týsdagur 29. mars 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 61 — 29. MARS 1994 Síða 13
Húsini vid Gjógvará (Frits Johannesen)
vid sunnudagsmøtini. Hús-
ið var annars reist í 1896.
Ryving Jensen og Victor
Danielsen gjørdust vin-
menn. At talan hevur verið
um eitt sterkt vinarband er
einki at ivast í, tí hóast Vic-
tor seinni tók seg burtur úr
heimamissiónini og fólka-
kirkjuni, so síggja vit, at
hann alt lívið igjøgnum
bæði í skrift og í talu, við
takksemi og ærufrykt um-
talar tann týdning, ið vinar-
bandið við Ryving hevði
fyri seg. Heimamissións-
rørslan hevur sínar røtur í tí
sonevndu pietismuni. Frá
Tysklandi hevdi pietisman
ávirkað danskt trúarlív og í
danskari kirkjusøgu fóru til
tíðir stórar pietistiskar vek-
ingar fram. Í Noreg vann
rørslan eisini í sínari tíð
fram við norska prestinum
Hans Nielsen Hauge. Krist-
indómsuppfatan føroyinga
var luthersk ortodoks heldur
enn pietistisk tá heima-
missiónin festi røtur her á
landi. Tann ortodoksa upp-
fatanin byggir á, at Gud er
við í Gudstænastuni og
prædikuni uttan mun til hvat
ið hin einstaki kennir. Orto-
doksa læran leggur sostatt
minni dent á tað subjekti va í
trúarlívinum. Pietisman
harafturímóti = legði á-
herðslu á, at kristniboðanin
er eitt kall til umvending,
sum vekir syndaneyð og eitt
nýtt lív vellir fram. Røtur-
nar til pietismuna í donsk-
um trúarlívi ganga langt
aftur í tíðina. Í 18. øld vann
hon nógv fram við sálmun-
um hjá Brorson og skriftun-
um hjá Pontoppidan.
Um tað mundið ið Victor
Danielsen kom undir ávirk-
an av heimamissiónini,
hevði brødrasamkoman í
Havn havt regluligar fundir
í nærum 30 ár. Í 1905 flutti
samkoman frá Tinghúsvegi
í nýggj samkomuhølir í
Sverrisgøtu, sum fekk
navnið Ebenezer. Brødra-
samkoman og heimamissi-
ónin høvdu tað til felags, at
talan var um leikmansrørsl-
ur, ið bygdu á tað pietistisku
kristindómsuppfatanina.
Tann avgjørdi munurin var,
at heimamissiónin stóð á
kirkjuligari grund, ímeðan
brødrasamkoman var ein
fríkirkja. Skotski trúboðar-
in William Sloan, ið kom til
Føroya í 1865, var vinmað-
ur pápa Victors. Sloan
plagdi ofta at gista í heimi
teirra í Søldarfirdi, tá hann
ferðaðist bygdanna millum.
Sloan var virkin í samkom-
uni í Ebenezer alla ta tíð
Victor gekk í skúla í Havn. Í
einum brævi dagf. í Søldar-
firði 4. mars 1912 skrivar
pápi Victors m.a. soleiðis til
Sloan.
Kære broder Sloan. Tak for Deres
venlige breve af 9. og 20. febr. Jeg
har det så nogenlunde til helbred,
men mine kræfter tager af. Jeg er
nu en gammel mand. De og jeg er
omtrent lige gamle… Som de
måske ved er min yngste søn
Victor i Thorshavn. Han vil prøve
at lære til skolelærer, men det er
dyrt at være i Thorshavn, og det er
vanskeligt at skaffe penge
Systkinabarn Victors,
Daniel Danielsen, eisini
róptur Dollin, var um hetta
mundið virkin trúboðari
innan brødrasamkomuna í
Føroyum. Men hóast Victor
seinni kom at virka innan
hesa rørslu og longu um
hetta mundið hevði frændir
og kenningar har, so er tað
sum missiónsmann vit mýta
honum í Havnini.
Andrew Sloan, ið var son-
ur William Sloan og javn-
aldri Victors, og sum í nær-
um ein mansaldur kom at
samstarva við Victor innan
brødrarørsluna, tekur so-
leiðis til um lestrarárini hjá
Victor í Havn:
Eg minnist einki til Victor í teim-
um árunum hann gekk í skúla í
Havn. Okkara leiðir bóru ikki sam-
an tá. Ég minnist hann at hava tíkið
til meira enn einaferð, at:ta tíðina
hann var í Havn, var hann ongantíð
á gátt í Ebenezer — kom ikki nær-
hendis meti har. Og tað fyrikom
honum so mikið legið, av ti at i ár
unum 1912 og 1913 var ein serlig
vekingartíð í samkomuni, men tað
sýntist hann at ganga óávirkaður
av. Hetta er kanska eitt dómi um
sjålvstøduga lyndi hansara, sum
ikki uttan víðari læt seg ávirka av
fjøldini ella tidarrørslum.
