týsdagur 29. mars 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 11
Tíðindablaðið
næven 118
WIR > 0.
Tað er ætlanin at frágreiðingin "Rúsdrekka - siðir og „ósiðir" skal gevast út í bók. Í hes-
um sambandi leitar Elin Súsanna Jacobsen eftir gomlum myndum, sum hava okkurt
við rúsdrekka at gera
—
liga lítið við rúsdrekka. Eftir hvat fólk siga,
ertað ikki fyrr enn einaferð í 1970-árnum at
ein broyting var at síggja hesum viðvíkj-
andi, og eins og í ødrum londum, drekka
ungfólk meira nú enn vanligt var fyrr í tíðini
— kanska tí tey hava meira pengar, og helst
eisini tí at tey ávirkast av siðum úr gørum
londum.
- Eitt annað er, at summi hava viljað verið
við, at tann gamla rúsdrekkalógin var orsøk
til tað, sum hevur verið kallað >kassa-
mentalitetur«, tað at leggjast á kassan og
drekka, til uppi er. Eg veit ikki, hvussu
vanligt tað hevur verið, men eg síggi, at tað
sama gramdu tey seg um í hinari øldini, t.d.
at menn bestiltu í felag og løgdust á fløsk-
una, ella teir funnu brennivínstunnur sum
reka. Kanska hevur lógin gjørt sítt til, at
halda hesum siði viðlíka, men hann er eldri
enn rúsdrekkalógin, sum vit hava livað
undir fram til 1992.
— Men sum ein heimildarkona hjá mær
segði: Eg haldi at nú hava vit roynt so nógv
ymiskt fyri at tálmadrekkingini, og tað hava
verið brúktir so nógvir umskyldningar. Eg
haldi at nå er tíð, at fólk sjálv taka ábyrgd og
ikki skylda upp á lóg og kassamentalitet
0.s.fr.
Sama drykkjumynstur
sum i øårum londum
— Hvat hevur persónliga verið áhugavert i
kanningini?
— Tað er torført at siga. Men tað hevur t.d.
undrað meg, at umrødan av rúsdrekka og
drykkjuóskili líkist so nógv tí, sum hevur
verið sagt og skrivað í gørum londum í
sama tíðarskeiði. Bæði í USA og í flestu
norðureuropeiskum londum varð sagt frá
vaksandi drykkjuskapi í 19. øld, og reak-
tiónin var tann sama, Ld. at stovna frå-
haldsfeløg. Og í øllum teimum somu lond-
unum var nýtslan fallandi heilt fram til 2.
heimsbardaga, vaks so aftur til einaferð
millum 1970 og 1990 í somu londum, hóast
tey hava verið rættiliga ymiskt fyri fíggjar-
liga, og hóast lógirnar hava verið ólíkar.
Hevur tað at dreka ikki eisini nakað við
»måéta« ella livsstil at gera? Øll fólk drekka
jú ikki bara fyri atdrekka seg full. Tey flestu
drekka, tí tey vilja vera tættari saman við
ødrum, og hava tað stuttligt saman. Tað
kann eisini hava nakað við njóting og
luksus-kenslu at gera — umframt so nógvar
aðrar týdningar og meiningar, vit kunnu
leggja í tað at drekka — ella ikki drekka.
Um ta tíðina, tá ið vit fingu forboð fyri
risdrekkasølu fyrst í hesari øldini, vóru tað
fleiri onnur lond, sum antin høvdu havt ella
seinni høvdu líknandi fólkaatkvgður, og
eisini settu rúsdrekkaforboð — í summum
londum nógv strangari lóg, enn vit nakran-
tíð hava havt. Men royndirnar vóru so ring-
ar, at tey máttu uppgeva at seta fullkomið
rúsdrekkabann. Vit hava ongantíð havt
fullkomið bann, men altíð havt møguleikan
at keypa úr útlondum. Tað kann hava verið
ein grundin til, at tann gamla lógin hóast alt
var at liva við, eisini hjá teimum, sum ikki
vóru fráhaldandi. Men vit skulu ikki undir-
meta ta rædslu, sum sat í fólki, sum mintust,
hvussu tað var, tá ið ágangandi og kyniskir
handilsmenn vóru, sum útnyttaðu teir
veiku, so at teir drukku allar ognir burtur.
So seint sum í 1973, tá ið vit høvdu fólka-
atkvødu um nýggja rúsdrekkalóg, vóru tað
fólk, sum av hesi grund atkvøddu nei til al-
menna einkarsølu í Føroyum.
