Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 116 - 24. juni 2003 Nr. 116 - 24. juni 2003 9 USA lækkar væntandi rentuna Eftir fleiri vikur, við støðugt lækkandi lánsbrævarentum - rentum, ið sum heild náddu sítt lægsta stig - hendi ein broyting í farnu viku. Um- framt at sera lága rentustigið førdi við sær, at lánsbræva- eigarar úti í heimi staðfestu teirra lánsbrævavinning, førdi m.a. kunngerðin av prísvakstr- artølum úr USA við sær hækkandi rentur. Júst prís- vøksturin í USA hevur verið í andgletti í longri tíð, og tá tølini gjørdust bjørt, fóru luttakarar á alheims virð- isbrævamarknaðum at meta, um amerikanski tjóðbankin í næstu viku als ikki fer at lækka teirra leiðandi rentu ella um rentulækkingin verður lægri enn áður væntað. Partabrævamarknaðirnir ávirkaðust ikki eins nógv av prísvakstargongdini, sum lánsbrævamarknaðirnir. Orsøkin til hetta var, at parta- brævamarknaðir í seinastuni hava staðið seg væl og hava havt onnur viðurskiftir í sjón- eykuni. Virkir hava í seinast- uni, sum heild, víst á positiv viðurskiftir, og tað kann tykjast, sum at partabræva- marknaðirnir, hava lagt seg at bíða eftir, at virkir fara undir at almannakunngera rokn- skapir fyri hálvárið, um tríggjar vikur. Eftir at dollarin so at siga dagliga er fallin seinastu mánaðirnar, var tað at kalla eitt undantak, at dollarin í farnu viku hækkaði orsakað av bjørtum lyklatølum úr USA. Um røðin av bjørtum tølum úr USA heldur áfram, er góður møguleiki er fyri, at dollarin kann hækka enn meira komandi tíðina. Hendan vikan fer at vera merkt av, at rentufundur verð- ur í USA mikudagin, har tjak- ast skal um, hvørt leiðandi renta har skal lækkast, og um so er, hvussu nógv. Undan- farnu vikurnar hevur verið gitt, at rentan verður lækkað 0,50%-stig, men bjørtu am- erikansku lyklatølini í farnu viku, hava ført við sær giting- ar um, at rentan bert verður lækkað 0,25%-stig. Um rent- an ”einans” verður lækkað 0,25%-stig ella tjóðbanka- stjórin Alan Greenspan í við- merkingum til rentufundin verður positivur um búskapin kann væntast, at lánsbræva- rentur og dollarin hækka meira. Eitt slíkt úrslit av rentufundinum í USA vil eisini fáa positiv árin á parta- brævamarknaðirnar. Lækka amerikumenn rentuna við 0,50%-stigum, fara vit eftir øllum at døma at síggja fall- andi rentur aftur, samstundis sum partabrøv og dollarin kunnu fella nakað aftur. Vika 26, 2003 www.kaupthing.fo Marknaðarrák Nýggi barnagarðurin í Runavík: Flyta inn um góðan mánað Kongshavnar barna- garður og vøggustova fer um góðan mánaða at flyta inn í spildur- nýggj høli við Tofta- vatn í Runavík. Barnagarðurin er eitt sindur seinkaður, men almenni upplat- ingardagurin er nú fastsettur. Hann verð- ur tann 31. juli BARNAGARÐUR Ingrid Bjarnastein Runavík: Við Toftavatn í Runavík stendur ein ný- bygningur í gerð. Talan er nevniliga um tann spildur- nýggja barnagarðin í kommununi. Í fjør fylti Kongshavnar barnagarður og vøggustova í Saltangará 20 ár. Og øll, nú 21 árini, hava barna- garðurin og vøggustovan húsast í kjallaranum í Post- húsinum, har umstøðurnar hava verið heldur trongar. Nýggjur barnagarður hevur nú verið í gerð í eina rúma tíð, og nú er nærum klárt at flyta. Ætlanin var av fyrstan tíð, at nýggi barnagarðurin skuldi lata upp í mei, men arbeiðið er vorðið eitt sind- ur seinkað. Orsøkirnar eru fleiri og ein av teimum er, sum vera man, verkfallið. – Nú er almenni upplat- ingardagurin tó fastsettur. Hann verður tann 31. juli, sigur Fríða Lómstein, leið- ari á Kongshavnar barna- garði og vøggustovu. Betri pláss Barnagarðurin í Saltangará er elsti barnagarðurin í oynni, og í dag eru 54 børn í vøggustovu