Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. mars 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ) Nr. 60 — 26. MARS 1994 Síða3 Nýtt tiltak á Lágargarði: Betri umsteður fyri tey sum eru mest i barndømi Handarastova á Lágargarði verður nú býtt í tvey, soleiðis at tey, sum eru mest í barndømi, men kortini eru birg, verða fyri seg Tað er heilt natúrligt, at gomul fólk eru í barndømi. Sagt verður, at 5% av teim- um yvir 65 ár , og 25% av teimum yvir 85 ár verða í bamdømi. Tá fólk nú liva longur og longur, sigur tað seg sjálvt, at fleiri teirra, sum eru á ellis- ella rgktarheimi í Føroyum, eru í bamdømi. Tað hevur sínar trupul- leikar, at tey í bamdømi skulu vera saman við hin- um, sum bara eru gomul og veik. Tey í barndømi krevja meira røkt og eftiransan, sum harvið hini ikki fáa, og tey í ørviti órógva hini. Í Svøriki og serliga í Dan- mark hava tey góðar roynd- ir á ellis- og røktarheimum við at hava deildir fyri seg til tey í bamdømi, og sein- asta hálva árið hava try starvsfólk á Lågargardi fyrireikað eina slíka deild á stovninum í Havn. Betri fyri øll - Hetta hevur als einki við sparing at gera, men er ein máti at gera viðurskiftini betri fyri øll og harvið menna stovnin, síga tær triggjar Kity Wang, Birna Johansen og Maria Kross- Pe hesi ætlanini liggur ikki á nakran hátt at goyma burt- ur tey, sum eru í bamdømi. Royndirnar aðrastaðni vísa, atstarvsfólkini eru betur før fyri at geva teimum ta røkt og umsorgan, sum teimum tørvar, tá tey eru fyri seg. Og samstundis fáa hini frið. Øll í bamdømi eru ikki egnað til at vera á eini slíkari deild. Tilboðið er ætlað teimum, sum annars eru birg, men tey eru í barn- dómi, tey hava tað við at rýma og eru ófriðarlig. Tað ereirki ánatúrligt, at summi gomul blíva soleiðis. Tað er ófriður á teimum, og tað er eins og tey leita eftir onkr- um, helst eftir sínum egna minni, ið er farið. Lágargarður er í trimum, ' Heimarastova, Miðstova og Handarastova. 16 fólk búgva á hvgrjari av hesum deildunum. Tær triggjar hugsa sær Handarustovu býtta sundur í tvey, soleiðis at átta búgva hverju megin. Onnur helvt- in skal verða til teirra, sum eru í barndómi. Stýrið fyri Lágargarð hevur góðkent ætlanina, og avvarðandi at gomlum á Lágargarði eru eisini kunn- að um hana. Ætlanin er at gera ta lítlu umbyggingina í summar, soleiðis at Handarastova verður í tveimum, tå summ- arið er av, og øll starvsfólk- ini aftur eru til arbeiðis, tí tað er sera umráðandi, at tað verða tey somu, sum ar- beiða á stovuni við teimum í barndómi. Henda tíðin skal eisini brúkast til at útbúgva starvsfólkini at arbeiða við fólki í barndømi, tí tað krev- ur serligt forstáilsi. Utbúgv- ingini syrgja tær sjálvar fyri innanhýsis. randi Vit hava sanniliga brúk fyri nýskapan — og tað kann ætlanin hjá Kommunuskúlanum hjálpa okkum við, heldur Torben Johannesen á Landsskúlafyrisitingini Torben Johannesen, ráð- gevi fyri royndar- og menn- ingarvirksemi á Lands- skúlafyrisitingini heldur, at ætlanin hjá Ouari Jacobsen, skúlastjóra á Kommunu- skúlanum í Havn er skila- gott. Tað at hava nakað at bjóða ungfólki eitt ødrvisi skúlatilboð, enn tey eru von við, heldur hann vera sera tydningarmiki6. | Honum dámar tí ikki at kalla ætlan- ina fyri 11. skúlaflokk, men heldur ein unglingaskúla ella okkurt so. Torben Johannesen rokn- ar við, at tað ber til at fáa pláss fyri onkrum royndar- virksemi innan fyri fíggjar- ligu karmarnar í jåttanini til fólkaskúlan, hóast hendan játtanin er nógv skerd sein- astu árini. Men harvið er ikki vist, at alt er leyst og så Torben Johannesen: At nakrir lærarar høvdu fingið loyvi til at roynt seg vid einum ødrvisi skúla hevði eisini komið vanliga fólkaskúlanum væl við. Mynd: Kalmar liðugt við ætlanini hjá Kommunuskúlanum. Aðrar ætlanir eru eisini, so tað kann vera, at Lands- skúlafyrisitingin noyðist til at velja ímillum. Ødrvisi skúll -Tað sum vit leggja sera stóran dent á í samband við eina verkætlan sum hana hjá Ouari Jacobsen er, at skúlin er ødrvisi enn vanligi fólkaskúlin, og at rættiliga nógv tíð fer til starvs- venjing, og tað er jú eisini tað, Kommunuskúlin ætlar, sigur Torben Johannesen. Hann leggur aftrat, at við eini tílíkari roynd fáa nakrir lærarar eisini høvi til at arbeiða ødrvisi, og kunnu teir nýta hesar royndirnar í sínum arbeiði í fólkaskúlan- um er nógv vunnið. Hetta hevði havt eina nýskapan innan fólkaskúlan við sær, og tað hevði bert verið av tí góða, sigur Torben Johann- esen. tór.- mede ——— Lágargarður læt upp í 1987. Arbeitt verður støðugt vid at menna stovnin og finna uppá nýggj tiltók fyri at gera viður skiftini betri bæði fyri tey gomlu og fyri starvsfólkini Tlf. 17500 vid Oyggjarvegin n | | | Í | | frá Skírisdegi til og við 2. påskakvøld | 'Påska-FAMILJUTILBOD Í Í i ÓKEYPIS fyri eitt barn saman vid hverjum vaksnum | Atvefjaímillumer = | Forrættir: Hovuðsrættir: * Rómalegerað * Heilstoktur oksahåryggur v/ grønmeti aspargessuppa og sås av soðnum * Laksafarserad fiska- rulla v/ salati og dippi * Tartelet við skinku * Heilstokt lambasteik v/ grønmeti, Wal- dorf salati og Madeira sós * Glaseraður hamburgarryggur og grønmeti v/ grenmeti og urtasós | Tilallar rættimar—— | Kostnaður || bjóða vit bakað epli 8 chips EINANS 130,- | Eisini fæst okkara vanliga á la carte matskrá 2. PÅSKAKVØLD | Opið er ALLAR DAGARNAR syngur frå kl. 12:00—15:00 | TORSHAVNAR 8 kl. 18:00—21:30 MANSKOR pe 8 á matstovuni Í MATUR ÚT AV HÚSINUM | Eykakostnaður Verður koyrdur við hýru- einans 30,- | vogni. Kann eisini avheintast. / Altíð Vinarliga bíleggið borð vælkomin á - #4%% Ér Hotel Føropar