Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mars 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin } Nr. 61 — 29. MARS 1994 Síða 15 ÆG" ET AE AA saur ÆKÐ 2 liga, hóast eingin skúli var. Hesir hildu, at føroyingar vóru betri upplýstir, enn bóndafólk aðrastaðni. Hetta sama søgdu fleiri limir í »Roskilde Stænder- forsamling«, tá nevnda uppskot var til viðgerðar. Royndu at fáa skipað viðurskifti Amtmaðurin í Føroyum hevði í 1829 - uttan lógar- heimild - bygt nakrar skúl- ar í Føroyum. Hann hevði sett nakrar lærarar, sum ferðaust millum bygdir. Hetta kostaði pening og fyri at fáa hetta í lag, legði amtmaðurin skúlaskatt á føroyingar. Føroyingar hildu nú, at tå lærari var settur at lesa við børnu- num, so nýttust ikki teim- um at lesa við børnunum. Tað sigst, at úrslitið gjørd- ist, at børnini ikki dugdu so væl at lesa, sum fyrr. Føroyingar vóru heldur ikki glaðir at gjalda ein skatt, sum teir ikki høvdu goldið áður - og sum var til onga nyttu. Fyri at fáa skipað við- urskifti, komu embætis- menninir í Føroyum við einum uppskoti til >Provo- sorisk Reglement for Al- mueskolevæsenet paa Fær- gerne<. F. F. Tillisch, sum hevði verið amtmaður í Føroyum í mong ár, hevði sett uppskotið saman. Bispurin á Sælandi og tann føroyska skúladireksjónin (amtmaður og próstur) høvdu skrivað nøkur brøv sínamillum um sakina. Uppskotið var so lagt fram til umrødu á einum fundi í Havn, sum skúladireksjón- in, fútin, sorinsrivarin og prestarnir í Føroyum vóru á. Teir tóku undir við upp- skotinum. Avbronglað dialekt Áðrenn tað fór til kong fyri at gerast lóg, varð tað nu sett fram fyri >Roskilde Stænderforsamling<. Upp- skotið segði, at fleiri skúl- ar skuldu byggjast og fleiri lærarar setast. Í $ 20 stóð, at skúlamálið skuldi vera danskt, og at føroyskt mál átti ikki at tosast, uttan tað var neyðugt, fyri at børnini skuldu skilja tað, ið lær- arin segði teimum frá. Limirnir hildu fram, at so átti at vera, tí at kirkju- málið og tað málið, ið skiilabøkur kundu prentast á, var danskt. Men tað sum rættuliga fekk ødi í hin unga Hammershaimb, var at Plesner, próstur, hevði kallað føroyskt mál >en fordærvet dialekt af dansk og islandsk og ...ikke fra sprogets side..værd at holde pá<. Hunderup - umboðsmaður føroyinga - hevði sagt, at føroyskt »ikke kan kaldes et sprog, da det kun er en mundart eller dialekt, som består af en blanding af is- landsk og dansk«. Mynster biskupur, ið eisini var bis- kupur yvir Føroyum, hevdi sagt munin å føroyskum og donskum vera sum å lågtyskum og håtyskum. Tað var serliga henda metingin hjá biskupinum, sum fekk studentin V. U. Hammershaimb at mót- mæla í grein í blaðnum »Kjøbenhavnerposten« móti teirri viðgerð, tað før- oyska skúlamálið hevði fingið á stættartinginum. »Amagers løsrivelse« Serliga harmaðist hann um, at biskupurin »røbede en så stor vildfarlese med hensyn til sproget«. Hann mælir heldur til at bida, til ein kommunuskipan fyri Føroyar er gjørd, og tá lata tey føroysku sóknarstýrini greiða henda spumning. Tað var í hesum sambandi, at Svend Grundtvig kom Hammershaimb til hjálpar við bóklinginum >Dansk- en på Færøerne - Side- stykke til Tysken í Sles- vig«. Hvassa og beinrakna skriving Hammershaimb loypti stórt rumbul í um Føroyaspurningin í Keyp- mannahavn, men í Føroy- um var lítið givið gætur eftir hesum. Demi um hvussu smásárir og hevnu- samir menn innanfyri hin stórdanska kringin vóru tá er, hvussu tilgekk, tá Svend Grundtvig, R. D. Rafn, Hammershaimb, Jón Sigurðsson og aðrir góðir lærdómsmenn ætlaðu at stovna føroyskt bókmenta- felag. Tå reistist gølan av nyggjum, og henda fyri- tøka metni bert háð og spott frá hægri støðum. - At hugsa sær, stovna bók- mentafelag fyri eitt mál, sum einki mál var, bert ein dialekt! Hin hittinorðari og pennakringi jødin, Meir Goldschmidt, helt tiltakið fyri gjøldur í speiarablaði sínum, >Consaren< og skrivaði har spottaragrein- ina >Amagers løsrivelse«. Bókmentafelagið varð køvt í fødslinum. Hin ungi Hammershaimb varð tó ikki køvdur, heldur ment- ist hann mikið av hesum órættvísa mótburði og helt fram við føroyska mál- strevi sínum. Umframt tey kvæði, sum fyrr eru nevnd, skriv- aði hann fleiri greinir í >Antiquarisk Tidsskrifte um føroyskt mál, ordtøk, gátur og sagnir, alt í