og barnagarði í tilsamans trimum stovum. Nýggi barnagarðurin hevur fýra barnagarðsstov- ur og tvær vøggustovur. Harumframt verður eisini ein høll til børnini. Hetta ger, at tað verður sjálvandi pláss fyri meira børnum. Tann 4. august verður byrjað at taka nýggj børn inn. Sum vanligt, tá nýggir stovnar lata upp, verða nøkur børn tikin inn í senn, til tað einaferð verður fult. Bíðað verður tó eitt sindur við at lata ta einu stovuna upp. Men tá nýggi barnagarðurin í Runavík verður fullur, verða tað 94 børn, sum koma at húsast har. Uttanfyri verða umstøð- urnar hjá børnunum eisini munandi betri. Sum er nú liggur barnagarðurin so at siga mitt í býnum, beint við vegin, sum gongur ígjøgn- um bygdirnar, og er nógv ferðsla. Uttandura umstøð- urnar hjá børnunum betrast eisini tá flutt verður. Nýggi barnagarðurin liggur í vøkrum náttúruøki, og tá fer at liggja væl fyri hjá børn- unum at fara út at spæla. So nú vantar bert ein góður mánaður til børnini og starvsfólkini flyta. – Og tað gleða vit okkum nógv til, sigur Fríða Lóm- stein, leiðari á barnagarð- inum og vøggustovuni. Støðan óbroytt Støðan hjá 23 ára gamla manninum, sum var í øðrum av teimum báð- um bilunum, sum rendu saman við Gøtugjógv, er óbroytt. Tað upplýsir politiið í Runavík. Tað var seint hóskvøld- ið, at tveir bilar rendu frontalt saman í Syðru- gøtu. Báðir bilarnir gjørdust vrak. Teir báðir dreingirnir, sum vóru í øðrum bilinum, komu illa til skaða. Annar drongurin breyt arm og bein, og hjá hinum stendur tað enn um lív, sum vit skilja á lagnum. -ib Nýggi barnagarðurin í Runavík. Seinast í juli mánaði flyta Kongshavnar barnagarður og vøggustova í spildurnýggjan stovn úti við Toftavatn í Runavík Lina Arge 85 ár Mikudagin 25. juni fyllir Lina Arge í Havn 85 ár. Lina er dóttir Fíu, f. Johan- sen, og Óla Arge, grótsmið í Havn. Hon hevur t.d. ar- beitt sum vaskikona, pass- að kantinuna á Føroya Sjó- mansskúla, arbeitt í handl- inum hjá Carl hjá Vága- Heina í Steinatúni og í Mál- ingahandlinum í J.C. Svabosgøtu. Málingahandi- lin byrjaði fyrst í 60-unum í niðaru hæddini í húsunum hjá Linu. Hon var í fleiri ár formaður í pensionistafel- agnum í Havn, og hevur hon ferðast nógv uttan- landa saman við øðrum pensionistum. Føðingar- dagurin verður hildin mikudagin á Hotel Hafnia, har opið hús verður á mat- stovuni, Longue, frá kl. 15- 18. NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 24. juni. Jóansøka. Føðingardagur Jóhannes Doyparans. Minningardagurin hjá halgimennum var vanliga deyða- dagur teirra, men hjá Jóhannes Doyparanum er tað føð- ingardagurin, ið verður hildin, av tí at hann var heilagur longu í móðurlívi. Eftir bíbilskari frásøgn var Jóhannes Doyparin seks mánaðir eldri enn Jesus, og tessvegna høvdu kirkjuligu myndugleikarnir gjørt av at halda føðingardagin hjá Jóhannesi áttanda dagin fyri 1. juli, og tað er júst seks mánaðir fyri tann dagin (áttanda dagin fyri 1. januar), sum teir umleið ár 350 høvdu avgjørt at halda sum føðingardag frelsarans. Føðingardagarnir verða báðir hvør í sínum lagi hildnir um sólstøður, og komið er á hægsta summarið júst um jóansøku. Um øll Norðurlond verða hildnar summarveitslur um jóansøku, men tað at brenna bál jóansøkunátt er ikki gam- al siður í Føroyum. Hann er komin higar í nýggjari tíð, helst úr Danmark. Siður var í Føroyum at fara t.d. upp á Skælingsfjall jóansøkunátt at síggja sólina rísa, og á gomlu jóansøku varð dansað á Varmakeldu í Eysturoy. Jóansøkustevna, sum hon verður hildin nú á døgum, varð hildin á fyrsta sinni í 1925 á Tvøroyri. Eitt eitur jóansøku- gras, og løgdu tey tað jóansøkukvøld undir koddan hjá sær, skuldu tey fáa tað, tey ynsktu sær. Ein søgn er annars um, at eina jóansøku var so nógvur kavi, at eitt ross kavaði undir í Kollfjarðadali. Her man vera sipað til stórkava, sum legðist 22. juni 1836. Jonhild Thomsen 90 ár Týsdagin 24. juni fyllir Jonhild Thomsen í Klaks- vík 90 ár. Jonhild er fødd í Havn, dóttir Jens Chr. Dam úr Havn og Kathrinu, úr Innistovu í Klaksvík. Hon er elst av fimm systkjum. Systkin hennaru eru Hans Hilmar Dam, Elly Djur- huus, Pavla Guttesen og Hannis Dam. Av teimum er bert Pavla Guttesen á lívi í dag. Jonhild vaks upp í Klaksvík hjá fastur síni Thomasiu og manni henn- ara, Jens Paula Hansen, vanliga nevndur Palli í Vátutoft. Sum 3 ára gomul kom hon til Klaksvíkar at ferðast og Thomasia og Palli, ið vóru barnleys, vildu helst ikki av aftur við smágentuna, og tóku tey hana sum sína egnu dóttir. Sum ung arbeiddi hon í handlinum hjá Jens Klæm- int Isaksen, úti í Klaksvík. Umframt at passa hús og heim fyrimyndarliga, rætti hon Fíu og Eliesar Poulsen eina hjálpandi hond í bóka- handlinum Thule. Í 1939 giftist Jonhild hon við John W. Thomsen, f. 18. januar í 1911, úr Porkeri, sonur Onnu, f. Djurhuus, og Johan A. Thomsen, í Skemmuni í Porkeri. John hevði lært til maskinsmið og maskinmeistara í Dan- mark. Heim aftur komin sigldi hann eina tíð og ar- beiddi á bedingini í Klaks- vík. John arbeiddi eisini í smiðjuni hjá Kjølbro í Fuglafirði og seinni á skipasmiðjuni á Skála. Hann var eisini til skips og sigldi sum maskimaður við trolarum hjá Kjølbro. Í 1964 fekk John arbeiði hjá Norsk Veritas og í 1968 hjá Tryggingarsambandinum, har han var til 1983, tá hann legði frá sær 72 ára gamal. John er í dag 92 ára gamal. Familjan er eisini kend fyri súkkluhandilin, sum sonur- in Páll rak. Jonhild og John fingu 4 børn: Páll, Onnu, Káru og Tove. Páll doyði í 1991, 50 ára gamal. Tað er ikki so lætt at seta seg niður at skriva minn- ingarorð um ommuna, nú hon fór so skjótt. Tí eg var og vitjaði hana um morgunin, hon sat har á stóli sínum og prátaði sum vanligt. Í hesum døgum eru orð so fátøk, men viðhvørt so hjálpir tað at fáa sett orð á. Tung vóru boðini, tá bróðir mín ringdi og segði, at omma var blivin sjúk og mátti fara á sjúkrahús, men løtu seinni ringdi hann aftur og segði, at omma far farin heim til Harran. Eg bleiv fyri ongum restina av kvøldinum. Tí eg havi sovið hjá ommu síðan abbin doyði, so vit bæði hava havt manga góða løtu saman, sitið um kvøld- arnar og tosað skemtandi saman. Omman var røsk, hon sat ongantíð fyri einki, stokkarnir lógu á borðinum, so hon altíð kundi taka og binda. Omman var familjukær, tað var svárt hjá henni, tá hon misti sonin so brádliga. Omman er farin heim til Harran, hon var gomul og troytt, men saknurin er stórur, nú hon ikki er meira her. Við hesum orðum vil eg enda og siga takk fyri alt tað góða, tú var fyri meg. Vit systkini sakna teg nógv, men vit hava góð minni og tey fløva í hesi sváru tíð. Hvíl í friði, góða, elskaða omma okkara. Ommusonur tín Jóhannes Í dag, 24. juni verður Sylvia Gunnarsson, Tórshavn, 80 ár. Dagurin verður hildin hjá soninum Eiriki á Signabø frá kl. 18.00. Mikudagin 25. juni fyllir Elias í Vági, Klaksvík 80 ár. Dagurin verður hildin í Norðdepli hjá dóttrini. 25. juni fyllir Lina Arge, Tórshavn, 85 ár. Er at hitta á Hotel Hafnia kl. 15.00-18.00. Í dag, týsdagin 24. juni hava Lillian og Bogi Rasmussen í Runavík verið gift í 25 ár. Tey eru burturstødd. 80 ÁR 85 ÁR SILVURBRÚDLEYP Minningarorð um Andreu Ludvig Fámjin C M Y K 9 8 AUTO AUTO 311234 311234 AUTO -Dag & nátt- Vilt tú bil hýra - ring 311234 Nú fáast eisini Talutíðarkkort BENZIN DIESEL KIOSK -Alt døgnið- AUTO 311234 Føroya Tele Kall