týsdagur 29. mars 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
175 ár síðani V. U. Hammershaimb varð fóddur:
Nr. 61 — 29. MARS 1994
Tíðindablaðið CH)
— ÆÐ ÆÐ MIÐ MEY MEÐ ME MEÐ MEÐ ME MEÐ MEÐ MEÐ ME ME MER A
Hann legði okkum lunnar
undir móðurmálið
»Færøsk kan ikke kaldes et sprog, da det kun er en mundart
eller dialekt, som består af en blanding af islandsk og dansk«,
vildu teir vísu í Danmark vera við fyri 150 árum síðani.
Tann mentanarrørsla, ið tók seg upp um øll Norðurlond
fyrra partin av síðstu øld, verður nevnd »romantikkurin«. Fyri
tey, ið vóru hugtikin av hesi rørslu, hevði móðurmálið ómeta-
ligan týdning - tað var at kalla heilagt.
Eftir
Eirik Lindenskov
Sum navnið kundi bent á,
so var V. U. Hammers-
haimb av útlendskari ætt -
embætismannaætt. Tann
fyrsti, ið fekk navnið
Hammershaimb, var Ge-
org Smendein, sum búði
suðuri í Schlesien. Hann
varð í 1642 gjørdur til bø-
hmiskan aðalsmann og
fekk navnið von Hamm-
ershaimb. Sonur hansara
Vencelaus Franciscus,
flutti til Hamborg og
haðani seinni til Keyp-
mannahavnar.
Hann átti bert eitt barn,
Jørgen Frands Hammers-
haimb, sum var skrivari
hjå geheimeraad Carl von
Gabel. Her er tað fyrstu
ferð, at ein Hammers-
haimb ber við nakað før-
oyskt, tí Gabel var lens-
harri yvir Føroyum. Í 1723
var J. F. Hammershaimb
settur til fúta í Føroyum.
Ein av hansara synum,
Wencelaus Hammers-
haimb, bleiv fúti eftir páp-
an í 1765. Sonur hansara
var Jørgen Hammers-
haimb, faðir Vencelaus
Ulricus, og hann var, sum
nevnt, seinasti løgmaður í
Føroyum (1806-16).
Móðir V. U. Hammers-
haimb var Armgard Maria.
Foreldur hennara vóru ein
hattamakari i Keypmanna-
havn, Egholm og Arm-
gard Maria Weyhe, ættad
úr Hvalba.
Í Havn var annað lívið
Tá ið løgmanseinkjan nú
var komin til Havnar við
teimum tveimum børnu-
num, búði hon í Nýggju-
stovu hjá móður síni,
Armgard Mariu Egholm.
Hetta var annað lívið enn á
Steig, har ikki treyt teim-
um nakað. Í Havnini har-
aftur ímóti mátti nú spar-
ast. Vensil treivst tó væl.
Hann vann sær nógvar
vinir millum havnar-
dreingir.
Soleiðis kom Vensil í
samband við tað upplýsta
umhvgrvið, sum var í
Havn og sum júst var farið
at blóma um hetta mundið.
Tað segðist um Vensil,
at honum dámdi sera væl
at lurta eftir søgum, sum
tey gomlu søgdu frá. Ser-
liga var tað ein gomul
kona, >Birta á Kletti«, ið
plagdi at siga børnunum
søgur. Tey sótu í ring um
hana og lýddu á.
Lærdi at lesa
Abbi Vensils, Wencelaus
Hammershaimb, livdi enn,
og abbasonurin Vvitjaði
sjálvsagt javnan abban
yviri í >Fútastovu<. Tá
Vensil var 6 ára gamal,
lærdi abbin hann at lesa og
fór skjótt at lesa latín við
honum. Fyrsti maður á
amtsskrivstovuni, Jens Da-
vidsen (1803-78 sum
sjålvur hevdi lært at lesa
og skriva hjå Svabo), lærdi
dreingin at skriva, og hann
var settur í Havnarskúla.
Presturin í Havn, Kristen
Pram Gad, sum seinni
bleiv verfaðir hansara, las
eina tíð við honum.
Vensil hevði sjálvsagt
eisini samband við ommu-
beiggjan, Jens Christian
Svabo, sum tá var gamal
og sjúkligur. Men hann
fekst tó framvegis við at
skriva upp føroysk orð og
føroysk kvæði. Hóast Ven-
sil bert var fimm ára gam-
al, tá Svabo doyði, segði
hann seg væl minnast
ommubeiggjan siga frá.
