týsdagur 24. juni 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 116 - 24. juni 2003
Nr. 116 - 24. juni 2003
3
UTTAN ÚR HEIMI
DFDS nýggja ferju
Í síðstu viku setti DFDS eina nýggja ferju inn í sigl-
ingini millum Esbjerg og Harwich. Hon eitur »Dana
Sirena«. Skipið er 200 metrar langt, 22 metrar breitt
og siglir 22 míl.
Nýggja skipið, sum kemur ístaðin fyri »Dana
Anglia«, er í fyrsta lagi eitt farmaskip, sum skal
nøkta tann veksandi flutningin um Norðsjógvin. Men
tørvur er eisini á einum ferðamannaskipi á leiðini, og
tí hevur skipið pláss til meiri enn 600 ferðafólk og
meiri enn 400 bilar. Nýggja skipið er sera væl útgjørt
og nútímans í allar mátar.
Seinastu tíðina er tað vorðið rættiliga bíligt at
flúgva millum Danmark og Bretland, men í DFDS
siga tey, at tað er kortini tørvur á einum ferðamanna-
skipi á leiðini. Sum er eru útlitini eisini góð, og rætti-
liga nógv fólk hava bílagt sær ferðaseðil við »Dana
Sirena« í summar, sigur ferðamannastjórin hjá
felagnum,
Axel
Christensen,
við
blaðið
JydskeVestkysten.
Grønlendingar fáa hjálp
Danska stjórnin ætlar sær nú at hjálpa grønlending-
um, sum flyta til Danmarkar.
Henriette Kjær, almannamálaráðharri, er í hesum
døgum í Grønlandi og tosar við heimastýrið um, hvat
kann gerast fyri at hjálpa teimum grønlendingunum,
sum fara til Danmarkar uttan at hava nakað at fara til.
Nógvir av hesum enda í misnýtslu av einum ella øðr-
um slagi og liva av almennum veitingum.
Henriette Kjær sigur við grønlendska útvarpið, at
tað er umráðandi, at grønlendingar fáa at vita, at alt
er ikki rósureytt í Danmark, áðrenn teir fara avstað.
Hon sigur, at stjórnin hevur sett sær fyri at játta
pengar til at hjálpa grønlendingunum, sum koma illa
fyri í Danmark. Eitt nú skulu teir fáa hjálp til at fáa
arbeiði og bústað, samstundis sum fólk skulu setast at
virka sum tulkar, tá grønlendingar koma á almanna-
stovurnar í Danmark.
Líka vandamikið sum
rúsdrekka
Kanningar í Danmark vísa, at ein bilførari, sum tosar
í fartelefon, er líka vandamikil í ferðsluni sum ein, ið
hevur drukkið meiri, enn loyvt er.
Hetta ætla danska ráðið fyri ferðslutrygd og løg-
reglan sær at gera nakað við. Í Keypmannahavn sigur
Jan Dreyer Holt, varapolitikommiserur, at ein bilfør-
ari, sum tosar í fartelefon, ger somu mistøk í ferðsl-
uni sum ein, ið hevur fingið ov nógv at drekka. Ferðin
fer upp og niður, bilurin er ikki so stúttur á vegnum,
og bilførararnir gloym at blunka, tá teir skulu snara,
sigur hann.
Í ráðnum fyri ferðslutrygd siga tey tað sama.
Stjórin, Rene La Cour Sell, sigur við danska útvarpið,
at danir hava ein sera óhepnan atburð í ferðsluni, og
at tað er neyðugt at fáa fólk at skilja, at bilurin eisini
er eitt drápsamboð. Tað snýr seg um lív og syndar-
ligar lagnur, sigur hann.
Bono hóttur við
lívinum
Bretska løgreglan Scotland Yard hevur sett fleiri av
sínum monnum at verja tann kenda U2-tónleikaran
Bono, eftir at hann hevur fingið eina rúgvu av
hóttanarbrøvum.
