Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mars 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (SHU Smyril Line árligu páskaframsýningina í SMS: iligari at ferðast - pakkaloysnirnar sera tað møguligt Smyril Line hevur í hesum døgum ein bás á Torginum í SMS, har fólk hava møguleika at kunna seg um bíligar ferðamgguleikar — bæði við flogfari, skipi ella við báðum. — Tilbodini eru mong, ið gera tað møguligt hjá fólki at ferðast, hóast trongu tíðirnar, siga Annika Andreasen og Marni Hjallnafoss Ferðir, ið fyri nøkrum árum síðani vóru nærum óhugs- andi, at føroyingar hættaðu sær undan, av tí at tær vóru so dýrar, tá ferðin úr Føroy- um varð roknad upp í prisin -og tað skal hon sjálvandi — eru í dag nógv meira yvir- komiligar, og tað gerst eis- ini alt meira vanligt, at fólk fara slíkar ferðir, ið verða lagdar til rættis allan vegin úr Føroyum. — Vit hava fleiri tilboð um slíkar ferðir, og tær eru eis- ini nógv bíligari, enn tær hava verið fyrr, sigur Ann- ika Andreasen á flogdeild- ini hjá Smyril Line, sum í hesum døgum hevur årligu páskaframsýningina á Torg- inum í SMS, har ein básur stendur uppi við øllum tí nýggjasta Smyril Line kann bjóða kundum sínum innan ferding av øllum hugsandi slagi. — Fólk hava kanska ikki so nógvar pengar um hendi nú, men kortini kunnu tey kanska unna sær at ferðast, tá hugsað verður um pakka- loysnirnar, ið geva lægstu prísirnar á ferðunum. Sum dømi nevnir Annika eina vikuskiftisferð til Dan- markar, ið kann kosta beint oman fyri 2.700 krónur — og tá er gisting í tvær nætur á einum av teimum góðu ho- tellunum í Keypmanna- havn eisini við. Um fólk so eru uppaftur kræsnari og viljabúgva hesar báðar næt- umar á einum av teimum allarbestu hotellunum, er prísurin framvegis niðan fyri 3.000 krónur. — Umframt sjálva ferðina og gistingina skulu burtur av hesum takast 300 krónur í ferðaavgjaldi, so tað er týðiligt, at prísirnir eru heilt í botni, sigur Annika Andr- easen. — Tað sama er við ferðum suðureftir í heitari lond, har vit hava eitt gott samstarv við tað vælumtókta Dansk Folkeferie. Har ber til at fáa ferðir í eina viku fyri niðan fyri 5.000 krónur. Tá er tað prisurin úr Føroyum, talan er um, og ikki prísurin, tá tú fyrst ert komin niður til Danmarkar. Eisini góð tilboð við Norrønu Umframt ber eisini til at fáa ferðir frá Smyril Line, har tú kanst velja ímillum, um tú vilt flúgva annan veg- in og sigla hinvegin. — Hesar ferðirnar eru eis- ini vorðnar sera vælumtókt- ar, sigur Marni Hjallnafoss á skipsdeildini hjá Smyril Line. — Mong hava ikki møgu- leika at nýta sama ferðaveg báðar vegir, og tå kunnu tey velja. Marni Hjallnafoss sigur, at Smyril Line hevur stórt sæð somu prísir aftur í ár, og at talan eisini er um mong góð tilboð, um fólk heldur vilja sigla enn flúgva. Ser- liga tær fyrstu ferðirnar hjá Norrønu eru bíligar ferðir at fáa hjá teimum, ið vilja ferð- ast fyri ein lítlan penga. — Vit hava bilpakkar við summarhúsi uppií, og eisini eru onnur tilboð. Eitt nú hava vit fleiri bussferðir, ið fólk hava áhuga fyri. Buss- ferðin til París verður aftur í ár, og nýggja ferðin til Ber- lin