fríggjadagur 25. mars 1994síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
V. U. Hammershaimb 175 ár
„Hann bjargaði okkum skriftmálið
- Júst í dag, á Mariumessu - 25. mars, eru liðin 175 ár síðani, at
V. U. Hammershaimb varð føddur. Hann er maðurin, ið legði
lunnar undir føroyska skriftmálið og harvið bjargaði málinum
frá at fara í gloymskuna. Hann hevur tískil havt ómetliga stóran
tydning fyri føroysku tjóðina.
Í hesum sambandi hevur Eirikur Lindensk
ov, lærari í Havn,
skrivað nakrar hugleiðingar um teir, ið stríddust fyri málinum,
um målrøkt fyrr og nú og um Hammershaimbsættina.
Fyrri partur:
Mariumessa er i dag, 25.
mars. Men henda Mariu-
messan er eisini merkis-
dagur fyri allar føroyingar.
Tí júst í dag eru liðin 175
ár síðani, at maðurin, ið
fekk okkum skrivtmálið,
varð føddur.
Vencelaus Ulricus
Hammershaimb var sonur
seinasta løgmannin á Steig
í Sandavági, Jórgen Frants
Hammershaimb, sum sat í
løgmansembætinum tá tað
var niðurlagt í 1816. Fam-
iljan var búgvandi á garð-
inum nøkur ár eftir hetta,
men eftir at Jórgen Frants
var deyður umleið 1820, og
garðurin tá skuldi býtast
sundur, flutu einkjan,
Armgard Maria (fødd Eg-
holm) til Havnar við báð-
um bømunum, Vensili og
Mariu Louisu.
Vaks upp í Havn
Hjúnini, Armgard Maria
og Jergen-Frants, vóru
bæði úr Havn. Bæði vóru
tey uppvaksin í Gongini,
hann í Fútastovu og hon í
=
A 0 >> a
1
Fr
AC ME ME | | AM ÆÐ ÆI OT MO MOT MT TTT MT AS
Nyggjustovu. Tå hon flutti
til Havnar aftur, flutti hon
inn til móður sina, Helene
Christine Egholm, og búði
hon har restina av ævi sini.
Størsta partin av barn-
dóminum búði Vensil í
Nýggjustovu í Havn, men
longu 12 ára gamal fór
hann í 1831 tl Keyp-
mannahavnar at ganga í
skúla.
Um lív og virki
Hammershaimbs hoyra vit
meiri um seinni, men fyrst
nakrar hugsanir um málið
og málstríðið:
100 ára
gomul sjónarmið
Í Føroyum kjakast vit
nógv um móðurmálið - og
tíðum eru fólk rættuliga 6-
jøvn á máli. Men hetta er
ikki nakað serføroyskt fyr-
ibrigdi - tíansheldur eitt
nýtt fyribrigdi. Móðurmál-
ið hevur stóran týdning
fyri fólkið - og alt stríðið
um málið, er bert prógv
um hetta, og tað eiga vit at
fegnast um. Men nógvar
av ákoyringunum, sum
tey, ið arbeiða við máli-
num, fáa, eru ósakligar.
Serliga harmiligt er
tað, tá lærarar, tíðindafólk
0. 0., ið skuldu havt skil á
máli, vísa sín vantandi
kunnleika um málið og um
málsøgu okkara. Men tað
skemtiliga er so, at kaga
vit í hundrað ára gomul
V. U. Hammershaimb
vaks upp í Gongini í
Havn. Vinstrumegin
sæst barnaheimið hjá
móður hansara,
Nýggjastova, og høgru-
megin barnaheimið hjá
faðir hansara, Fúta-
stova. Tá faðir hansara
var deyður, flutti
einkjan við børnum inn í
Nýggjustovu.
(Tekn. Chr. Holm Ísaksen)
føroysk blød síggja vit júst
somu sjónarmið, sum í dag
eru at hoyra og lesa - eisini
í málteiginum í Sosiali-
num.
Nátúrliga gongdin
Har verður eisini dúliga
kjakad um, hvert vit ikki
gerast óð í høvdinum av
øllum hesum »føroysku«
heitum, sum vit geva fyri-
brigdum, sum framvegis
hava útlendsk heiti.
Hetta er bert enn eitt
dómi um, at málið stødugt
mennist, um vit vilja tað,
ella ikki. Hetta vísir sam-
stundis, at hetta at røkja
málið, við at finna nýggj
heiti fyri orð o. s. fr. ikki
er nakað nýtt, ella nakað
sum Jóan Hendrik og teir
hava uppfunnið. Hetta er
ein nátúrlig gongd.
Føroyskt hevur sam-
band við íslendskt
Vit skulu vera góð við
málið, og geva tí møgu-
leikar at mennast Vit
skulu minnast til, at málið
- móðurmálið, er livandi.
Tí er ikki rætt bara at lata
standa til - málið skal
mennast. Og hetta at finna
nýggj orð er bert ein lítil
partur av menningini.
Vit hoyra javnan, at
»målmenninir« hava so
stóran alsk til islendskt -
og vilja lúka øll tey donsk-
u ordini år målinum og
seta islendsk istadin. Og
vit hava fleiri ferdir hoyrt,
V. U. Hammershaimb
var maðurin, ið fekk
okkum skriftmálið.
Uttan hansara strid,
høvdu vit óivað bæði
10500 og skrivað danskt
ídag.
at vit einki nátúrligt sam-
band hava við íslendska
málið. Men tað hava vit,
um vit vilja tað ella ikki,
og um vit eru sambands-
fólk ella loysingarfólk.
Hesi viðurskifti broyta
ikki veruleikan.
Tað føroyska málið er
ein grein av teimum norr-
ønu málunum, sum hoyra
upp í tann germanska mál-
flokkin. Hesin málflokkur
er runnin av einum máli,
sum vit nú ncvna indoev
ropiskt.
Upprunin
Indoevropiska málið skilt-
iskt sundur fyri einum 5 -
6.000 árum síðani. Flestu
málini í Evropa eru runnin
úr indoevropiska málinum.
Av teimum norrgnu
málunum eru bert finskt,
lappiskt og Grønlendskt,
sum ikki hava henda
uppruna.
Germansku málini eru
eysturgermanskt (t. d. got-
iskt), vesturgermanskt
(enskt, týskt, frísiskt, há-
lendskt) og norðurger-
manskt (norrønt).
Taka vit norrønu mål-
ini, so síggja vit (her hugsa
vit ikki um finskt, lappiskt
og grønlendskt), at tey aft-