Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mars 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 61 —29. MARS 1994 Tíðindablaðið søsialurin Victor Danielsen 100 år: Lunnarnir undir verkið lagdir í ungdómsárum Í gjár vórðu 100 ár liðin síðani Victor Danielsen varð borin í heim. Í tí sambandinum helt Símun Absalonsen í síðstu viku áhugaverdan fyrilestur partin av fyrilestrinum her. Seinni partur kemur í blaðið í morgin. Eitt kveldið, stutt undan fyrra heimsbardaga, hevði ein ungur bygdardrongur leitað sær á fund hjá einum politiskum ungmannafelag í Havn. Hann lýddi gjølla á alt sum fór fram, men fór eins ljódliga av fundinum sum hann var komin. Hann leitaði nakrar ferðir aftur til hesar fundir, tó uttan at taka orðið. Men einaferð varn- aðist fundarleiðslan, at fremmandi gesturin sást ikki aftur á fundinum. Hesin avbygdadrongur var Victor Danielsen, sýslu- manssonur úr Søldarfirdi. Hann var stutt framman- undan komin til Havnar at ganga á læraraskúla. Ein av teimum, ið skipaðu fyri áður nevndu fundum, tók mong ár seinni nakað so- leiðis til í einari minnisgrein um Victor Danielsen: >Vit sóu at tað var eitthvørt hann leitaði eftir í lívinum, men tað at hann hvarv av okkara fundum kundi bent á, at í okkara umhvørvi metti hann seg ikki at finna tað, sum hann leitaði eftir<. Victor Danielsen varð borðin í heim í Søldarfirdi tann 28. mars 1894. Hann var yngstur av 7 systkjum. Móðirin, Anna Malena Weihe, gjørdist álvarsliga sjúk eftir henda barnsburð, og andaðist 7. dagin eftir at Victor var borin í heim. Hon gjørdist bert 37 ára gomul. Hetta var ein dyggur smeit- ur fyri mann hennara Daniel Jacob Danielsen, sum tá var 56 ára gamal og sostatt 19 ár eldri enn konan. >Gamli syslumadur«, sum hann eis- ini varð róptur, sat eftir við einum barnaflokki, harí- millum einum nýfgðingi, ið sum kunnugt fekk navnið Victor. Gamli sýslumaður átti eina systur, ið nevndist Lina. Hon kom í húsið at verða, og var hon ein dygg- ur stuðul fyri bróðurin. Hon kom eisini at vera Victor í móður stað. Victor varð eygnasteinur hennara og hon aldi hann upp sum sin egna son. Sum heilt lítil gjørdist Victor einaferð álv- arsliga sjúkur. Helst hevur hetta verið lungabruni. Ikki var lætt at fáa fatur á lækna og fastirin sat við angist og vakti uppi yvir barninum, vitandi, at hetta unga lív kundi slókna hverja løtu. Við einari kenslu av mátt- loysi yvirgav hon barnið í hendurnar á honum, ið øll- um valdar. Seinni greiddi hon frá, at hon kendi at onk- ur kom inn í kamarið og gav dronginum — eitthvørt í munnin, sum hann ernaðist av. Fastir Victor var ein vitug sinnilig kvinna, men líka til sín doyggjandi dag helt hon fast við, at tann vitjan, ið hon upplivdi við sjúkraleguna hjá Victor, var yvirnáttúrlig. Victor kom sostatt at vaksa upp í Søldarfirdi. Hann var likamliga veikur, år Afl HLN Í hr? js , 2 l men andlig evnir fattaðist ikki —tvørturim6ti. Hugurin til bókina og pennin kom skjótt til sjóndar og hann var óvanliga evnaríkur. Hann las alt, ið hann fekk hendur á og lærði skjótt utt- anat. Stundum plagdi hann at ferðast hjá fastur síni á Strondum, og har høvdu tey til stuttleika at fáa Victor at lesa danskar vísir og kvæðir uttanat, hóast hann bert var ein smádrongur. Sálarliga var Victor eitt tungligt menniskja. Tankin um at alt, ið livir og rørist hevur sina avmarkadu tid og forgongur, nivdi hann frá barnsbeini av. Hetta melankolska lyndið reisti tíðliga spurningar í sinni hansara