hósdagur 24. mars 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Aftur frumsýning
i Havnar Bio
Alan J. Pakula-filmurin "Pelikan Notatið" verð-
ur fyrstu ferð sýndur í Havnar Bio friggjakvøldid
- og samstundis í 29 donskum biografum
Amerikanski filmurin hjá
Alan J. Pakula, "Pelikan
Notatið", verður fyri fyrstu
ferð sýndur í donskum bio-
grafum friggjakvøldid, og
Havnar Bio hevur gjørt tad
bragd at sleppa at sýna film-
in sama kveld.
Filmurin byggir á bókina
hjá nógv lisna amerikanska
rithøvundanum John Gris-
ham. Hann er útbúgvin løg-
frødingur og starvaðist í
nógv ár á einum stórum
advokatvirki í USA. Hann
hevur eisini skrivað bøkur-
nar "Firmaets mand" og
"Klienten". Allar triggjar
bøkurnar eru komnar út á
donskum.
Filmurin er ein spennandi
politiskur filmur og snýr
seg um embætið hjá dóm-
arunum í hægsta rætti. Teir
æÆ :
verða valdir av forsetanum
og sita fyri lívið. Forsetin
hevur ikki heimild til at seta
teir frá.
Í Washington verða tveir
amerikanskir hægstarættar-
dómarar myrðir somu nátt
av ókendum drápsmanni,
sum ikki setir nakað spor
eftir seg, og tosað verður
nógv um, hvør kann standa
aftanfyri illgerðina.
Í New Orleans setir ein
ungur maður seg inn í mál-
ið. Tað er tann unga Darby
Shaw, sum lesur løgfræði,
og sum hevur sína fatan av,
hvat liggur aftanfyri.
Darby kemur saman við
Thomas Callahan, profess-
ara, og hann fer til ein vin-
mann í FBI við einum notati
hjá Darby, og tá Callahan
Stutt eftir verður myrdur av
bilbumbu, fer Darby undir
jørdina - ókendir gernings-
menn eru eftir henni og eis-
ini stjórnin, sum kennir
jørðina brenna undir sær, tí
soleiðis sum Darby lýsir
málið, eru bæði forsetin og
fólk hansara sek.
Darby biðjur reportaran
Gray Grantham hjálpa sær,
tí hann fæst eisini við at
kanna morðini. Í felag
royna tey at finna dráps-
menninar, áðrenn dráps-
menninir finna tey........
Julia Roberts hevur leik-
lutin sum Darby. Hon
gjørdist rættiliga kend í
1990 av filminum "Pretty
Woman", sum herfyri varð
sýndur í sjónvarpinum.
Denzel Washington hev-
ur leiklutin sum Gray
Grantham. Hann hevur ver-
"2
på
+
w
LIE
Julia Roberts og Denzel Was
ið við i
filmum.
Filmsleikstjórin Alan J.
Pakula hevur gjørt fleiri
kendar filmar, m.a. "Klute",
"Sophies valg", "Alle præ-
sidentens mænd" og
"Máske uskyldig".
Filmurin verður at síggja í
Havnar Bio tær næstu
tríggjar vikurnar. Hann var-
ar tveir tímar og triggjar
minuttir.
fleiri kendum
Nr. 58 — 24. MARS 1994
Tíðindablaðið { sostalurin ] Síða 9
hingion hava hevuðsleikulutirnar í hesum filminum
JULIA
ROBERTS
… frå 27. mars flúgva vit ikki fyrr enn kl. 12.00,
so nú náa oll, sjålvt suðuroyingar, flúgvaran sama dag
…Vit gleða okkum til blómurnar spretta og vit fáa luft undir veingirnar á
okkara nýggju rutu til Tróndheim í Noreg. Hvenn dag hava vit samband
við Keypmannahavn, og nú er eisini samband 6 ferðir um vikuna til
Tróndheim og frá juni til aug. eisini til Billund, týsdag.
*
*
*
*
*
*
Vit flúgva úr Føroyum hvønn dag kl. 12.00 til Keypmannahavnar, uttan sunnudag, tå flúgva vit kl. 11.40.
Úr Keypmannahavn flúgva vit allar dagar, uttan leygardag, til Tróndheim kl. 22.40
Úr Tróndheimi flúgva vit allar dagar til Keypmannahavn, uttan sunnudag, kl. 06.45.
Frá 17.06. til 05.08. flúgva vit friggjadag úr Føroyum til Keypmannahavnar kl. 11.40 og kl. 18.00.
Frá 28.06. til 16.08. flúgva vit týsdag til Billund kl. 11.40 og til Keypmannahavnar kl. 17.20.
Tann 07. og 14.07. flúgva vit eisini til Billund kl. 11.40.
Summarferðaætlanin kemur skjótt,...hygg eftir blómunum !
R
Få
Atlantic Airways
Vága floghavn, Sørvågur, Tlf. 33344
DENZEL
WASHINGTON