mikudagur 23. mars 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sed
Síða 16 Nr. 57 —23. MARS 1994 Tíðindablaðið { sosíalurin }
Lesarabrøv
—————
Viðmerking til Thomas Arabo
Veruleikar sum uttanumtos ikki kann skúgva burtur
Í sambandi við ta samrødu,
vileg bert vísa til hjálagda brot
úr ársfrágreiðing FFs fyri
1993, sum í stuttum lýsir ta
umsiting, sum Thomas Arabo
hevur ábyrgdina av, og sum
hann heldur vera í lagi.
So kann lesarin sjálvur
døma.
Fiskivinnuráðið — ein søga
um rættarloysi
Søgan um fiskivinnurådid er
ein >góð< lýsing av tí rættar-
loysi, sum er í samfelagnum og
um ta vanvirðing, sum flestu
flokkar vísa vinnu-feløgunum.
Í okkara seinastu ársfrá-
greiðing greiddu vit frá lands-
rættardóminum, sum var úr-
slitið av okkara sakarmáli við
landsstýrið um hetta mál. Her
skal bert verða tikið aftur í eitt
brot í hesum dómi, og tað er,
har landsrætturin sigur í sínum
premissum:
Ved paragr. 6, stk. 2, í lag-
tingslov nr. 38 af 27. marts
1990 om fiskeriråd er fastsat
en procedureregel med hen-
syn til lovforslag, bekendt-
gørelser og regulativer, som
vedrører fiskererhvervet. Det
påhviler herefter landsstyret
for Fiskeri Arbejdsudvalget
at forelægge alle lovforslag
(forinden de fremsættes for
Lagtinget) samt alle (pd-
tænkte) bekendtgørelser og
regulativer.
Jåst hesin spurningur var
ikki partur av sakini, og ti var
tað sera áhugavert, at lands-
rætturin metti tað hava týdning
at vegleiða landsstýrið um,
hvussu mannagongdin skuldi
vera í hesum máli. Tað mest
áhugaverda her er, at lands-
rætturin hevur hildið tað vera
neyðugt at áseta, at >pá-
tænkte< kunngerðir skuldu
leggjast fyri Fiskivinnu
Starvsnevndina (FS). Ásetta
mannagongdin hevur júst ver-
ið tann, at FS skuldi fáa kunn-
gerðir til ummælis aftaná at
tær vóru samtyktar í landsstýr-
inum. Hetta var at halda fólk
fyri spott, og var hetta orsøkin
til, at FS helt uppat at virka.
Landsstýrið neyðtekur
donsku orðabókina
Her skal verða greitt frá,
hvussu landsstýrið tekur sjálvt
landsrættin av ræði. Hjá teim-
um, sum lesa hesar premissur,
og sum hava minstu hylling á
donskum, er eingin ivi um,
hvussu hetta skal skiljast. At
landsstýrið skal leggja >pá-
tænkte< kunngerðir fyri FS
merkir sjálvsagt, at hetta skal
FM-kappingin í bridge
Úrslitið av FM-parakappingini, sum var í hølunum hjá Føroya Handilsskúla
leygardagin, gjørdist sum víst í talvuni.
20 tey bestu fara víðari til finaluna, ið verður í Bridgehúsinum í Gundadali 9.
apríl 1994, kl. 10.00. Afturat hesum 20 koma 4 pør, sum eru seedaði, so íalt 24 pør
fara henda dagin at kappast um heitið »Føroyameistari fyri pør 1994<.