Løgreglan sigur, at Bono hevur fingið 24 brøv, har
hann verður hóttur við lívinum, men illgruni er um,
at øll tey 24 brøvini eru frá sama manni. Sambært
blaðnum Sunday Times heldur brævskrivarin, at
Bono ger ov nógv burtur úr at hjálpa fólki í tí fátæka
partinum av heiminum, og at hann heldur átti at hjálpt
fátækum bretum. Øll brøvini eru stemplað á einum
posthúsi í landssynningspartinum av London.
Amerikansku myndugleikarnir halda, at Bono kann
vera eitt álopsmál hjá yvirgangsmonnum. FBI sigur,
at summir víðgongdir islamskir felagsskapir hava ta
kendu rockstjørnuna á einum serligum deyðslista.
Heimsheilsustovnuri
n WHO ávarar aftur
um SARS. Hildið
verður, at virusið
kann broyta seg, so
tað verður uppaftur
hættisligari
SARS
Árni Joensen:
Higartil hava granskarar
hildið, at SARS-virusið var
rættiliga støðugt, men nú
ávara granskarar hjá WHO
um, at virusið kann gerast
uppaftur hættisligari, enn
tað hevur víst seg at vera,
síðani tað fyrstu ferð varð
staðfest.
Á einari ráðstevnu í
Singapore um vikuskiftið
segði Marie-Paule Kiney
hjá WHO, at SARS-virusið
mennist, og at tað er neyð-
ugt hjá granskarunum at
kanna tað nærri og at halda
eyga við møguligum broyt-
ingum. Summir granskarar
halda, at virusið hevur ser-
lig evni til at laga seg eftir
ymsum umstøðum, og at
tað mennist nógv skjótari
enn higartil hildið.
Higartil eru 804 fólk
deyð av SARS, og umleið
8.400 hava havt ella hava
sjúkuna. Seinastu tíðina eru
tilburðirnir fækkaðir nógv,
men hava granskararnir hjá
WHO rætt, kann sjúkan
fara at taka seg uppaftur og
tá kanska sum ein uppaftur
verri sjúka enn higartil.
Kundi tú hugsað tær
at sloppið eina ferð út
í rúmdina? Tað ber til
nú, men ferðaseðilin
kostar 130 milliónir
krónur
FERÐAVINNA
Árni Joensen:
Russiska rúmdarleiðslan
Rosaviakosmos hevur nú
skrivað undir sáttmála við
amerikansku rúmdarfyri-
tøkuna Space Adventure
um at senda ferðafólk út til
altjóða rúmdarstøðina ISS
at ferðast.
Ferðin út hagar verður
við einum fari av slagnum
Soyus TmA, og tann fyrsta
ferðin verður frá støðini í
Balikonor í Russlandi á
vári í 2005. Hetta er sama
støðin, sum varð nýtt, tá
heimsins fyrsti rúmdar-
maður, Jurij Gagarin, varð
skotin út í rúmdina. Heims-
ins
fyrsti
fylgisveinur,
Sputnik, varð eisini skotin
út haðani.
Russiska rúmdarverkætl-
anin hevur fingið munandi
størri týdning og áhuga
eftir vanlukkuna við amer-
ikansku
rúmdarferjuni
Colombia fyrr í ár. Fyribils
hava
amerikanararnir
steðgað allari flúgving og
nýta nú russisk rúmdarfør
til samskiftið við ISS.
Higartil hava tveir ferða-
menn verið úti í rúmdini. Í
2001 var tað amerikanski
ríkmaðurin Dennis Tito og í
fjør suðurafrikanarin Mark
Shuttleworth. Ætlanin var,
at
tveir
amerikanarar
skuldu eisini fara út í rúmd-
ina at ferðast í fjør, men tað
varð av ongum, tí teir
megnaðu ikki at rinda
ferðaseðilin.
Og tað er heldur ikki so
lætt, tí ferðin og uppihald á
ISS í tíggju dagar kostar
130 milliónir krónur.
Sunnudagin átti ein kvinna í landspartinum San Juan har norðuri í Argentina tríburðar, tríggjar gentur. Tvær teirra eru
siamesiskir tvíburðar. Tær hava sama hjarta og somu lungu, men hvør sín heila
SARS-virusið kann gerast
uppaftur verri
Út í rúmdina at ferðast
Siamesiskir tvíburðar
C
M
Y
K
3
2