týsdagur 22. mars 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
á
|
Kviksilvurkanningar í Føroyum
Deildin fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu í sjúkra-
húsverkinum skipar í hes-
um degum fyri umfatandi
kanningum av 7 árs goml-
um børnum til tess at stað-
festa um samband er mill-
um ta kviksilvurnøgd, ið
hesi børnini vóru fyri i
móðurlívi og heilsustød-
una síðani.
Kanningin verður
gjørd í tøttum samstarvi
við miljómedisinsku
deildina á universitetin-
um í Odense. Harum-
framt verður samstarvið
við granskarar av deildini
fyri = almannaheilsu í
Tokyo. Neyðugi pening-
urin er fingin til vega
ymsastaðni uttan úr
heimi.
A —— 111
4
pening, vit hava søkt um og
soleiðis at okkara kanningar
seinni kunnu samanberast
við kanningar aðrastaðni.
Eina til tvær vikur eftir
burðin kannar barnalæknin
barnið viðvíkjandi tí psyko-
motoriska førleikanum og
eisini ger bamalæknin upp
hvussu nervalagid starvar.
Tá barnið er 6 mánaðir,
18 mánaðir, og 30 mánaðir
og 42 mánaðir verður tað
kannað av sålarfrødingi fyri
at fáa at vita hvussu langt
tað er komið í menningini. 3
1/2 ára gamalt verður tað
aftur kannað av barna-
lækna, og tá er kanningin er
FÍGGING
Felagsmarknaðurin játtaði
beint fyri jól hesi gransk-
ingarætlan um 1 mill. kr.,
men hon kostar nógv meira
enn tað, tí serliga tær evna-
frødiligu PCB-kanningar-
nar eru sera dýrar. Vón er tó
um at fáa pening frá heilsu-
myndugleikunum í USA, tí
eisini teir eru sera áhugaðir
at fáa kannað nærri um PCB
ávirkar almannaheilsuna.
Pál Weihe
Ein nýggjur maður er
valdur í nevndina í
Føroya Arbeiðarafelag.
Heilt nýggjur er hann
to ikki, tí Karl Robert
Johansen hevur áður
verið nevndarlimur í
FA. Hann er formaður í
felagnum í Sjóar sókn.
Karl Robert Johansen
avloysir Andreas Poul-
Karl Robert
Í nevndini
Í tíðarskeiðnum 1. mars
1986 til 31. desember 1987
vórðu flestallar konur, ið
komu á sjúkrahúsini í Før-
oyum at eiga, bjóðaðar at
luttaka í einari granskingar-
ætlan, sum hevði til enda-
máls at kanna um samband
er millum ta kviksilvur-
nøgd, sum føroysk børn eru
fødd vid og heilabúningina
fyrstu årini. Luttøkan var
stór, og vit fingu kannað
blóð úr nalvastronginum og
samstundis kannað hár frá
mammuni í 1023 fórum.
Miðalkonsentratiónin av
kviksilvuri í nalvastrongi
var 24,2 mikrogram/1. Hetta
er á leið 20 ferðir hægri enn í
Danmark. 250 av teimum
1023, te. 25,1% høvdu
meira enn 40 mikrogram/1
av kviksilvurin í blóðinum í
nalvastronginum. Eisini
kviksilvurnøgdin í hárinum
hjá mammunum var høg, ti
miðalvirðið var 4,5 mikro-
gram/g og í 130 fórum, te.
12,7%, var kviksilvurinni-
haldið yvir 10 mikrogram/
g. Við tað at vit høvdu spurt
mammurnar, ið komu inn at
eiga, hvat tær vanliga ótu til
døgurda, bar til at staðfesta,
at samband var ímillum
talið av grindadøgurdum og
kviksilvurinnihaldið. Eisini
var samband millum talið
av bamsburðum, aldurin
hjá mammuni og kviksilv-
urinnihaldið í blóði og hár.
Samband var líkaleiðis
millum innihaldið av selen
og innihaldið av kviksilv-
uri. Hetta tí at ein megin-
kelda av selen er í havfød-
ini.
Innihaldid av blyggi var
sera lágt samanborið við
onnur lond. Miðaltalið fyri
blyggj var 0,82 mikromol/l.
