týsdagur 29. mars 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Itøkilig uppskot tróta
HERFYRI skipaði Føroya Fiskimannafelag
fyri áhugaverðum fundi í Norðurlandahús-
inum um alternativa fiskiveidi. Nógv fólk
vóru mett og teirra millum nógv kend
vinnulívsandlit. Á fundinum vórðu teir
ymsu meguleikarnir, sum eru á djúpum
vatni serliga, vidgjørdir. Nidurstødan var
tann, at her eru nógvir óroyndir møguleikar
og spurningurin er bara at fara í gongd. So
einfaldur er spurningurin nú heldur ikki, og
tað kom so eisini fram á fundinum. Men fyri
at kunna loysa upp fyri trupulleikunum og
knútunum er tó bert eitt at gera, og tað er at
fara í gongd so ella so. Á sama hátt sum
menn hava tikið stig til at fara undir eitt nú
gamaveidu eftir havtasku og svartkalva, og
hava fingið tað at bera væl til, so er eisini at
seta út í kortið aðra alternativa veiðu. Og
her verða nevnd fiskasløg sum hávur,
krabbi, búrfiskur, morafiskur, lítla brosma
osfr.
ENN er tó rættiliga nógv óvissa knýtt at
bæði veiðu, framleiðslu og sølu. Men fyri at
kunna fáa bilbukt við hesum er at fáa gjørt
royndir. Og tað var nettup eitt av endamál-
unum við fundinum í Norðurlandahússinum:
at eggja monnum til at royna nýggjar leiðir.
Eisini landsstýrið hevur saman við Fiski-
rannsóknarstovuni roynt at birta uppundir
slíkar royndir og fara í næstum skip á
royndarveiðu fyri almenna rokning. í dag er
frásøgn frá fundinum. Føroyski fiskifrød-
ingurin Jákup Reinert vísir á teir mongu al-
ternativa møguleikarnar, men heldur um
somu tíð fyri, at vit eiga ikki at vænta
okkum alt ov nógv av hesi nýggju veiðuni,
tí har eru so nógvir ókendir faktorar. Hann
Ríkisfelagsskapurin
er framvegis ein trygd
Hvorki heimastýrislógin ella Danmark eru skuld í fóroysku krepp-
sigur annars, at henda veiðan verður ikki
bjargingin hjá føroyska samfelagnum.
Bjargingina hóma vit ikki fyrr enn betri
prísur aftur fæst fyri upsan, og toska- og
hýsustovnurin koma fyri seg aftur.
TAÐ er greitt, at vit eiga eggja monnum til
at royna nýggjar leiðir. Tað er tó greitt, at
hetta er ikki nøkur løtt uppgåva, nú stud-
ningsskipanin er burtur. Tvs. at tú kanst ikki
longur brúka almennan studning til at fara
undir at veiða nýggj fiskasløg. Veiðan má
byggja á marknaðarligar fyritreytir. Nettup
tí krevur hetta nógv av hverjum einstøkum,
sum fer í gongd. Tað almenna eigur at vera
við í innleiðandi fasuni og er tað eisini
nettup tað, sum verður gjørt í sambandi við
alment stuðlaða royndarveiðu. Alt gott at
siga um alternativu royndirnar, men vit
mugu tó minnast til, at tær fara ikki at bjarga
samfelagnum, tó at tær kunnu vera eitt gott
ískoyti. Tað skal meira til enn so. Vil tað so
illa til, at upsaprísurin ikki fer at batna og
toska- og hýsustovnurin ikki koma fyri seg
aftur í bræði - tá er stóri spurningurin: hvat
so! Eingin ivi er um, at vit eru noydd til at
blanda kortini heilt av nýggjum og síðani
stinga út í kortið ein heilt fiskivinnu-
politikk, sum ikki bert snýr seg um at beta
um her og har, men sum byggir á, at vit um
nøkur ár aftur mugu fáa optimalt burtur úr
stovnunum aftur.