Drúgv ferð
Vensil veksur upp í Havn,
men tá hann er vorðin 12
ára gamal, fer hann til
Danmarkar at lesa. 20 ok-
tober 1831 fara hann og
mamman avstað við kong-
uliga handilsskipinum.
Men ferðin var drúgv.
Ódnarveður brast á, og
skipið mátti fleiri ferðir
leggja inn, cg tað kom ikki
leiðina fram til Danmarkar
fyrr enn 26. februar 1832 -
góðar fýra mánaðir seinni.
Fyrsta Feroyaferðin
Hammershaimb fór fyrstu
ferð heim til Føroya at
ferðast í 1841. Hann ferð-
aðist saman við Plgjen,
amtmanni, um landið.
Hetta var fyrsta ferðin, at
hann fór undir at savna
saman gomul føroysk
fólkaminni, men ferðin var
tó bert til stuttleika. Nakað
av tí, ið hann savnaði á
hesi ferð, fekk hann, nøkur
ár seinni, prentað í >Ann-
aler for nordisk Oldkynd-
ighet< (1846). Eisini er
dagbókin frá ferðini komin
út á prenti. Í 1941 gav
Christian Matras út bók-
sjálvur hevur kallað >Ud-
kast til Dagbog for W. U.
Hammershaimb«.
Eftir førbyaferdina
flutti Hammershaimb inn å
Regensen (á Gard) og fór
undir at lesa gudfrødi, men
hevði hann eisini stóran
áhuga fyri norrønum.
Romantikkurin
Tann mentannarrørsla, ið
tók seg upp um øll Norð-
urlond fyrra partin í 19.
øld, verður nevnd >roman-
tikkurin«. Fyri teir, ið vóru
hugtiknir av hesi rørslu,
hevði móðurmálið ómeta-
ligan týdning - tað var at
kalla heilagt. Fornari tað
var - hægri varð tað mett. Í
hesum mentannarum-
hvørvi3 kom Hammers-
haimb at sita øll lestrarár-
ini. Sum nevnt las hann
gudfrødi, men åhugin fyri
norrønum og ti forna var
sera stórur. Hann kom eis-
ini nógv saman við ís-
lendskum studentum og í
1843 gjørdist hann limur í
íslendska bókmentafelag-
num.
Svend Grundtvig
Ein dagin kemur ein mað-
ur inn á Garð at spyrja eft-
ir Hammershaimb. Hesin
spyr Vensil, um hann veit
einhvønn, sum kann greiða
honum frá føroyskum
kvæðum. Hammershaimb
heldur, at best man vera,
um hann vendir sær til
Svend Grundtvig. >Júmen,
eg eri Svend Grundtvig<,
svaraði maðurin. Frá hesi
stund vóru teir báðir vinir,
og teir hjálptu hverjum
ødrum at savna saman før-
oysk kvæði. Urslitid gjørd-
ist stórverkið, Føroya
Kvædi (Corpurs carminum
Færoensium).
Studentaårini i Keyp-
mannahavn var Hammers-
haimb virkin i felagslivi.
Tad var stérur røringur i
um hetta mundið, ti hetta
var stutt fyri at grundlógin
kom í gildi í 1849.
Tað er einki at ivast í,
at øll hesi viðurskifti sam-
an fáa V. U. Hammers-
haimb at seta sær fyri at
gera okkurt munagott før-
oyskum máli
mentum at frama.
Skúlamálið
Tá uppskotið um >Provo-
sorisk Regelement for Al-
mueskolevæsenet paa Fær-
øerne« av kongi varð sett
til umrødu í Roskilde
Stænderforsamling, fór
Vensil undir at skriva í
donskum bløðum.
Á bygd heima í Føroy-
um hevdu fyrr verið skúl-
ar. Hetta var tá Fríðrikur
fjórði livdi - tá hevði ein
danskur bispur roynt at
fingið lærarar at ganga út á
bygdirnar at læra børnini at
lesa. Men henda roynd
eydnaðist ikki væl, og datt
seinni niðurfyri. Havnin
var einasta staðið, har
skúli var. Á bygd lærdu
foreldrini børnini bíbliu-
søgu.
Sambært skrivandi
monnum sum Lucas De-
bes, Graba, Landt og Beg-
trup, so vóru føroyingar
og bók-
| kortini ikki illa fyri anda-
Svend Grundtvig
(1824-1883) og
Hammershaimb høvdu
nógv felags áhugamál
og gjørdust vinmenn.
Tå Hammershaimb
stríddist um skúlamál-
ið við donsku
myndugleikarnar, kom
Grundtvig honum til
hjálpar ið bókini
>Dansken paa Fær-
øerne - Sidestykke til
Tysken i Slesvig«