týsdagur 29. mars 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 61 — 29. MARS 1994
Miðbýurin blómar
hóast trongar tíðir
Nýggir handlar lata upp nærum hvørja viku í mið-
býnum, og tá várið kemur stendur býurin allur
í fagrasta blóma
Miðbýurin í Havn er bæði
vakur og hugnaligur, men
vit geva okkum ikki altíð
far um tað. Konsert í
vøkru démkirkjuni,
sjåldsama vakrir urta-
gardar, spennandi um-
hvørvid úti á Reyni,
hugnalig torg, kaffistov-
ur, sjónleikarhús og bio-
grafur eru nøkur tilboð,
sum vit sjáldan knýta at
miðbýnum, men stendur
tað til Miðbýarfelagið,
verður hetta broytt í
framtíðini, siga umboð
fyri Miðbýarfelagi.
Nýggir handlar
Fleiri handlar hava latið
dyrnar upp í miðbýnum
seinastu tíðina, so orðatakið
„Einki er soringt, at tað ikki
er gott fyri okkurt<, hevur
eisini gildi fyri miðbýin.
Ringu tíðirnar og húsa-
gangirnir hava havt við sær,
at prísirnir á leigaðum fer-
metrum er lækkaðir mun-
andi.
Ivaleyst hevur hetta virk-
að við til, at umhvørvid í
miðbýnum er ríkað við
fleiri nýggjum og fjøltått-
aðum handlum. Fyri at taka
nakrar upp úr rúgvuni, sum
nú halda til í miðbýnum,
kunnu vit nevna Simma
Musikkhús í Handilskjarn-
anum, tógvhandilin Igloo
og klædnahandilin Benett-
on í Dr. Jakobsensgøtu,
bakarahandilin Hjá Ró-
lanti, í Jóanes Paturssonar-
gøtu, Papirslonin og Kon-
ditaríið i Sverrisgótu,
Daddan í Lucas Debesar-
gøtu og Galleri í Vågsbotni.
Størri avbjóðing
Fremsta eyðkenni teirra,
sum tora at taka av slíkum
avbjóðingum. í tíðum. har
alt gongur eftir hæli, má
vera dirvi og áræði.
Tað borgar eisini fyri ein-
um meira livandi og av-
bjóðandi miðbýi, tí í dag
skal meira til enn bara van-
ligur handilsskapur fyri at
fáa endarnar at røkka
saman.
Miðbýarfelagið hevur tí
sett eina >herferð< í gongd
fyri at savna handlarnar í
miðbýnum um felags tiltøk,
sum skulu styrkja bæði
einstaka handilin og mið-
býin sum heild.
Hava fríðkað miðbýin
»Saman við býráðnum
skulu vit taka ábyrgd fyri, at
fólk trívast í miðbýnum<,
sigur Hjalmar Petersen,
nevndarlimur í Miðbýarfe-
lagnum. >Vit hava seinastu
árini staðið fyri nógvum til-
tøkum í gongugøtuni og
aðrastaðni. Eitt nú hava vit
um summarið havt torga-
dagar í gongugøtuni, og
tónleikarar og dansarar
hava undirhildið í miðbý-
num<, sigur Hjalmar.
>Miðbýarfelagið
strongdi eisini á, so Dr. Ja-
kobsensgøta varð fríðkað
og torgið gjørt uttan fyri
Keypssamtøkuna. Í Vågs-
botni eru eisini stór framstig
gjørd«, sigur Hjalmar, sum
heldur tað vera neyðugt at
síggja miðbýin sum eina
størri heild í dag.
„Fyrr var miðbýurin
Vaglið og nakað niðan eftir
Niels Finsensgøtu, men
hetta er ikki so longur. Mið-
býurin er rúmkaður mun-
andi og tyngdin liggur
longur uppi frá Káta Horn-
inum og niðan eftir og út
eftir Dr. Jakobsensgøtu«.
Metropolur i
Atlantshavl
>Miðbýurin hevur eisini
annað at bjóða enn júst
handlar. Eitt nú eru fleiri
matstovur við skeinkiloyvi í
miðbýnum. Hafnia, Rio
Bravo og Pizzaria og Café
Natúr eru millum teirra — ja,
og so ikki at forgloyma
Kondittaríið<, siga tey, tá
Randi borðreiðir við kaffi
og søtum afturvið. Á Kon-
dittarinum skeikja tey ikki
sterkari enn kaffi, men Kon-
dittaríið er ein partur av
býarmyndini, sum havnar-
fólk — og bygdafólk við —
ikki vildu verið fyri uttan.
Og tí bar væl til hjá teimum,
sum starvast har, at lata upp
aftur fáar dagar eftir, at
Frants Restorff steðgaði øll-
um sínum virksemi.
Til undirhalds er eisini
Sjónleikarhúsið, Havnar
Bio, dansistød og ølklubbar,
sum gera sitt til at skapa
karmar um ein livandi by,
sum til tíðir minnir um ein
litlan metropol í Atlants-
havinum.
Bróta niður garðar
Vakrir urtagarðar eru eisini
fleiri í Miðbýnum, men tí-
verri eru flestir teirra byrgd-
ir inni aftan fyri høgar garð-
ar, so ikki slepst til teirra,
heldur Miðbýarfelagið.
>Amtmansgarðurin,
Bojsensgarður og Grasa-
garður eru dómi um slík
vekur stød, sum fólk høvdu
notið at gingið igjøgnum,
um tað bar til«, sigur Siri
Eysturoy, nevndarlimur í
Miðbýarfelagnum.
