fríggjadagur 25. mars 1994síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——————————iWwO———!ø
Tíðindablaðið CD Nr. 59 — 25. MARS 1994 Sida 19
SO EA MEÐ MEY MY MEY MEY AO MEN AT AO AE AE MIRA 22
ur fara í tveir bólkar. Eyst-
urnorrøn: Danskt, svenskt
og norskt líkjast so nógv
hvørjum ødrum, at tey
skilja væl hvønn annan.
Hin bólkurin er vestur-
norrøn: Nýnorskt, føroyskt
og íslendskt (og nom, tað
gamla útdeyða hetlendska
málið)
Hesi málini eru eisini
sera lík, men øll hava tey
tað felags, at tey hava ver-
ið fyri stórum árini uttani-
frá. Tó hevur íslendskt
verið so avbyrgt frá hin-
um, samstundis sum tey
hava varðveitt sítt gamla
skrivtmál, at ávirkanin
hevur ikki verið so stór.
Sriftmálið var burtur
Mótvegis íslendskum, so
var føroyska skrivtmálið
horvið. Men vit vóru so
heppin at hava menn sum
V. U. Hammershaimb,
sum saman við gørum lað-
aði upp - ella >konstruer-
aði< okkara skrivt mál.
Hetta var so væleydnað og
hóskaði so væl øllum dia-
lektum okkara, at sama
skrivtmál verður nýtt enn í
dag.
Nú hevur Hammers-
haimb kanska einsamallur
fingið æruna fyri at hava
gjórt skrivtmálið, men
hann fekk hjálp frá øðrum.
Alt tað, hann skrivaði í
donskum bløðum um mål-
ið, vakti ans millum lærdar
menn.
Soleiðis var tað danski
professarin, N. M. Pet-
ersen, sum fekk borið so í
bandi, at tekstir, sum vóru
skrivaðir við stavsetingini
hjá Svabo, vórðu sendir til
íslendingin Jón Sigurðs-
son, sum »islendifiseradi«
teir. Síðani vóru tekstirnir
fingnir Hammershaimb,
sum við smærri rættingum
góðtók teir. Vit kunnu
I74
nevna, at stavurin 5 kom
inn í føroyska málið á
henda hátt.
Norska málið - ný-
norskt, er eisini konstruer-
að, meðan hitt norska mál-
ið, bokmål, hevur verið
fyri eyðsýndum árini úr
donskum.
Skuldu vita, hvussu
málið hevði verið
Jens Christian Svabo er
annar persónur, sum vit
ikki mugu gloyma, tá vit
tosa um føroyska skrivt-
málið. Hann livdi frá 1746
til 1824, og gjørði eitt stórt
granskingar og svaningar-
arbeiði.
Hann hevði eisini sítt
boð upp á skrivtmál, men
hetta var heldur fløkt, so tá
menn í 19. øld av álvara
skuldu velja skrivtmálið,
var hansara vrakað. Men
hann ætlaði heldur ikki at
hansara mállæra skuldi
vera tann føroyska. Hann
helt bara tað vera synd, at
tað, sum einaferð hevði
verið føroyskt mál, skuldi
fara í gloymskuna.
Hann var sannførdur
um at føroyingar fóru at
gloyma føroyskt og fóru at
tosa danskt. Hann helt at
vísundamenn í framtíðini
skuldu kenna tað, sum
einaferð hevði verið før-
oyskt.
Ommubeiggin
ávirkan á Vensil
Jens Christian Svabo sigst
hava havt stóra ávirkan á
V. U Hammershaimb. Hó-
ast stóra aldursmunin, so
hava teir lutvíst verið sam-
tíðarmenn.
J. C. Svabo doyði í
1824, 78 ára gamal. V. U.
Hammershaimb er føddur
f 1819, so hann var fimm
ára gamal tå Svabo doyði.
