týsdagur 29. mars 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10… Nr. 61 — 29. MARS 1994
Elin Súsanna Jacobsen, søgufrødingur:
Vit hava ongantíð havt
fullkomið rusdrekkabann
-Tað, at fólk hava havt møguleikan at
innflyta brennivin, hevur helst gjørt, at
gamla rúsdrekkalógin hevur verið til at
liva við, sigur Elin Súsanna Jacobsen,
sum hevur gjórt kanningina rúsdrekka -
siðir og ósiðir í Føroyum
Tá ið Rúsdrekka- og Narkotikaráðið her-
fyri almannakunngjørdi rúsdrekkakanning
sum varð gjørd í samstarvi við hini norður-
londini, kom samstundis fram, at ein sið-
søgulig kanning um rúsdrekka er gjørd í
Føroyum.
Elin Såsanna Jacobsen, søgufrødingur,
hevur gjørt hesa kanning å Søgu- og sam-
felagsdeildini hjá Fróðskaparsetrinum,
eftir uppskoti frá Rúsdrekka- og narkotika-
ráðnum. Hon fór undir verkætlanina í
oktober 1992 og varð liðug í januar í ár. Frá-
greiðingin hevur heitið >Rúsdrekka — siðir
og Ósiðir<.
Setningurin var at lýsa drykkjusiðir og
aðrar spurningar í sambandi við rúsdrekka
fyrst og fremst í hesari gldini, frá tí at rús-
drekkasøla varð bannað í Føroyum eftir
følkaatkvødu í 1907. Frammanundan var
sølan so gott sum frí.
— Arið 1907 hevur staðið sum ein varði í
føroyskari risdrekkasøgu, tí tå atkvøddu
umleið 3.500 í øllum landinum ímóti rús-
drekkasølu, og bara 170 søgdu ja, sigur Elin
Súsanna Jacobsen.
— Eitt annaðer so, at nógv fóru ikki á val,
tí valrætt høvdu uml. 7.400. Men sjálvt um
rúsdrekkkalógin ofta hevur verið
endurskoðað og broytt síðan tá, so hevur
verið hildið fast um forboð móti at selja
rúsdrekka í Føroyum líka fram til 1992.
At halda mannin
frá brennivíninum
Elin Súsanna Jacobsen sigur, at hon hevur
kannað rúsdrekkaviðurskifti í Føroyum
serliga frá seinnu helvtav 19. øld og fram til
1992. Kanningin er gjørd í trimum høvuds-
pørtum. Ein partur fevnir um lóggávu og
hvgrjar fyrimyndir hava verið nýttar í
lóggávuarbeiðinum gjøgnum tíðirnar.
— Sjålvtum Føroyar vóru danskt amt fram
til 1948, og føroyskar lógir skuldu staðfest-
ast av donskum myndugleikum, so hava
føroyingar leitað meira eftir fyrimyndum í
gørum Norðurlondum, t.d. Noregi og Ís-
landi, enn at fylgja donskum rúsdrekka-
lógum, sum altíð hava verið nógv friari enn
í hinum Norðurlondunum.
Ein partur av kanningin er at fylgja søguni
hjá fråhaldsrørsluni.
— Eg havi hugt eftir, hvørjar hugsjónir tey
ymisku fråhaldsfeløgini umboðaðu, og
hvørjir arbeiðshættir hava verið brúktir til
tess at broyta hugburð til rúsdreka. Heilt
einfalt kann tað sigast sum, at í fyrstani
virkaði fråhaldsrørslan fyri >at halda
manninum frá brennivininum« — við upp-
lýsing, t. d. gjøgnum blaðið Dúgvuna, sum
kom út frá 1894, og við at savna fólk í rús-
fríum umhvørvi, men seinni at »halda
brennivínið frá manninum«, t.v.s. at virka
meira politiskt fyri at banna rúsdrekka.
— Fråhaldsrørslan hevur ofta havt umboð
í lógarneyvndum, sum løgtingid hevur sett at
endurskoða rúsdrekkalógina heilt fram til
okkara tíð, sigur Elin Súsanna Jacobsen.
Seinasti partur er sidsøguliga kanningin.
Hon fevnir um tað, sum hevur verið sagt og
skrivað um siðir í sambandi við rúsdrekka í
Føroyum — og hvat ið hevur verið kallað 6-
siðir, ella vit kunnu siga: hvat samfelagið
yvirhøvur hevur góðtikið, og hvat hevur
verið mett sum rúsdrekkatrupulleikar gjøg-
num tíðirnar. Tað vísir seg sum, tá ið vit
samanbera ymsar tíðir og ikki minst ymisk
lond, at tað kann vera so ymiskt, hvat ið
verður hildið neyðugt at átala og gera lógir
um.