Leitar eftir myndum
Tað er ætlanin, at frágreiðingin >Rús-
drekka — síðir og ósiðir< skal gevast út í
bók. Í hesum sambandi leitar Elin Súsanna
Jacobsen eftir myndum, ið hava okkurt við
rúsdrekka at gera. Men tað er torført at finna
nakað, serliga frá eldri tíðum, áðrenn vit
fingu myndablød, og áðrenn dagblødini
fingu fotograf. Um onkur veit um myndir,
ið kanska kundu hóskað til at lýsa drykkju-
síðir, vildi hon fegin frætt frá teimum.
Summarhús á Sælandi til selu'
Jeppesen bjálkahús við terassu
undir taki og stórum úthúsi við
gestarúmi og tveimum amboðs-
rúmum.
Í húsinum er stova, spísistova,
køkur, gongd, sovikamar, toilett,
el-hiti og sjónvarpsantenna. Inn-
búgv fylgir við. Grundokið er
1685 fermetrar til víddar.
Húsini eru við Sejerevíkina, ein
tíma at koyra úr Keypmanna-
havn.
Fim minuttir á súkklu til góða
baðistrond.
Seinasta almenna ognarmet-
ingin: 240.000 krónur.
Skriva til: Soslalurin, box 76,
110 Tórshavn
Fax 14720, Bill. mrk. 1030
Tr farin 7 Framhald av síðu 2
er ringur at fylgja — hetta er
ólogiskt. Tað er hinvegin
tvingandi neyðugt at fáa
fatur í hvørjari krónu í inn-
tóku til landi, og ikki minni
neyðugt at venda hesum
krónum fleiri ferðir, áðrenn
ella um vit lata tær av land-
inum aftur.
Kundu vit td. sloppið
undan at goldið stórra ella
størsta partin av rentunum
upp å donsku lånini, hevdi
tað verið ein bati. Eisini
eigur afturgjaldstíðin av
lánunum at verða longd.
Um hetta má samráðast.
Meðan fiskastovnarnir
endurnýggja seg, meðan
oljuvinnan spakuliga fer át
menna seg, meðan vit vóna
NES
ÓKEYP
æ ——————————
'Påska-FAMILJUTILBOD
|
frå Skirisdegi til og vid 2. påskakvøld |
Nr. 61 — 29. MARS 1994
og biðja eftir, at náttúran
verður okkum eitt sindur
minni kørk, og meðan vit
virka fyri at fáa viðurskiftini
uttanlands sum marknaðir
og fiskaprisir at ganga
okkum eitt sindur meira á
Móti, so eiga vit at brynja
okkum til nøkur fíggjarliga
tung ár, hvar einasta hjálpin
— um alt annað svíkur —
verður hjálpin úr Danmark,
sum er grundað í ríkisfe-
lagsskapinum og á heima-
stýrislógina.
Í hesum tíðarskeiði má alt
tos um yvirtøkur, sjálvstýri
og líknandi leggjast til viks.
Fortreytin fyri øllum slíkum
málum var og er fíggjarligt
sjálvbjargni, og tann for-
treytin er langt burtur, beint
nú.
Óansæð hver stjórn kem-
ur til í Danmark eftir fólka-
tingsvalið, so vil danska
stjórnin — tó at treytirnar
bæði nú og framyvir kunnu
sýnast okkum harðar og
tungar at ganga undir —
kenna sína skyldu at hjálpa
Føroyum so ella so.
Og óansæð hverjir flokk-
ar, ið skipa eitt komandi
landsstýri eftir løgtingsval-
ið í ár, so eru ongar lættar
loysnir á búskaparkreppuni,
tað eiga vit øll at gera okk-
um greitt.
Birgir Mohr
Tlf. 17500
vid —
I
IS
fyri eitt barn saman
vid hverjum vaksnum
Forrættir:
* Rómalegerað
aspargessuppa
rulla v/ salati og di
| * Tartelet við skinku
At velja ímillum er:
* Laksafarserad fiska-
Høvudsrættir:
* Heilstoktur oksahåryggur v/ grønmeti
og sås av soðnum
* Heilstokt lambasteik v/ grønmeti, Wal-
ppi dorf salati og Madeira sós
* Glaseradur hamburgarryggur
syngur
TORSHAVNA
MANSKOR
å matstovuni
Eykakostnadur
einans 3
Altíð
vælkomin á
Hotel Fø
og grønmeti v/ grønmeti og urtasós
| | Tilallar rættimar— | Kostnaður
| | bjóða vit bakað epli á chips | EINANS 130,-
| Eisini fæst okkara vanliga á la carte matskrá
2. PÅSKAKVØLD | Opið er ALLAR DAGARNAR }
(frá — kl. 12:00—15:00 |
R | & kl. 18:00—21:30 |
|| MATUR UT AV HÚSINUM |
| Verdur koyrdur við hýru- |
| vogni. Kann eisini avheintast. /
|
Vinarliga bíleggið borð
3 3 3 I er»
Tlf. 17500
tá