Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Nr. 56 — 22. MARS 1994 Tíðindablaðið [ sosialurin | JavnaBarkvinnur í Norðurlondum eru alt meira varigar við, at tær mugu koma sær upp í onnur politisk enn tær vanliga sera, eitt nú búskaparmál og vinnumál, siga SKN-umboðini. Vinstrumegin síggjast: Rigmor Aasrud Jahren, Noreg, Inger Søgaard , Danmark og Pia Enochsson, Svøriki SKN- fundur i Havn i vikuskiftinum: Neyðugt at taka kvinnur við í ráðum - Samfelagið kann ikki skipast á besta hátt, um ikki bæði kvinnur og menn arbeiða saman har avgerðir verða tiknar,siga umboðini fyri SKN, sum vitjadu i Føroyum i vikuskiftinum SKN stendur fyri Sosial- demokratiske Kvinder i Norden. I vikuskiftinum var skriv- arafundur hildin i Føroyum, har umbodini fyri SKN eis- ini nyttu høvi at hitta javn- adarkvinnur. Føroyar - eins og Island og Åland, eru eis- ini limir í SKN. Fyra skrivarafundir verda hildnir årliga, sum ganga upp å skift imillum londini. Aðalmálið í SKN er at styrkja javnstøduna í norð- urlendsku javnaðarflokku- num. Tað er umráðandi fyri demokratisku samfelags- skipanina, at bædi kyn eru umbodad å øllum økjum, bæði tjóðskaparliga og á altjóða stødi, siga Grannalondini og vit Sum kunnugt hava hini Norðurlondini rokkið long- ri, tá tað snýr seg um javn- stóðu millum kynini, og eisini hava kvinnur staðfest seg í politisku flokkum og í stjórnum. - Í Svøriki eru tey komin so langt, at har verður polit- iskauppstillingin á vallistu- num soleidis skipad, at eitt kvinnuumboð skal verða millum mannligu umboðini á vallistunum. Kvinnurnar hava sostatt 50 pst um- boðan í svenska Javnaðar- flokkinum, sigur Pia En- ochsson, skrivari í SKN og aðalskrivari í Kvinnusam- skipanini i Svøriki. Innan Javnadarflokkin i Svøriki hava kvinurnar 35 pst. av umboðanini i flokki- num i dag. Sum eindømi i Nordur- londum - ið hvussu so er - hava javnadarkvinnurnar i Svøriki fingid studulsfelag. - Tað eru menn sum halda, at kvinnurnar hava havt so g60a åvirkan å poli- tiska arbeidid, at teir helst vilja hava kvinnur at um- boda seg i flokkinum, segdi Pia Enochsson. I Noregi eru kvinnurnar komnar longst. Har eru 44 pst. av stjórnini kvinnur. Rangvørt við monnum Rigmor Aasrud Jahren, aðalskrivari í landsfelagn- um hjá norku arbeiðarafel- øgunum og formaður í Javnstóðuráðnum, sigur, at tað hevur havt stóran týd- ning fyri samfelagið, at kvinnur í stórri mun enn áð- ur, hava luttikið í politiska arbeiðinum. Kvinnumar í norskum politikki hava staðfest seg í medvitinum hjá veljarnum. Rigmor Aasrud Jahren nevndi til stuttleika, at ein smádrongur hevði hoyrt í tíðindunum, at ein maður í ødrum flokki stilladi upp móti Gro Harlem Brundt- land, stjórnarleiðara, og at hann møguliga gjørdist komandi stjórnarleiðari i Noregi. - Ein maður kann ikki verða stjórnarleiðari, helt smádrongurin fyri við mammu sína. - Spurningurin er sostatt eisini, um kvinnurnar sjálv- ar halda seg til og gera seg galdandi á somu gkjum sum menn. Á tann hátt kunnu kvinnur við tíðini fáa sín sjålvstøduga leiklut í polit- iska arbeiðinum, sigur Rig- mor Aarud Jahren. Inger Søgaard, javnstød- uráðgevi í danska Javnadar- flokkinum, skrivari í Javn- stødunevndiniog valevni til komandi fólkatingsval, hevur í nógv ár arbeitt innan kvinumál í norðurlendsk- um samstarvi. Í donsku stjórnini eru kvinnur eisini umboðaðar við 35 pro- sentum. SKN fegnast um løgmann - Vit vóru ti serliga forvit- nar, tá vit hoyrdu, at Marita Petersen varð løgmaður í Føroyum. Marita Petersen er kend í norðurlendskum samstarvi, og vit fegnaðust um, at tað júst var hon, sum skuldi sita í landsins hægsta embæti, nú so hart leikar á hjá tykkum, sigur Inger Sø- gaard. - Á fundinum í SKN í vikuskiftinum hava vit tos- að um, hvussu vit skulu til- rættisleggja virksemið fyri komandi ár, og hvat vit skulu leggja dent á fyri at fáa bestu ávirkan í okkara flokkum í Norðurlondum. - - Eitt nú hava vit serliga tosað um, hvussu vit á bestan hátt kunnu fáa ávirkan á ráðstevnuna hjá norðurlendsku