— Riisdrekka hevur verið kent í gldir í Før-
oyum eins og í ødrum londum. Vit kenna
t.d. úr kvæðunum »at drekka jól< og >at
drekka brúdleyp<. Hyggja vit so at, hvat ið
fólk, sum fyrr í hesi gldini hava skrivað
sidsøguligar lýsingar av føroyskum fólka-
livi, so dylja tey ikki fyri, at um høgtidir
drukku menn, og teir drukku nógv, og tað
søgdu tey einki ilt um, bert teir annars bóru
seg hampiliga at og ikki vóru ólátaðir.
— Men tå ið nýggir siðir taka seg upp,
verða teir ofta roknaðir sum ósiðir. Sum
dómi kann nevnast, at tíðin millum jól og
føstu varð fyrr roknad sum dansitíð, og tå
var í lagi at drekka. Í slupptíðini vóru menn
oftast burtur frá vári til heyst, og tá ið teir
komu heim t.d. í oktober, høvdu teir hug at
dansa og kanska eisini at drekka. Men tá
kundu tey gomlu knarra og tala at, tí teir
skemtaðu sær >í ótíð<.
handilsfrælsinum
— Ein tann knappligasta broytingin í
drykkjusiðum hendi tó um ta tíðina, tá ið
fríhandil kom í staðin fyri monopolhandil
(1856). Tað síggja vit á innflutningstølun-
um, og tað stendur at lesa í bløðum og ødr-
um skjølum frá hesi tíðini. Ein broyting var
tá, at handlar komu í hvørja bygd at kalla, og
teir seldu brennivín og aðrar vørur, sum fólk
fyrr bert høvdu kunnað keypt í Havn. Um-
leið 1840 koma eisini úthandlar í Vest-
manna, Klaksvík og á Tvgroyri. Handils-
menninir vildu fegnir selja, og nógvir vóru
lættir at lokka. Tað vóru serliga tey fyrstu
ættarliðini, sum ikki dugdu við hesum
handilsfrælsinum. Tey yngru fingið skjótt
andstygd fyri hesum drekkarínum.
— Tað er ikki gott at vita, hvussu nógvir
kundu kallast brennivínsmenn. Henda tíð-
in, tey seinastu årtiggjuni í 19. øld, er jú
eisini tíðin, tá ið menn fóru at keypa skip og
Tíðindablaðið GSK
Mynd: Kalmar
Orð: Dagny
Elin Súsanna Jacobsen, ségufréðingur: - Ein tann knappligasta broytingin í
drykkjusiðum hendi um ta tíðina, tá frihandlar komu í staðin fyri monopolhandil
royndu at leggja lunnar undir eitt nútímans
samfelag í Føroyum, bæði vinnuliga og
mentanarliga, og tað hóskaði illa saman við
at oyða pengar og tíð burtur í drekkarí.
Nógv av teimum, sum vóru virkin í tjóð-
skaparrørsluni, talaðu eisini ímóti drykkju-
skapi. Tað sær út sum, at tað tá hevur verið
»mentad« og »moderna« at vera fráhald-
andi — ið hvussu er yrkadagar.
— Eg havi eisini kannað rættiliga gjølla,
hvat ið blødini hava skrivað um rúsdrekka
bæði fyri og eftir 1907, tí vit mugu rokna
við, at fjølmiðlarnir tá sum nú hava verið
við til at skapa meiningar um ymisk viður-
skifti í samfelagum, og hvat ið leikar á og
hevur almennan áhuga. Í hinari øldini skriv-
aðu tey ofta um drykkjuskap og vanlukkur,
sum kundu standast av, at menn vóru fullir í
báti ella í haganum, og royndu at pota niður
í fólk, at tað var skomm at drekka.
— Eftir at rúsdrekkasgla varð bannað, fóru
tey meira at skriva um lógarbrot, og kundu
harmast um, at fólk ikki høvdu meira
virðing fyri lógini enn so, enn at tað altíð
vóru nógv, sum lógu framvið og royndu at
smugla ella hava loynisølur. Og at drekka
spritt, hárvatn og tílíkt.
— Eitt annað, sum ofta hevur verið skrivað
um í sambandi við rúsdrekkalóg, er at
okkara lóg hevur ført til serligar drykkju-
síðir og ein serligan hugburð til rúsdrekka.
Drukku ikki í ótíð
— Hyggja vit at innflutningstølunum, mink-
aði skrásetti rúsdrekkainnflutningurin nógv
í 1908, og miðalnýtslan hevur verið roknað
til 1-2 litrar av reinum alkohol heilt fram til
1960-årini. Men vit kunnu ikki uttan vidari
síga, at tað var rúsdrekkalógin, sum gjørdi
tað, tí tey seinastu årtiggjuni var hon vaksin
nógv. Tað mesta av hesi øldini høvdu fólk
flest ikki ráð at drekka nakað av týdningi.
Ein lutfalsliga nógv stórri partur av mann-
fólkinum enn nú var til fiskiskap stóran part
av árinum, og tá drukku teir ikki — ella um
teir so høvdu drukkið, hevði tað ikki talt
uppí innflutningstølini her í Føroyum.
Konufólk í Føroyum hava gjørt ógvu-
->