týsdagur 24. juni 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 116 - 24. juni 2003
Nr. 116 - 24. juni 2003
5
Undir húgvu
Fyrstu pisurnar eru
floygdar. Hesa vikuna
fara húgvurnar at
vera sjónligar kring
landið
STUDENTAR
Heri á Rógvi
Tað er altíð nakað serstakt
hesar nógvu húgvarnar,
sum hesa ársins tíð eru
sjónligar í føroyska lands-
lagnum. Pisurnar frá mið-
námsskúlunum kring land-
ið fáa eftir síðstu próvtøk-
una eina húgvu setta á
høvdið av læraranum.
Nakrar vikur áðrenn hava
næmingarnir verið og tikið
mát til húgvurnar, sum ikki
hava langa livitíð og heldur
ikki eru heilt bíligar, men
sum eingin í dag vil vera
fyriuttan.
Húgvan hevur ikki altíð
verið so væl umtókt, og
ymsu rákini hava sett sín
dám, nær húgvan skuldi
keypast ella ei.
Mánamorgunin varð eisini
tosað um rák, men tað var í
próvtøkuhølunum í Stud-
entaskúlanum í Hoydølum.
Onkur flokkur hevði før-
oyskt á skránni og onnur
høvdu terpað í søgubókun-
um til síðstu próvtøkuna.
Mammurnar flokkaðust
eisini um børnini við blóm-
um á hesum serliga degn-
um. Eftir trý ára skúla-
gongd verður hesin dagurin
mestur tann mest minniligi
av øllum.
Ein teirra, sum fekk
húgvuna á høvdið mána-
morgunin, er 19 ára gamli
Búi Àrantsson úr Havn.
Amerikanska
borgara-
kríggið fjaldi seg handan
spurningin, Búi trekti. Tað
gekk eisini óført, og karakt-
erurin varð eitt níggju tal.
Og hetta er Búi væl
nøgdur við. Sum heild hev-
ur tað verið strævið at
ganga til próvtøku, og ser-
liga
støddfrøðin
hevur
verið tung at hála seg
ígjøgnum, sigur Búi.
Eitt enn betri skoðsmál –
11 – fekk hann í evning.
Tað verður eisini hendan
leiðin, sum Búi fer at
fylgja. Eftir ætlan fer Búi
til Århus at lesa listasøgu
eftir summarfrítíðina.
– Eg fari at sakna tey
flokkinum, sigur Búi, sum
hevur gingið í 3.Y ella 00.Y,
sum tað eisini verður rópt.
Seks 3.S flokkar eru í
Hoydølum. Tey fáa øll húgv-
urnar í vikuni, og hósdagin
verður pisufundur á skránni.
Eisini á øðrum skúlum
kring landið fáa tey í hesum
døgum húgvur, soleiðis at
allar húgvurnar fara at seta
sín eyðkenda dám á ein
stóran part av landinum –
kanska ikki minst jóansøk-
una.
Sosialurin ynskir øllum
teimum
undir
húgvuni
hjartaliga tillukku.
Búi Árantsson fekk sum ein av teimum fyrstu serligu húgvuna sum nýútbúgvin studentur í Hoydølum.
Mynd: Álvur Haraldsen
Kunningarstovan í Vági opin
Nú er tvær kunning-
arstovur í Suður-
oynni, tí fríggjadagin
var móttøka í nýggju
kunningarstovuni í
Vági, sum heldur til í
Gamla Skúla
KUNNING
Dagfinn Olsen
Vágur:
Fríggjadagin sá
nýggj kunningarstova dags-
ins ljós, tí móttøka var tá í
nýggju kunningarstovuni í
Vági, sum serliga skal taka
sær av syðru helvt av Suð-
uroynni. Hildið verður til í
gamla skúlanum við høv-
uðsvegin miðskeiðis í
býnum.
Á Tvøroyri hevur kunn-
ingarstova verið, men fyrr í
ár stovnaðu kommunurnar í
Suðuroynni felagið Ferða-
vinnan í Suðuroy, ið er eitt
átak fyri ferðavinnuna í
oynni. At hava eina kunn-
ingarstovu í syðru helvt av
oynni er eitt av endamálum
felagsins.
Kunningarstovan í Vági
kemur at taka sær av van-
ligum
kunningartstovu
virksemi, t.d. skipa fyri til-
tøkum og útferðum. Har er
t.d. sluppin Johanna TG326
til at taka. Og so er eisini
uppgávan at vera kunnandi
hjá fólki á staðnum og vitj-
andi.
Heidi Kilgour er sett at
taka sær av kunningarstov-
uni í Vági, sum er opin
hvønn
gerandisdag
frá
klokkan 9:00 til 16:00.
Heidi Kilgour er sett at taka sær av kunningarstovuni í Vági, sum er opin hvønn gerandisdag
frá klokkan 9:00 til 16:00
KIKARATREFF
Páll Holm Johannesen
Mikukvøldið skipar 3-arin
í SMS fyri sokallaðum kik-
aratreffi umborð á Norð-
lýsinum. Eitt av starvs-
fólkunum í 3-arinum, Sára
S. Sørensen, er í løtuni í fer
við at skriva sveinaupp-
gávuna.
