fríggjadagur 25. mars 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 59 — 25. MARS 1994 Sida 7
Starvsfólkini i Føroya Banka
FAA HJÁLP AT
KOMA VÍÐARI
ERU UPPSØGD
—Av tí at tað ofta er trupult hjá bankafólkum aftur at fáa
eitt starv í einum banka, eftir at tey eru uppsøgd, hjålpir
Finansforbundet teimum við útbúgving, skeiðum og
ødrum, so tey kunnu koma víðari í einum møguligum
nýggjum starvi, sigur Ragnar Olsen, ið er formaður í
starvsfólkafelagnum í Føroya Banka
Samanleggingin av Føroya
Banka og Sjóvinnubankan-
um nærkast alsamt, og sam-
stundis breiðir Óvissan seg
eisini millum starvsfólkini í
hesum báðum bankunum:
Eingin av teimum veit, hvør
verður uppsagdur og hver
sleppur at halda fram í stór-
bankanum.
At kalla øll starvsfólkini í
Føroya Banka -— millum 210
og 220 — eru limir í danska
bankafakfelagnum Finans-
forbundet.
Saman við starvsfólkun-
um í grønlendskum bank-
um, ið eisini eru limir, eru
starvsfólkini í Føroya
Banka limir í deildini hjá
Finansforbundet í Keyp-
mannahavn, og formaðurin
í starvsfólkafelagnum í Før-
oya Banka, Ragnar Olsen,
er somuleiðis limur í nevnd-
ini í Keypmannahavn.
Vanligan tvey
ára sáttmála
— Vit hava ein vanligan
sáttmála, ið gongur yvir
tvey ár í senn, greiðir Ragn-
ar Olsen frá,
- Í sambandi við upp-
sagnir er sáttmálin hjá okk-
um kanska eitt sindur út yv-
ir tað vanliga, um hugsað
verður um vanligp treytirn-
ar í starvsmannalógini. Tað
vil sjálvandi siga, alt eftir,
hvussu gamal ein er, og eis-
ini hvussu langa tíð ein hev- *
ur verið í bankanum.
Soleiðis fáa tey, ið hava
verið í bankanum í yvir 12
år og eru eldri enn 40 år, ein
mánað longri uppsagnartíð,
enn tey, ið eru yngri enn 40
ár. Uppsagnartíðin hækkar
við einum mánaði fyri
hvørji fimm ár í aldrinum.
Tað vil siga, at eitt 45 ára
gamalt bankafólk fær tveir
mánaðir longri uppsagnar-
tíð — og so framvegis.
Eyka samsýning
í pengum
— Tad vil altso siga, at her
er talan um eina eyka sam-
sýning í pengum, men kort-
ini heilt vanligar uppsagn-
artreytir, sigur Ragnar Ol-
sen.
— Finansforbundet hevur
eisini sett pengar av til út-
búgvingarendamál hjá upp-
søgdum, so tey kunnu vera
betur fyri, tá tey skulu royna
at fáa eitt annað arbeiði.
Ragnar Olsen sigur, at tað
í hesum førinum allarhelst
er næstan vónleyst at fáa
arbeiði í drum bankum, av
tí at tað eru so mong, sum í
senn verða sett á getuna.
Fá koma aftur
í ein banka
— Vit sóu tað í teirri fyrru
uppsagnarrunduni, at tað
var onkur hendinga, ið fekk
arbeiði í Føroya Sparikassa,
meðan felags fyri hini, ið
fingu nakað arbeiði, var at
tey fóru í aðra vinnu, eitt nú
sum skrivstovufólk, sigur
formaðurin í starvsfólkafel-
agnum í Føroya Banka.
— Tí hjálpir Finansforbun-
det til, so væl sum gjørligt.
Tað kann eitt nú vera gjørt á
tann hátt, at fær eitt fyrrver-
andi bankafólk kjans sum
bókhaldari onkunstaðni, so
hjálpir fakfelagið til við eitt
nú einum skeiði í bókhaldi.
Sjóvinnubankafólk
eru ikki limir
Hetta er altso alt samalt
galdandi fyri starvsfólkini í
Føroya Banka, meðan tað
sama ikki ger seg galdandi
viðvíkjandi starvsfólkun-
um í Sjóvinnubankanum.
Har hevur Finansforbundet
nevniliga ongar limir, og av
tí at so stutt nú er til upp-
sagnirnar í báðum bankum
kunnu væntast at koma, er
heldur ikki hugsåndi, at tey
nú kunnu gerast limir.
— Eg dugi ikki at siga, um
tey hava somu treytir og kor
har, sum vit hava í Føroya
Banka, og av tí at tíðin er so
Stutt, ivist eg eisini i, um tey
eftir so stuttari tíð kunnu
gerast limir í Finansforbun-
det, sigur Ragnar Olsen.
— Um tey so verða tað, eft-
ir at bankarnir báðir eru
lagdir saman, er ilt at siga. Í
hvussu er er væl hugsandi,
at bíðað verður eftir saman-
leggingini, og ateinki hend-
ir við hesum, fyrr enn aftan á
hana. Tá verður tað upp til
starvsfólkini í nýggja bank-
anum, um tey vilja gerast
limir ella ikki.
Ragnar Olsen sigur, at tey
í Føroya Banka í hvussu er
bara hava havt góðar roynd-
ir av limaskapi teirra í Fi-
nansforbundet.
Heldur ikki starvsfólkini í
Føroya Sparikassa eru limir
í Finansforbundet, men hin-
vegin hava tey eina sam-
starvsavtalu, sum ger tað
møguligt hjá teimum at fáa
útbúgvið álitisfólk, konsu-
lenthjálp til samráðingar og
annað.
bj.
Starvsfólkini í Sjóvinnubankanum:
ERU IKKI LIMIR
NAKRASTAÐNI
- Eg eri sannførdur um, at
munur verður gjørdur á
teimum, sum verða upp-
søgd í Sjóvinnubankanum
og Føroya Banka, tá sam-
anleggingin gerst veru-
leiki, sígur Páll Nólsoy,
formaður í starvsfólkafel-
agnum í Sjóvinnubankan-
um
— Tað, at vit íkki eru lim-
ir nakrastaðni og soleiðis
standa uttan nakað fakfel-
ag, átti íkki at fingið fylgj-
ur fyri starvsfólkini her.
Vit hava kortini ikki bein-
leiðis fingið lovað nakað
frá leiðsluni í bankanum
Hann sigur, at tey í Sjó-
vinnubankanum í fleiri ár
hava tosað um at gerast
limir í Finansforbundet,
men at tað ongantíð hevur
verið gjørt nakað við tað,
og at tey tí ikki hava verið
limir nakrastaðni.
— Hvussu so verður við
teimum, ið koma at arb-
eiða her í bankanum, aftan
á uppsagnimar, dugi eg
ikki at siga, sigur Páll
— Tað verður tá upp til
teirra at gera av, um tey tá
skulu gerast limir í Finans-
forbundet, stovna sitt egna
føroyska fakfelag ella um
tey kanska skulu royna at
fåa limaskap f onkrum av
teimum fakfeløgunum, ið
eru í Føroyum framman-
undan.
hj.