Helgi Joensen-Dánial Pauli Mohr
Atli Hansen-Arni Mikkelsen
Ingi Helmsdal-Egil Helmsdal
Eilif Petersen-Petur Anfinn Johannesen
Georg Egholm-Reimar Isaksen
Rólant Joensen-Hans Egil Joensen
Rúni Mouritsen-Bogi Simonsen
Ásla Weihe-Steingrimur Weihe
Jens Mohr-Hannis Jacobsen
Jóannes Mouritsen-Per Kallsberg
Niels Nielsen-Liitjen Apol
Ambjørn Sivertsen-Carl Mikkelsen
Simun Hansen-Hanus Bærentsen
Høgni Jacobsen-Mortan Rasmussen
Finnbjørn Olsen- Marjun Restorff
Trúgvi Vestergaard--Aki Mouritsen
Fríðhild Petersen-HallgerO Hansen
Jén Rasmussen—Aki Bertholdsen
Andrias (Dia) Petersen-Petur Sigurd Rasmussen
Finn Ougaard-Jógvan Andreassen
Rói Joensen-Heðin Mouritsen
Hilmar Jacobsen-Theodor Jacobsen
Sigmund Dam-Eli Zachariassen
Poul Johannes Joensen-Johann Miller
Salomon Johansen-Zakarias Joensen
Jens Pauli Nolsøe-Kaj Alstrup
Asvør Djurhuus-Marita Mohr
Amleyg Mikkelsen-Einar Ellingsgaard
Ólavur Jøkladal-Magni Jøkladal
Hans Jåkup Petersen—Jan Petersen
Jógvan Ranghamar-Jákup Egholm
Allan Dal Christiansen-Randi Jacobsen
Steinbjørn Zachariassen-Jens P. Egholm
Johannes Skårup-Gudny Hansen
Árant Hansen-Simun Lassaberg
Jenis Tammassarson-Børge Strøm
Claus Andreasen-Niels Hansen
Tummas J. Joensen-Páll Augustinussen
Jórun Johannesen-Súsanna Dam
Hallberg Arnfríðsson-Kristjan Magnussen
Páll Hansen-Eyðun Gaard
Jórun Winther-Petur Winther
Petur Gærdbo-Egil Steintórson
Henning Eysturoy-Kåri Thomasen
UrslitPlasering
304 1 58,6%
256 2 573%
227 3 564%
200 4 557%
198 5 556%
194 6 55,5%
184 7 552%
152 8 543%
147 9 542%
138 10 539%%
10 11 537%
124 12 535%
#6 13 522%
75 14 52,1%
68 IS S19%
61 16 $517%
så 17 515%
49 18 514%
48 19 514%
33 20 509%
7 21 502%
0 22 500%
0 23 500%
0 24 50,0%
4 25 499%
-21 26 494%
24 27 493%
-30 28 491% |
-63 29 482% |
63 30 482% |
-63 31 482%
-83 32 476%: |
-84 33 476% |
-87 34 475%
-87 35 475%
-94 36 473%
-160 37 455%
-175 0 38 45,0%
-175 39 450%
-193 40 445%
-239 41 432%
-259 42 42,7%
-381 43 392%
-439 44 376%
gerast áðrenn kunngerðin
verður samtykt av landsstýrin-
um. Skuldi nakar ivast, kann
bert verða hugt í Ordbog over
det Danske Sprog. Her verður
orðið >pátænkt< m.a. lýst so-
leiðis: »have (især ikke fuldt
udformede planer om, tænkie
på (noget) som en fremtids-
plan, en kommende opgave«.
Hetta merkir, at tað fyrsta, sum
hendir við einum máli, er, at tað
verður >pátænkt<.
Seinni kom eitt skriv frá
landsstýrinum, har tað segði
seg hava gjørt sær sínar tulk-
ingar av dóminum. Nidurstød-
an hjá landsstýrinum er at tað
»heldur… tað vera í samsvar
við dómin, at landsstýrið sam-
tykkir uppskotið til kunngerð,
leggur tað fyri starvsnevnd-
ina (tá tað er »påtænkt«) og
leggur síðan uppskotið saman
við viðmerkingunum hjá
starvsnevndini fyri fiskivinnu-
neyndina<.
Hetta lýsir væl rættaruppfat-
anina í landsstýrinum. Tá
dómurin ikki passar umsiting-
ini, leggur landsstýrið bert ein
annan týdning í orðið >pá-
tænkte«, enn orðabókin sigur,
soleiðis at eitt mál er ikki >pá-
tænkt< fyrr enn tað er samtykt!
Við slíkari rættaruppfatan ber
til at tulka allar lógir, soleiðis
sum tað passar umsitingini. Og
tað verður vissuliga eisini
gjørt! Eisini í sðrum málum.
Nýggjur landsstýrismaður
— nýggja mannagongd?
Hetta vildi FS sjálvsagt ikki
slúka, og nú hendir einki fyrr
enn landsstýrisskiftið í apríl
mánaða. Tá vóru formaðurin í
FS og formaður FFs boðaðir til
fundar í landsstýrinum. Niður-
stødan av hesm fundi verður
lýst við nidurstøduni hjá for-
manninum aftaná fundin 3.
Nú, eftir at nýtt landsstýri er
skipað, eru Óli Jacobsen og
undirritaði boðsendir ti
fundar við nýggja fiskivinnu-
málaráðharran. | Endamálið
var at fáa FS aftur at virka.
Nidurstødan av fundinum er,
at landsstýrið er sinnað at
samstarva við okkum. Teir
vilja hava okkara sjónarmið
fram áðrenn endaligu við-
gerðina á landsstýrisfundi.
Hetta er nýggj linja frá teirra
síðu, ið vit mugu liva upp til.
Tíðarætlanin er rættuliga
stram, tí vanliga verða upp-
skotini evnað til, so tey eru
klár hósdag, tá dagsskráin
fyri landsstýrisfundir týsdag
verður gjørd. Vit fáa sam-
stundis málið, at okkara svar
skal við til landsstýrisfundin
týsdag, skulu vit verða hoyrd-
ir. Neyðugt verður hjá okkum
at halda fund fríggjadag, t.d.
kl. 10.30.Tað ber til at skipa so
fyri, at vit fáa tilfarið faksað út
hóskveld, og so vit kunnu fyri-
reika okkum til fund fríggja-
Sum tað sæst er her talan um
tilsøgn um eina nágreiniliga
mannagongd á hesum økinum.
