týsdagur 29. mars 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða8 Nr 61 —29. MARS 1994
Ein varði aftrat
Barnagarðurin Sýslan í Sørvågi var fríggjadagin alment tikin í
nýtslu
Barnagarðurin fekk eisini
aðrar gáður, teppi at gera
holur við, blómur og tvær
myndir, eina frá Pedago-
gfelagnum og eina frá
Javna
Fríggjadagin seinnapartin
var samkoma í Sýsluni, sum
nýggjasti barnagarðurin í
landinum eitur. Hann er í
Sørvågi, og er nú alment
tikin í nýtslu.
Umframt starvsfólk og
børn, vóru eisini komin um-
boð fyri landsstýrið og Al-
mannastovuna, fyri Peda-
gogfelagið, fyri Javna, fyri
bygdarrådini í Vágum, og
so var eisini nevndin fyri
stovnin og onkur løgtings-
maður.
Elsa Davidsen er leiðari á
sjálvsognarstovninum.
Hon letur væl at degnum,
har róður vórðu hildnar og
gávur handaðar.
33 bern
Stovnurin eitur Sýslan, tí
hann er í fyrrverandi sýslu-
manshúsinum í Sørvågi. 22
heiltíðarpláss er stovnurin
normeraður til. Tað eru
longu 33 børn í barnagarð-
inum, sum læt upp hálvan
februar, og fleiri kunnu ikki
vera her, sigur Elsa David-
sen.
Børnini eru millum 3 og 7
år. Dagrøktin, sum áður var
kommunal, er nå samskip-
ad vid stovnin. 15 børn und-
ir try åra aldur eru i dag-
røktini.
Gestirnir høvdu gåvur at
geva barnagarðinum.
Jóannes Eidesgaard,
landsstyrismadur, kom við
eini súkklu, sum børnini
vóru so fegin um, at tey
fóru at klandrast um hana
Tíðindablaðið
Eisini til
menningartarnað
Fimm pláss eru sett burt-
urav til menningartarnað
børn í Vágum. Fýra slik
børn eru á stovninum.
Elsa Davidsen er sann-
førd um, at hevði Daljan-
stova, sum nú er latin aftur,
ikki verið frammanundan,
var eingin bamagardur
komin. Sørvingar hava
stríðst í áravís fyri at fáa
barnagarðin á fótur.
Starvsfólkini eru fýra í
tali umframt fýra stuðuls-
fólk, sum taka sær av
teimum menningartarnaðu.
Í Daljanstovu høvdu tey
umlætting. Tá Daljanstova
varð nidurløgd, og barna-
garðurin kom í staðin, fóru
Elsa og onnur góð fólk at
streingja á fyri at fáa um-
lætting í barnagarðinum til
tey børnini, sum hava ser-
ligan tørv fyri neyðini. Tað
eydnaðist, takka veri m.a.
Jóannes Ediesgaard, lands-
stýrismanni, sum vísti stórt
forstáilsi, sigur Elsa.
Umlætting verður til tey
brekaðu børini annaðhvort
vikuskifti, og søkt verður
nú eftir fólki til tað arbeiði.
Elsa Davidsen sigur, at
tey øll eru væl nøgd við
barnagarðin. Húsið er stórt,
og møguleikarnir nógvir.
randi
dir:
Kristian Vang
Løgtingmadurin Frank
Davinsen legdi einum av
teimum smáu lag á at
súkkla