leygardagur 26. mars 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 60 — 26. MARS 1994 Síða 13
Skúlarnir i Klaksvík:
Døgurdatimin
fer nu burtur
Næsta skúlaár fara næmingar og lærarar ikki
heim á dógurða, hevur skúlaneundin í Klaksvík
samtykt
Í áravís hava tey í Klaksvík
tosað um at koyra døgurda-
tíman í skúlunum burtur.
Og nú skal tað verða.
Skiilanevndin samtykti
herfyri, at næsta ár verður
eingin døgurdatimi.
Tað hevur allatíðina verið
eitt ynski hjá nógvum at
gevast við døgurdatima-
num, tí nógv børn hava so
langan veg í skúla. Tey,
sum búgva á Bumshamri,
undir Fjalli, undir Klakki og
undir Brúnni havaso langan
skúlaveg, at tey kunnu ikki
ganga aftur og fram og
haraftrat fáa stundir til at
eta. Foreldrini mugu koyra
børnini í bili, skulu tey hava
stundir at eta ein bita heima
í døgurdatimanum.
Jóannes Poulsen, for-
maður í skålanevndini, sig-
ur, at skúlanevndin var
samd um at koyra dógurða-
tíman í skúlunum burtur.
Næsta skúlaár verður
royndarár við ongum døg-
urðatíma. Í staðin verður
matarsteðgur í hálvan tíma,
tá næmingar og lærarar
kunnu eta sín matpakka.
Hetta fer at koma væl við
hjá næmingunum, sum
komat.d. av Viðareiði og úr
Kunoy, tí tey eru ongantíð
sloppin heima á døgurda,
og nú fara tey at kunna
verða saman við hinum í
A———1———
matarsteðginum.
Tað fer at lætta nógv um
ferðsluna, at døgurdatimin
verður tíkin burtur. Nú er
ofta sera trupult at koma
fram á middegi, tå øll børn-
Hesi børnini eru nú yvir
tann aldur, at tey skulu
vera í skúlanum í í
døgurdatimanum. Næsta
ár verður einki, sum
eitur at fara heim úr
skúlunum í Klaksvík á
midde gi
ini fara heim og aftur i
skúla, og bilarnir eru enn
nógvir.
Ein onnur grundgeving
fyri at sleppa døgurdatim-
anum nú er, at nógv arbeiði
er sum oftast á Kósini, og
tað -hevur við sær, at í
nógvum heimum er eingin
at hava matin á borðinum,
til børnini á middegi.
Skúlaleiðslumar = hava
fingið álagt frå skålanevnd-
ini um at senda boð
gjøgnum børnini til foreldr-
ini um broytingina.
randi
næstu viku
Men arbeiðsleys fáa pengar
mikudagin
Sjálvt um Arbeiðsloys-
isskipanin enn ikki hev-
ur tíkið lán, eru pengar
til eitt útgjald.
Mikudagin skuldu
pengarnir til tey arbeiðs-
leysu verið komnir inn á
konto teirra í peninga-
stovnunum.
Tey vanligu arbeiðs-
leysu fáa hesu ferð peng-
ar fyri tíðarskeiðið frá
14. mars og til páskar.
Tey flestu á fiskavirkj-
TIPS-dystir
í viku nr. 13
2./3. apríl
1. Aston Villa-Norwich
2 Everton-Blackburn
2 Ipswich-Coventry
pr Che
5 Queens Park R --Leeds
6 Sheffield U--Arsena!
7. Southampton-Manchest C
8 Tottenham-WestHam
9 Wimbledon-lLiverpool
10. Brøndby-AGF
11. FC København-AaB
12 OB-Lyngby
13. Silkeborg-Íkast
unum fáa hesu ferð
pengar fyri tíðarskeiðið
frá 7. mars til 18. mars.
Arbeiðsloysisskipan-
in boðar frá, at skriv-
stova teira verður
stongd í stilluviku. Tað
ber tó til at geva skip-
anini boð við at skriva
ella at senda telefax, nr.
10263. Eisini er ein
postkassi uttanfyri
dyrnar til avgreiðsluna.
BERGMENN
dansitónleikur ið
dugir
HF í ár sum higartil
Eingi lógaruppskot kemur nú um at broyta HF-skipanina, men
studentaskúlaskipanina broytir landsstýri við kunngerð
Landsskúlafyristingin
gjørdi í so skjítt av, tá hon
sendi út umsóknarbleðini til
HF, og har varð sagt, at
aldursmarkið var hækkað til
19 ár. Viðmerkt varð tó, at
reglan um aldursmarkið var
treytað av, at skipanin varð
broytt.
HF-skipanin verður ikki
broytt á hesum sinni, og
øllum stendur tí frítt at søk ja
inn á HF, um tey annars
lúka hinar treytirnar, ald-
ursmark er einki.
Ein arbeiðsbólkur hjá
Landsskúlafyrisitingini
gjørði álit, sum mælti til at
broyta bæði FH- og stud-
entaskúlaskipanina. Lands-
skúlaráðið góðkendi í høv-
uðsheitinum hetta álit, men
HF- og studentaskúlanæm-
ingarnir mótmæltu. Teir
hildu tað m.a. vera skeivt at
styrkja studentaskúlaút-
búgvingina, sjálvt um læru-
greinin danskt skuldi skerj-
ast. Teir hildu tað eisini vera
skeivt, at seta aldursmarkið
19 ár til HF, sum teir hildu
eisini fór at gerast verri
innihaldsliga av ætlaðu
broytingunum.
Landsskúlasfyristingin
vildi hava landsstýrið at
skunda sær at koma við
uppskoti at leggja fyri ting-
ið um at broyta studenta- og
HF-skipanina.
Men nú sigur landsstýrið,
at einki uppskot um at
broyta HF-skipanina verð-
ur lagt fyri tingið í hesi ting-
setuni. Uppskot um at
broyta ta skipanina verður
ikki lagt á tingborð fyrr enn
í Glavsøkutingsetuni í år, og
skipanin verður tí ikki
broytt fyrr enn í 1995.
Hetta hevur við sær, at
Landsskúlafyrisitingin nú
lýsir vid, at øll, sum lika
verandi treytir fyri at koma
inn á HF, kunnu søkja í ár.
Umsóknarfreistin er 15.
apríl.
Studentaskúlaskipanin
verður tó longu broytt nú.
Lóg um nýggja skipan kem-
ur tó ikki enn, men lands-
stýrið sigur seg hava heim-
ild til at seta skipanina í verk
við kunngerð. Lógarupp-
skot verður lagt fram í ólav-
søkutingsetuni.
Orsøkin til, at lógarupp-
skotið ikki verður lagt fram
nú, er, at lógardeildin í
Tinganesi er av teirri áskoð-
an, at neyðugt er at lesa upp-
skotið nágreiniligari, so tað
samsvarar við tær lógir, ið
annars eru í gildi á økinum.
randi