leygardagur 26. mars 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (SK)
Síða 14 Nr. 60 — 26. MARS 1994
Undangongu-
maður 100 ár
Lagt til rættis: Jóannes Hansen
Komandi mánadag verða 100 ár síðandi Victor Danielsen varð
fóddur. Hann doyði kyndilsmessudag 2. februar, í 1961.
Tilkomin fólk minnast Victor Danielsen, sum við sínum framúr
evnum á mongum økjum og einum óvanliga stórum arbeiðssemi
setti dám á í lítla landi okkara í meiri enn 40 ár.
Nútíðin og framtíðin fer at minnast Victor Danielsen sum
mannin, ið umsetti Bíbliuna til fóroyskt. Bíblian í hansara
umseting kom út hin 19. mars 1949 ella fyri 45 árum og einari
viku síðan.
Vit loyva okkum her at
endurgeva brot úr tí,
sum Magnus Dam Ja-
cobsen skrivaði um
Victor Danielsen, tá
hann skrivaði Í Grøn-
landi við Kongshavn.
Synd er at siga, at nógv
er skrivað um Victor
Danielsen og felags fyri
nógv av tí, sum er fest á
blað er, at tað eru fólk
úr somu samkomu,
sum Victor stóð í,
brødrasamkomuni, ið
hava skrivað og greitt
frá.
Magnus dylur íkki
yvir, at tað er sum ein
uttan fyri standandi, at
hann sær Victor Dan-
ielsen. Okkurt av ti,
hann kemur inn á, er
ikki í samsvar við veru-
leikan, men lýsingin
gevur greiða ábending
um, hvgrjum maðurin
var bergtikin av og
ynskti at ofra alt sítt lív
og sína orku fyri.
Í komandi viku fara
vit at gera meira burtur
úr merkismanninum
Victor Danielsen.
Brødrasamkoman kyknaði
upp í Plymouth í 1820-un-
um. Til Føroyar kom hon
seinast í 1800-talinum við
William Sloan, trúboðara.
Hesin maður var kent sum
fitt og elskuligt fólk. Hann
var urtagarðsmaður, ið still-
førur og tolin sáaði tey
fyrstu sáðkornini í Harrans
urtagarði. Men hann, ið
rættuliga setti ferð á, var
Victor Danielsen. Hesin
rúmaði bæði Luther og
Ignatius Loyale. Manisku
kraftina og trúnna hjá Luth-
er, stálviljan og logiska
hugsanarháttin hjá Kaptajn
Ein Harrans stríðsmaður á herferð skrivaði Magnus Dam Jacobsen í tekstinum til hesa mynd. Victor Danielsen í
Loyale, ið stovnaði jesu-
ittarnar, = andstýðubólkin,
framherjarnar hjá katolikk-
unum mótvegis trúbótini.
Ágrýtin, arbeiðsamur,
einki himpr, eingin ivi, ein
andaligur bulldozari. Vic-
tor var skúlalærari, men,
sum tann Harrans stríðs-
maður hann var, eyðkendur
strugglari, tagdi hann ikki
við boðskapi sínum innan
skúlagátt, men bar hann við
sær allastaðni. Hetta kundi
ikki ganga, at skúlastovur-
nar vórðu gjørdar til møti-
salir, hann vard ti settur frå
sum lærari.
Kollfjarðadali. Her stendur hann framman fyri opna køksgluggan og ber fram sín vitnisburð. Til viks Dánjal, elsti
sonur Victors og Tom, tað er bara ein Tom.
Men hetta var, sum at seta
eld í fjús. Nú tók hann
rættuliga dyk á seg, lívs-
verkið skuldi fullførast.
Hann ferðaðist um oyggj-
arnar í líkindum og ólíkind-
um. Hann var hin føddi
slóðbrótarin. Einki var 6-
gjørligt fyri hann og Vår-
harra. Varð hann ikki boðin
innum, stóð hann í túninum
við kollinum í samanløgd-
um hondum og bar fram
boðskapin. Komi at hugsa
um mynd úr Kollafirði, har
Victor stendur júst soleiðis
framman fyri opnan køks-
glugga. Stutt frá honum sita
Tom, tað er bara ein Tom,
og Dånjal, elsti sonur Vic-
tor. Dánjal greiddi mær frá,
at har vóru teir bodnir inn-
um. Mamma segði frá innan
úr Skála: »Hvørja ferðina
Victor kom til bygdina, stóð
maður fyri honum við ár á
lofti og rak hann um borð
aftur. Hetta endurtók seg í
fleiri ár, men so setti Victor
fótin á land, maðurin við
árini var deyður<.
Stóð ein dagin úti á
Fornagørdum, blikksmiðj-
uni hjá Kjølbro, tá verfaðir,
Erling Høgnesen, var stjóri,
og tosaði við Dánjal. Tá
segði hesin, at faðir hansara
hevði lagt pennin frå sær.
Hetta helt hann vera so løg-
ið, tí teir vóru tveireinir,
faðir hansara og pennurin.
Stutt eftir hesa samrødu
doyði Victor. Sama dag
kom eg fram á Arnstein
Niclasen, ið stóð á trappuni
til verkstaðin. Hann var í
djúpum tonkum. Fregnað-
ist, hvat hann hugsaði um?
>Jú<, var svarið, >hvussu
brúkti Victor talentina, hvat
legði hann eftir seg?<
Ja, líta vit aftur um bak, er
at undrast á, at einsamallur
maður hevur verið førur fyri
atavrika so nógv. Hann um-
setti fyrstu føroysku bíbli-
una ikki minni enn tvær
ferðir. So vítt eg havi frætt,
var orsøkin tann, at fyrsta
umsetingin var farin til
Noregis til prentingar, men
so kom heimsbardagin ann-
ar. Eftir bardagan helt hann
b