Men tað er annað, ið knýt-
Chr. Holm Isaksen: Gamle huse í Tórshavn (akvarel
ir teir saman: Svabo var
nevniliga ommubeiggi
Hammershaimbs. | Hann
sigst hava búð í Pæsastovu
í Havn, og tá Hamm-
ershaimb er vaksin upp í
Nýggjustovu, sær hann, ið
kennir gomlu Havnina, at
teir hava gingið í sama
túni. Skyldsskapurin og
grannalagið hava uttan iva
ført teir saman á einhvønn
hátt.
Jens Christian Svabo
var annars lærður maður.
Hann hevði gingið á latín-
skúla í Havn. Hesin skúli
var ein kirkjuligur stovnur,
frá umleið 1620 undir Sæ-
lands biskupi. Umboðs-
maður hansara í Føroyum,
prósturin, var próvdómari,
og rektari var sóknarprest-
urin í Suðurstreymi, til
skúlin í 1722 fekk sjálv-
støðugan rektara.
Látínskúlin í Havn
Í brævi, sum próvsturin
Kristin Djurhuus sendi til
biskupin, sæst hvørjir tóku
prógv tann 30. juli 1762.
Hesir vóru Andreas Djur-
huus, sum seinni gjørdist
próvstur, Georg Linden-
skov, sum læs gudfrødi,
men måtti gevast ti hann
misti hoyrnina av mesling-
um. Hann fekk tó starv við
handilin í Havn og var
roknskaparmaður hjá fá-
tækrakassanum og Hospi-
talinum á Arginm. Jens
Christian Svabo, Nikolaus
Petersen Mohr, Wencelaus
Hammershaimb, seinni
handilsforvaltari og fúti
(abbi V. U. Hammers-
haimb) Jacob Debes, Chri-
stian Frederik Lund og
Samuel Hammershaimb.
Svabo og N. Mohr
gjørdust búskapar- náttúr-
u- og målfrødingar, tó utt-
Jakob Jakobsen - Dr.
Jakobsen er eisini
kendur fyri sítt målstrev.
Hann var lærdur
maður, cand. mag. í
norrønum.
Dr. Jakobsen
væntadi litid av
føroyskum
Ein annar týðandi mál-
maður okkara, var Jakob
Jakobsen, Dr. Jakobsen
nevndur (1864 - 1918).
Hann var, fram um hinar,
målfrødingur burturav,
cand. mag. vid norrønum
máli tl hevuðsgrein,
fronskum og látíni til eyk-
agreinir.
Dr. Jakobsen er kanska
mest kendur fyri ritgerðina
um tað hetlendska málið.
Hetlendingar vóru fyri ti
vanlagnu, sum vit tíbetur
tá sluppu undan, at missa
sitt egna mál. Avirkanin
uttanífrá var so stór, at het-
lendingar í dag bert tosa
enskt.
Dr. Jakobsen var ikki
heldur bjartskygdur um
hvørja lagnu føroyska
málið fór at fáa: >Noget
Literatursprog i egentlig
Forstand kan færøsk ikke
blive, Landet er for lille til
at bære en trykt Literatur.
Men dette Faktum synes
jeg godt, at vi kunne tage
med stor Ro, thi have vi
ikke en trykt, saa have vi i
ethvert Fald en mundtlig
forplantet og en skreven
Literatur (Kvad og Taatt-
er); paa den Maade (ved
mundtlig Forplantning og
ved Nedskrivning) kunne
vi jo bære den, naar vi
ikke kunne bære den paa
den første Maade. Trykte
Smaating paa Færøsk
kunde der vel ogsaa med
Tiden blive Raad til, i
første Række en færøsk
ABC og dernæst en færøsk
Bibelhistorie, senere
maaske nogle Smaaover-
sættelser (f. Ex fra
Norsk)<. Hetta skrivaði
Dr. Jakobsen í Dimmu í
1889. Nú, góða øld seinni,
vita vit betur og kunnu
bert fegnast um at fólk
hava verið so íðin í sínum
arbeiði, Føroya máli at
frama.
