fríggjadagur 25. mars 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Nr. 59 — 25. MARS 1994 Síða!
Steven Vey (Michael Kitchen) og Carolin
Catz
Eríggjadagin kl. 23.15:
Tann seki
-1:2
Ensk stuttrød í tveimum pørtum frå 1992
um tann dugnaliga London-advokatin
Steven Vey, sum skal útnevnast til hægsta-
rættardómara. Men hann hevur eitt lík í
lastini: Hann hevur neydtikid skrivaran hjá
sær, Nicky.
Høvudsleikarar: Michael Kitchen, Sean
Gallagher og Caroline Catz.
Seinni partur verdur sendur fannadkvøld.
Eríggjadagin kl. 21.25:
Teir vidagitnu
Baker Boys
Frank og Jack Baker spæla saman vid
sangarinnuni Michelle Pheiffer
Michelle Pfeiffer spælir eina sangarinnu,
sum kemur imillum brødurnar Jeff og Beau
Bridges. Teir hava spælt á náttklubbum
sum »klaverduo« í 15 år og eru nakað út-
brendir. men tá Michelle Pheiffer leggur
seg upp á klaverið og syngur >Makin
Whoopee«, fáa teir nýggjan íblástur.
Leygardagin kl. 14.00;
Schmeichel — heimsins
besti málmaður
TV 2 hevur gjørt sendingina um Peter
Schmeichel, heimsins besta málmann.
Hann varð danskur meistari í 1987, 88, 90
og 91. Enskur meistari í 1993 og enskur
steypavinnari í 1992. Ársins málmaður í
Danmark í 1987, 88 og 1990. Ársins leikari
í Danmark í 90 og 93. Europameistari í
1992 og heimsins besti málmaður í 1992 og
1993. Í sendingini fær hyggjarin høvi at
hitta tann vælupplagda, sjarmerandi og
opinskáraða Peter Schmeichel, ið sigur frá
dreyminum, ið gekk út.
Leygardagin kl. 20.40;
Urtagarðurin í
Victoriu-tíðini
Tann fyrsta av 13 sendingum um arbeiðið
hjá tveimum bretum at endurskapa eitt petti
av søguni — urtagarðin, sum hann var í Vic-
toriu-tíðini. Eitt klassiskt slag av urtagarði,
sum næstan allir stórir garðar høvdu tá í
Pålmasunnudag kl. 14.00:
Svanavatnid
— ballett
Tann óndi gandakallurin Rothbart hevur
gandað ta vøkru prinsessuna Odettu, so hon
bara er genta um náttina, men svanur um
dagin. Gandurin kann bara gerast til einki,
um ein maður sver henni ævigan trúskap —
tað ger tann ungi prinsurin Siegfried, men
hann brýtur lyftið, og tí mugu bæði doyggja.
English National Ballet: Odette/Odile -
Evelyn Hart, Siegfrid - Peter Schaufuss,
Benno - Martin James, Rothbart - Johnny
Eliasen, Drotningin - Elisabeth Anderton.
Pálmasunnudag kl. 15.55;
Rasmus, Rósalil og
allir riddararnir
Ein ævintýrkendur teknifilmur, sum tann
tjekkiski meistarin Karel Zeman gjørdi í
1977.
Rasmus má berjast ímóti hermonnunum
hjá tí ræðuliga Rams riddara fyri at bjarga tí
vøkru prinsessuni Rósulil á Dreymaoynni.
Men tá Rasmus lovar seg burt til óndar
maktir og verður til ein flogmúsamann, er
um reppið at alt miseydnast.
Pålmasunnudag kl. 18.10:
Karel Zeman
Ulrike Breuning fortelur um tann tjekkiska
teknifilmsmeistaran Karel Zeman og visir
brot úr hansara teknifilmum.
Pålmasunnudag kl. 20.40;
Manna millum
fekk hon gott hugskot år donskum mynda-
blað, har myndafråsøgn var um unga
kvinnu, ið leigaði brúðarkjólar åt. Mari-
anna fór til Danmarkar. Fekk samband við
hesa kvinnu og keypti fleiri brúðarkjólar og
annað tilhoyr. Í dag leigar hon út brúðar-
kjólar. Áhugin fyri at leiga heldur enn at
keypa er nógv vaksin seinastu tíðina. Vit
fylgja gentu, sum skal leiga kjóla frá Mari-
annu. Tær tosa saman, passa kjólar og finna
tann rætta. Seinni eru vit við, tá brúðurin
verður pyntað, fær brúðarhárseting v.m.
