mikudagur 23. mars 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 57 — 23. MARS 1994 Tíðindablaðið CS
= m » m ø
Lg
x
n, stjori i Mærsk
HATTA MÅ BØRSEN SVARA FYRI
Tað var ein sera spakur og fåmæltur Mærsk-stjóri, sum seinnapartin í gjár vísti frå sær, at hann hevði nakað sam-
band við skrivingina í Børsen í gjár:- Hatta má standa fyri teirra rokning, og eg gangi bara útfrá, at teir hava lisið
tað, id stóð í Stand By fyri fjúrtan døgum síðani um flúgvingina í Norðuratlantshavi, segði hann
Greinin í Børsen í gjár, sum
longu nú hevur verið nógv
fyri ein stóran part bygd á
úttalilsir frá stjóranum í
— í hvussu er er hann einasti
persónur, ið er spurður um
frammi í fjølmidlunum, er Mærsk Air, Bjarne Hansen nakað sum helst og bein-
leiðis verður endurgivin í
greinini, ið er higartil grov-
asti liðurin í tí, ið mest líkist
Borsen farið undir
útspillingarherferð
Danska blaðið Børsen hevur í blaðnum í gjár eina ótrúliga grova og útspill-
andi grein um føroyska flogfelagid Atlantic Airways. Greinin er á tremur
við einari rúgvu av beinleiðis skeivum og villeiðandi upplýsingum. Danska
flogfelagið Mærsk Air verður brúkt sum kelda til meginpartin av tí
>Opna kríggið< millum tey
bæði flogfeløgini, ið røkja
flúgvingina millum Føroy-
ar og Danmark — føroyska
Atlantic Airways og danska
Mærsk Air — nåddi i gjår
higartil hæddina, tå danska
blaðið Børsen kom út vid
einari sera einsíðugari og
villeiðandi grein um viður-
skiftini viðvíkjandi Før-
oya-flúgvingini.
Greinin hevur yvirskrift-
ina >Færgerne har brugt
200 millióner pá at genere
Maersk Air<, og í undir-
yvirskriftini stendur víðari
»Chikanen sker for danske
penge«. h
Sum sagt er greinin å
tremur við alskyns villeið-
andi upplýsingum, so sum
atflogfarið hjá Atlantic Air-
ways higartil hevur staðið í
Keypmannahavn um nátt-
ina, meðan ein hangarbygn-
ingur fyri 75 mið. kr., sum
Atlantic Airways leigar fyri
200.000 krónur árið, stend-
ur gapandi tómur í Vágum.
Víðari skuldsetur blað-
maðurin Ib Forschhammer,
id hevur skrivad greinina,
Atlantic Airways fyri ikki at
gjalda ferðaavgjaldið, ið er
300 krónur fyri hvønn ferð-
andi. Hetta endurgevur
hann meira ella minni stjór-
an í Mærsk Air, Bjarne
Hansen, fyri at siga, og so-
leiðis vísir tað seg, at tað er
danska flogfelagið, ið kapp-
ast við Atlantic Airways um
Føroya-fliigvingina, id
beinleiðis er verður brúkt
sum kelda til meginpartin
av greinini.
Forsætisráðharrin
eisini upp í málið
Børsen upplýsir eisini, at
Poul Nyrup Rasmussen, nú
skal á fund við politisku bú-
skaparnevndina hjá fólka-
tinginum, har hann skal út-
greina »om det er økono-
misk forsvarligt at opret-
holde det færøske selskab
for skatteydertilskud, og
om hvorfor tidligere forsik-
ringer om at der ikke læn-
gere bliver ydet statsstøtte,
nu har vist sig at være for-
kerte« (endurgeving end-
að).
Her er heldur ikki sam-
svar millum tað skrivaða og
veruleikan, tí síðani nakrar
avtalur vóru gjørdar millum
føroyska landsstýrið og ta
donsku ríkisstjórnina, er
ikki ein einasta króna farin
úr landskassanum til Atlan-
tic Airways, sambært Hera
Mortensen, stjóra í Atlantic
Airways, ið samrøda er við
á næstu síðu.
