, hevur hon verið uppi í tí mesta, sum tónleikurin hevur at bjóða. Kortini er hetta fyrstu ferð hon roynir seg sum høvudssangari á eini konsert. Tað eydnaðist ikki uttan tógvið stríð, og heiðurin eiga vinfólkini. Góðar kreftir Afturat sær hevur Rúna tríggjar aðrar sangarar. Best kendur er helst Karl Martin Samuelsen, sum vit kenna frá bólkunum Hjarnar og Joka. Ein annar góður sang- ari, sum vit tó ikki hoyra so ofta, er sumbingurin Ronnie Nielsen. Vit kenna hann sum forsangara í bólk- inum Devon, og herfyri gav hann út løg eftir John Mog- ensen á føroyskum. Tridi sangarin, sum verð- ur at hoyra å konsertini, er Jórun Højgaard. Saman við Rúnu er hon við á flestu plátunum, sum Vestmenn hava givið út. Rútmubólkurin, sum fer at spæla undir, er mannaður við nøkrum av okkara fremstu tónleikarum tey seinastu 20 árini. Guitarspælaramar Olav Øster og Hans Karl Hansen kenna øll, sum vóru ung í 70-unum, og somuleiðis Kollbein Simonsen á bassi. Jógvan Olsen úr Hjarnum spælir tangentinstrument- ini, Ronnie Nielsen, trumm- ur og Hans Petur i Brekk- unum saksofon. Men nøkur vanlig konsert verður hetta ikki. Kórið Glymur fer undir leiðslu Bjarna Restorffs at syngja úr rútmiska úrvali sínum. Og vokalbólkurin SSISQ, South Stream Island Swing Quartet (Rúna sopran, Gunnvør alt, Allan tenor og Fróði bariton), fer saman við Kim Hansen, klaver, Kollbein Simonsen, bass og Trúgva í Brekkum, trumm- ur, at framføra >that swing<, a la Manhattan Transfer. Nýtt og gamalt Skráin fyri >Húsagang '94« er ógvuliga fjølbroytt. Har verður bæði rokktónleikur, gospelkendur kórtónleikur og lættari fólkatónleikur. Ferðast verður víða um í útlendska tónleikaheimin- um seinastu 15-20 árini. Frá Beatles og Procol Harum til Savage Rose og Elton John. Alt í einum nýggjum búna, sum hóskar 1994. Tann nýggja tíðin er eisini væl umboðað, serliga før- oyskur tónleikur. Á skránni eru fleiri av teimum kendu løgunum, sum eru komin út á plátu seinastu árini. Fyrireikaramir leggja dent á, at konsertin er bæði fyri ung og tilkomin. Og eitt kunnu tey í hvussu so er lova: tað verður futtur í! Einstaklingar í Havn skipa fyri >Húsagangi "94« saman við Norðurlanda- húsinum. Vertur verður Ják- up Magnussen. — Vit gloyma alt um ring- ar tíðir og fara á Húsa- gang '94. Rúna á Heyg- um og musikalsku vin- fólk hennara lova >fullan åtblåstur« í Norður- landahúsinum tann 26. mars