Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mars 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 3 Tíðindablaðið Eisini í Týsklandi er ein herferð móti føroying- um í samband við grindadrápið, men allir týskarar taka ikki undir við teimum umhvørvis- fólkum, sum standa aftan fyri herferðina. Nobert B. Vogt sigur, at vinafelag Føroya í Týsklandi roynir at stríðast ímóti. Hann sigur, at felagið roynir at greiða týskarum frá, hvussu nógv grindin hevur at siga fyri føroy- ingar. -Eisini hava vit lagt serastóran dent á nýggju grindareglugerðina sum skal tryggja, at grinda- drápið gongur fyri seg so hampuligt sum gjør- ligt. -Men tað er hart at stríðast ímóti teimum blóðugu mydunum og ørkymlandi upplysing- um, sum koma fram um grindadråp, sigur No- bert B. Vogt. Hann legg- ur aftrat, at herferðin er ógvuliga ósaklig, og at umhvørvisfelagsskapir nir taka bert tad fram, sum tænir endamålinum at spilla føroyingar út. Hann heldur annars ikki, at herferðin rættiliga Grindaspurningurin: Herferðin móti tykkum Orættvis Í grindaspurninginum eru tit føroyingar sera órættvíst viðfarnir, og tað vilja vit í okkara felagi bøta um, sig- ur Nobert B. Vogt Andre Niclasen er ein teirra í Føroyum, sum er limur í týskum-féroyskum felag. Hann hevur í sínum arbeiði sum lærari fingið ein heilan hóp av týskum undirvisingariilfari, og tað er hann eisini fegin um. Her saman við Nobert og næmingum á Studentaskúlanum í Hoydølum. Mynd: Kalmar rinur vid vanliga tyskar- an. Men hóast tað heldur Nobert B. Vogt tað hava týdning, at onkur mutar ímóti, og ber saklig tíð- indi úr Føroyum, og tað hevur felagið eisini sett sær fyri at gera framyvir. Nobert B. Vogt sigur annars, at av teimum umleið 100 limunum felagið hevur, eru nakrir úr Føroyum. Fleiri eru vælkomin at tekna seg sum lim. Tað kann ger- ast við at venda sær til Holger Andersen, Jút- landring 180, 24109 Kiel. Telefon: 0431/525207 tór.- Tyskt/føroyskt felag: Føroyar góðar møguleikar sum ferðafólkaland -Tykkara reina umhvørvi er tykkara størsta dygd sum ferða- fólkaland, og eg ivist ikki i, at åhugin i Tysklandi, at ferdast i Føroyum, fer at økjast, sigur Nobert B. Vogt, nevndarlimur i vinarfelag føroyinga i Tysk- landi Gott er at hava góðar vinir. Og tað hava vit føroyingar. Eisini í Týsklandi, har nøkur fólk, fyri seks árum síðani, tóku seg saman og stovnadu føroyskt vina felag. Ein teirra, Nobert B. Vogt, sum er blaðstjóri á tidarriti, felagið gevur út, er í løtuni í Føroyum. Nobert B. Vogt greiðir frá, at felagið arbeiðir ser- liga á mentunarliga økinum. Millum annað gev- ur felagið út eitt tíðarrit tvær ferðir um árið, har greitt verður frá ymiskum viður- skiftum í Føroyum. Før- oyskar skaldsøkur, bóka- ummæli og vísindaligar greinireru millum innihald- ið í tíðarritinum. Felagið er ikki stórt, tey hava umleið 100 limir, og líka lítið er felagið ríkt, men limaskarðin er sera áhugað- ur at frætta um Føroyar, sigur Nobert B. Vogt. Rithøvundurin Jens Pauli Heinesen er heidurslimur í felagnum. Hetta kemur av, at hann verður roknaður sum gott umboð fyri nýggj- ari føroyskan skaldskap, sum hevur gott orð á sær millum tey í Týsklandi, sum havalisið nakað av føroysk- um skaldskapi. Tað er ikki nógv, sum er týtt til týskt av føroyskum skaldskapi, men nakað er, og felagið stimbr- ar týðarum at gera meira við hetta. Vita