Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mars 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 59 — 25. MARS 1994 Fólk, bókur og bókasóvn Býarbókasavnið — 25 ár BYARBOKASAVNID Tað var eitt gott tiltak, tá ið stig varð tikid til at leggja eitt fólkabókasavn mitt í býnum. Í ár eru 25 ár liðin, síðan Havnin fekk eitt býar- bókasavn. Í nógv ár hevur verið sera trongligt, men nú er rúm- sátt. Væl ber til at vitja inn á bókasavnið, seta seg viðeitt borð og geva sær stundir at leita og velja sær bøkur, ella at lesa blød og tíðarrit. Høv- udsendamålid vid einum fólkabókasavni er júst, at øll skulu hava gagn og gleði av tí. Fólkabókasavnið eig- ur at vera miðdepilin í ein- um demokratiskum nú- tíðarsamfelagi; ymisk á- hugamál, ymiskir aldurs- bólkar eiga at vera havd í huga, so øll kenna tað náttúrligt at brúka tað. Men soleiðis hevur ikki altid verið. FÓLK OG BØKUR Føroyingar hava gjøgnum øldir vitað um bøkur; ein stór virðing hevur verið manna millum fyri bókum, fyri tí prentaða orðinum. Prestar áttu bøkur, teir vóru lærdir menn, høvdu kanska gingið í svarta skúla; ti dugdu teir meir enn at mata seg. Onnur fólk enn prestar dugdu eisini gand, og hetta var ofta sett í samband við, at hann — onkuntíð hon — dugdi at lesa; tosað varð um, at hann átti eina ganda- bók, ella tey og tey húsini áttu gandabøkur. Vit kenna søgnina um Guttorm i Múla, tann — vidagitna gandakallin; hann lá fyri helluni og fiskaði allar bøk- umar uppaftur, sum ar- beiðskonan blakaði á sjógv eftir boðum frá prestinum í Ónagerði, tá ið hann lá á deyðastrá. Bókadeild Foroya Lærarafelags Foroya Skúlabókagrunnur Øll hava ikki dugað at lis- ið. Líta vit eini 200—300 ár aftur um bak, síggja vit, at bøkur hava verið í onkrum ødrum húsum í bygdini enn í prestagarðinum, sum nú lestrabøkur, sålmabøkur og andaligar bøkur; og tå ið vit koma upp í 1800 talið, vita vit um, at søgubøkur, ævintyrbøkur og visubøkur hava verið í ymsum bygd- um; upp aftur seinri komu blødini og avisumar, fyrst á donskum, síðani á føroysk- um. Væl varð lisið, sagt varð frá úr lesnaðinum og dúgliga varð tosað síná- millum um innihaldið. Hugurin at frætta og kunna seg um, hvat fyrifórst aðra- staðni, tykist at vera gamal; somuleiðis hugurin at sleppa burtur úr gerandis- degnum og ímynda sær eitt glæsiligari lív enn tann í- tøkiliga veruleikan. Til hetta endamálið vóru bøk- urnar eitt uppískoyti til gerandisprátið og til skald- skapin av mannamunni: sagnir, ævintýr og kvæði. FOLK OG BOKASØVN f 1828 stovnadu menn eitt bókasavn í Havn. Tað vóru lærdir menn í Keypmanna- havn, embætismenn í Før- oyum og føroyingar við nýggjum hugsjónum, ið stóðu fyri hesum. National- romantikkurin var komin úr Týsklandi til Norðurlondog hevði eisini nomið við Før- oyar. Í bókasavnshugsjón- ini sameindustrationellir og romantiskir hugsanarhætt- ir: fólkið skuldi upplýsast og uppalast, og dentur varð lagdur á, at fólkið skuldi mennast og læra um felags mentan og sidsøguligar rgt- ur. At savna og skráseta skrivaða, kollektiva vitan er avgamalt. Vit síggja, at tað varð gjórt longu 2600- 2300 f. Kr. í Sýriu. Men at bókasavnið skuldi læna fólkinum bøkur var ein nýggj hugsan. Striltið