leygardagur 26. mars 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Rock All - fiskur og olja
TAÐ eru nú ngkur ár síðani, at bretar
einvíst tóku sær rætt til eitt 200
fjórðinga fiskimark kring Rock All ella
betri kendur í Føroyum sum Rokkurin.
Hetta bretska kravið hava m.a. før-
oyingar, danir og íslendingar ongantíð
góðtikið. Tvgrturímóti meta vit hetta
bretska kravið sum heilt órímuligt, økid
kring Rokkin er okkara tá hugsað
verður um eitt nátúrligt framhald av
landgrunninum.
| NÚ hava bretar so fyri fyrstu ferð víst
vøddar við at taka tvey skip, sum hava
| fiskað á einum øki, sum er minni enn
200 fjórðingar úr Rokkinum. Hetta eru
skip, sum eru skrásett í heilt fremm-
andum londum. Skip skrásett í Før-
oyum hava ikki verið nervað av at fiska
har - higartil. Men nú benda tíðindi á, at
bretar eisini hava føroysk skrásett skip
í kikaranum. Teir hava verið úti eftir
Ljósafelli. Um hetta er'beint so merkir
tað ein beinleiðis avbjóðing til
føroyingar. Tá er tað ikki ein spurn-
ingur um úr hvgrjum londum skipini
eru úr ella ein spurningur um at forða
londum, sum einki hava við hetta gkið
at gera ella hava avtalur við EF. Tá er
talan rætt og slætt um nú at vísa
grannunum at Bretland eigur gkið sum
liggur 200 fjóðringar úr Rokkinum.
VIT loyva okkum at seta spurningin,
um hetta bretska útspælið kann hava
nakað at gera við tey mongu
oljufundini við Hetlandsrennuna? Tí
hvat munnu ikki økini sunnan fyri -
harímillum tey innan fyri 200
fjórðingar kring Rokkin - goyma av
olju! So kann ein siga, at
undirgrundarmark og fiskimark hava
einki við hvørt annað at gera. Føroy-
ingar brúka sum part av síni argument-
atión í marknatrætuni við bretar nettup
Sunnudagin fer ein
føroysk sendinevnd við
Tummasi Arabo, fiski-
málaráðharra á odda til
Ruslands. Ætlanin er at
hava fundir í Murmansk
og í Moskva. Tummas
Arabo skal hava fund við
russiska varafiskimálaráð-
harran, Rodin um eitt nú
tey 5000 tonsini av toski,
sum standa føroyingum í
boði at keypa frá russum.
Haraftrat er talan um
annan fisk eisini.
Tummas Arabo sigur,
at teir á ferðini fara at
halda fram við samrød-
unum um at menna sam-
starvið millum londini
bæði og her kemur so
eisini møguleikin at fáa
fígging frå Danida inn í
myndina. Føroyska sendi-
nevndin skal vitja å
russisku fiskirannsóknar-
felagið.
stovuni eisini.
Við á ferðini eru eisini
trý umboð fyri reiðara-
hetta, at tað mest nátúrliga er, at fiski-
mark og undirgrundarmark er eitt og
tað sama. Lat okkum nú ímynda
okkum, at bretar at enda fara at góðtaka
hetta sjónarmiðið, og at teir síðani -
vísir í fáa rættin til 200 fjórðinga
fiskimark um Rokkin - tá eisini kunnu
siga, at markið eisini má vera undir-
grundarmark
NÚ mugu vit ansa eftir ikki at gera ov
nógvar metingar og gitingar, men
kortini er tað rætt at leggja fram allar
møguleikar á borðið fyri síðani at velja
og vraka. Eftir okkara tykki kann
bretska útspælið í Rock-Allmálinum í
samband við fiskimarkið væl botna í
einum taktiskum spæli í spurninginum
um olju. Síðani teir funnu olju millum
Hetland og Føroyar í 1990 hevur alt
bent á, at bretar hava fingið blóð upp á
tonnina. Teir hava roynt at dylja
upplýsingar, men føroyskir “njósnarar"
oa. hava uppsnúsað mangt áhugavert,
sum hevur gjørt, at bretar hava verið
tvingaðir til at spæla við meira opnum
kortum. Ella kanska er alt hetta
tilrættalagt av bretum, tá hugsað verður
um, hvussu royndir samráðingarmenn
teir eru.
EINGIN eigur at trúgva, at bretar - fyri
tað um teir koma smílandi til Føroya at
samráðast og brúka vøkur orð um
føroyskt gestablidni - ætla sær at geva
so mikið sum ein tumma av undir-
grundini. Teir vilja grópa alt til sín,
sum teir hava møguleika fyri. Teir ætla
sær nevniliga ikki at gera sama feil sum
mótvegis norðmonnum, tá teir fingu
bretar at "hoppa” upp á eina norska
loysn og harvið góvu norðmonnum
rættin til stór oljugki, sum teir annars
høvdu kunnað fingið við eini rættsak.
Tað liggja so ómetalga stór virði
goymd í undirgrundini á øllum gkinum
millum Føroyar og Bretland, at tað
Convinentsf Bra" Dan:gnalon ">. 7
by Denmark
/ JÁ tea dy Ta Ma Of ræend %
UL ore pn Vara Va %
FINTISA Dungeon ty Me UnNGG Kingeorm Y
vare a A
Hetta koruð vísir okkum krøvini hjá Føroyum, Onglandi, Írlandi og Íslandi til stóra ekið sunnan fyri. 1. er
føroysk-danska kravið. 2. er írska 3 er bretska og 4 er íslendska. Svarta og gráa ekið er har bretska og írska
kravið er tað sama sum føroysk-danska kravið
uttan iva er rætt sum føroyski
samráðingarleiðarin hevur ført fram:
“at ein góð loysn er betri enn ein skjót
loysn". Her má ikki farast fram eftir
fummum, tí vit samráðast í
veruleikanum um ognarrættin hjá kom-
andi ættarliðnum, ein ognarrætt, sum
vit higartil bert hava fingið til láns.
Bretska útspælið í Rokk-Allmálinum
nú eigur at verða sera væl kannað av
okkara myndugleikum og her stendur
so nógv upp á spæl, at vit eiga at fáa
okkum altjóða ekspertisu - umframt ta
donsku - at ráðgeva okkum.
jan
UTTAN at hava nakað at hava tað í -
vit kunnu ikki prógva okkara mistanka
- so eiga vit tó eisini at vera á varðhaldi
mótvegis donsku ráðgevingini, tí hon
tænir neyvan bert okkara egnu áhuga-
málum. Hon tænir sjálvandi uttan iva
donskum og helst eisini EF-áhuga-
málum. Tí ræður nú um at halda høvdid
kalt og fáa alla ráðgeving sum er tøk.
Tí tað er eingin løtt uppgáva at skula
dystast ímóti tí stóru bretsku leyvuni.
SOSIALURIN
I
Føroyska sendineyndin verður avheintað í Moskva av danska sendiharranum har.
Her eru teir báðir uttan fyri sendistovuna í russiska hóvuðsstaðnum