Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mars 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 58 — 24. MARS 1994 Tíðindablaðið CD F Samfelagið ikki ráð til rova Havbunadarfelag: at missa alivinnuna Føroyska alivinnan kastar meiri av sær enn flakavinnan og ísfiskaflotin tilsamans. Men verður smoltstudningurin tikin av kollsiglir alivinnan sigur Fóroya Havbúnaðarfelagið í drúgvari og sera áhugaverdari frágreiðing. Víst verður á, at steðgar alivinnan nú, so verður tað seinur dagur, áðrenn hon kemur í gongd aftur. Tað hevur samfelagið ikki ráð til. Vit kunnu bjarga alivinnuni um vit bera okkum skilagott at stendur í frágreiðingini, ið vit prenta brot burtur úr. NIDURSTØDA Alivinnan er so vid og vid vordin ein tydningarmikil vinna, sum gevur eina størri nettotjóðarúrtgku enn ís- fiskaflotin og flakavinnan tilsamans. Alivinnan ávirkar ikki fiskastovnar okkara, og góðska og framleiðslu- mongdir kunnu betur stýrast og lagast eftir marknaðinum enn vanlig fiskivinna. Menn- ingin innan alivinnuna hev- ur seinastu árini verið stór, so at laksur í dag veksur munandi skjótari, deyðilig- heitin er lægri, og sjúku- og lúsatrupulleikarnir eru minkaðir sammett vid stød- una fyri fáum árum síðani. Heimsframleiðslan av ali- laksi er vaksin við stórum lopum, og okkara argastu kappingarneytar eru serliga Noreg, Skotland og nú eisini Chile. Alt bendir á, at fram- > -Absalon í Bud, formaður í Føroya Havbúnaðarfelag: - Vónandi kann henda frágreiðingin verða eitt íkast til orðaskiftið um framtíðar alivinnu í Føroyum og kann hjálpa til at fremja tey tiliøk, sum eru neyðug, skal alivinnuni verða lív lagað. leiðslan nú er um at yvirhála eftirspurningin, og hetta hevur ført við sær, at kapp- ingin er harðnað munandi, og prísirnir eru lækkaðir. Og sum framleiðsluútlitini eru, koma prísirnir neyvan upp aftur á tað stigið, teir vóru fyri 2-3 árum síðani. Tað verða teir, sum framleiða bíligast, sum verða prisav- gerandi, og sum koma at vinna pening framyvir. VINNAN Alivinnan hevur seinastu árini broytt seg frá at vera nógv smá alibrúk til færri og munandi størri eindir. Vinn- an hevur rationaliserað dúg- liga, men tað eru ávísar åbøtur, sum enn kunnu ger- ast. Royndir hjá alivinnuni allastaðni vísa stóra týdning- in, umhvørvid hevur, og eig- „ur alivinnan tí at skipa seg Ískilagott sum iloyva aligkjunum hvíld við ávísum millumbili. Ein slík skipan minkar um sjúku- trupulleikarnar og svinnið og gevur harafturat ein betri vøkstur. Bert hesir fyrimun- irnir kunnu, um rætt verður atborið, bóta um kappingar- førid við umleið 3 kr. fyri kilo av kruvdum fiski. Eisini eigur vinnan at arbeiða bet- ur saman ella kanska leggja saman í stórri feløg, har hvørt felag ella hvør sam- arbeiðsskipan hevur ymsu framleiðsluliðini, líka frá smoltframleiðslu til kryvj- ing, góðsking og møguliga sølu. Ein slik skipan verður ofta kallað ein vertikal in- tegratión. Alivinnan í t.d. í skiftisøkir Alivinnan hevur broytt seg frá at vera nógv smábrúk til færri og munandi stórri eindir Chile er bygd upp á ein slík- an hátt, og hann verður eisini meiri vanligur bæði í Noregi og Skotlandi. Ein slík skipan ger tað møguligt hjá einstókum liðum kanska eina tíð at framleiða við undirskoti, bæt konsernin samlað gevur yvirskot og styrkir seg fíggjarliga. Trup- ulleikar hava eina tíð verið við góðskuni á føroyskum alifiski. Eitt miðvíst arbeiði fyri at hækka góðskustigið upp um góðskustigið hjá okkara kappingarneytum er møguligt og skal gerast. Hetta hevði gjørt tað møgu- ligt at fingið kanska 1-3 kr. meir fyri kilo, enn um einki verður gjørt, og harumframt gjørt tað lættari at selt før- oyskan alilaks. POLITIKARARNIR Almennu myndugleikarnir eiga at útvega alivinnuni eina betri djóralæknatæn- astu, sum kann arbeiða við sjúkufyribyrgjandi tiltøkum. Áherðsla eigur at verða løgd á