Til samanberingar eru hesi
tøl í Danmark 0,11 mikro-
mol/fl, í Finnlandi 0,18
mikromol/l, í Australia 0,30
mikromol/l og í USA 0,32
mikromol/l.
Samanumtikið sýndu
kanningarúrslitini at miðal-
kviksilvurnøgdin hjá før-
sen í Føroya Arbeið-
arafelag. Andreas tók
ikki við afturvali.
Tríggir aðrir nevndar-
limir stóðu fyri vali.
Símun Abrahamsen,
Hildibjørg Brattalíð og
Georg Hansen. Tey
vórðu øll afturvald.
randi
oyskum børnum er mun-
andi hægri enn hjá børnum í
grannalondum okkara, og
orsøkin er fyrst og fremst
kviksilvurinnihaldið í
grind.
Tá børnini vóru ársgomul
gjørdu heilsusystrarnar í
Føroyum eina meting av
heilsustøduni og búningini
hjá bórnunum. Hesar kann-
ingar av teimum ársgomlu
góvu ongar ábendingar um,
at samband er millum kvik-
silvurnøgd og búningarstig.
Fyri atkoma til eina meira
álítandi niðurstøðu, var ætl-
anin at kanna børnini betur
um 3 ára aldur, men hetta
varð av ongum, tí peningur
var ikki tøkur.
Kanningararbeiðið hevur
annars, síðani tað byrjaði í
1985, fingið góðan stuðul
nógvastaðni frá og nevnast
skulu serliga Vest-Norden
samarbeiðið og Højgaards
Fond. Í oktober 1992 fingu
vit játtað væl av peningi frá
heilsumyndugleikunum í
USA (National Instituts of
Health) soleiðis, at tað
gjørdist møguligt at kanna
børnini, áðrenn tey fóru í
skúla.
Børn fødd í tíðarskeið-
num 1. mars 1986 til 31.1.
1987 verða kannað í ár.
Børn fødd 1. februar til 31.
desember 1987 verða kann-
ad komandi vår.
Kanningararbeiðið byrj-
aði á Landssjúkrahúsinum
11. apríl 1993 og heldur
fram til juni 1994. Ætlanin
er eisini at skipa fyri kann-
ingum á Klaksvíkar S jiikra-
húsi og Suðuroyar Sjúkra-
húsi.
Talan er um eina nágreini-
liga heilsukanning, serliga
av nervalagnum. Kanning-
arnar vara útvið 5 tímar og
eru í høvudsheitum hesar:
3
Ein bamalækni ger eina
likamskanning vid serlig-
um atliti til nervalagið.
R
Sansirnir verða serliga væl
kannaðir. Oyrnalæknin
kannar hverjar tónar barnið
hoyrir, og um normal við-
urskifti eru í millumoyra og
í oyragongini. Eyguni verða
kannað fyri litsans, sjónar-
ring og sjónsstyrki. Javn-
vágn og følisansurin á fingr-
um og tærnum verða kannað
við serligum tólum.
3.
Elektriska virksemið í heil-
anum, tá hoyrn og sjón
verða stimulerad verður
kannað. Hetta verður gjørt
við leidningum, ið verða
klistraðir á skallan. Hesar
kanningar eita á læknamáli
VEP og BEAP, te. evoked
potentials igjøgnum eyga
og oyra.
Tíðindablaðið CD Nr. 56 — 22. MARS 1994 Síða 15
Sålarfrødisligar kanningar
verða framdar á tvinnar
hættir. Ein sålarfrødingur
gevur bømunum ymsar
smærri uppgávur at loysa,
og á einari teldu skulu tey
eisini loysa ymsar uppgáv-
ur.
S.
Mamman fær spurnarblød
viðvíkjandi heilsustøduni
hjá barninum, umhvørvin-
um og sær sjálvum at svara.
6.
At enda verða nøkur hår
kliptav høvinum og harum-
framt ein blóðroynd tikin.
Undirtøkan higartil hevur
verið Oføra góð. Móðir og
barn eru komin av bygd og
úr bý til avtalaða tíð. T.e. kl.