HER verður tí helst talan um at hugsa heilt
nýtt og læra av gjørdum mistøkum og
royndum. Vit mugu til at taka um sjálva
rótina og spyrja okkum sjålvi, hvussu fram-
tíðar flotin skal síggja út. Hetta er í veru-
leikanum tað mest grundleggjandi í øllum
ordaskiftinum um Føroya framtíð. Antin vit
— 2127" 22
finna olju ella ikki, so fara vit altid at seta
okkara álit á fiskivinnuna, tí henda vinna -
mótsætt oljuni - byggir á eitt tilfeingi, sum
endurnýggjar seg sjálvt og tí ongantíð
verður uppi - verður tað skynsamt røkt.
VIT mugu - og hetta mugu okkara polit-
ikarar, embætisfólk, vinnulívsfólk oo. leggja
sær í geyma - til at stinga ein heilt nýggjan
politik út í kortið - ein politikk, sum ikki
hyggur eftir biligum og stuttsiktabum at-
kvøduloysnum - men sum hyggur longri
fram og hvers høvudsmålsetningur er at
byggja uppaftur stovnarnar og síðani troyta
teir á skilabesta hátt. Vit mugu spyrja: eru
tað trolarar, línubátar, útróðrarbátar ella
aðrar bátar vit skulu grunda troytanina av
komandi tilfeinginum á? Vit mugu leggja alt
gamalt agg til viks og ístaðin leggja saman
alla okkara vitan um, hvussu fiskirikidømid
verður best troytt. Út frá tí mugu vit kunna
siga, hvussu komandi fiskifloti okkara skal
síggja út og hvussu viðgerðin av fiskinum
skal fara fram, soleiðis at flest møguligar
hendur kunnu lata svanga meginlandinum
tann best hugsandi fiskin - fyri tann best
hugsandi prisin. At fara aftur til
Danmarkar at samráðast um mongu óloystu
og nýggju trupulleikamar, sum hava stungið
seg upp í samfelagnum hesa seinastu tíðina -
uttan sjálvir at hava gjørt sær eina meining
um, hvussu vit í framtíðini skulu troyta og
handfara tilfeingið - er tað sama sum at vilja
lata standa. Vit mugu líta frameftir og til
tess mugu vit hava nakrar itøkiligar loysnir
ella loysningsmodell. Vit hava ikki loyvi til
at lata verandi stríð millum línu og trol og
onnur innanhysis stríðsmál forða fyri, at vit í
heila tikið kunnu byrja at hugsa nýtt. Tí skal
tað vera okkara vón, at vinnulívsmenn í
Føroyum oo. í stundini fara undir at hugsa
nýtt og konstruktivt og harvið fóðra okkara
politikarar við hugskotum til loysnir.
VIT ivast onga løtu í, at tað verður neyðugt
við nýggjum samráðingum við danir. Vit
ivast heldur ikki í, at tað danir helst síggja
er, at vit sjálvi koma við nøkrum uppskotum
til loysn at leggja á borðið. Hesar mugu
gjarna kosta "nógvar" pengar, um tær eru
heilar og harvið beta um framtíðar lívs-
grundarlagið - enn at vera hálvar loysnir,
sum gera, at stødan bara stendur við og
versnar. Latið okkum frá nú av brúka alla
orku - allar okkara bestu heilar og hendur -
til at seta út í kortið, hvat vit skulu gera ikki
minst á fiskivinnugkinum í framtíðini. Ein
ftøkilig ætlan má gerast, soleiðis at okkara
fólk, næstu ferð tey fara til Danmarkar, hava
við sær nakað itøkiligt og skapandi í skjátt-
uni. Hetta er so sanniliga ikki bert ein upp-
gáva hjá okkara politikarum men er meira at
meta sum ein brain-storm uppgáva fyri
okkum øll. Landsstýrið átti tí nú at biðið um
hugskot - ætlanir - projekt - frá teimum
mongu, sum veruliga hava nakað upp á
hjartað. Ella møguliga átti landsstýrið bein-
anvegin at sett ein bólk við teimum frægastu
høvdunum at komið við uppskotum. Steðan
í okkara landi er alt ov álvarslig til at lata
allan útviklingin upp í hendurnar á teimum
politisku flokkunum - aleina at avgera, hvat
skal henda og ikki. Tað hevði tí verið eitt
skilagott uppskot, um landsstýrið tók eitt
slíkt stig sum her nevnt. Harvið hevði tað
eisini víst sín sanna vilja til at taka allar
góðar kreftir við upp á ráð.
SOSIALURIN
un!
