Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mars 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 59 — 25. MARS 1994 Ottar Jacobsen, Kommunuskúlastjóri — nýggi flokkurin er serliga ætlaður teimum, ikki sum halda seg rókka nóg langt við sínum 10. flokka prógvi, og fyri tey, sum áður eru farin úr skúlanum Hugskotið til at hugsað nærri um at bjóða næming- unum við Tórshavnar Kommunuskúla ein 11. flokk fekk Ottar Jacobsen, skúlastjóri, tå tað frættist, at aldursmarkið at sleppa á HF skuldi setast til 19 ár. Hvat so við teimum, sum koma úr tíggjunda, og sum ætlaði sær á HF, hugsaði skúla- Men tað er ikki bert hetta, sum liggur til grund fyri ætlannum um ein 11. flokk. Ottar Jacobsen sigur, at tað eru teir næmingar, sum eftir lokið 10. flokka prógv, kundu hugsa sær betri før- leika at hildi á at lesa. Haraftrat verður eisini hugsað um teir næmingar, sum áður eru farir úr skúlanum, og sum nú hava fingið hug á bókini aftur. Eisini hjá teimum kundi ein 11. flokkur verið ein hjálp. Helst tørvur Men eitt er hugskotid. Annað er, um næmingarnir sjålvir halda, at tørvur er å einum tílíkum flokki. Fyri at fáa tað at vita, hava allir teir umleið 80 næming- arnir í tíggjundu flokkunum í kommunuskúlanum fingið eitt spurnarblað. Í brævinum verður eisini greitt frá hvat ætlanin møguliga kann vera við hesum nýggja flokki, og so verða teir spurdir, um teir kundu hugsað sær at tíkið av einum tílikum tilboði. Eftir teimum fyribils úr- slitunum av hesi kanning heldur Ottar Jacobsen seg kunna siga, at líti! trupul- leiki er at fylla ein tílíkan flokk,- við umleið 24 næm- ingum. Børvísi undirvísing Ottar Jacobsen sigur, at verður veruleiki av ætlan- ini, skal undirvísingin í hesum 11. flokki skipast Tíðindablaðið ES ødrvisi enn í undanfarnum flokkum. Størri dentur skal leggjast á verkætlanir, og ætlanin er eisini, atnæmingarnir skulu fáa longri tíð úti í starvs- venjing. Skúlastjórin hevur hugsað sær, at fýra lærarar skuldu arbeitt burturav við hesum nýggja flokki. Men nú liggur málið hjá landsskúlafyrisitingini, sum skal siga sína meining um hetta hugskotið hjá stjóranum í Kommunu- skúlanum í Havn. Ottar Jacobsen heldur, at fær Ottar Jacobsen, skúlastjóri, sum nú hevur ætlanir um ein 11. skúlaflokk. Mynd: Kalmar skúlin grønt ljós fyri hesum tanka, skuldi einki forða fyri, at byrjast kann við hesum nýggja tiltakinum nú eftir summarfrítíðina tór.- Hárfríðkanarfólk Mugu líða fyri at friðka onnur Arbeiðseftirlitið hevur kannað føroysku hárfríðkanarstovurnar, Úrslitið er sómiligt Í fjór kannaði Arbeiðseftir- litið 39 av teimum tilsam- ans 90 hárfríðkanarstov- unum í landinum. Stovnur- in vitjaði åøllum teimum 22 hárfríðkanarstovunum, har fleiri enn eitt fólk arbeiða, og á 17, har eigarin arbeiðir einsamallur. Samanumtikið kann sig- ast um úrslitið av kanning- ini, at arbeiðsrúmini eru stórt sæð í lagi, men við útsúgving stendur sera illa til. Kannað varð eisini hvussu er við verndar- útgerð. Tað vísir seg, at á flesu støðum eru handskar tøkir, men bert fá hava tøkar maskur til starvsfólkið. Annars lata starvsfólkini væl at arbeidsumstødun- um. I tølum sigur Arbeids- eftirlitið, at av 744 spur- ningum, eru viðurskiftini í 500 fórum í lagi. Ymiskir ampar Í greinini í Trygd & Trivna verður millum sagt, at einki er at ivast í, at nógv hár- fríðkanarfólk hava ampa av arbeiðinum. Tey hava húð- eksem, trupulleikar frørslu- lagnum og i andaleidini. Men sleppast kann undan nógvum av hesum trupul- leikum um arbeitt verður miðvíst við arbeiðsum- hvørvinum, tí tað ber til at fyribyrgja. Arbeiðseftirlitið leggur dent á, at tað er skylda arbeiðsgevarans at tryggja starvsfólkum trygt og heilsugott arbeiðsum- hvørvi, og at syrgja fyri, at neyðug trygdartiltøk verða framd. Tað eru serliga trý viður- skifti, Arbeiðseftirlitið leggur dent á. At útlufting er við serligum ventilatiónsskip- anum. Tað verður eisini rátt til at handskar verða nýttir í samband við hárvask, og at arbeiðið verður skipað so gott sum gjørligt við teim- um réttu hjálpartólunum. Tað hevur eisini stóran týdning, at starvsfólkini fáa møguleika at skifta millum tær ymisku uppgávurnar, tí eintáttað arbeiði gevur fyrr ella seinri trupulleikar við rørslulagnum. tór.- At neyðugt er at líða fyri vakurleikanum vita øll — bert spell, at hárfríðkanarfólk mugu kenna sviða fyri at fríðka onnur. Tilvildarlig mynd: Kalmar —