Hvat sigur drongurin, tá hann sær brúðrina í
kirkjugongini?
Marianna sigur frá hugskoti til veruleika.
Karin Andreassen fór fyri 5 árum síðani á
kveldskúla til smíð. Hetta, tí hon bråddliga
stóð einsamøll. Hevdi stór hús, nógvar á-
bøtur vóru neyðugar. Eitt stórt loft var
gamal dreymur at fáa innrættað. Eftir at
hava lært at smíða og handfara amboð og
maskinur, hevur hon í dag innrættað alt
loftið sjálv, gjørt møblar, sengur og mangt
annað.
Vit hitta Karina, sum sigur frá hesum ar-
beiði. Hvussu hon vann á sorgini og fekk
lívsmót og gleði aftur gjøgnum hetta frí-
tíðararbeiðið.
Pálmasunnudag kl. 21.35;
Ferðalagið Il
Svenskur filmur frå 1985.
Tann í allar mátar hampuligi breyðsnerkj-
aræftirlitsmaðurin, Stig Helmer, vágar sær
enn einaferð út at ferðast við Ola Norð-
manni. Teir fara til Verbier í Schweiz at
standa á skí. Á skíbreytunum renna teir seg
m.a. í eitt lið av snyrr-samuraium og Stig
Helmer rennur seg so sanniliga eisini í kær-
leikan.
Høvudsleikarar: Lasse Åberg, Jon
Skolmen, Eva Millberg og Cecilia Wal-ton.
Handrit og leikstjórn: Lasse Åberg.
Pálmasunnudag kl. 23.05;
Ferðin hjá Svani
Svanur er ongin verðinsmaður. Hann
kennir bara tey fáu hundrað fólkini, sum
búgva í heimbygdini. Men ein dagin noyð-
ist Svanur at fara til høvudsstadin fyri at fáa
viðgerð fyri gikt. Og hann er øgiliga spentur
uppá at koma til ein stórbý.
Mánadagin kl. 20.00;
Um Marilyn Monroe
Am. dokumentarsending um Marilyn
Monroe og hennara seinastu tíð. Við stæði í
hennara seinasta filmi, sum ongantíð varð
gjørdur liðugur, >Somthing's Got To
Give«, hoyra vit søguna um ta síðstu tungu
og sera spentu tíðina í hennara lívi.
Mánadagin kl. 20.45;
Tann seti skriðin
Marilyn Monroe hevur høvudsleiklutin í
hesum amerikanska skemtifilminum frá
1955 um ta eiggiligu gentuna, sum setur
gongd í hugflogið á einum manni, sum júst
hevur sent konuna út at ferðast.
Mándagin kl. 22.25:
Freddie Star Show
Undirhald við ti bretska skemtaranum
Freddie Star — avloysara Benny Hill.
Tysdagin kl. 21.10:
Kina ímillum fortíð
og nútíð
Tann fyrsta av trimum sendingum um tað
velduga landið Kina. Sendingarnar taka
hyggjararnar við til fjarskotnar landspartar
og greiða frá sambandinum ímillum natúr-
una, djóralívið og menniskjuna. Tann
fyrsta sendingin leggur serliga dent á at
greiða frá åvirkanini, sum idnadarvøkstur-
in og tann ovurstóri vøksturin í fólkatalin-
um hava á skógir, landbúnaðargki og djóra-
lívið.
Týsdagin kl. 22.05;
Blóðbroður
Kanadiskur kærleiksfilmur frá 1988 við
Jeremy Irons í dupultleiklutinum sum
identisku tvíburðarnir Beverly og Elliot
Mantle, sum eru tveir sera væl umtóktir
gynækologar hjá ríkum kvinnum. Brødur-
nir eru sum eitt og hava alt í felag — eisini
kvinnurnar. Men tá báðir fara at fríggja við
eini kendari sjónleikarinnu, og Beverly
verður góð við hana, ávirkar tað sambandið
ímillum brødurnar — og avleiðingarnar
verða syndarligar.
Filmurin er óhóskandi fyri børn