og Prag hevur stóran áhuga millum fólk. Vit eru eisini spent, hvussu ferðirn- ar við báti í norska skergarð- inum fara at roynast. Alt hetta kunnu fólk ann- ars kunna seg nærri um á Torginum í SMS, har Smyr- il Line sýnir fram tað, ið er á skránni í hesum árinum. bj. Nr. 61 — 29. MARS 1994 Síða7 Viran TOP Hilmar Jan Hansen, bladmadur, skrivar KRIGGJ UM FISKIMARK setti sin dåm å vikuna, ið fór. Bretar hava hesa farnu vikuna gjørt nógv burturúr at halda fast við fiski- markið, teir sjálvir settu kring Rock All fyri skjótt tjúgu árum síðani. Eingi av teimum londunum, ið kappast við bretar um at fáa yvirvaldsrættin yvir sjóðkinum kring Rock All, hava góðkent hetta fiskimarkið. Hesi londini eru Føroyar, Ísland og Irland. Kort- ini ber ikki til hjá nøkrum av hesum londum beinleiðis at mótmæla, at bretar nú hava tik- ið tveir trolarar fyri at hava verið innan fyri »teirra« fiskimark. Talan hevur nevniliga verið um tveir trolarar, ið eru skrásettir und- ir hentleikaflaggi — ávikavist Rex, ið er skrá- settur í Limassol á Kypros, og Atlantic Hope, ið er skrásettur í Belize. Rex varð tik- in, meðan hann var á fiskileið, og Atlantic Hope varð tikin, tá hann kom inn til Loch- inver í landspartinum Sutherland í Skotlandi at landa veiðuna, hann hevði umborð. MEN HÓAST HESI bæði sakarmálini eru farin aftur um bak, eru ikki allar súður syftar í stríðnum um Rock All, og heldur ikki eru bretar nøgdir við tað, teir hava fingið burtur úr hesum báðum sakarmálunum í farnu vik- uni. Tíðindablaðið Sosialurin kundi leygar- dagin fortelja lesarunum, at bretar eisin hava verið úti eftir trolaranum Ljósafelli, ið ikki sum hinir er skrásettur undir hentleikaflaggi, men í Føroyum. Bretskir yvirmenn skulu hava sagt, at teir ætla at taka Ljósafelli, so skjótt teir fáa kjansin til tað, næstu ferð skip- ið hættar sær inn um teirra fiskimark. Hetta setir rættiligan spenning í málið viðvíkjandi fiskimarkinum um Rock All, tí her er talan um føroyskan trolara. Tá verður helst neyð- ugt hjá fóroysku myndugleikunum at sleppa passiva leiklutinum og taka til orðanna móti bretska politikkinum viðvíkjandi fiskimark- inum. Og tá er talan ikki longur um tilvildar- ligar hendingar á Hatton Bankanum, ið stórt sæð allur liggur innan fyri Rock All-gkið. HETTA ER EISINI ein annar vinkul av søguni, ti tá bretar gera so nógv burtur úr at „verja borg< kring Rock All, skúgvar hetta fyri ein stóran part grundarlagið undan ein- um parti av teimum mongu trolarunum, før- oyingar hava keypt í seinastuni, fyri at reka teir undir hentleikaflaggi. Fleiri teirra hava satsað upp á júst fiskiskap á Hatton Bank- anum, og tí kann gerast rættiliga smábýtt hjá teimum, tá teir ikki sleppa at troyta tær leið- ir, teir hava ætlað sær. Stórt sæð eiga hent- leikatrolararnir ongan góðan, tí sum nógv hevur verið gjørt burturúr, hava norðmenn frammanundan eisini gjørt sítt fyri meira ella minni at terroriserað teir. At bretar nú eisini eru byrjaðir, kann gera komandi tíðina tor- føra hjá skipunum og manningum teirra, ið stórt sæð eru føroyingar. Eitt føroyskt útspæl hevði tí kanska ikki verið av vegnum nú...