kynbótaarbeiðið hjá Fiskaaling, og vinnan eigur at leggja upp til eitt stórri samstarv við henda stovn Samstundis eigur at verða kannað, um tað loysir seg og er djóralæknaliga ráðiligt at flyta inn arvalig evni (gen etiskt materiali) úr Noregi fyri at skunda undir og viga upp fyri tí, vit møguliga eru aftan fyri norðmenn á hes- um øki. fløgustudulin til smolt er, sum stødan er í løt- uni, ein avgjørd fyritreyt fyri, at vit kunnu kappast við okkara argastu kapping- arneytar. Hesin stuðul, sum lovaður varð at galda í 3 ár, má og kann ikki broytast mitt í øllum, serliga ikki, nú alivinnan er um at laga seg til hørdu kappingina. Tað er altíð av týdningi, at vinnan hevur tryggar og positivar politiskar karmar at virka undir. Dentur eigur at verða lagdur á frá politiskari síðu at lækka kostnadarstødid í samfelagnum. Og sjálvt um kostnadarstødid kemur nið- ur á stødid hjá okkara kapp- ingarneytum, skulu vit minnast til, at vit framvegis hava náttúrugivnar bágar at stríðast við, sum td. av- markaðar vatnnegdir til smoltframleiðslu, lægri sjóv- arhita og dýran og torføran flutning til marknaðin. Hetta eru viðurskifti, sum seta serlig krøv til vinnuna, peningastovnarnar og ikki minst til politisku myndug- leikarnar um saman við vinnuni at brúka hugflog til at finna nýggjar og skilagóð- ar loysnir. Kanningar okkara benda á, at tað í løtuni er dýrari at framleiða alilaks í Føroyum uttan studning enn hjá flestu av kappingarneytum okk ara. Harða kappingin ger, at marginalarnir eru evarska smáir, og lítið skal til fyri at broyta fíggjarligu myndina fullkomiliga. Tað eru oyr- uni, sum telja! Marknaðar viðurskifti okkara við høv- uðsmarknaðin ES eru ein álvarsligur bági fyri alivinn- una. Fer útflutningsmongdin upp um 4.900 tons, skulu vit gjalda 2% ella 60 oyru í tolli av hverjum kilo. Hetta svar- ar til einar 3-400.000 kr árliga í meirútreiðslum fyr eitt meðalstórt alibrúk Góðsking av laksi hevði økt munandi um okkara útflutn- ingsvirði og hevði givið ein meiri stødugan pris fyri laks- in og harumframt givid n6g arbeidsplåss f landinum. Vit hava eina útflutnings- kvotu av royktum úrdrátt- um uppá tilsamans 1000 tons, sum er tað, eitt hampi- liga stórt roykivirki kann framleiða. Fer útflutningur- in uppum, skulu gjaldast 13% í tolli. Ein slíkur verju- tollur ger tað 6møguligt at kappast við roykivirki á meginlandinum, og tí eru ikki útlit fyri at gera íløgur í roykivirki í Føroyum við tí handilsavtalu, vit hava í løt- uni. Og skuldi tað hent seg, at Noreg fer inn í ES, áðr- enn vit hava fingið okkara viðurskifti upp á pláss, eru útlitini fyri øllum útflutningi av fiskavørum til ES ivasom. Politikararnir eiga tf sum skjótast at finna útvegir fyri, at avmarkingarnar í útflutn- inginum av laksi og góðsk- aðum laksaúrdráttum, t.v.s. tollur og tollkvoturnar, heilt verða burturbeind. TIL ENDANS Føroyska alivinnan hevur í løtuni ilt vid at fóta sær í hørdu altjóða kappingini. Taka ikki allir partar, sum eru knýttir at vinnuni, hørdu kappingina í fullum álvara, er vandi fyri, at alivinnan steðgar upp. Og steðgar hon upp, verður seinur dagur, áðrenn hon kemur í gongd aftur. Tað hevur samfelagið ikki ráð til. Vit kunnu, um vit bera okkum skilagott at, bjarga alivinnuni og skipa so fyri, at hon gerst ein lønandi vinna, sum kann vaksa, so hvørt sum hon fær møgu leika at konsolidera seg Megna vit at framleiða laks bíligari enn okkara kappingarneytar, rakar ein fallandi prísur fyrst teir, og tað verða tiltøkini hjá teim framleiðarunum sum fáa marknaðarprísirnar uppaftur, og hesum fáa vit nyttu av fyri so at siga einki Á henda hátt tryggja vit okkum eitt munagott og livsneydugt íkast til lands- húsarhaldið. Vit hava út- gerðina, vit hava kunnleik- an, vit hava umhvørvid. um stóru TIL SØLU Lítið, skuldarfrítt parta- felag til solu. Skriva til Sosialin, bill. mrk. 145.