Eisini skrivar Børsen í
greinini at »det færøske
landsstyre har siden 1988
brugt 200 mio. kr. — godt
90.000 kr. om dagen — på at
genere det danske luftfarts-
selskab Maersk Air, der har
en daglig dobbeltflyvning
mellem Færøerne og
København« (endurgeving
endað).
Neyvan man stórvegis ivi
vera um, at Børsen við hes-
ari grein sini hevur lagt seg å
odda i útspillingarherferð-
ini, danskir fjølmiðlar hava
sett høgt á dagsskrånna síð-
ani føroyska kreppan byrj-
aði at nærkast hæddini.
Sjálvt ikki vånaligastu
greinirnar — og tær hava nú
verið nógvar í tali — í Ekstra
Bladet, ið higartil hevur lig-
ið á odda í útspillingarher-
ferðini, sleppa ordiliga upp í
part her, nú Børsen tykist
hava yvirhálað allar kapp-
ingarneytar við upp til fleiri
longdum…
hj.
Soleidis så yvirskriftin
á greinini i Børsen í
gjár út. Børsen hevur
nú lagt allar kapping-
arneytarnar aftur um
seg í útspillingarher-
ferðini móti Føroyum
einari beinleiðis útspilling-
arherferð móti føroyingum
og serliga føroyska flogfel-
agnum Atlantic Airways.
Men tá Tíðindablaðið So-
sialurin seinnapartin í gjár
tosaði við Bjarne Hansen í
telefonini, var hann ikki
serliga glaður fyri at verða
settur í samband við inni-
haldið í greinini, sum hann
tó segði seg hava lisið:
— Innihaldið í greinini hjá
Børsen má standa fyri teirra
egnu rokning, sigur hann.
— Eg gangi út frá, at teir
hava lisið tað, ið Stand By
skrivaði fyri fjúrtan døgum
síðani um flúgvingina í
Norðuratlantshavi.
Men í sambandi við eitt
nú tosið um, at Atlantic Air-
ways ikki rindar ferðaav-
gjaldið til landskassan, ert
tú endur givin?
— Spurningurin um ferða-
avgjaldið hevur verið settur
fram á fólkatingi fyri nakað
síðanir, men eg minnist
ikki, hvat svarið gekk út
uppá, sigur Bjarne Hansen.
Hvat verður tað næsta, ið
fer at henda í hesum sokall-
aða »opna krignum« mill-
um Atlantic Airways og
Mærsk Air?
— Fyri meg er talan ikki
um nakað opið kriggj við
Atlantic Airways. Eg harm-
ist bert um, at vit ikki eru
komnir ásamt um, at koma
og fráferð hjá báðum feløg-
um á Føroya-rutuni kunnu
Bjarne Hansen, stjóri í Mærsk Air
liggja meira spjaddar, tí tað
hevði bert komið føroysku
kundunum til góðar, sam-
stundis sum tað jú er tað
frægasta, tá tvey feløg skulu
røkja hesa flúgvingina.
Bjarne Hansen sigur, at
hóast Mærsk Airs hevði eitt
uppskot um aðrar tíðir, so
rutan til Tróndheim fram-
vegis kundi rgkjast, vildi
Atlantic Airways ikki tað.
— Men tað er teirra av-
gerð, at teir vilja flúgva so-
leiðis, sum nýggja ferða-
ætlanin leggur upp til, sigur
hann.
- Eftir mínum tykki er tað
kortini bart út sagt fjollut, at
flogførini stórt sæð koma
og fara í senn. Men soleiðis
er lívið, og vit mugu bara
venja okkum við, at so er.
Børsen endurgevur teg
fyri at siga, at Mærsk Air
fær tað at mala runt á Før-
oya-rutuni. Passar tað?
Ja, vit hava í dag eitt yvir-
skot á Føroya-rutuni.
Tit hava fyrr ikki kenst
við, at tit høvdu yvirskot
fyrr. Er tað nú undirskotid,
tit ikki vilja kennast við?
Nei, vit høvdu í eini 15,
16 ella 17 ár undirskot á rut-
uni, men tvey ella trý tey
síðstu árini, áðrenn Atlantic
Airways byrjaði at flúgva
eisini, gav rutan yvirskot,
endar tann hesaferð rætti-
liga fámæltur Mærsk-stjór-
in stutta prátið.
hj.
Mynd: Kalma: