týsdagur 24. juni 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 116 - 24. juni 2003
Nr. 116 - 24. juni 2003
7
Nýggi nevndarfor-
maðurin í Atlantic
Seafarm í Suðuroy
sigur, at roynt verður
at finna íleggjar, sum
vilja seta pening í
alingina í Suðuroy.
Men tað er rættiliga
trupult og eydnast tað
ikki, steðgar alt
ALING
Áki Bertholdsen
Suðuroy: Aling hevur nú í
fleiri ár verið ein týðandi
partur av vinnuliga grund-
arlagnum í Suðuroy.
Men nú er vandi fyri, at
øll aling í Suðuroy steðgar.
Virksemið hjá Atlantic Sea-
farm umfatar bæði smolt-
støð í Hovi, aling víða hvar
á Vágsifirði og Trongis-
vágsfirði, umframt laksa-
virki í Vági og somu eigar-
ar áttu eisini roykivirki í
Porkeri.
Alt tað virksemið er nú
komið í so svára peninga-
neyð, at tað er sett undir
umsiting.
Leiðslan er farin frá og
fyribils nýggjur stjóri er
Páll Leo. Og fyribils nýggj-
ur
nevndarformaður
er
Kristian Andreasen, lóg-
frøðingur í Havn.
Og tað eru tey, sum
halda, at tað boðar ikki frá
góðum at løgfrøðingur er
komin upp í leikin, tí tá ið
ið teir koma uppí, plagdi
merkja tað, at fyritøkan er
uppgivin og skal avtoftast
og at bara skulu royna at
bjarga tí sum bjargast kann
til tey, sum eiga pening til
góðar í fyritøkuni, so at
fíggarliga tapið verður sum
minst.
Men
tað
avsannar
Kristian Andreasen.
– Uppgávan er fyrst og
fremst at royna at finna
nýggjar íleggjarar til ali-
fyritøkuna í Suðuroy, sigur
hann.
Men hann sigur, at sjálv-
sagt er uppgáva hansara
eisini at loysa teir trupul-
leikar sum eru og at bjarga
teimum virðum, sum eru,
so at tapið verður avmarkað
mest møguligt.
Hann sigur, at hansara
uppgáva fevnir ikki um
Roykivirkið í Porkeri og tað
liggur stilt í løtuni.
Ógvuliga trupult
Og Kristian Andreasen dyl-
ir heldur ikki fyri, at hann
sær tað sum eina rættiliga
trupla og møtimikla upp-
gávu at fáa nýggjar íleggj-
arar at trúgva a uppá aling-
ina í Suðuroy.
– Sum kunnugt er ali-
vinnan jú í svárari kreppu
frammanundan. ILA hevur
ført til stórt bakkast nógva
staðni, eisini í Suðuroynni
og prísirnir eru lágir. So-
statt eru útlitini fyri ali-
vinnuni alt annað enn góð.
Nýggi nevndarformaður-
in í Atlantic Seafarm sigur,
at hóast roynt verður at
finna nýggjar íleggjarar, er
tað enn ómøguligt at siga
um, antin tað fer at bera til.
Hann fær ikki so frægt sum
sagt, at tað er en ávísur
áhugi.
– Vit royna at fáa tey,
sum fáast við aling í Føroy-
um, at vísa áhuga. Teir eru
ikki so nógvir í tali men tað
er trupult.
Forðing fyri
útlendingar
Kristian Andreasen sigur, at
roynt verður eisini, at finna
útlendskar íleggjarar til ali-
vinnuna í Suðuroy.
– Men eisini tað er sera
trupult og í hesum sam-
bandi er reglan um, at
útlendingar bara kunnu
eiga 33% av einum ali-
brúki, eitt haft um beinið.
Kristian Andreasen sigur,
at tað er rættiliga vónleyst
at fáa útlendingar at seta
munandi pening í alivinn-
una uttan at teir eisini fáa
ávirkan á raksturin.
– Men tá ið teir í mesta
lagi kunnu eiga 33%, verða
teir í øllum førum minni-
luta partaeigarar og undir
slíkum treytum verður tað
meiri enn trupult at fáa nak-
ran at seta pening í.
– Føroyar eru eitt lítið
land og tað er ógvuliga
trupult at finna pening í
Føroyum. Tí er hámarkið
fyri útlendskum pengum
upp á 33% ein forðing í
hesum føri.
Hann sigur, at tað er hel-
dur ikki væntandi, at fígg-
ingarstovnarnir fara at reka
alivinnuna framyvir.
Krevur nógvan pening
Hann sigur, at tann, sum
setir pening í, skal helst
hava fíggjarliga styrki til at
líta frameftir og styrki til at
taka eitt bakkast, ella tvey.
Hvussu nógvan pening,
alingin í Suðuroy fær brúk
fyri, fyri at kunna endur-
reisast, vil Kristian Andrea-
sen ikki meta um. Men
hann sigur, at alivinnan
krevur rættiliga nógvan
pening.
Men veruleikin er, at tá ið
laksurin er nóg stórur at
taka, kostar hann einar 20
krónur kilo, tí tað gongur
so long tí, frá tí, at smoltið
er slept í ringarnar, til laks-
urin er nóg stórur at taka og
alla hesa tíðina skal hann
fóðrast og passast.
Fyri egnu rokning kunnu
vit so taka eitt dømi, at
skulu 3.000 tons av laksi
takast, kostar tað sostatt 60
milliónir!
Tað er sum ein heilur
trolari, men her er talan um
livandi fisk, sum kann
verða raktur av sjúku og
annað mangt, so vágin er
sera stórur.
Leggjast kann afturat, at í
løtuni er søluprísurin so
vánaligur, at alarar fáa bara
17 krónur fyri kilo. sosatt
er eitt hall upp á 3 krónir
fyri hvørt kilo av laksi.
Taka vit so aftur tey
3.000 tonsini høvdu tey
givið 9 milliónir í undir-
skoti, sum marknaðurin er í
løtuni.
Og tað sigur seg sjálvt, at
undir slíkum umstøðum er
tað serstakliga trupult at
finna áhugaðar íleggjarar.
Men Kristian Andreasen
leggur afturat, at nú má tað
ganga hampuliga skjótt, tí á
jólum er arbeiðið liðugt at
taka laksin, sum er klárur at
taka nú og eru nýggir
íleggjarar ikki funnir tá, er
vandi fyri, at alt steðgar.
Men hann leggur eisini
afturat, at í alivinnuni kann
tað ganga rættiliga skjótt
hvønn vegin so enn er ikki
at missa vónina.
Vandi fyri at øll aling í Suðuroy dettur niðurfyri
– Men hitin verður
stokkutur, í hvussu so
er í fyrstu atløgu og
smoltið, sum er sett
út, sleppur ikki at
veksa til laks, men
skal drepast aftur
ALING
Áki Bertholdsen
Suðuroy: Nú er aftur ar-
beiði á laksavirkinum í
Vági.
Men í fyrstu syftu verður
tað ein stokkurtur hiti, tí tað
er meiri enn ivingarsamt
um nøkur aling yvirhøvur
verður í Suðuroy framyvir.
Og arbeiðið, sum nú
verður á virkinum, er bara á
sláturvirkinum, tí á sjálvum
tí stóra góðskingarvirkin-
um, verður onki arbeiði.
Alivinnan í Suðuroy er
býtt sundur í trý. Atlantic
Seafarm stendur fyri aling-
ini á sjónum. Men tað hev-
ur tvey onnur feløg knýtt
afturat sær. Tey eru felagið
Hovsá, sum er smoltstøðin
og felagið Suðurlaks, sum
er laksavirkið á landi.
Hetta var samstundis ein-
asta alivirki í Suðruoy, um-
framt smoltstøðina í Fám-
jin.
Eftir at teir, sum áttu alt
hetta virksemið, ikki longur
kláraði sínar skyldur, er øll
fyritøkan
umskipað
og
nýggjur nevndarformaður
er fyribils Kristian Andrea-
sen, lógfrøðingur í Havn.
Kristian Andreasen sigur,
at tað fyrsta, sum liggur í
kortunum, er at taka tann
fiskin, sum er svimur í ali-
ringunum á sjónum og sum
er klárur at taka.
Hann segði fríggjadagin,
at gekst sum ætlað, skuldi
arbeiðið byrja í dag, men í
øllum førum verður tað
fyrsta dagin.
Alingin í Suðuroy hevur
verið hart rakt av ILA og
nógvur fiskur er deyður í
ringunum.
– Í fyrstu syftu verður
fiskurin tikin í alibrúkun-
um, sum eru rakt av ILA,
sigur Kristian Andreasen.
Hann sigur, at leysliga mett
er talan um sløk 1.000 tons
og hann væntar at tað fer at
taka ein mánað at taka tann
laksin.
Men hann sigur, at táið
tann fiskurin er tikin, verð-
ur farið undir næsta stigið
og tað verður at taka fiskin
úr hinum ringunum.
Nevndarformaðurin sig-
ur, at til alt hetta verður ar-
beiði hjá einum 30-40 fólk-
um tað mesta, sum eftir er
av árinum.
Vandi fyri at alt
steðgar
Spurningurin er so, hvussu
verður við alingini í Suð-
uroy framyvir.
– Tá ið árið er runnið, er
alt tikið, sum nú kann tak-
ast og hava vit tá ikki funn-
ið nakran, sum er áhugaður
at seta pening í fyritøkuna
aftur, er vandi fyri alt
steðgar.
Kristian Andreasen sigur,
at samstundis er als ongin
avgerð tikin um, hvussu
verður við góðskingarvirk-
inum.
Á roykivirkinum í Por-
keri er alt arbeiði eisini
steðga og tað liggur heilt
uttanfyri hansara arbeiðs-
øki, so tað hevur Kristian
Andreasen onki við at gera
yvirhøvur.
Hann sigur, at tað er hel-
dur ikki gjørt av, um meiri
smolt at setast á sjógv og,
um so verður, hvussu nógv
smolt skal setast á sjógv.
– Annars er smolt longu
sett út í ringar á Vágsfirði,
men tað smoltið sleppur
ikki at veksa til laks, tí tað
skal takast uppaftur og fyri-
beinast.
So vítt, vit hava fingið
upplýst, er talan um upp
ímóti einari millión smolt,
sum nú skal fyribeinast
aftur.
Hann sigur, at hetta er
fyri at binda um heilan
fingur, tí tað eru óráð at
seta molt á sjógv, so leingi
framtíðin hjá alivingini í
Suðuroy er so ógreið.
– Tað krevur ógvuliga
nógvan pening at fáast við
aling og fyrrenn vit vita,
um alingini í Suðuroy yvir-
høvur er lív lagað, loysir
tað seg ikki at seta smolt á
sjógv, sigur Kristian Andre-
asen.
Arbeiða aftur á laksavirkinum í Vági
Tað er rættiliga trupult at finna nýggjar íleggjarar til ali-
vinnuna í Suðuroy, so vandi er fyri, at alt steðgar, sigur Kristian
Andreasen, nýggju nevndarformaður. Hann sigur, at reglan
um, at útlendingar bara kunnu eiga 33% av føroyskum
alibrúkum, er ein stór forðing
Virksemið á laksavirkinum er steðga og framtíðin er púra óviss. Eini 30-40 fólk fáa tó arbeiði á
virkinum. Men tað er bara til jóla og hvat ið so verður, veit ongin enn
Úrslitið av umboðs-
nevndarfundinum
hjá SEV fríggjadagin
var, at nevndin ein-
mælt samtykti at ný-
mótansgera viðtøk-
urnar hjá felagsskap-
inum og gera nýggjar
reglugerðir fyri stýr-
ið. Eisini skulu inn-
anhýsis mannagongd-
ir leggjast í fastari
legu. Hesi stig eru ein
beinleiðis avleiðing av
rumblinum, sum
hevur verið í SEV
seinastu vikurnar
SEV
Stefan í Skorini
Umboðsnevndin hjá SEV
góðkendi
frágreiðingina
hjá stýrinum, sum hon
hevði gjørt um sáttmála-
samráðingarnar hjá SEV
við Maskinmeistarafelagið.
44 limir atkvøddu fyri frá-
greiðingini, 16 ímóti og 4
atkvøður vóru blankar.
Tað var umboðsnevndar-
formaðurin, Hans Tausen
Olsen, sum hevði kravt eina
frágreiðing frá stýrinum, tí
stór ivamál vóru viðvíkj-
andi upplýsingunum, sum
stýrislimirnir høvdu fingið
frá stýrisformanninum og
stjóranum, tá nevndin gav
formanninum heimild at
skriva undir sáttmálan við
maskinmeistararnar, hóast
Karsten Hansen framman-
undan á einum fundi munn-
liga hevði boðað frá, at
hann ikki fór at góðkenna
sáttmálan.
Dia Poulsen úr Vági, sum
er stýrislimur hjá SEV,
førdi fram í Sosialinum, at
tá hann var við til at geva
formanninum heimild at
skriva undir sáttmálan, visti
hann ikki av, at Karsten
Hansen dagin fyri hevði
boðað frá, at hann ikki fór
at góðkenna sáttmálan.
Hetta stóð eisini í frá-
greiðingini frá stýrinum, og
hann fekk stuðul frá stýris-
limunum Tóri Johannesen
av Sandi og Bjarta Mohr úr
Havn, sum heldur ikki
hildu seg hava fingið nøkt-
andi upplýsingar. Hinir
tríggir stýrislimirnir um-
framt formannin vóru hin-
vegin av eini aðrari áskoð-
an í hesum sambandi og
hildu seg hava fingið nøkt-
andi upplýsingar.
Endin var, at nevndin
góðkendi frágreiðingina,
og tískil fær henda søgan
ongar beinleiðis avleiðing-
ar fyri hvørki stjóran, Klæ-
mint Weihe, ella stýrisfor-
mannin, Poul Arna Jacob-
sen.
Tá nevndin hevði góð-
kent hesa frágreiðingina,
fall misálitisuppskotið, sum
Klæminti Olsen hevði sett
fram móti stjóra og stýri,
burtur.
Opnir fundir
Hans Tausen Olsen hevur
verið við til at gera upp-
skotið um at broyta viðtøk-
ur og seta nýggjar reglu-
gerðir í gildi. Hann heldur,
at vantandi reglugerðir og
ikki nóg greiðar manna-
gongdir, hava millum ann-
að verið orsøk til alt rumbl-
ið í SEV seinastu mánað-
irnar.
Á einum eykafundi hjá
umboðsnevndini fyrr í ár,
varð samtykt at geva Klæ-
minti Weihe eina ávaring
fyri hansara leiklut í Vága-
tunlinum, har hann var for-
maður í nevndini. Henda
ávaringin er nú løgd til
viks, og ístaðin verður farið
undir at kollvelta bygnaðin
í SEV.
– SEV verður ikki at
kenna aftur, tá hetta er liðu-
gt, sigur Hans Tausen
Olsen.
Tað er Halgir Winther
Poulsen, advokatur, sum
hevur átikið sær arbeiðið at
gera nýggjar viðtøkur og
reglugerðir. Hetta fer tó at
taka longri tíð, og broyting-
arnar verða helst ikki settar
í verk fyrr enn næsta ár.
Tað liggur tó í kortunum,
at allir umboðsnevndar-
fundir skulu vera fyri opn-
um hurðum, so at fjølmiðl-
ar og almenningurin sum
heild kunnu fylgja betri
við, hvat hendir í tí komm-
unala felagsskapinum.
Minka
umboðsnevndina
Ein onnur broyting, sum
møguliga verður sett í verk,
er at minka um umboðs-
nevndina. Í løtuni sita 77
fólk í nevndini, og hildið
verður, at hetta er ov nógv.
Kommunurnar hava ein lim
fyri hvørjar nýkomnar tús-
und íbúgvar. T.v.s. at Sak-
sun hevur ein lim, meðan
Runavík hevur tríggjar og
Tórshavnar kommuna hev-
ur 18 limir.
– Vit fara at royna at gera
eina nýggja samanseting,
sum tó ikki skal hava við
sær, at kommunurnar missa
ræðisrættin á sínum ogn-
um, sigur Hans Tausen
Olsen. Tað er tó umboðs-
nevndin, sum skal atkvøða
um at minka talið umboðs-
nevndarlimum.
SEV verður nú eisini lim-
ur í Kommunala Arbeiðs-
gevarafelagnum, so at sátt-
málaramráðingar í framtíð-
ini verða førdar av hesum
felagnum og ikki av bein-
leiðis av leiðsluni í SEV.
Stjórin og stýrið hóraðu undan
Halgir Winther Poulsen er løgfrøðingurin, sum skal evna til nýggjar viðtøkur og reglugerðir fyri
SEV. Hetta samtykti umboðsnevndin hjá SEV fríggjadagin
Savnsmynd
Umboðsnevndarfund
urin hjá SEV hevur
samtykt at seta
tríggjar milliónir
krónur í eitt
partafelag, sum skal
kanna møguleikarnar
fyri at nýta alduorku í
Føroyum
ALDUORKA
Stefan í Skorini
– Vit hava fingið heimild
frá nevndini at stovna fel-
agið, og vit hava sett tríggj-
ar milliónir krónur í tað at
byrja við, sigur Poul Arne
Jacobsen, stýrisformaður.
Ætlanin er, at føroyska
partafelagið skal samstarva
við Wavegen, sum rekur
eitt alduorkuverk í Skot-
landi. Wavegen hevur sýnt
áhuga fyri ætlanini og er
sinnað at arbeiða saman við
føroyska felagnum.
SEV hevur tikið stig til
eina kanning av møguleik-
unum at gera alduorkuverk
í Føroyum. Nú verður bygt
víðari á hesa kanningina,
sum Signar Heinesen, sum
var prosjektleiðari.
Tað verður tó neyðugt
við meira enn trimum milli-
ónum krónum, um aldu-
orkuverkið
skal
gerast
veruleiki. Ætlanin er tí at
fáa fleiri íleggjarar og
møguliga almennan stuðul.
Wavegen í Skotlandi fær
stuðul frá stjórnini í Lon-
don og hevur eisini fingið
granskingarstuðul frá ES.
Áhugaverd ætlan
Signar Heinesen, sum stóð
fyri kanningini av alduorku
í Føroyum, vísti á tveir
ymsar møguleikar. Tann
eini var at stoypa verkið út í
havið á Mølini á Eiði, og
hin var at gera eitt aldu-
orkuverk í tunlum í bergin-
um nærhendis Søltuvík.
Hendan seinna ætlanin
hevur ongantíð verið roynd
nakrastaðni, og tí er hon
serliga áhugaverd. Hetta
kann vekja áhugan aðra-
staðni og møguliga knýta
fleiri partar av verkætlan-
ini.
– Tað er stór óvissa knýtt
at eini slíkari ætlan, og tað
er orsøkin til, at vit ikki
hava sett meira pening í
verkætlanina enn, sigur
Poul Arne Jacobsen.
– Vit skulu gera fleiri
tekniskar kanningar, sum
fara at vísa, um tað er skila-
gott at gera eitt slíkt aldu-
orkuverk. Síðani verður ar-
beitt víðari, sigur Poul Arne
Jacobsen.
Mett verður, at eitt aldu-
orkuverk sum tað í Søltuvík
kostar 17 milliónir krónur
at gera.
SEV setir pening í alduorku
Poul Arne Jacobsen,
stýrisformaður í SEV, sigur,
at tríggjar milliónir krónur
eru settar í eitt partafelag,
sum skal fara undir at gera
eitt alduorkuverk í Føroyum
Savnsmynd
C
M
Y
K
7
6