Tann 3. september fekk FS
sendandi mál, har boðað var
frá, at >landsstýrið samtykti
hin 26. august í prinsippinum
at fylgja tilmælinum frá um-
sitingini um 4 trolfrí oki ..., og
at málið verður lagt fyri Fiski-
vinnunevnd Lægtingsins og
Fiskivinnustarvsnevndina til
viðgerðar <.
Formenninir í FF og FA
mettu hetta at vera eitt brot á
nevndu avtalu, tá FS fekk eitt
uppskot til viðgerðar, sum
longu var samtykt í landsstýr-
inum. Tey boðaðu frá, at tey
ikki vildu meta á fundi í FS
vegna hetta avtalubrot. Tá
sendi landsstýrismaðurin for-
manninum í FS eitt bræv, dag-
sett 23. september, har m.a.
varð sagt:
Óli Jacobsen og Ingeborg
Vinther, limir í FS hava í skrivi
til landsstýrið dagfest 20. sep
tember 1993 boðað frá, at tey
ikki meta á fundi í FS, ti
mannagongdin, sum avtalað
var, er brotin í sambandi við
viðgerðina av málinum um 4
trolfrí øki… Lat meg siga
beinanvegin, at eg eri ikki
samdur... og eg meti ikki at
landsstýrið hevur brotið sína
avtalu við FS um
mannagongd, ti »endalig nid-
urstøda« í landsstýrinum er
ikki gjørd.
Tað skal sigast, at tað er rætt,
at júst hetta mál var rættuliga
specielt, og við tí góða vilja,
sum felggini annars hava víst,
høvdu tey kunnað góðkent
grundgevingina hjá landsstýr-
ismanninum í hesum málinum.
Men samstundis kemur eitt
annað bræv frá landsstýrinum,
dagfest 22. september, og er
hetta bræv undirskrivað av
fiskivinnustjóranum. = Hetta
bræv snýr seg m.a. um eina
kunngerð fyri svartkalvaveiðu
við gørnum, og er hetta eitt heilt
vanligtmál. Um hesa kunngerð
sigur landsstýrið: Uppskot
verður vidgjørt í landsstýrin-
um og verður sent Fiskvinnu-
starvsneyndini til ummælis og
Fiskivinnuneynd Løgtingsins
til góðkenningar, 1å landsstyr -
skotið,
Tað er heilt greitt, at hetta
brævið er beinleiðis í mótstríð
við brævið frá landsstýris-
manninum. Hetta brævið er
eisini í stríð við lutvíst lands-
rættardómin og ta tilsøgn, sum
landsstýrismaðurin gav í maí
mánaða. Hetta var annars sama
tilsøgn um mannagongd, sum
landsstýrið gav í august 1991.
Og tað avgerandi í hesum
máli er, at tað er ikki tilsegnin
hjá landsstýrismanninum, sum
er avgerandi fyri, hvussu t.d.
málið um reglugerð fyri svart-
kalvaveiðu varð avgreitt. Tí
meðan FS var innkallað til
fundar ein mánadag, stóð
málið um nevndu reglugerð á
landsstýrisfundi týsdag, uttan
at FS visti av nøkrum.
Men tann 9. november kem-
ur bræv frå landsstyrinum, har
sagt verður, at landsstýrið á
fundi tann 3. november hevur
samtykt at senda nevndu reglu-
gerð til ummælis í FS. Aðrar-
vegir hava vit fingið váttað, at
málið samstundis varð sent
legtingsins fiskivinnunevnd.
Hetta merkir, at málið tá er
avgreitt úr landsstýrinum. Og
at farið er aftur til gomlu
mannagongdina at leggja
longu samtykt mál fyri FS.
Henda søgan er enn eitt
prógv fyri tí rættarloysi, sum
ræður í landsstýrinum. Hon er
eisini prógv um, at ikki kann
roknast við heilt greiðum til-
søgnum frá einum landsstyris-
manni.
Óli Jacobsen
»Læars og Anni-Lena«
aftur til keyps
Fólk gremja seg um
ringar tidir og hava hug
at falla í fátt, tí einki ber
til.
Men onkur verkevni
eydnast. Í jólamánaðin-
um 1993 seldi forlagið
Fannir alt upplagið av
skemtiligu båkini um
hjúnini »Læars og Anni-
Lenu«.
Nú vit eru komin inn í
1994, hava fólk gramt
seg um, at teimum ikki
eydnast at ogna sær ein-
tak av bókini. Forlagið
hevur tí prentað nøkur
hundrað eintøk afturat,
so bókin nú aftur fæst í
Hon fæst einans inn-
bundin og kostar kr.
140,-.