Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 57 —23. MARS 1994 Tíðindablaðið [ sostalurin ] ( Lesarabrøv ; : á ) * Skipafelagið mátti tagt! Var eg Skipafelagið Føroyar, hevdi eg tagt 70 ára føbingar- dagin burtur, þí stóra danska skipafelagið A. P. Møller, ið varð stovnað sama ár sum Skipafelagið Føroyar, hevur yvir 100 stór skip. Eg hevði skammast! Meðan Skipafelagið Føroy- ar er gingið sterkt aftur, hóast tað hevur verið stuðlað av landinum, so er A. P. Møller máttmiklari á øllum økjum. Var rætt atborið, og høvdu menninir dugað sín ting, sigldu allir okkara siglandi føroying- ar á egnum kjøli og ikki við øllum møguligum ødrum skip- um runt knøttin. Skipafelagið Føroyar átti at verið ført fyri at siglt allan farm til og úr Føroyum; í dag koma útlendsk farmaskip hendaveg- in. Eisini hevði Skipafelagið Føroyar megnað at siglt við farmi á gllum heimshøvunum, hevði útviklingurin verið rætta vegin. Men so er ikki. Eitt er so givið: Skipafelagið Føroyar og A. P. Møller hava havt somu møguleikar at út- viklað seg, men tað er bert danska felagið, ið hevur megn- að tað. Hetta er nóg mikið til, at ein 70 ára dagur bert átti at ver- ið hildin, um dygdargott ar- beiði lá aftanfyri. Og tað hevur tað ikki í hesum førinum; tí hevði eg heldur tagt! Ein lesari KATLAA A————T{—n—n— Spurnarkappingin í útvarpinu Viðvíkjandi nevndu kapping — hugsi her um eykaspurningin — havi eisini eg eina viðmerking. Ikki tí, hetta er ein stuttlig og spennandi kapping. Men friggjakvøldid 4. mars var hon ikki so góð, sum henda kapp- ing annars plagar at vera. Og orsøkin til at eg sigi hetta er, at tað rætt og slætt ikki gekk rætt- víst fyri seg hetta kveldið. Eykaspurningurin var mill- um ein mann og eina smá- gentu. Ein kona hevur skrivað um hetta, og eftirsum eg sjálv- ur hoyrdi sendingina og enntá havi hana festa á band, kann eg av heilum huga taka undir við hesari konu, sum skrivaði. Og eg havi eisini hoyrt ógvuliga nógv siga tað sama. Ikki ein einasta havi eg hoyrt siga tað gvugta. Men hvat var tað so, sum ikki var eins og tað átti at vera? Jú, gentan slapp als ikki framat. Mangt tutl var sjálvsagt, sum vera man, og tað er sjálvsagt í lagi við tí. Og gaman í, at mað- urin kanska var hin fyrri at siga svarið hart og klárt. Men sum konan, ið skrivaði segði, so varð gentan alla tíðina avkvett. Bara skumpað til viks. Men tað var hon, sum átti at vunnið. Latm eg líka leggja aftrat, at hetta brævið er ikki á nakran háttskrivað fyri atsiganakað ilt um sendingina ella útvarpið. Koyrið stýrið fyri ALS frá Takk til Jóannes Eidesgaard, at hann setti ALS stýrið upp á pláss og hjálpti okkum ar- beiðsleysu. Fyri eini tíð síðani var altavgerandi, at landið hjálpti til við peningi, og tá nú landsstýrið tekur um endan, er tað heldur ikki gott!!! Hvat feilar hesum fólkum, sum sita har fyri stóra løn??? Tað er spýggjuligt at síggja á skerminum ALS-stýrið, hesi vælbjargaðu í samfelagum, við eini inntøku uppá millum 400 og 800 túsund krónur, brúka okkara arbeiðsleysu sum polit- iska kastibløku til heystar »at koma inn å ting«. Til Føroya Landsstýri: Koyrið stýrið fyri ALS frå og veljið nýtt stýri, har minst tríggir limir umboða okkum ar- beiðsleysu. Arbeiðsleysurhandverkari m 4. mars Øll kunnu mistaka seg — men tá eigur tað at verða rættað. Eisini kann eg við reinari samvitsku siga, at eg kenni hvørgan av teimum báðum, sum luttóku í kappingini. Eg haldi bara, at hetta var so synd fyri gentuna — sum átti at vunn- ið. JUVENIS Hungur og heimloysi Hver skuldi trú at í Føroyum tað bleiv Hungur og Heimloysi og so stór neyð Nú má ein sanna at hetta er satt at noyðast avstað, tað er ikki so lætt Síni elskaðu børn, hon sakna vil tey sum máttu rýma í dýrastu neyð at vinna sær pening og bjarga sítt heim fødi at fáa til børn og til teim Hungur og heimloysi nívur tey her Sikken ein skomm og ein sjensul tað er ei dovin tey vóru, tey stríddust sum best teirra kæru at bjarga frá hesari pest. So eina mong mamma og pápi nú er nú børn teirra noyddust frá heiminum her hvor skuldina hevur, ei nevna eg vil men sjálvi tey vita viss tey hava skil Og mamma aleina nú sita má har hon saknar nú gll sum hon hevði kær og Føroya land vit elskað tað vit fegin vilja heim aftur ein dag | Teir smáu armar sum hálsaðu meg og góða omma vit elska teg nú mugu vi flyta heiman ífrá elskaða omma, tú gráta ei má Vetrarkappingin í Bridgehúsinum Vetrarkappingin endar leygardagin tann 26. mars og ikki tann 27. sum ætlað (Pálmasunnudag). Byrjað verður kl. 14 sum vanligt. Tilmeldingin í vetur hevur verið avbera góð, og húsanevndin vónar, at sama uppmøting verður til summarkappingina. Vit byrja við eini staklinga- kapping 4. apríl, 2. páskadag, kl. 14. Summarkappingin byrjar tann 17. apríl og endar 28. august. Ætlanin er at gera kappingar 22. mai, 31. juli og 21. august, møguliga mini lið ella serstakar kappingar. Sunnudagin 13. mars møttu 15 pør til kappingina og lógu hesi omanfyri miðal: 1. Árni Dam--Marner Joensen 254 2. Randi Jacobsen-Allan D. Christiansen 251 3. Jens Mohr-Hanus Bærentsen 228 4. Bogi Simonsen-Ambjørn Sivertsen 227 5. Áki Mouritsen-Johannes Skårup 226 6. Mads Guttesen-Oddmar Danielsen 221 7. Råni Mouritsen-Hedin Mouritsen 8. Arne Mikkelsen-Carl Mikkelsen Bestu 10 í vetrarkappingini eru hesi: 1. Bogi Simonsen 160 2. Rúni Mouritsen 158 3. Arne Mikkelsen 95 4. Johannes Skárup 82 5. Heðin Mouritsen 80 6. Finnbjørn Olsen 71 7. Allan D. Christansen 70 8. Randi Jacobsen 66 9. Petur S. Rasmussen 59 Carl Mikkelsen 59 Sum tað sæst, er rættiliga javnt í ovara endanum millum nr. 1 og 2 og somuleiðis hvør gerst nr. 3 og 4. Til seinast vil nevndin takka fyri trúfasta uppmøt- ing í vetur. Vit vóna at síggja tykkum aftur til summarkappingina.