samskipani- na innan javnaðarflokkar- nar og fakfelagsrørsluna. Ráðstevnan verður hildin í Helsingør í summar. - Serliga hava vit tosað um at fáa ávirkan á viðurskiftini innan arbeiði, umhvørvis- mål, sosialmål og mál, sum hava við mannarætundi at gera. SKN luttekur eisini å kvinuráðstevnuni í Åbo, og vit hava ti eisini tosað um, hvørji tiltøk vit skulu gera í felag. - Vanligt er, at kvinnur í politikki fáast við sosialmál, familjumál, umsorgan og ansingarmál og tílíkt, sum verður kallað "tey bleytu málini". Kvinnur búskapur og vinnumál -Javnaðarkvinnur 'Norður- londum eru alt meira varigar við, at tær mugu koma sær upp í onnur politisk mál, eitt nú búskaparmál og kvinnu- mál. - Kvinnur hugsa gørvísi enn menn, og ti er tað av stórum týdningi, at tær eis- ini taka lut í teimum málum, sum menn annars hava hug at kanna sær. Ikki tí tær eru kvinnur, men tí tær hava aðrar royndir og hugsa gør- vísi og kunnu tí eisini koma við munagóðum hugskot- um um, hvussu samfelagið skal skipast, sigur skrivar- arnir í SKN. - Hví taka tit júst manna- rættindini fram, tá hugsað verður um, at norður- lendskar kvinnur eru komnar nógv longri á polit- iska økinum enn kvinnur í øðrum londum? - Tað er í sambandi við altjóða kvinnuráðstevnuna í Beiing í Kina, sum verður í 1996. - Ætlanin er, at SKN skal leggja fram uppskot um mannarættindini. Vit vilja ikki óátalaðar fara til Bei- ing, har kvinnur hava so vånalig livikor og ikki hava ávirkan á samfelagið á sama hátt sum vit, siga skrivar- arnir í SKN Næsti fundur í SKN verð- ur í Íslandi í juni mánað. Í fjør var fundurin í Alandi - Kann fjallid ikki koma til Muhamed, noyðist Muh- amed at koma til fjallið; siga SNK-umbodini, sum fóru avstað í gjár Dagny Tjóðveldisflokkurin floksting í Leirvík Frásøgn frå flokstingi Leirvík fríggjadagin | Tjóðveldisfloksins í 18. mars og leygardag- in 19. mars 1994. Tjóðveldisflokkurin fer sum skjótast at virka fyri greiðari viðurskift- um í stjórnarskipan okk- ara við nýggjari stýris- skipanarlóg, sum er for- treytin fyri, at Føroyar fáa fult politiskt og um- sitingarligt tjóðarfrælsi. Umráðandi verður at menna møguleikarnar í handilsavtaluni við ES, soleiðis at marknaðar- viðurskiftini gerast so fyrimunarlig sum gjør- ligt til gagns fyri før- oyskt vinnuliv. Tjóðveldisflokkurin staðfestir, at undir- grundin er ogn Føroya fólks, og at einki annað vald ella áhugabólkur uttan fyri Føroyar hevur nakað lógligt krav upp á føroysku undirgrundina ella møguligt virði í henni. Tjóðveldisflokkurin krevur, at virðini í undir- grundini ikki á nakran hátt gerast partur í bráð- komnum fíggjaravtalum við donsku stjórnina, men at tað tvørturímóti er sera umráðandi sum skjótast at tryggja okk- um eina føroyska rá- evnislóg, sum vinnuliga og umsitingarliga er til gagns fyri hetta samfe- lagið. Atlit skal vísast ti var- andi rikidømi, sum er í fiskivinnuni og um- hvørvinum annars, og tryggjast skal føroyskum vinnulivi og arbeiðs- megi framíhjárætt í hesi vinnu. Ásannað verður, at tað finnast ongar lættar loysnir á verandi búskap- arkreppu, men sum var- andi loysn er rættast, at danir fyribils átaka sær uttanlandsskuldina, ella partar av henni, sam- stundis sum blokkstuð- ulin stigvíst verður lækk- aður. Búskaparlig ábyrgd og politiskt frælsi fremur framburð á øllum samfe- lagsøkjum, og er í longd- ini einasta gongda leið burtur úr tí óferi, sum land og fólk er komið í. Aðalstjórn tjóðveldis- floksins er nú mannað soleiðis: Starvsnevnd: Óli Holm, Vágur, for- maður, Trygvi Jacobsen, Tórshavn, skrivari, og Jóannes Eliassen, Leir- vík, peningarøkil. Fyri = Norðoyggjar: Terji Sigurðsson, Klaks- vík. Fyri Eysturoy: Súni í Hjøllum, Toftir. Fyri N. Streymoy: Janus Peter- sen, Vestmanna. Fyri S. Streymoy: Jóngerð Purkhús, Velbastaður. Fyri Vágar: Hans Mein- hard á Hogabóli, Sørvåg- ur. Fyri Sandoy: Ragnar Fossdalsá, Sandur. Fyri Suðuroy: Aksel Poulsen, Sumba. Fyri Unga Tjóð- veldi: Sunniva Foldbo, Streymnes. Fyri Ting/ landsst.: Heini O. Heine- sen, Kunoy.