lítið um Føroyar Nobert B. Vogt sigur, at týskarar vita annars lítið um Føroyar. Vita illa nokk hvar landið er. Tá hann fór á ferðaskrivstovuna at keypa sær flogseðil til Føroya var neyðugt hjá honum at greiða teimum frá, hvar Føroyar vóru. Hann sigur, at týskarar vita lítið meira um Ísland og Grønland, men at åhugin yvirhøvur er vaksandi fyri londunum her norðanfyri. Føroyar sum ferðafólkaland Nobert B. Vogt heldur, at Føroyar havaavgjørt møgu- leika sum ferðafólkaland, men føroysk ferðavinna verður helst ongantíð sum í londunum sunnanfyri. -Tykkara reina umhvørvi og vakra náttúra er tykkara stóra dygd. Og so fólkið, Nr. 61 — 29. MARS 1994 sum her býr, sum er bæði vinsælt og hjálpsamt. Eg haldi, at tit skulu legja tykkum eftir heilt ávísum bólkum av ferðafólki. Teimum, sum vilja hava náttúruupplivingar. Ganga í fjøllunum, fiska síl 0.t. -Væl veit eg, at tað er eitt sindur dýrari hjá einum týskara at koma higar enn at fara suðureftir, men tað eru avgjørt tey, sum fegin vilja gjalda fyri tær upplivingar, tey kunnu fáa í Føroyum og neyvan aðrastaðni, sigur Nobert B. Vogt, og leggur aftrat, at hann fer sjálvandi ikki at siga føroyingum hvat teir skulu gera, men hann heldur, at gott hugskot hevði verið at lýst Føroyar sum ferðafólkaland á ein málrættaðan hátt. Millum annað við lýsingum í eitt nú fakblødum fyri sílafiskarar. -Tað er eisini heilt upplagt, at vera við tá Post- verkið sendir síni frímerki út. Frímerkini eru sera góð at fáa fólk at hava áhuga fyri Føroyum, heldur Nobert B. Vogt, sum heldur, at før- oyska frímerkjadeildin er gott umboð fyri Føroyar. Upplýsingar um bókmentir Beinleiðis grindini hjá Nobert B. Vogt hesaferð eru át fáa til vega tilfar til eitt yvirlit yvir tað sum er at fáa - um Føroyar á týskum og enskum. Hann roknar við at savna umleið 1700 nøvn á bókum, bløðum og týðarrit- um, og skal hetta vera ein hjálp hjá áhugaðum týsk- arum, sum vilja vita meira um landið í Atlantshavi. tór.- | | Cm Fór at leka Fríggjamorgunin fór báturin Lidarbrødur at leka. Hann vard stadd- ur vestanfyri. Venus fór til hansara og fylgdi båtinum inn å Hvalba, har slgkkiliðið á Tvøroyri kom við pumpum fyri at tóma bátin fyri sjáogv. Nakað av sjógvi var komið í lugarið, men lítið og einki í lastina, sigur politiið á Tvør- oyri. Påskastevnan '94 SKIRISDAG 31. mars dalshøllini oman å Vaglid kl. 15.30: Stevnan sett å Vaglinum kl. 19.30: Møti LANGAFRIGGJADAG 1. april kl. 9.00: Morgunmeti kl. 15.00: Bibliutimi kl. 19.30: Møti LEYGARDAGIN 2. april kl. 19.30: Møti kl. 22.00: Gospelkonsert i Gunda- ' dalshollini i Havn FYRRA PÅSKADAG 3. april kl. 15.00: Skrúðgonga frá Gunda- kl. 9.00: Morgunmøti kl. 15.00: Barnamøti kl. 19.30: Møti kl. 22.00: Gospelkonsert ANNAN PÅSKADAG 4. april kl. 9.00: Morgunmøti kl. 15.00: Møti kl. 18.00: Møti ØLL TILTØKINI ERU Í GUNDADALSHØLLINI Luttakarar: Salli Lognberg, Torbjørn Låadal, Elin Jacob- sen, Maja Dalsgarð, Jón Joensen, Eivinn Bringsberg, Pauli Hgj, Marna og Frants Petersen, Annika við Skipá, Litzie Lamhauge, Jógvan Steintún, Jógvan Martin Høj, Jens Vestergaard, Kaj Eyvindson o. fl. Sangarar: Keldukórið, Annika & Sigrid, trio úr Filadelfia, Hoyvíkskórið, Terje Vestergaard, Streingjakórið úr Sør- vági, Ungdómskórið í Hoyvík, Attaja, Salt, Ja'asanja, Regin Guttesen, Noomi & Co, Decision, Annifía & Co LEIDSLAN FYRI PÅSKASTEVNUNA