Evnið í uppgávuni er
kikarar, og í tí sambandi
bjóðar 3-arin fólki ein
ókeypis túr um Nólsoynna
við Norðlýsinum. Á túrin-
um fer Sára Sørensen at
greiða fólki frá um kikarar,
og møguleiki verður eisini
at royna nakrar av allar-
bestu kikarunum á markn-
aðinum.
Úr 3-arinum siga tey at
loyst verður klokkan 20, og
túrurin verður í einar 2-3
tímar. Umframt at fáa
kunnleika um kikarar, so
bjóðar 3-arin eisini fólki
okkurt til matna.
Kikaratreff
mikukvøldið
3-arin í SMS bjóðar mikukvøldið fólki til kikaratreff umborð á
Norðlýsinum. Møguleiki verður hjá fólki at fáa hollan kunn-
leika um kikarar
Vítt um verøld
Framsýningin av før-
oyskum frásagnum
frá ferðum í út-
londum verður opin
alt summarið.
FRAMSÝNING
Páll Holm Johannesen
Í summar skipar Føroya
Landsbókasavn fyri fram-
sýning av føroyskum frá-
sagnum frá ferðum í út-
londum. Talan er um til-
farð, sum føroyingar hava
skrivað frá ferðum í út-
londum, og sum hava
staðið í tíðarritum og bløð-
um gjøgnum árini. Summ-
arframsýningin lat upp fyri
tveimum vikum síðan, og
hon verður opin alt summ-
arið.
Ferðafrásagnir sum bók-
mentasjangra er rættiliga
gomul. Ferðafrásagnirnar
hjá Marco Polo í Kina í 13.
øld ella stóru rannsóknar-
ferðirnar í 15. og 16.øld eru
kendar um allan heim.
Eisini eru fleiri ferðafrá-
sagnir sum eru høvuðsevni
í skaldsøgum. Vit kunnu
nevna søgurnar um Gull-
iver, Jules Verne og ferða-
frásagnir
hjá
Ernest
Hemmingway.
Føroysku ferðasagnirnar
eru skrivaðar í vanligum
stíli. Sagt verður frá hend-
ingum, og greitt verður frá,
hvussu tey ferðandi síggja
og upplíva ymisk viður-
skiftið. Tey siga frá, hvat
hugtekur og vekir undran
ella andstygd.
Av rithøvundum, sum
eru við á framsýningini
kunnu nevnast, Sigert Pat-
ursson, K. O. Videro, Petur
Háberg, Jakob Jakobsen og
Gunnar Hoydal.
FRAMSÝNING
Páll Holm Johannesen
Fríggjadagin byrjar fram-
sýning hjá danska teknar-
anum
og
málaranum,
Preben
Frederiksen
í
Smiðjuni í Lítluvík. Fram-
sýningin, sum eitur "Gen-
syn" vísur verk, sum lýsa
føroysku
náttúruna
og
mentanina.
Preben Frederiksen hevur
fleiri ferðir áður vitja Før-
oyar, og hann sigur seg
serliga fáa íblástur frá
náttúruni og sjáldsomu
mentanina
í
Føroyum.
Danski listamaðurin ar-
beiðir
naturalistisk,
og
hansara verk fevna bæði
um oljumálningar og blý-
antstekningar. Preben Fred-
eriksen er 56 ára gamal, og
er útbúgvin á Jyske Kunst-
akademi í 1966.
Framsýningarnar byrja
fríggjadagin klokkan 14.
Á Tórshavnar Býráð
vilja tey ikki nakað,
fyrr enn kanningin av
Vágsbotni er gjørd
DÁLKING
Páll Holm Johannesen
Í samband við dálkingina í
Vágsbotni í seinastu viku
ætlar Tekniska deild at seta
eina kanning í verk. Tað er
komið í ljósmála, at megin-
parturin av dálkingini var
húsarhaldsrusk, og tí er
illgruni um, at møguliga
kloakkskipanirnar
hjá
onkrum av matstovunum
við Vágsbotn ikki hava
virkað. Marius Müller á
Teknisku deild vil hvørki
vátta ella avsanna, at
dálkingini stavar frá einum
av matstovunum í um-
hvørvinum við Vágsbotn.
– Vit hava havt fund um
málið, og komu ásamt um
at seta eina kanning í verk,
og áðrenn hon er gjørd
kunnu vit ikki siga nakað
um orsøkina. Mest umráð-
andi í løtuni er at finna
fram, hvussu tilburðurin í
seinastu viku hendi, og
loysa trupulleikan alt fyri
eitt, sigur Marius Müller á
Teknisku deild á Býráðn-
um.
Preben Frederiksen í Smiðjuni
Danski listamaðurin, Preben
Frederiksen, fer komandi
vikuskiftið at sýna fram í
Smiðjuni í Lítluvík. Á mynd-
ini sæst ein oljumálningur av
Múla
Býráðið kannar Vágsbotn
C
M
Y
K
5
4