gekst tey fyrstu mongu árini at fáa fólk at brúka bókasavnið í Havn. Bókasavnsbygningurin var illa lagaður til endamálið, samfelagið var als ikki búgvið til tess, og eins og nú var eingin peningur til. Men lunnar vóru so lagdir undir eina traditión fyri bóka- søvn; og hetta er einamest hinum ágrýtna Jensi David- sen (1803-1878) fyri at takka. Ár gingu, har bókasavnið ongan góðan hevði, og tað ikki meira enn andi. Men í 1803 funnu mætir menn í Føroyum saman og sendu umsókn til tingið og amts- valdið; tingið og amtsvaldið tóku sær tå um reiggj, gjørdu f felag eitt figgjarligt grundarlag og skipadu eina stjórn. FOLKABOKASØVN Hugsanin um bókasgyn sum miðil øllum til gagns lá mestsum á láni upp gjøgn- um 1800 talið. Men fyrst í 1900 talinum hevði tann nýggja tíðin við samfelags- broytingum, við tjóðskap- Tíðindablaðið (DHV arrørslu og mentanarligum hugsjónum fest so mikið rót i Føroyum, at nýggi hug- burðurin hevði rinið við ungar føroyingar. Mads A. Jacobsen (1891-1944) var ein av teimum; hann varð bókavørður í 1920. Í umsóknini frá 1903 varð m.a. skrivað >... maa det bemærkes, at aldrig har Savnet af et velordnet offentligt Bibliotek været følt saa stærkt som nu; og dette vil sandsynligvis blive føleligere og føleligere i Forhold til som Oplysning- en bliver mere og mere almindelig.« Henda grund- gevingin var beinrakin; tíð- in var vid at vera farin, tå bøkur og lesnadur sum heild varð hildið at vera gandur/ gandabøkur. M. A. Jacobsen var rætti maðurin at umskipa og gera bókasavnið tíðarhóskandi. Hann legði dent á at læna bøkurnar út til fólk um allar Føroyar. I 1948 kom heimastýris- lógin, og einki var meir náttúrligt enn, at mentanar- mál varð føroyskt sermál. Hvussu føroyskir politikar- ar hava røkt hetta mål, skal ikki umrødast her. Í stuttum skal sigast, at í 1952 kom >Legtingslóg um Lands- bókasavn v.m.<, og í 1968 kom »Løgtingslåg um fólkabókasavn v.m.« Henda lógin varð endur- skoðað og broytt við »Løg- tingslóg um megin-, fólka- og skúlabókasgyn<, 1988. . BYARBOKASAVNID I HAVN — EITT FOLKABOKASAVN Skal fólkabókasavninum vera lív lagað, mega sam- felagið og bókasavnið liva í einum samspæli. Uttan at leypa fram av, kann sigast, at fólkabókasavnið sum ein neyðugur og náttúrligur stovnur í einum demokrat- iskum samfelagi liggur ikki fremst í huganum á lands- politikarunum. Byrådspolitikkurin — er kanska nærri gerandis- menniskjanum — og fólka- bókasavnið hevur júst sítt virki mitt í gerandisdeg- num, millum fólk, og tað fæst við tað, sum fólk takast við dag og dagliga. Hvussu var og ikki, 1. april 1969 varð Býarbókasavnið sett á stovn í niðbýnum við útláni fyri vaksin, við lesistovu og við barnabókasavni. Hugaheimurin og lívs- uppfatanin eru nógv broytt síðan 1828; men gongdin er óbroytt, vit skapa nýggja vitan og mentan við at líta aftur í okkara fortíð og brúka burtur úr henni og við at líta út í heimin rundan um okkum og laga vitan og mentan uttanífrá eftir okk- ara tørvi; soleiðis hava vit gjørt gjøgnum øldir, og á tann hátt skapa vit okkara mentanarliga samleika. Í dag gerst hetta ikki uttan lesnað, og í einum frælsum landi eiga øll at sleppa fram at tí, sum skrivað er í bók- +