8 um morgunin og kl. 12 á
middegi. Kanningarætlanin
er strævin fyri børnini, men
tey lata ikki illa at. Aftan å
sjålvar barnakanningarnar
eru av, er stórt arbeiði at
gera úrslitini upp. Væntandi
hava vit eitt úrslit viðvíkj-
andi sambandi millum kvik-
silvur- og heilsuviðurskift-
ini hjá børnunum uml. 1 år
aftan á at síðstu barnakann-
ingarnar eru framdar.
Hetta er long tíð hjá for-
eldrunum at bíða eftir úr-
slitunum og tí verður ráð-
leggingarfundur hildin
hvønn dag um bømini, ið
eru kannað tann dagin. Um
okkurt serligt er áfatt, ið
kann viðgerast, ella kann
hava týdning fyri barnið,
fær kommunulæknin boð
um hetta.
Tá tosað verður um kvik-
silvurdålking av havfødi,
verdur vanliga eisini spurt
um onnur dálkandi evni, ið
menniskjað hevur latið út í
náttúruna seinastu árini. Vit
hava mett at PCB ella poly-
cloreraðar bifenylir eru av
serligum týdningi við tað, at
eitrandi árin á nervalagið
tykist at líkjast tí hjá kvik-
silvuri. PCB er ein bólkur av
evnum, sum vegna teirra
góða tekniska eginleika,
serliga måtstøduføri ímóti
hita og gørum evnum, var
nógv brúkt í 50' og 60'árun-
um. PCB er m.a. nógv brúkt
í kondensatorum og trans-
formatorum. PCB hópast
upp í fødiketuni og verður
niðurbrotið sera spakuliga.
Vegna óttan fyri umhvørv-
isdålking varð framleiðslan
av PCB munandi skerd mitt
í 70'årunum.
Tá børnini vóru fødd,
frystu vit eitt petti av nalva-
stronginum. Ætlanin er nú
atkanna hesi petti fyri PCB.
PCB analysur eru tó sera
kostnaðarmiklar, uml. kr.
3000 fyri hverja. Í løtuni
verður roynt at finna pening
at kanna teir 1023 nalva-
strongimar hjá børnum
fødd á føroyskum sjúkra-
húsum frá 1. mars 1986 til
31. desember 1987. EF-
120 krónur
Tey í ferðavinnuni
kunnu ikki siga annað
enn, at landsstýrið lurtar
eftir teimum.
Ferðavinnan hevur
gramt seg um tær krón-
urnar, sum lagdar verða
omanå hvøvv ferðaseðil
av landinum. Ferða-
vinnan heldur, at hetta
gjald er ein forðing í at
fáa fleiri fólk higar at
vitja.
Nú hevur landsstýrið
Kvinnuhúsið
Lægri ferðagjald
Nú skal ferðagjaldið verða
kommisiónin hevur lovað
1/2 mill. kr. til júst hesar
kanningar, men skulu allir
nalvastrongirnir kannast,
fer tað væntandi at kosta
uml. 3 mill. kr., so enn
restar peningur í.
Onnur samfeløg hava
líknandi trupulleikar av
kviksilvuri. Nevnast skulu
serliga Grønland, Azorur-
nar, New Zealand og åvis
umrådi i Midalhavinum. f
løtuni verdur hugsad um at
gera somu kanningar i
Grønlandi, á Azorunum og í
Midalhavinum, sum f Før-
oyum. Fólk, ið eru åhugad
at endurtaka føroysku
kanningarnar í hesum økj-
um, hava longu verið og
vitjað í Føroyum og onnur
eru væntandi.
Pál Weihe
tíkið hesa klagu til
eftinektar og hevur lagt
uppskot fram um at
lækka gjaldið úr 300
niður í 120 krónur.
Tað er tað sama sum í
Íslandi.
Í Danmark er ferða-
gjaldið 65 krónur, í Svø-
ríki 12 krónur. Noreg og
Finnland hava einki
ferðagjald.
randi
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn
hósdag frá kl. 19.00—21.00, inngongd hjá KFUM,
Oman Pisuvarða 2, ella á tif. 17200.
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl.
14.30—16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag
frá kl. 14.30—7.00 á morgni.