Málið í serstødu
Tað er tí eyðsæð, at móð-
urmál okkara er í eini ser-
stóðu. Tað hevur ikki havt
tær sømdir, sum hoyra eini
tjóð til.
Vit eiga at hava í huga,
at fram til 1938 var tað
bannað at undirvísa á før-
oyskum í føroyska fólka-
skúlanum.
Kirkjumálið hevur altíð
verið danskt og enn tann
dag í dag hava vit eina
danska kirkju, sum tó fyri
tað mesta er mannað við
føroyskum prestum. Or-
søkin til at málið í tí
donsku kirkjuni í Føroyum
er vorðið føroyskt, er at
kirkjan hevdi ein so fræg-
an stríðsmann, sum Jacob
Dahl, sum fyrst og fremst
við bíbliutýðing síni skapti
grórarbotn fyri føroyskum
máli innan kirkjugátt.
Vit skulu
hjúkla um málið
Vit kunnu ikki tosa um ein
»nåtårligan
har vit glúpa øllum rátt, ið
kemur uttan ífrá. Vit kunn-
u heldur ikki siga, at málið
eigur at »ganga sína egnu
gongd<. Ti hvønn veg fer
tað so?
Ynskja vit at varðveita
føroyska málið, mugu
vit hjúkla um tað og
sumbr 5 við nýggjum
orðun wgtøkum so við
EN Kósina løgdu
Hamn imb og teir, 18
tr kom få var
gørt gr al sroyska
málið skuldi varðveitast
Neyvari varð kósin sett, tá
løroyski seinni vann veg
inn í skúlan
Skúlaverkið
hevur ábyrgd
Men føroyska skúlaverkið
åtvikling«, '
og føroysku lærararnir
hava ikki megnað uppgáv-
una, teimum varð sett. Alt
ov illa er lærugreinin »før-
oyskt« hagreidd, ti at lær-
arar snøgt sagt ikki hava
dugað ella tímað at ment
hana.
Meðan lærugreinin
»danskt« er ment soleiðis,
at hon kanska dregur næm-
ingarnar at sær og tekur
nútíðina upp til viðgerðar,
so er føroyskt stórt sæð tað
sama, sum tað var í 1938.
Har verður enn tosað um
veðurlomb og vaðbein,
sum um hetta var ger-
andisdagurin hjá føroysk-
um børnum.
Alt hetta er við til at gera
føroyskt til nakað keðiligt -
nakað fornt, sum vit ikki
kunnu brúka úl nakað,
stutt sagt: Lærugreinin er
ikki kappingarfør!
Hetta ber so aftur við
sær, at tann alskur, sum
bæði næmingar og lærarar
skuldu havt fyri føroyska
málinum hvørvur, og tann
negativi hugburðurin, at
tað er nakað tvætl at hjúkla
um føroyska málið, vinnur
frama.
Her skal kortini leggj-
ast afturat, at ein bati er í
ljósmála. Móðurmálslærar-
afelagið hevur seinastu tíð-
ina givið væl av meiri tíð-
arhóskandi tilfari út - men
hetta er serliga til tey eldr-
u.
Óivað fara vit eisini í
framtíðini at kjakast nógv
um móðurmálið. Men vit
skulu ikki vera bangin fyri,
at vit avbyrgja okkum, bar-
a tí at málið verður ment.
Var nakað í hesum, so
vóru vit longu avbyrgd.
Ein sannroynd er tað eisi-
ni, at vit gerast betur og
betur til at samrøda á gør-
um tungumálum.
Málið stendur ikki í
stað. Málið er livandi og
tað skal mennast.
framhald
Eirikur Lindenskov
Jacob Dahl, próstur.
hevur serliga við bíbliu-
týðing síni veit føroyska
málinum veg inn í
kirkjuna.