týsdagur 22. mars 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14 Nr. 56 — 22. MARS 1994 Tíðindablaðið [ sosíalurin }
Vendið grindaherferðini:
Tey ríku londini
dålka hjall okkara
Seinastu árini hevur ikki verið sørt av ágangi ímóti fólkunum í nordurhøvum, tí tey
veiða og eta súgdjór í havinum og vit fóroyingar verða tíðum hóttir tí vit drepa
grind. Tey, sum havast at okkum gloyma tó, at tað vinnuliga virksemið, ið hevur
gjórt teirra lond rík, hevur dálkað hjall okkara á sjónum stórliga segði Pál Weihe á
Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu i Sjúkrahúsverki Føroya í fyrilestri á
Landssjúkrahúsinum herfyri.
Urslitid av eini stórari kanning í samband vid PCB í umhvørvinum var
kunngjørt á eini stórari ráðsteynu í New York herfyri. Felagsmaðurin hevur verið
við til at figgja kanningarnar, og nú er eisini møguleiki fyri, at heilsumyndug-
leikarnir í USA vilja vera við til at fíggja ein part. Vit prenta fyrilesturin hjá Pál
Weihe.
Pál Weihe saman við tilfari á enskum máli um grind og dáling, sum varð lagt fram í USA herfyri. Mynd jan
Her skal verða sagt eitt
sindur frá einum evna-
bólki, ið eitur PCB ella
polychloreraðibifinylir,
sum dálkar fitievnið í ser-
liga súgdjórunum í havin-
um og tí eisini føroyingar,
id eta spik.
Til tess at kanna møgu-
ligar avleiðingar fyri al-
mannaheilsuna byrjaði í
januar ein granskingar-
ætlan, sum hevði til enda-
- máls at gera av, um tað at
vera útsettur fyri PCB í
umhvørvinum í byrjanini
av lívinum hevur við sær
ólag á nervalagið ella er
menningartarnandi. Ein
kohorta (ein bólkur) av
200-250 nýfsddum á
Landssjúkrahúsinum
verða fylgd viðvíkjandi
heilsustóðu og búning
fyrstu liviårini.
Kanningin er ein sam-
starvsætlan millum
Deildina fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu í Sjúkra-
húsverki Føroya og Um-
hvgrvismedisinsku Deild-
ina á Universitetinum í
Odense.
ENDAMÁLIÐ VIÐ
KANNINGINI
Tað manngjørdaevniO PCB
er seinastu hålvu øldina
spjatt vida i nåttåruni, men
tað er framhaldandi stór 6-
vissa um árinið á manna-
heilsuna, serliga nervalagið
hjá …føddum børnum.
Hendan granskingaræti-
an hevur til endamáls at
staðfesta um tað at vera fyri
nógvum PCB í byrjanini av
lívinum hevur búningar-
tálming av heilanum við
sær ella annan varandi løst
av miðnervalagnum.
GRUNDIN AT GERA
KANNINGINA
Meginkeldan til PCB hjá
fólki er dálkaðar verur úr
vøtnum og høvum. Fólka-
sløg, sum liva av havfødi,
serliga tey, ið liva av súg-
djórum úr havinum, so sum
tannhvalum, kunnu vera út-
sett fyri serliga nógv av
PCB.
PCB fer um m6durkøku-
verjuna yvir í fostrið. Eisini
kann PCB verða flutt frá
móðurini yvir í barnið í-
gjøgnum móðurmjólkina.
Tað, sum vit vita um eitr-
andi árin á nervalagið hjá
bórnum av hesum evni,
stavar í høvudsheitum frå
tveimum eitringarvanlukk-
um og frá tveimum epi-
demiologiskum kanning-
um. Hetta tilfar týður uppá,
at PCB virkar heilaeitrandi,
men vísundaliga tilfarið er
ikki nóg gott til at avgera
hvussu sambandið er mill-
um eitringamøgd og eitr-
ingartekin — tað so nevnda
dosis-respons sambandið.
Í havfødi eru tó onnur
evni enn PCB, sur ávirka
fostrið, t.d. kviksilvur og
feittsýrur og tí er samstund-
is neyðugt at halda skil á
hesum viðvirkandi evnum.
Vidurskifti sum ættar-
bregði, útbúgving og sam-
felagslig árin annars, hava
øll sína ávirkan á búning-
ina. Sama er galdandi fyri
møguliga rúsdrekkamis-
nýtslu hjá mammuni, men
hesi viðurskifti ber til at
halda skil á í Føroyum.
FØROYAR SUM
KANNINGARSTAD
At finna eitt egnad stad at
gera PCB kanningar millum
fólk er sera trupult. Tær
broytingar í nervalagnum,
vit leita eftir, eru so lítlar, at
tær ógvuliga skjótt kámast
av ødrum árinum, sum t.d.
tey omanfyrinevndu. Eisini
er neyðugt at í sama sam-
felag er stárt loan frá tí. sum
hevur lægst til tann sum
hevur hægst PCB, til tess at
samanbera tey við høgum
við tey við lágum PCB.
Neyðugt er eisini at samfe-
lagið er væl skipað við ein-
um góðum heilsuverki, sum
røkkur øll.