síni nýggju stavseting. Hetta vann honum lov og gott umdemi millum norrønar málmenn. Hevnd f 1847 var Hammershaimb liðugur við gudfrødi- lesnaðin og tók embætis- prógv. Hann var limur í »Det kongelige Oldskrift- selskab<, og hann sendi, Jens Davidsen (1803- 1878) arbeiddi alt síu lív á amtsskrivstovcuni. Hann lærdi Vensil at lesa og skriva. Sjálvur hevði hann lært hetta hjá Svabo gamla eftir ráðum frá Rafn, pro- fessara, eitt bønarbræv til ríkisstýrið, um stuðul til eina Fóroyaferð. Hann ætl- aði sær heim at savna før- oysk kvæði og sagnir. Hó- ast: >Oldskriftsselskapið< mælti til, noktaði ríkisstýr- ið stuðulin. Helst var hetta hevnd fyri skrivingina um skúlamálið i Føroyum. Men hann før kortini - fyri egna rokning - heim å våri 1847. Hann ferðaðist kring landið og savnaði til- far saman, sum bert hevði livað á mannamunni í øld- ir. * Kríggi Um ferðina segði Hamm- ershaimb sjálvur: »Født pá Færøerne af færgiske forældre, opvoxede jeg der med det færgiske tung- emál på læberne; skønt jeg allérede i en alder af 13 kom ned til Danmark, blev jeg derfor dog stedse fast knyttet til mine fødeøer både ved slægtskabs- forhold og ved barndoms- venskaber, sá at kærlig- heden til og interessen for Færøerne og alt færgiskt altid vedblev at være varm og levende hos mig.< I 1848 fór Hammers- haimb aftur til Danmarkar. Kriggj var brostið á mill- um Danmark og Slesvik Holstein, sum vildi slita frá Danmark. Sum skjútti í >Studenterkorpset< var hann útkommanderaður til vaktartænastu í Keyp- mannahavn. Prestur í Kvívík Aftan á at Hammershaimb hevði tikið gudfrødiprogv, arbeiddi hann við >Frels- ers Sogns Friskole<, um- framt at hann var lærari fyri = stakar næmingar. Hann arbeiddi eisini í >Be- spisningsforeningen< úti á Christianshavn. Hann vildi fegin heim aftur til Føroyar sum prest- ur. Tríggjar ferðir søkti hann kall í Føroyum, men fekk ikki embæti. Í 1855 varð hann endiliga settur til prest í Norðstreymoy. Sama ár trúlovaðist hann og Elisabeth Kristiane Gad. Áður er neynt at pápi hennara hevði verið prest- ur í Havn og lærari hjá Hammershaimb. Hann vígdi tey bæði, áðrenn tey fóru heim til Føroya - og fluttu i prestagarðin á Kirkjuteigi í Kvívík. framhald Lesnaður: Rasmus Rasmussen, Føroya Sega 825-1906(1951) V. U. Hammershaimb »Færøsk Dagbog« (Chr. Matras) Edward Mortensen (Mitens) V.U. Hammershaimb, »Livssøga og virki hanns« H. J. Debes, »Politisk søga Føroya 1814-1906 Árni Dahl: »Båkmentasøga l« Jeffrei Henniksen, »Lj65læra« me EA OU AO AT ET Kemur tú við? Ætlar tú tær á kvinnuráð- steunu í Ábo í summar, so skal tú hugsa um at boða frá tí skjótt Nú er stundin komin, tá tú skalt hugsa um at siga frá, um tú ætlar tær á kvinnurådstevnua i Finnlandi í summar. Ráðstevnan verður hildin í Åbo í døgunum 1. - 6. august. Her hittast kvinnur úr øllum norð- urlondum til gaman og álvara. Á kvinnurådstevnuni verða fyrlestrar og kon- sertir, dansur og sjón- leikur og mangt, mangt annað. Åbo er eisini sera vakur býur, so har er nógv forvitnisligt at síggja og fara til. Kostnaður Ymsir — ferdamøgu- leikar eru, eitt nå kanst tå fara vid flogfari til Danmarkar, og um Stockholm til Åbo vid ferju og bussi. Tad kost- ar millum 3.300 og 4.000 krónur aftur og fram. Við flogfari úr Føroy- um um Danmark til Åbo kostar 4.200 krónur aft- Tá tað snýr seg um ur og fram. Í &vo kunnu gestirnir búgva í Studentabýnum. Har kunnu tvær búgva saman fyri 1.100 fin- markar (uml. 1320 krón- ur). Annars eru nógv gistingarhús, bæði bílig og dýr, og aðrir gisting- armøguleikar (vallara- heim og privat inkvar- tering) eru sjálvsagt eis- ini við. Tilmelding verður í Mettustovu mikukvøld- id 6. april kl. 20 - 22, sunnudagin 10. april kl. 14 - 17 og mikukvøldid 13. april kl. 20 - 22. Tú kanst støkka inn á gólvið, ella tú kanst ringja til okkara á tf. 12880. Henda tilmeldingin er galdandi fyri tær, sum vilja verða í føroyska ferðalagnum og búgva saman í Ábo, verður sagt í tíðindaskrivi frá fyri- reikingarbólkinum For- um 94. Dagny PRENTLUTIR loysir tað seg at tosa við Felt Tlf.1 4465 Alt frå smærri prentlutum til størri uppgåvur við fyrstafloks litmyndum. Eyðkvæmislinjan svarar alt samdegrið á tf. 18820. Mikudagar kl. 19.00-21.00 fæst persóniig ráð- geving og serligir spurningar verða svaraðir.