mikudagur 23. mars 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 57 — 23. MARS 1994
Tíðindablaðið (SEN
vikingar hava fim-
leikaframsyning
Nýggjasta fimleikafelagid í landinum — Fok, ið er fel-
agslið fyri Gøtu og Leirvík — leggur nú síðstu hond á sína
allarfyrstu framsýning, ið verður á Kambsdali 24. apríl
Sunnudagurin 24. april fer
at verða ein varði á vegnum,
tå nýggjasta fimleikafelag-
ið í landinum, Fok år Gøtu
og Leirvík, fer at skriva sína
søgu einaferð.
Tá verður nevniliga allar-
fyrsta fimleikaframsýning-
in hjá felagnum, og verður
tað ftråttahøllin á Kambs-
dali, ið skal hýsa henni.
— Vit hava upp móti 300
limir f felagnum, men å hesi
fyrstu framsyningini verda
einir 180 limir vid, sigur
Guðrun Hansen, ið er for-
maður í Foki. — Tað sær út
til, at felagið hevur fingið
stak góða undintøku, og vit
hava eisini verið stak hepp-
in við leiðarum, so grundar-
lagið hevur verið gott hend-
an fyrsta veturin, vit hava
gjørt fimleik.
Tá tankin um at fáa sett
eitt fimleikafelag á stovn,
kom fram, varð skjótt gjørt
av, at best mundi vera at tær
báðar bygdimar, Geta og
Leirvík, gjørdu tað í felag,
nú tær ikki eru so øgiliga
fólkaríkar, samstundis sum
tær liggja so nær hvørjari
aðrari.
Royndar leiðarar
Nógvir av leiðarunum eru
komnir úr øSrum feløgum,
so tí eru tað roynd fólk, ið
hava tikið sær av at venja
allar hesar nýggju fimleik-
ararnar. Fleiri av leiðarun-
um hava eisini gingið á tí
sera kenda ítróttaskúlanum
Ollerup, ið ikki minst er
kendur fyri góðan fimleik.
Vit vóna, at nógv fólk
kemur á okkara fyrstu fram-
sýning, sigur Guðrun Han-
sen. — Sjálvandi eru vit púra
nýggj á hesum økinum,
men kortini hava vit mangt
og hvat at vísa fólki. Í vetur
hava vit bæði gjørt rútmisk-
an fimleik, reidskapsfim-
leik, motiónsfimleik, aero-
bic og >móður og barn<-
fimleik, so her er eitt sindur
av hvørjum.
Framsyningin hjå Foki,
verdur å Kambsdali sunnu-
dagin 24. april kl. 16.
hj.
HEDIN FÆR
MOTSTØDU
Nógu bendir á, at Hedin Mortensen ikki verður ein-
asta valevnid, ið verður stillad upp til aðalfundin hjá
ÍSF, tá hesin verður í mai mánaði. Kreftir innan ÍSF
arbeiða nú av øllum alvi fyri at finna eitt måtvalevni
Tíðindablaðið Sosialur-
in kundi í gjár fortelja
lesarunum, at verandi
ISF-formaðurin, Heðin
Mortensen, hevur gjørt
av at lata seg stilla upp-
aftur, eftir at hann hev-
ur fingid fleiri åheitanir
frå bædi sersambond-
um og feløgum.
Men nå er mangt, ið
bendir á, at enn einaferð
verður roynt at finna
eitt møtvalevni, ið kann
stilla upp móti Heðini
Mortensen.
Hetta hevur eisini ver-
ið roynt fleiri ferðir áð-
ur, men uttan at nakað
serligt er komið burtur-
úr. Tær ferðirnar, onk-
ur hevur verið stillaður
upp móti Heðini Mort-
ensen, er hetta higartil
endað sum viðfáningur,
og hesi valevni hava bert
fingið fáar atkvødur á
ISF-aðalfundi.
Tíðindablaðið Sosal-
urin skilir, at júst nú
verður enn ein roynd
fyrireikað, ið hevur til
endamáls at fáa nýggjan
iSF-formann valdan á
komandi aðalfundinum
í mai mánaði, og kreftir
innan ISF arbeiða nú av
ollum alvi fyri at finna
eitt hóskandi mótval-
evni, ið kann savna so
mikið av atkvødum, at
tað verður nóg mikið til
at hetta valevnið verður
valt.
Fleiri nøvn hava í hes-
um sambandi ligið í luft-
ini, men enn er — sum
skilst — einki konkret
komið burturúr.
ISF-a0alfundurin er
enn ikki endaliga dag-
festur, men hann verdur
helst móti endanum á
mai mánaði — leygardag-
urin 28. mai er eitt gott
boð.