Higar til dags hevur tad
ikki borið til at funnið hetta
samfelagið. Vit meta tó, at
Føroyar lúka flestu av teim-
um fortreytum, ið eiga at
vera til staðar.
Sambært fødslukanning
hjá Trúgva Vestergaard og
Petur Zachariassen ótu før-
oyingar dagliga 72 g av
fiski, 12 g av tvøsti og 7 g av
spiki í 1981-82.
Organochlor konsentra-
tiénimar í grindahvali eru
nýliga kannaðar og tað vísti
seg at miðal PCB-kon-
centratiónin í spiki er ógvu-
liga høg, har er uml. 30 ug/g
og total-DDT, umleið 20
ug/g. Á fitigrundarlagi er
organochlor konsentrati6n-
in á leið tann sama í vødda-
vevnadi, men við tað at
vøddavevnadur er so fitifå-
tækur, verdur konsentra-
tjónin bert uml. 6,0 ug/g, og
total-DDT umi. helvtina av
hesum tali. Grundað á hesi
tól kann inniskan av PCB
hjá hverjum føroyingi sær
vera væl yvir 200 mikro-
gram um dagin, sjálvandi
við stórum munum millum
Hesi úrslit tykjast at
stuðla illgrunanum um
rættuliga stóra PCB-
expositión í føroyingum.
Tað ber til at samanbera við
líknandi kanning av móður-
mjólk i Svøriki 1988/1989.
Miðaltalið i Svøriki var
uml. 9 ppb heilvekt; i Før-
oyum also 5-9 ferðir hægri
grundad å heilvekt og 7—12
ferðir hægri grundað á fiti.
Eisini kanningar av 3342
mjólkarroyndum úr Týsk-
landi, sýndu hendan stóra
mun, tí miðaltalið har var
0,84 ppm feittgrundað, t.e.
2-4 ferðir hægri enn í Før-
oyum.
KANNINGARHÅTTUR
Kohortan verdur sett sam-
an soleiðis, at allar mamm-
ur, ið eru settar at eiga á
Landssjúkrahúsinum í 1994
— tó ikki tær, sum búgva í
Havn ella á Argjum — verða
spurdar í viku 34-35, um
tær vilja luttaka í kanning-
ini. Jarðarmóðirin fyllir út
eitt spurnarblað um, hvussu
graviditeturin hevur gingið,
kostvanar í graviditetinum,
vid serligum atliti til fisk og
hval og eisini verður spurt
um rúsdrekka- og tubbaks-
nýtslu. Seinni skrásetir jarð-
arm6dirh 1vussu tað gekk
ateiga.
fólk. Til samanberingar er
miðal PCB innigkan i
Skandinavia uml. 15-20 pg.
Føroyingar eru við ødrum
orðum fyri uml. 10 ferðum
meiri PCB í matinum enn
aðrir norðurlendingar
Í byrjanini av áttatiárun-
um kannaði Inge Kraul før-
oysk lík og fann í búkfeitti
uml. 6 ferðir meira PCB enn
hjá dónum. Sjálvt um vit
ikki hava nýggjari tel enn
tey hjá Inge Kraul, er tað
lítið at ivas tí, at koncentra-
tiénimar i føroyingum
framvegis eru høgar, tí vit
eta framvegis nógv spik,
sum vit vita inniheldur nógv
PCB.
Í sambandi við kviksilv-
urkanningarnar í Føroyum
varð eisini kannað eftir
hvussu nógv PCB var í
móðurmjólk hjá 22 konum
3-4 dagar aftan á tær høvdu
átt. Mjólkin var bólkað í
fýra, soleiðis:
Bólkur 1: Mjólk við minni
enn 1 ug/1 av kviksilvuri.
Bólkur 2: Mjólk við meir
enn 4 ug/l av kviksilvuri.
Bólkur 3: Mammurnar
høvdu etið í hægsta lagi 1
fiskadøgurda um vikuna,
meðan tær vóru við barn.
Bólkur 4: Mammurnar
høvdu etið í minsta lagi 5
fiskadøgurdar, meðan tær
vóru við barn.
Urslitini vóru hesi:
Tær mammur, sum játta
fyri luttøku, og sum eiga á
Landssjúkrahúsinum í
1994 eru við í kanningini.
Ætlandi verður hetta tal
uml. 250.
VEYNAÐARROYNDIR
FRÁ MÓÐIR OG
BARNI AT META
UM EXPOSITIÓNINA:
Í sambandi við fyrstu sam-
réðu, te. viku 34—35, og
eftir at móðurin hevur játtað
at vera við, verður blóð-
roynd tikin. Hetta verður
nýtt til at kanna ymsu sløg-
ini av PCB og onnur lík
organochlorevni. Tá ið
kvinnan kemur á Lands-
sjúkrahúsið at eiga, verður
tíkið hár av høvdinum og
blóð úr nalvastronginum at
kanna fyri tungmetal. Móð-
irmjólk verður innsavnad
dagarnar eftir burðin at
kanna fyri PCB-innihald.
Tá barnið er 18 mánaðir
verða tíkin hár til kanningar
og tå ad er 30 mánaðir
verður tíkin blóðroynd.
Klinisku kanningarnar
eru settar soleiðis saman
viðvíkjandi nær og hvussu
børnini verða kannað, at vit
fáa sum mest at vita um
miðnervalagið fyri tann
6