Í longri tíð havaávísir bólk- seg sjálvan og okkum onnur
ar í Føroyum roynt at vissa = um, atdanir hava alla skuld-
1. floks bein-
8 skræðuleys
SALT- 8 KRYDD-
SILDAFLØK
i spann å 5 kg
Verdur koyrd til hus
f Havn. Annars vid
Strandferåsluni
SILDAGOYMSLAN
Stoftalåg 17
Tlf. 12355 (kl. 9-13)
ina fyri føroysku búskapar-
kreppuna. Hetta er tann
mest ómansliga stóða, vit
føroyingar kunnu hava, tí
eingin uttan vit føroyingar
sjálvir hava høvudsskuld-
ina fyri kreppuna i okkara
landi.
Jú fyrr vit ásanna hetta, jú
skjótari og betri læra vit av
mistøkunum, og kunnu
virka okkum burtur úr
kreppuni aftur við hjálp frá
ðrum, einamest via ríkis-
felagsskapin við Danmark.
Lat tað verða sagt, at á-
virkan útifrá og eisini ávirk-
an frá náttúruni hava verið
medvirkandi orsøkir til
okkara biiskaparkreppu,
men okkara politikarar — úr
øllum politiskum flokkum,
eingin undantikin — okkara
bankaleiðslur, okkara
fiskasølur, okkara vinnu-
lívsleiðarar, okkara fakfe-
lagsleiðarar osfr. hava ikki
livað upp til ta neyðugu á-
byrgdina. Og tey allarflestu
av okkum føroyingum hava
kravt meira og meira ár fyri
ár, uttan at hava hugsað
okkum nóg væl um. Tað er
høvudsorsøkin til búskap-
arkreppuna.
Í dag er nærum einasta
bróðurhondin og einasta í-
tøkiliga hjálpin at heinta úr
Danmark. Hóast heima-
stýrislógin er frá eini aðrari
tíð, so er ríkisfelagsskapur-
in og nevnda lóg einasta
trygd í dag fyri, at vit fáa
hjálp og fara at fáa hjálp
framyvir — hjálp til sjálv-
hjálp — so vit kunnu basa
búskaparkreppuni og
venda gongdini. Men hetta
er og verður ikki lætt, tað
kemur at taka tíð og krevja
offur av okkum øllum í hes-
um landinum.
Javnadarflokkurin åsann-
ar hendan veruleika. At
heimastýrislógin og ríkis-
felagsskapurin framhald-
andi eru hornasteinar í før-
oyskum politikki. Ein um-
hugsað endurskoðan og nú-
tímansgerð av heimastýris-
lógini verður tí ikki framd
nú — í hesum fyri okkara
land so óstabilu tíðum.
Harafturímóti fara vit at
royna sum best at gera brúk
av teim rættindum og teirri
hjálp, sum ríkisfelagsskap-
urin kann geva okkum, utt-
an at húskallalyndið aftur
skal køva føroysku fólka-
sálina.
Um stutta tíð verður eitt
uppskot frá landsstýrinum
vidgjørt til nýggja styris-
skipanarlóg. Hetta er ein
staðfesting av, at tað var her
í Føroyum og ikki minst í
teirri politisku stýrisskip-
anini, at mistøkini vórðu
gjørd seinastu 20 árini.
Komandi lógin verður so
ein roynd í størstan mun at
bøta fyri, at mistøk aftur
verða gjørd í framtidini, og
um ta hendir, tá at staðfesta
ábyrgdina.
Tað er bæði klókt og rætt
av landsstýrinum at byrja á
egnum gki við slíkum ábót-
um.
Aðrir siga, at loysnirnar á
búskaparkreppuni er, at vit
frásiga okkum blokkin frá
Danmark stigvíst, móti at
Danmark sleppur okkum
undan verandi skuldar-
byrðu. Hetta er ein alt ov
stuttskygd loysn, sum fer at
hevna seg aftur. Tað má
vera utopi at halda, at vit
bóta um búskapin í Førov-
um við at frásiga okkum
inntøkur til fíggjarlógina —
sum blokkurin jú er — sam-
stundis sum vit síggja at
sama fíggjarlóg ár um ár
hevur methali — væl sterr:
hall, enn teir stýrandi høvdu
sett sær fyri. Hesin logikkur
Framhald á síðu 1!