Valevni finnast
innan 30 dagar
Skulu hesar kreftir
innan ISF fáa gjørt sitt
arbeiðið liðugt og klárt
til tíðina, má mótvaleyn-
ið verða funnið innan
fyri tann næsta mánað-
in, tí uppskot til formann
skulu vera inni 30 dagar
áðrenn aðalfundin.
Tað er nóg mikið, at
eitt sersamband, eitt fel-
ag ella stjórnin stillar
eitt valevni upp, men tó
krevst meira, tí áðrenn
tað kann gerast, má eis-
ini verða hampuliga vist,
at valevnið fær ta upp-
bakking, ið skal til. Sum
skilst er tað ikki minst á
hesum økinum, at arb-
eitt verður júst nú.
Ein kelda, ið stendur
ISF-stjørnini sera nær,
sigur fyri Tíðindablaðn-
um Sosialinum, at verð-
ur tað >rætta valevnið<
funnið, er ivasamt, um
stjórnin fer at innstilla
Heðin Mortensen til val-
ið á ÍSF-aðalfundinum.
Men hinvegin: Verður
einki hóskandi valevni
funnið, er væl hugsandi,
at hendan ætlan — sum
ikki einaferð — fellur til
jarðar, uttan at nakað
spyrst burturúr.
Tíðindablaðið Sosial-
inum hevur ikki eydnast
at fáa eina viðmerking
frá Heðini Mortensen
sjálvum, ið er staddur í
Finlandi i ørindum sum
ISF-formaður á fundi í
Nordisk Komité.
hj.
KATRIN TVEY HEIMSMET
Í sekslanda svimjilandsdystinum í Lyon um vikuskiftið gekk sera væl hjá Katrin Johansen og Tóru við Keldu.
Katrin vann sjey gullmerki, setti tvey heimsmet og tvey persónlig met, umframt at verða kosin besti svimjari í
kappingini. Tóra við Keldu vann fýra gullmerki, tvey silvurmerki og setti eisini eitt persónligt met
Tað var av sonnum gullrandað
svimjing, ið Katrin Johansen og
Tóra við Keldu borðreiddu við í
Lyon í Fraklandi um vikuskiftid í
sekslanda svimjikapping.
Tær báðar føroysku svimji-
genturnar vóru við á einum fel-
ags norðurlendskum liði, ið var
mannað við teimum báðum og
Hini londini í kappingini vóru
Belgia, Noreg, Svøriki, Frakland
og Eysturríki.
Tilsamans fingu Katrin Johan-
sen og Tóra við Keldu ellivu
gullmerki og tvey silvurmerki.
Av hesum átti Katrin tey sjey
gullmerkini, umframt at hon setti
tvey heimsmet — eitt í 100 metra
frísvimjing við tíðini 1,16.05 og
eitt í 50 metra frísvimjing við tíð-
ini 0,34.59, Hetta seinna heims-
metið varð sett í innleiðandi um-
farinum, men kortini eydnadist
ikki Katrin at vinna júst hesa
kappingina.
Gullmerki í hópatali
Hinvegin vann hon gull í 400
metra frisvimjing, 50 metra fir-
valdssvimjing, 200 metra bland-
adari svimjing, 100 metra rygg-
svimjing, umframt at hon saman
við trimum svium vann gull í
fyra ferdir 50 metra blandadari
svimjing og fýra ferðir 50 metra
frísvimjing.
Tíðirnar í 400 metra frísvimj-
ing og 200 metra blandaðari
svimjing vóru persónlig met við
ávikavist 5,47.60 og 3,12.78.
Bert í 50 metra frísvimjing, har
Katrin setti heimsmet í innleið-
andi, gjørdist hon ikki gullvinn-
ari, men endaði á fimta plássi í
opna bólkinum.
Tóra við Keldu vann 50 metra
firvaldssvimjing í opna bólk-
inum, har hon setti persónligt
met við tíðini 0,35.62. Eisini
vann hon gull í 100 metra fir-
valdssvimjing, 100 metra rygg-
svimjing og 50 metra frísvimj-
ing. Tey bædi silvurmerkini fekk
Tóra í 400 metra frisvimjing og
200 metra frisvimjing.
Fekk ovurstórt steyp
Samanlagt ótrúliga góð úrslit
hjá teimum báðum svimjigent-
unum, ið báðar eru millum bestu
svimjarar í heiminum, tá talan er
um svimjing fyri rørslubrekad.
Katrin Johansen vard aftan å
kappingina eisini kosin sum besti
svimjarin í allari kappingini, og
fyri hetta fekk hon handað eitt
ovurstórt og prýðiligt steyp,
meðan føroyski tjóðsangurin
rungaði í høllini.
Tíðindablaðið Sosialurin vil
hervið ynskja Katrin Johansen
og Tóru við Keldu tillukku við
hesum frálíku úrslitunum.
hj.
AR