um lívsmeining og lívsvirðir. Hann var illa heitin tá menn gjørdust harðmæltir og svórðu. Ein søga frå barnaárum Victors er henda: Eitt kvøldid høvdu menn í Søldarfirdi funnid saman f Sýslumanshúsini í Søldarfirdi (Frits Johannesen) vertsskapi og sótu og spældu kort. Teir vóru ikki sparnir í orðum og eiðirnir vóru mangir. Uttan at nakar varnaðist, var Victor kropin inn undir borðið og har sat hann og festi hann allar eið- irnar á pappír, ið kortspæl- ararnir borðreiddu við í erva. At enda var listin so langur at høvundurin undir borðinum var heilt skelkað- ur. Hesin tilburður lýsir lyndi og kanska eisini hugin til pennin. 17 ára gamal stóð Victor við eitt vegamót í lívinum. Við sínum avmarkaða likamliga førleika, men annars riku evnum gjørdist tað heilt náttúrligt, at valið fall á læraraskúlan fram um vaðbeinið. Victor kom so- statt til Havnar í 1911 og fór at lesa til lærara. Lívið í Havn var á mangan hátt ødr- vísi enn á bygd. Í hesum jørdildi fóru stórar rembing- ar fram, sum fólk úti um landið ikki merktu so nógv til. Tað rákið sum kom utt- anifrå bar fyrst við í høvuds- staðnum. Í Havnini var ein sanur meldur av tjóðskapar- ligum, mentanarligum og á- trúnaðarligum ráki. Victor hevði um hetta mundið sína stillu gongd i Havnargøtum, og var ein tigandi eygleidari av tí, ið rørdi seg rundan um hann. Hann meldadi seg inn i Thorshavns Totale Af- holdsforening, hetta komst óivað av at hann hevði sæd avleiðingarnar av rúsevnis- misnýtslu í heimbygd síni og eisini í Havn. Á fólka- fundum sást hann ofta ímill- um åhoyraramar — men annars var tað skúlan, ið hann gekk uppí við lív og sál. Á læraraskúlanum var føroyskt ein av lærugrein- unum. Hetta var nakad heilt nýtt fyri Victor, ið sum flestallir føroyingar tá á døgum, nýtti danskt sum skriftmál. Tann móður- málslærdómur, ið hann nam útvarpinum. Við loyvi frá Símuni prenta vit fyrra á læraraskúlanum, fekk al- stóran týdning fyri tað bók- liga arbeiði, ið hann seinni í lívinum kom at avrika. Lær- arin í føroyskum var eingin minni enn Jacob Dahl, ið seinni gjórdist Føroya próstur. Hetta var tíðin við tjédskaparrørslu og mål- stridi, og Jacob Dahl stridd- ist fyri at vinna føroyska målinum betri sømdir innan skúla- og kirkjugått. Dahl var í orðsins sanna tydning ein móðurmálsins urta- garðsmaður, og frálæra hansara á læraraskúlanum fekk alstóran týdning fyri Victor. Í 1909, tvey ár áðrenn Victor byrjaði á læraraskúl- anum, var háskúlin fluttur úr Føgrulid til Havnar, og árið eftir í 1910 hevði heimamissiónin sett Ssjó- mansskúla á stovn í Havn. Hesir báðir skúlarnir bóru eisini boð um at tað, sum rørdi seg í donskum andslivi fyrr ella seinni eisini bar við i Føroyum. Tad var Grundt- vig, ið legði lunnar undir háskúlatankan. Gudfrødis- liga uppfatanin hjá indre- missiónini og grundtvigian- arum var mangan kjakevnið í Danmark, og í donskum bókmentum er hetta mang- an lýst t.d. hjá tveimum so ólíkum monnum sum Kaj Munk og Hans Kirk. Hóast Victor var komin til Havnar at ganga á lærara- skúla, so var tað kortini á- virkanin frá sjómansskúl- anum, ið kom at seta djúp- astu sporini í lívið hjá Vic- tor. Ivaspumingar um meining og mål f tilveruni, um Gud og ævinleikan bankaðu uppá og Victor byrjaði at leita til teir kristi- ligu fundirnar, ið donsku sjómansskúlamenninir Ryving-Jensen og A. Niel- sen skipaðu fyri. Ryving- Nielsen var í januar 1911 valdur inn í stjórnina fyri meinigheitshúsið í Havn og var hann ein umhildin talari