Siri talar eisini fyri at
bróta niður aðrar garðar,
sum áður hava verið millum
miðbýin og eitt nú SMS.
>Bæði vit og SMS eru
partur av sama býi, og tí
Teir tríggir
nevndarlimirnir í
Miðbýarfelagnum. Frá
vinstru: Hjalmar
Petersen, Jóanes 8.
Hansen og Siri Eysturoy.
Tíðindablaðið ÆR"
hava vit eisini nógv felags
áhugamál<, sigur Siri.
Sum dómi nevnir hon
marknadarføring av Havn-
ini sum ferðamannabýur —
bæði fyri útlendingar og før-
oyingar.
„Gera vit meira burtur úr
øllum teimum møguleik-
um, sum Havnin hevur at
bjóða, koma eisini fleiri fólk
at vitja, og tey steðga longri
enn tey gera í dag. Tað tænir
eisini handilslívinum, sum
eisini er ein partur av ferða-
vinnuni<.
ólavsska
Millum ítgkilig mál, sum
samstarvast kann um, nevn-
ir Siri tollfría sølu til útlend-
ingar. Nógv verður gjørt
burtur úr >Tax-free shopp-
ing< aðrastaðni, men enn er
tað nærum ókent fyribrigdi
hjá okkum, og tí vil Mið-
býarfelagið fegið virka við
til at vit fáa eina slíka smid-
liga skipan sum í granna-
londunum.
Annað mál er sjálv ólav-
søkan — tjóðarhátíðin — sum
saktans kann mennast til eitt
uppaftur meira spennandi
upplivilsi enn tað er í dag.
>Her ræður um at fáa
samstarv í lag millum tey,
sum fáast við mentan, ítrótt
og handil, so vit í felag
kunnu skapa eina tjóðarhá-
tíð, har vit vísa tað allar-
besta sum høvudsstadurin
kann bjóða, bæði handils-
liga, mentanarliga og ítrótt-
arliga<.
Tað krevur sjálvandi eina
broyting í hugburði, men
bera vit okkum rætt at, so
ber til at menna ólavsgkuna
til ein hin mest spennandi
festivalin í Norðuratlants-
havi, og tað gagnar jú okk-
um øllum«, vísir Siri á.
Marknaður fyri
heimavirki
Í summar hevur Miðbýar-
felagið eisini ætlanir um at
skipa fyri marknaði í Vágs-
botni, har handlar og fólk,
sum annars fáast við heima-
virki, kunnu selja sínar
verur. Eitt nú ber til at skipa
fyri slíkum tiltøkum, tå
ferðamannaskip leggja inn
á Havnina, so ferðafólkini
fáa høvi til at ogna sær ser-
ligar føroyskar vørur.
Miðbýarfelagið streingir
eisini á at fáa broytt parker-
ingsviðurskiftini í mið-
býnum, so tey verða laga-
ligari og hevur góðar vónir
um tað.
Styrkja samstarvið
»Men treytin fyri at fáa
framt broytingar og sett til-
tók í verk, sum betra um
handilsmøguleikarnar í bý-
num er samstarv millum
handlarnar og virkini, sum
halda til í midbynum«,
sigur Hjalmar Petersen.
Tí hava vit gjørt uppaftur
eina roynd at savna alt virk-
semið í býnum í Miðbýar-
felagnum.
>Limagjaldið er sett nið-
ur, og tað skuldi tí ikki forð-
að nøkrum at tikið við lima-
skapi. Og nakað av pengum
hava vit at arbeiða við, um
allir 80 handlarnir gerast
limir, og tí góðar møgu-
leikar at marknadarføra
miðbýin og fáa í lag fleiri av
broytingunum, vit her tosa
um«, sigur Hjalmar Peter-
sen.
Á aðalfundinum í febr.
vóru vald trý fólk í nevnd-
ina, tey eru Hjalmar Pet-
ersen (Hjalmar Jacobsens
Bókhandil), Siri Eysturoy
(Hjá Siri) og Jóanes S.
Hansen (Føroya Banki).
Eykaaðalfundur verður í
apríl, og tá skulu tveir
nevndarlimir veljast aftur-
at. Siri og Hjalmar vóna, at
felagið tá hevur fingið fleiri
limir, og at nýggju limirnir
eisini verða umboðaðir í
nevndini tá.
VALUTAKURSIR
Dollari
Pund
Markur
Króna
Króna
Frankur
Frankur
Frankur
Gyllin
Liri
Markur
Króna
USA
Bretland
Týskland
Svøriki
Noreg
Frakland
Belgia
Sveits
Holland
Italia
Finnland
island
Eysturriki
Spania
Portugal
Kanada
Japan
Írland
Grikkaland
Pesetas
Dollari
Yen
Pund
XEU
Skillingur 55,980
Escudos
Drakmur
Ultimo
síðsta mán.
671,70
997, 94
391, 89
83, 78
90, 37
115, 30
19, 045
469, 88
349, 01
0, 3971
120, 86
9, 26
55, 729
4,812
3, 851
498, 11
6, 4327
959, 12
2, 705
756, 44
28.03.94
658,05
985,43
393,95
83,51
90, 46
115,02
19, 102
462,44
350,19
0,4018
118,91
9,20
4,796
3,815
478,96
6,2761
949,43
2,682
758,60
Kelda: Føroya Sparikassi