hósdagur 24. mars 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða6 Nr 58—24. MARS 1994
Kjartan Hoydal:
Á
— Altjóða flotin sum nú fiskar
sunn og vestan fyri okkum er
vandamikil fyri fiskin sum ei-
síni ferðast á okkara grunnum,
sigur hann
Fiskivinnustjórin í Tinga-
nesi, Kjartan Hoydal, er
ikki serliga keddur av at
bretar nú eru farnir í herna
móti altjóða trolarum á
Hatton Banka.
— Talan er um ein støðugt
vaksandi flota av trolarum,
sum koma hendanvegin at
fiska. Teir fiska fisk, sum
eisini ferðast á okkara
grunnum, sigur Kjartan
Hoydal, fiskivinnustjóri.
Hvat heldur tú um, at
bretar halda uppi rættin til
200 fjórðingar kring Rock-
All?
— Føroysk skip fáa frið at
fiska á Hatton Banka og við
Rokkin. Høvdu bretar tikið
eitt føroyskt skip, so var
stødan heilt annarleiðis. Vit
høvdu beinanvegin mót-
mælt hjá bretsku stjórnini
og vit høvdu heitt á okkara
skip um ikki at lurta eftir
hevur verið
Tá var eisini
-—
skipari
óheppin hetta seinasta árið. Hann var
drúgvt sjóforhoyr hildið. Nú var hann
aftur í rættinum í gjár. Hesuferð í S 3
bridunum åkærdur fyri at hava fiska innanfyri bretskt -
sjórnark. Men 200 fjórðinga sjómarkið kring Rokkin
er ikki g60tikid, hvørki av føroyingum ella av is-
lendingum, so hetta rættarmál fer uttan iva at skunda
undir at fáa eina loysn á marknaðartrætuni. Reiðaríið
hevur veitt trygd fyri lastini, 200.000 krónur
bretum, sigur Kjartan Hoy-
dal.
— Føroyingar hava fiska
blálongu á Hatton Banka í
mong ár og vaksandi altjóða
flotin er ein hóttan móti
hesum skipum. Í veruleik-
anum er talan um ein nýggj-
an loynikrók sigur Kjartan
Hoydal.
Kjartan Hoydal sigur, at
fundir hava verið millum
føroyingar/danir á aðru
síðuni og bretar á hini um
fiskimarkið kring Rock-
All. Íslendingar krevja eis-
ini ein part av grunnunum
kring Rokkin.
Kjarta Hoydal sigur at í
málinum um REX fer
landsstýrið ikki at mót-
mæla.
jústinus
tomoway á He-
Tíðindablaðið ("1
Danska uttanríkisráðið um Rock - All markið:
Kann ikki
hjálpa Rex
— Vit kunnu ikki hjálpa skipum, sum vit ikki eru flaggstatir hjá.
Vit kunnu tó hjálpa fóroyingunum umborð á Rex, tí teir eru
danskir ríkisborgarar, men vit hava onga áheitan fingið enn,
sigur Jørgen Lilje-Jensen, fulltrúi á havrættarskrivstovuni í
danska uttanríkisráðnum
Bretar hava nú gjøgnum
bakdyrnar gjørt vart við
seg, tá tað snýr seg um
fiskirættindi við Rock All.
Skiparin á kypriotiska trol-
aranum Rex, Erland Olsen
varð avhoyrdur í sjórætt-
inum í Stornoway á Heb-
ridunum í gjár. Rex er skrå-
settur á Kypern men mann-
ingin er føroyskt/islendsk.
Vit settu okkum f sam-
band vid danska uttanrikis-
ráðið í gjár, fyri at vita um
danir fóru at mótmæla, at
bretar róku skip av Hatton
— Danmark saman vid
Føroyum góðtaka íkki
bretska kravið um 200
fjórðinga mark um Rock-
All. Hevdi talan verið um
eitt føroyskt skrásett skip,
so høvdu vit beinanvegin
mótmælt hjá bretsku stjórn-
ini, sigur Jórgen Lilje-Jen-
sen, fulltrúi á havrættar-
skrivstovuni í danska uttan-
ríkisráðnum.
--Í hesum førinum er talan
um eitt kypriotiskt skrásett
skip og tí má tað vera Ky-
pem sum verjir áhuga-
málini hjá skipinum, sigur
Jórgen Lilje-Jensen.
- Men vit kunnu hjálpa
føroyingunum umborð á
Rex, um teir hava trupul-
leikar. Teir eru danskir
ríkisborgarar og tí hava teir
rætt til okkara hjálp. Tó
hava vit enn ikki fingið
nakra áheitan um hjálp,
sigur Jórgen Lilje-Jensen.
Er tað ikki eitt sindur
hættisligt fyri føroysk
áhugamál, at bretar nú
halda uppi rættin til 200
fjórðinga mark kring Rock
All ?
— Tað kann eg ikki úttala
meg um nú. Sum sagt, vit
vita so lítið um hetta málið
enn. Men hetta mál fer
ivaleyst at føra við sær
nyggjar fundir um fiski-
rættindi kring Rock- All,
sigur Jørgen Lilje-Jensen,
fulltrúi í danska uttanrikis-
ráðnum.
Fáa bretar altjóða viðhald
at seta 200 fjórðina mark
um Rokkin, so hvørvur ein
stórur partur av Hatton
Bank innanfyri bretska
fiskimarkið.