Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

I Tíðindablaðið ED Nr. 57 — 23. MARS 1994 Síða 11 Heri Mortensen, Atlantic Airways: LYGN UR EINUM ENDA I ANNAN — Tad er ikki spurningurin um »færøsk chikane«, men nógu meira ein spurningur um, um tað er danski statur- in ella feløg í Danmark, sum nú leggja eftir ikki bara At- lantic Airways, men føroyingum sum heild, sigur stjórin í Atlantic Airways, Heri Mortensen Hóast talan er um ikki smávegis tíð- indi, sum danska blaðið Børsen í gjár skrivaði um føroyska flogfel- agið Atlantic Air- ways og ymist hesum felag við- víkjandi, verða tíðindini tikin sera róliga á høv- uðsskrivstovuni hjá Atlantic Airways á flog- vellinum vesturi í Vágum. — Eftirhondini eru vit so von við slík tíðindi, at vit bert mugu rysta við høvd- inum — eisini, tá talan er um so grov ósannindi, sum tað er í hesum førinum, sigur stjórin í Atlantic Airways, Heri Mortensen, við Tíð- indablaðið Sosialin. Hann sigur, at eftir at hava lisið greinina hjá Ib Forschhammer í Børsen, kann hann slåa fast, at talan er um eina øgiliga saman- blanding av Vvilleiðandi upplysingum og påstand- um, id tiknir eru år leysari luft. — Skal eg geva greinini nakað skoðsmál, so fær tað illa verið annað, enn at hon er ein stór lygn úr einum enda í annan, sigur Heri Mortensen. — Harerso lítið skil í ateg fati ikki, at nakar fær seg til at bera sovorðið fram á prenti. Danir leggja eftir føroyingum Heri Mortensen sigur, at í hesum førinum er talan ikki bert um »færøsk chikane«, men nógv meira ein spurn- ingur um, um tað er danski staturin ella feløg i Dan- mark, sum nú leggja eftir ikki bara Atlantic Airways, men føroyingum sum heild. --Sumt av tí er so langt úti, at tað er heilt ótrúligt. Eitt nú tað, at flogfarið hjá Atl- antic Airways skal standa í Kastrup um náttina, sigur Heri Mortensen. — Flogfarið hjá okkum hevur ikki staðið so frægt sum tíggju nætur í Kastrup, síðani vit byrjaðu at flúgva 28. mars 1988. Tær einastu ferðirnar, okkara flogfar hevur verið har um náttina, hevur verið onkuntíð um jóltíðir, tá vit hava gjørt so nógvar eykaferðir, at vit hava skula farið úr Kastrup kl. 9 um morgunin. Og tað er sum sagt minni enn tíggju ferðir í okkara seks ára søgu, at tað er komið fyri. Hangar langt áðrenn Atlantic Viðvíkjandi hangarbygn- inginum, ið Børsen av hesi somu orsøk sigur standa tóman og til onga nyttu, vís- ir Heri Mortensen á, athesin bygningur var til á tekni- borðinum, langt áðrenn tal- an nakrantíð var um, at Atlantic Airways fór at síggja dagsins ljós. —Upprunaliga skuldi hes- in hangarbygningurin ger- ast til tyrlurnar, og fyri tað, so rúmar hann eisini lætt- liga einari Boeing-mask- inu, so Mærsk eins væl kundi brúkt hann, um hetta flogfelag fyri langari tíð síðani var komið á so klókar tankar sum at hava flogfarið standandi í Føroyum, sigur Heri Mortensen. Ein onnur av skuldseting- unum, ið verður sett fram í Børsen, gongur út uppá, at føroyska flogfelagið ikki hevur goldið ferðaavgjald- ið upp á 300 krónur ella í hvussu er hevur havt sera lagaligan kreditt uppá, meðan Mærsk Air har skal hava goldið sítt. — Hatta er eisini møsn úr einum enda í annan. Og eg kann leggja aftrat, at tað meira enn so er komið fyri, at vit hava goldið terminir, tá Mærsk Air ikki hevur goldið fyri seg, sigur stjórin í Atlantic Airways. — So hatta er alt samalt so langt úti, at tað er heilt ótrúligt. Heri Mortensen afturvísir eisini, at landskassin skal hava pungað út fyri Atlantic Airways, sum greinin hjá Børsen í hevuðsheitum gongur út uppá at fortelja. Ikki fingið so frægt sum ein shilling — Landsstýrið hevði eitt veðhald upp á 75 mió. kr. ið tað noyddist at gjalda, men tað kanst tú ikki kalla peng- ar, ið vórðu latnir okkum, tí her var talan jú um eitt veð- hald, ið gjørdist