hósdagur 24. mars 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 58 — 24. MARS 1994 Síða 11
Alivinnan o
Nóg mikið er tosað - .
nú má nakað gerast!
Ítókiligar atgerðir skulu til hjá øllum pørtum, sum beinleiðis ella
óbeinleiðis eru tengdir at alivinnuni sigur Havbúnaðarfelagið í
frágreiðing og vísir á, hvat teir ymsu partarnir eiga at gera.
HVAT ER AT GERA?
Skulu vit varðveita eina
vinnu sum t.d. alivinnuna, er
ikki nóg mikið at gera kann-
ingar og álit, tosa og verða
samdur um ymisk mál og
síðani at seta seg hendur í
favn at bíða. ftøkiligar at-
gerðir skulu til hjá øllum
pørtum, sum beinleiðis og
óbeinleiðis eru tengdir at
vinnuni. Niðanfyri verða
nevndar atgerðir, sum ar-
beiðsbólkurin metir av ser-
ligum týdningi at fáa framd-
ar skjótast.
1. Vinnan:
a. Hækka góðskustigið og
framhaldandi tryggja eitt
høgt góðskustig.
b. Finna loysnir og semjur
um skilagóða skipan við
skiftisøkjum.
c. Neyðugt er skjótast gjør-
ligt við einum breiðari
samarbeiði millum ymsu
framleiðsluliðini ella eftir
einari vertikalari inte-
grering av vinnuni.
d. Mida eftir at virka fiskin
meir í Føroyum.
e. Betri fíggjarstýring.
f. Menna og eggja sølu-
arbeiðið.
g. Arbeiða fyri at hækka
kunnleikastigið í allari
vinnuni frá leiðslu til ar-
beiðsfólk.
PN
ramtíðin:
Bankarnir
Skjótari og meiri effekt-
iva kommunikatión mill- e
um banka og vinnuna, so
avgerðir kunnu takast
skjótt og skilagott og f.
langtíðarætlanir gerast.
Viðvirka til, at møguligt
verdur at virka fiskin
meir í Føroyum.
Viðvirka til, at rentustig-
ið verður hildið so lágt
sum gjørligt.
Vidvirka til at hækka
kunnleikastigið í vinnuni. B-
Politikararnir og al-
mennu myndugleikarnir — h.
Varðveita smoltstudn-
ingin sum upprunaliga
ætlað, og annars miða 3.
eftir meiri stabilum lóg-
arkarmum hjá vinnuni at
virka undir, so fíggjar- og
langtíðarætlanir kunnu }
gerast.
Viðvirka til, at vinnan
fær skipað seg í skiftis-
øki.
Ikki lata gomul, óbrúkt
aliloyvi liggja og harvið
gera møguligar skiftis- k.
økjaskipanir og aðrar
langtfdarætlanir Ótrygg-
ar.
Taka vinnuna upp á ráð,
um tað av einihvørji ser-
ligari orsøk skuldi komið
upp á tal at útskriva
nýggj aliloyvi.
Viðvirka til at lækka
kostnaðarstigið, t.d. lægri
orkuprísir og avgjøld.
Vidvirka til, at vinnan
hevur góðar og tryggar
figgjarligar karmar at
virka undir, sum stødugt
verda lagadir til treytir-
nar hjå okkara kapping-
arneytum og okkara ser-
ligu náttúrugivnu um-
stødur.
Fåa eina meiri effektiva
almenna umsiting av
vinnuligu målsøkjunum.
Taka neydug stig til at
útvega vinnuni betri
marknadarsømdir.
Um møguligt vidvirka til,
at vinnan fær bfligari
flutning til marknadir-
nar.
Fiskaaling eigur at
menna sítt virksemi, ser-
liga við atliti til kynbóta-
arbeiði og betri smolt-
góðsku og arbeiðið at
menna onnur fiskasløg til
aling
Fiskaaling eigur at
kanna, um tað er lønandi
at innflyta genetiskt
materiali úr t.d. Noregi.
Fiskaaling eigur at leggja
seg uppaftur meir eftir at
virka sum ein drívandi
megi fyri vinnuna og
saman við vinnuni gera
eitt mennandi og veg-
leiðandi arbeiði
Vinnan eigur at fáa meiri
ávirkan á Fiskaaling.
Djóralæknatænastan eig-
ur at vidkast, so møguligt
verður at útinna eina
uppaftur betri fyribyrgj-
andi djóralæknargkt.
Heilsufrødilig Starvs-
stova eigur at útvega
vinnuni góða, bíliga ella
kanska ókeypis tænastu
Viðvirka til at hækka
kunnleikastødid í vinn-
uni
Verða allar nevndu atgerðir
framdar, kann vinnan spara
einar 5 kr. fyri kilo av
kruvdum laksi, samstundis
sum vinnan við at hækka
góðskustigið samanumtikið
kanska fær 2,00 kr. meir fyri
kilo, enn um einki verður
gjørt. Vit eru tá framvegis
kappingarfør og tryggja
samfelagnum einar 4-600
milliónir í útflutningsvirði
press
SE
Áherðsla eigur at verða løgd á kynbótaarbeiðið hjá F iskaaling og vinnan eigur át leggja upp til stórri samstarv
við henda stovn heldur Havbúnaðarfelagið