Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mars 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 58 — 24. MARS 1994 Tíðindablaðið [ sostalurin | Oljukeldurnar Foinaven o 2 Norðsjóvaroljuni av: chlehalli Fimm ferðir so (0 nógv olja sum higartil hildið Tað gongur skjótt, ja við rúkandi ferð, útviklingurin á nýggja oljuøkinum vestan fyri Hetland og bert einar 7 kilometrar frá fóroyska markinum. Tær báðar oljukeldurnar, sum BP fann í 92 og 93 verða nú mettar at goyma fimm miliardir tunnur ella fimm ferðir so nógv sum higartil mett. Framleiðsla byrjar longu í 1996 og um ár 2002 er full gongd á við eini framleiðslu upp á millum 300.000 til 500.000 tunnur um dagin. Ein slík framleiðsla er mett at geva millum 10 og 20 milliardir kr. um árið. Um somu tíð sum bretar gera fyrireikandi boring til veruliga oljuframleiðslu heilt stutt frå føroyska fiskimarkinum kemur tað fram í eini stórari og nýggjari frágreiðing um oljumgguleikarnar vestan fyri Hetland, at tær olju- keldurnar, sum BP hevur funnið eru nógv størri enn mett. Tær eru so mikið stórar, at tað nú verður tosað um eitt nýtt Norð- sjóvarævintýr. Higartil hevur verið mett, at tær báðar olju- keldurnar, Foinaven og Schlehallion rúma eina millard tunnur tilsamans. Nú stinga tøl seg upp, sum siga, at hvør keldan rúmar fleiri milliardir tunnur. Skotska blaðið, Press and Journal skrivar týs- dagin, at oljuvinnan í Bretlandi er ovurfegin um nýggju tølini og verður mett, at framleiðslan úr bert hesum báðum keldu- num fer at verða omanfyri 500.000 tunnur um dagin eftir aldarskiftið. Men framleiðsla kann helst byrja longu seint í næsta ár. skotar fyrireika seg Skotska blaðið skrivar, at serstakliga býirnir í Skot- landi, Hetland og Orkn- oyggjar fara fáa stórar fyrimunir av hesum nýggjastu fundunum. Oljuídnaðurin í hesum gkinum fer at fáa eina fullkomiliga nýggja av- bjóðing, sum í síðsta enda fer at hava ómetaliga stóran týdning fyri alt Bretland sum so. Fyritøkur í hesum gkin- um fara at fáa nógvar nýggjar uppgávur so sum at framleiða útgerð, Føroyar Myrkagrunnur Oljukeldurnar liggja heilt nær við føroyska markið byggja oljuboriskip og boripallar til vinnuna, sum fer at taka seg upp millum Hetland og Føroyar kom- andi árini. Tosað verður um í fyrstu atløgu at lata tangaskip taka oljuna á staðnum en eisini um at leggja oljuleiðing til Sullom Voe í Hetlandi. Keldur upplýsa fyri skotska blaðnum, at tær fimm milliardir tunnurnar av olju, sum keldurnar eru mettar at goyma, svara til 34% av gllum verandi bretskum oljugoymslum. Seismisku kanningar ruddaðu slóð Tað er ikki minst teimum sera umfevnandi og kostn- arðarmiklu seismisku kanningunum seinasta summar fyri at takka, at gkið vestan fyri Hetland longu nú verður mett sum ein “nýggjur jar orkn:0yg8 Her verður ko longu byrjað Norðsjógvur" fyri bretska oljuvinnu. Fyrsta keldan Foinaven varð funnið í 1992, og seismisku kanningarnar í fjør førdu so til, at enn ein kelda vard funnin nærhendis, Schlehallion. Fyrireikingar verða longu nú gjørdar at taka fyrstu oljuna upp frá Foinaven seint í 1995 ella í 1996. Oljufelggini hava longu sett seg í samband við oljuteminalarnar og útgerðarplássini í Sullom Voe og Flotta. Helst verður ein oljuleiðing løgd úr Foinaven til antin Sullom Voe ella Flotta. fleiri keldur Nýggja frágreiðing, sum er almannakunngjørd í London og sum hevur til endamál at gera støðuna upp í hesum nýggja økinum fyri harvið at vekja áhugan hjá teimum stóru oljufeløgunum at gera íløgur í økinum, sigur eisini, at tað longu nú verður arbeitt við at fyrireika boringar á fleiri ødrum plássum. Her er so talan um at brúka seis- miska tilfarið, sum BP og Shell útvegaðu sær í fjør eftir mettíð. Ætlanin var annars at seismisku kann- ingarnar skuldu taka í hvussu so er tvey ár, men tað vóru lidnar eftir minni enn einum ári. Tosað verður um heili níggju nýggj stød at bora eftir olju í. Ein BP- talsmaður í Aberdeen upplýsti fyri Sosialinum mandi bretska oljuævintýrið, beint uppat føroyska herfyri, at teir í ár fara at gera tilsamans seks bor- ingar í økinum, har teir hava funnið tær báðar stóru oljukeldurnar. Møguliga kemur ein boripallur aftrat til gkið í summar segði talsmaðurin við blaðið. Eisini í blaðnum “Arbeiðsgevarin" Eisini nýggjasta numm- arið av “Arbeiðsgevar- anum” ger nógv burtur úr seinastu tíðindunum um oljukeldurnar við føroyska markið. Blaðið hevur roknað út, at verður ein framleiðsla úr hesum báðum umrøddu oljukeld- unum upp á einar 300.000 tunnum um dagin veru- leiki, so svarar tað við verandi oljuprísi til 30 milliónir um dagin ella 11 milliardir um árið. Arbeiðsgevarin vísir tó á, at slík tel eiga at takast við fyrivarni, tí tað ber ikki til at siga við vissu, hvussu stórar oljugoymsl- urnar eru. So her kann verða talan um minni og Nú um dagarnar gav hetlendska oljusamtakið SOIG út tíðindaskriv, har tað umrøddi møguleik- arnar vestan fyri Hetland. Felagið sigur, at tað er tilreiðar at taka ímóti nýggju avbjóðingini og teir vóna, at oljan úr Foinaven verður flutt til Sullom Voe. Men teir ger vart við, at teir eisini fylgja væl við gongdini føroysku megin markið og eru tilreiðar at koma upp í markinum. Tað er føroyska oljuvinnu, tá hon tekur seg upp. Hvat vidvikur eini komandi føroyskari olju- vinnu so fer oljurådlegg- ingarbólkurin í hesi vikuni ella í næstu viku at koma við endaliga tilmælinum til landsstýrið um, hver skal gera seismiskar kann- ingar við Føroyar. Sosialurin fer eins og higartil at fylgja væl við, hvat fer at henda á hesum stóra og nýggja og ikki minst spennnandi gkinum, um somu tíð, sum vit fara at fylgja samráðingunum millum bretar og før- oyingar um markið. jan Skalt tú hava... GÓÐANBRÚKTAN KÚFANGARA til JAPANSKAN BIL - so ring 47200 ÓLA CHR. DANIELSEN 600 Saltangará Tlf. 47200 Fax. 47464