Heystid 1913 var ein
myrk tíð har Victor gekk í-
gjøgnum eina sålarkreppu,
id var so myrk, at hann ikki
segdi seg at vera føran fyri
at lýsa tað í orðum. Seinni í
lívinum umtalaði hann ofta
hesa tíð og yvirskriftin er
altid »eittandaligt myrkur«.
Ígjógnum umsorgan og
kristniboðanina hjá Ryving
Jensen fekk hann frið við
Gud og síðani umtalar hann
lívið sum >ljós<. Mótsetn-
ingarnir myrkur og ljós
koma altíð fram tá hann
seinni í lívinum óteljandi
ferðir umtalaði tíðina um
heystið 1913.
Vit skulu nú hoyra brot úr
talu, har Victor við egnum
orðum umtalar hesa tíðina.
Upptøkan er frå samfelags-
fundunum i Ebenezer tann
27. nov. 1949:
Eg eri bidin um at tala nakrar fåar
minuttir her i kvøld; og eg skal
avmarka meg til ein persånligan
vitnisburð:
Ég var her í Havnini og gekk í
skúla og lærdi til lærara; eg var
lættsintur saman við teimum lætt-
sintu. Eg hevði ein vinmann, sum
játtaði seg at vera trúgvandi, og eg
hevði ofta lyndi til at halda hann
fyri spott. Men í kristnitímunum í
skúlanum kendi eg væl á mær at eg
var blindur. Eg kundi ikki annað
enn hava eina kenslu av at vit vóru
allir í myrkri. Eg fekk einki annað
burturúr tí, eg var bert dómari yvir
mær sjálvum
Men eg minnist ein dag, at vit
komu niður á hatta skriftstaðið í
Lukas 22, tá ið Harri okkara sigur —
nú sigi eg tað á donskum, tí vit
høvdu tað á donskum tá — > Dette er
eders time og mørkets magt«. Tá
kendi eg á ein merkiligan hátt at
Gud talaði við meg, men eg kendi,
at Hann talaði eitt ella annað við
meg, sum hevði stóran týdning. Og
seinni havi eg skilt, attað, sum Gud
talaði til mín var um tað stóra
myrkur, sum fall á Frelsara okkara,
fyri at ljósið — hitt æviga ljósið —
skuldi vera fyri okkum, fyri meg
og øll, sum trúgva á navn Hansara.
Og fyri ein og hvenn her í kveld,
sum vil taka Hann sum sín Frels-
ara, skal Hann vera tað æviga
ljósið.
Sum so mangan tá Victor
nemir við árið 1913, so um-
talar hann eisini tann týdn-
ing, ið heimamissiónstrú-
boðarin Ryving Jensen
hevði havt fyri hann.
Men troyst menniskjans, tá ið hon
er frå Guds bernum er eisini góð.
Eg minnist, ein Guds maður segði
eitt kveldið — hann sá hvussu
tungur í huga eg var: >Tú skalt
einaferð vera glaður!< Og so varð.
So við og við varð hitt himmalska
dagslýsið sterkari í míni sál. Tað
rann upp fyri mær eitt ljós, og sum
tað stendur: >tað ljósið kom frá
Golgata<. — >Tann stjórnan var
Jesus hann víst mær seg, og trúgvin
greip orðið um Hann«. Eg minnist
tá Guds fólks sangbók kom út í
1932 og vit sungu handa sangin her
í Ebenezer eina ta fyrstu ferðina, tá
segði gamli Ludvig Poulsen: >Ja,
soleiðis er tað, soleiðis talaði
Sloan< segði hann — >soleiðis er
tað; hatta er tað rætta!< — »Tann
stjórnan var Jesus; Hann vísti mær
seg, og trågvin greip orðið um
Hanne.
Sum yrkjari og skald lýsir
Victor hesa tíðina soleiðis:
Mítt arma, sorgarfulla
hjarta,
fann ongar vónir her á
fold;
mín framtíð var jú grøvin
svarta,
mítt heim hin kalda myrka
mold.
Eg søkti gleði her og har,
men vónleyst, oyðið alt tó var.
Tá skygdi í tí myrkri svarta,
eitt ljós tað kom frá Golgata,
eg sá hitt gjøgnumstungna
hjartað,
sum legði á seg byrðina.
Mín synd, mín ræðsla sorg
og neyð,
tað førdi hann í krossins deyð.
Framhald
Pr. SE
Victor og Rikka