Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mars 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 59 — 25. MARS 1994 Tíðindablaðið VALUTAKURSIR Ultimo síðsta mán. 671,70 997, 94 391, 89 83, 78 90, 37 115, 30 19, 045 469, 88 349, 01 0, 3971 120, 86 9,26 55, 729 4,812 3, 851 498, 11 6, 4327 959, 12 2, 705 756, 44 24.03.94 661,65 988,04 393,30 83,96 90,50 Dollari Pund Markur Króna Króna Frankur 115,02 Frankur — 19,051 Frankur 463,08 Gyllin 349,65 Lir 0,3971 Markur 118,92 Kréna 9,19 Skillingur 55,892 Pesetas 4,795 Escudos 3,813 Dollari 482,57 Yen 6,2127 Pund 951,06 Drakmur 2,684 XEU 757,72 USA Bretland Tyskland Svøriki Noreg Frakland Belgia Sveits Holland Italia Finnland Kelda: Føroya Sparikassi Nýggj . umsóknarfreist til HF Av tí at nýggj HF-skipan ikki verður sett í gildi frá 1. august 1994, er verandi HF- skipan framvegis galdandi. Øll, sum lúka verandi upptøkukrøv, og sum ætla sær á HF, kunnu søkja um upptøku innan 15. apríl 1994. Serligt HF-um- sóknarblað at nýta í hesum sambandi fæst við at venda sær til HF-skeiðini. Umsóknarblaðið skal vera Lands- skúlafyrisitingini í hendi í seinasta lagi 15. apríl 1994. Tey, sum longu hava søkt um upptøku á HF á >Raðfestingarblaðið 1994«, skulu ikki senda inn nytt umsóknar- blað. Landsskúlafyrisitingin | FR-660 Søldarfjørdur Tlf. 41166 - 84166 Jóannes Eidesgaard um svarið frá stýrinum fyri ALS: Nú kunnu vit ikki gera meir - Landsstýrið hevur gjørt alt tað er ment fyri at bjarga Arbeiðsloysisskipanini og politiskur meirluti er fyri tí í tinginum. Bert stýrið fyri ALS hevur ábyrgdina av, at tey arbeiðsleysu ikki fáa sín pening, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður So komu boðini aftur frá stýrinum fyri Arbeiðsloys- isskipanina. Tað noktar at skriva undir lániumsóknina fyri ALS. Stýrið sigur í brævinum til landsstýrið, at einki nýtt er í málinum og at stýrið tí ikki sær nakra grundgeving fyri at broyta stóðu. Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, sigur í viðmerking til seinasta út- spælið hjá stýrinum: - Landsstýrið hevur fing- ið lántøkuna í lag fyri stýr- ið, og fyri at hjálpa teimum arbeiðsleysu, men tað er bert stýrið, sum forðar fyri at arbeiðsleys fáa tann pen- ing, sum tey hava rætt til. Taðkann ikki sigast, at stýr- ið arbeiðir fyri tey arbeiðs- leysu, sigur Jóannes Eides- gaard. Trýsta landsstýrið - Hví er hetta málið so tor- ført at loysa, tá politiskur meirluti er fyri lántókuni? Stýrið nýtir tey arbeiðs- leysu til at trýsa landsstýrið at gera eftir teirra boðum. Tað vil landsstýrið ikki lata sær lynda, sigur Jóannes Eidesgaard. Landsstýrismaðurin skil- ir heldur ikki, hví stýrið í síni grundgeving sigur, at ALS ikki kann gjalda lánið aftur. - Tað er alt sum talar fyri, at Arbeiðsloysisskipanin fær goldið lánið aftur. Um so verður, at tað ikki ber til, so veðheldur landskassin, sigur Jóannes Eidesgaard. Ábyrgdin hjá stýrinum er bert at undirskriva lánið, og hervið tryggja tey arbeiðs- leysu. - Hver skal nú hjálpa teimum arbeiðsleysu? - Tað skal Arbeiðsloysis- skipanin, men stýrið nýtir tey arbeiðsleysu sum gísla í hesum máli. - Er tað ikki tíðarspill á- haldandi at senda stýrinum áheitanir, tá tað kortini ikki gevur úrslit. Hevur politi- ski myndugleikin - lands- stýri og løgting - ráð til tað? - Landsstýrið hevur bert tvær ferðir heitt á stýrið. - Tað er ikki rætt, tá stýrið í svarinum sigur, at einki nýtt er hent í málinum - Í fyrstu åheitanini skriv- aðu vit at landsstýrið hevði fingið låntøkuna í lag, og heitti á stýrið at skriva und- ir. - Í næsta brævinum gjørðu vit stýrinum greitt, at peningastovnarnir ikki vildu lata lán til lántakara, sum ikki vildi taka móti tí. - Kann landsstýrið ikki standa fyri láninum? - Landsstýrið hevur, sam- bært avtaluna við donsku stjórnina, ikki loyvi at taka lán fyri ALS, hamæst vilja peninagstovnarnir ikki veita lán, sum stýrið fyri ALS ikki vil góðtaka. Valstríðið byrjað - Er tað ikki burturvið at trætast um låntøkuna, tá eingin peningur verður til útgjald næstu ferð? - Vit hava arbeitt serigst við málinum, men tað sýn- ist ikki sum stýrið tekur sína ábyrgd í álvara. Hóast drúgva tíð og nógv arbeiði er gjørt fyri at bjarga Arbeiðsloysisskipanini, eru útlit ikki til at tað fer at eydnast.. Stýrið fyri ALS hevur enn einaferð í skrivi til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, sýtt fyri at skriva undir lániumsóknina - Tað er møguligt at fak- felagsumboðini í stýrinum eru farin undir valstríðið, og hervið nýta tey arbeiðsleysu sum gíslar móti landsstýr- inum. - Politiska stødan til málið er greid, og landsstýrið hevur fingið låntøkuna í lag, men bert stýrið kann skriva undir lánið, og bert stýrið er ein forðan fyri at málið ikki er loyst. - Bólturin er teirra - lands- stýrið kann ikki gera meir, sigur Jóannes Eidesgaard. Dagny A DC Heitsótan Láarvegur 14 - Tórshavm- Tlf. 15828 - Fax 15893 ARBEIÐSHANDSKAR til ølt endamál — bæði á sjógvi og landi