effektivt, sigur Atlantic Airways- stjórin. — Hetta eru ikki einastu tíðindini um, at vit skulu hava fingið so og so nógvar pengar, tí Stand By skrivaði jú herfyri, at vit í fjør fingu eina millión úr landskass- anum, umframt at Kirsten Jacobsen hevur verið í fjøl- miðlunum niðri við einum tali, ið sigur fýra milliónir. Einki er um øll hesi tølini, tí talan hevur ikki verið um so mikið sum ein shilling, og eg havi í hvussu er einki sæð til nakrar pengar úr landskassanum. Heri Mortensen sigur annars, at tað má vera eitt ella annað, ið Atlanti Air- ways má hava gjørt ótrúliga gott, tá bæði Børsen og Mærsk Air kunnu seta før- oyska flogfari út fyri so stórum misunnilsi, sum her er talan um. — At okkara lítla Atlantic Airways við bert einum lítl- um flogfari sambært Børsen og donskum fjølmiðlum yvirhøvur skal megna at skaka bæði donsku stjórn- ina og Mærsk Air so álvars- liga í grundvøllinum, at vit fáa allar yvirskriftirnar, er heilt ótrúliga, og eg standi púra býttur og skilji einki av tí. Okkurt frægari máttu hesi fólk havt at tikist við, men eg veit ikki, um ein skal kenna seg æraðan, sigur Heri Mortensen. - Eg kann við mínum allarbesta vilja ikki fáa hetta til at verða annað enn eina útgoysing av galli ella okk- urt sovorðið, sum tey leika í niðri nú um okkum. hj. Skiparin á Rex fyri rættin í dag Í dag skal skiparin á trolaranum Rex, sum um vikuskiftið varð tik- in fyri ólógligan fiskiskap 200 fjórðingar vestur úr Rock All, fyri rættin, skuldsettur fyri at hava brotið altjóða lóg. Rex er fyrrverandi íslendski trolarin Arnar, ið eitt felag hjá ís- lendingum og føroyingum eigur. Skipið er skrásett í Limasol á Kypros. Tað er felagið Atlantic Sea Shipping, ið rekur skipið, ið er mannað við fimm íslendingum og niggju føroyingum. Skiparin, 42 åra gamli Erland Olsen úr Hoyvík, mutaði ikki ímóti og hevði onga umbering fyri fiskiskapin, tá hann var í rættinum í Stornoway fyrrapartin í gjár. Trygd fyri veiðuni Rætturin gjørði av, at trygd upp á 20.000 pund — svarandi til um- leið 200.000 krónur — skuldi veit- ast, fyri at veiðan hjá skipinum, kundi verða seld. Tá Rex varð tikið, hevði skipið nakað av blálongu, hávi og einum við Føroyar ókendum fiskaslagi, ið kallast black scabbard, í lastini. Eingin marknaður er í Bretlandi fyri sølu av hesum fiskinum, men kortini skuldi verða roynt at fáa selt fiskin á europeiska marknað- inum, so hann ikki skuldi fara til spillis, sum vandi annars var fyri. Sakførarin, ið er settur at tala søk skiparans, Angus W. Mac- donald, segdi eftir rættarfundin fyrrapartin i gjår, at hann væntadi, at sjálvt rættarmálið fór at koma fyri rættin í dag. Ólógligur fiskiskapur innan fiskimarkið Skuldsetingarnar ganga út upp- á, at Rex hevur verið innan fyri 200 fjórðingar fiskimarkið, ið bretar settu kring Rock All fyri tjúgu árum síðani. Har hevur trol- arin so fingist við fiskiskap, ið stríðir móti altjóða lógum, og tí varð hann eisini tíkin av skotska sjóverjuskipinum Norna leygar- dagin og førdur til Stornoway á Orknoyggjunum, hagar hann kom mánanáttina. Síðani Rex varð tikin, hava sjó- verjuskip hildið eitt serliga vakið eyga við gkinum rundan um Rock All, har fleiri útlendsk skip í síðst- uni eru sædd í fiskiskapi, ið bretar sjálvir meta ólógligan. Hóast víst hevur verið á, at manningin á Rex er íslendsk og føroysk, so hava bretsku myndug- leikarnir ikki gingið út frá hesum. Teir vísa á, at tå skipið er skrásett á Kypros, hevur tað ikk loyvi at fiska innan fyri bretska fiskimark- ið á leiðini við Rock All. Sjóverjan hevur eisini jagstrað tveir aðrar trolarar, ið eru undir hentleikaflaggið á Belize — Atlan- tic Beatrice og Atlantic Hope. Manningin á ødrum noktaði at loyva sjóverjufólkunum umborð, og hin trolarin sigldi undan út um bretska fiskimarkið. bj.