Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 116 - 24. juni 2003 Nr. 116 - 24. juni 2003 11 Leygardagin hevði Granskingarráðið kunnandi lýsing í bløðunum. Í lýsingini verður hugsjónin hjá Granskingarráðnum lýst út í æsir. Hetta er sera áhugaverdur lesnaður, tí hann vísir, hvørji øki, ið Granskingarráðið fer at leggja mesta dentin á framyvir. Granskingarráðið leggur dent á, at størri ágóði av tilfeinginum fæst við einum framkygdum og málrættaðaum gransk- ingarpolitikki. Í hesum sambandi hevur ráðið greinað innihaldið í føroyskari gransking, menning og nýskapan. Ráðið hevur býtt før- oyska gransking upp í seks høvuðspartar við ítøkiligum undirevnum. Evnini, sum Granskingarráðið hevur tikið fram eru matvøruvinna sum ein marknaðartillagað, umhvørvisvinarlig og lønandi vinna. Annað evnið er mentan, ið verður lýst sum fortreyt fyri tilvitandi samfelagsmenning. Onnur evni eru vitan sum fortreyt fyri demokratiskari menn- ing, náttúran sum prýði og støði undir vinnulig- um virksemi, fólkaheilsa og nýskipan. Granskingarráðið er rættiliga nýggjur stovnur við egnum stýri og egnari fíggjarætlan. Tað tyk- ist, sum hugsanin er, at hesin stovnur skal virka óheftur av politiska valdinum. Hetta er avgjørt neyðugt, tí granskingin eigur at vera fræls og óheft. Hinvegin verða ráðslimirnar valdir polit- iskt, so tað kann vera torført at síggja, hvussu politiskt óheftir hesir limir í roynd og veru eru. Hetta er nakað, sum bert má standa sína roynd. Tá hetta er sagt, má viðurkennast, at gransking er eitt sera týðandi øki í nútíðarsamfelagnum og eigur sostatt at verða bakkað upp av øllum politiskum flokkum. Tað er bæði rætt og neyðugt at raðfesta, og flestøll munnu ivaleyst ásannað, at raðfesting- arnar hjá Granskingarráðnum eru týdningar- miklar, áhugaverdar og viðkomandi. Flestøll munnu eisini ásanna, at tað er í tøkum tíma, at samfelagið satsar uppá gransking. Gransking- arráðið eigur rós uppiborið fyri sítt útspæl. So fáa vit at síggja, um politikkararnir hava viljan at útvega tann neyðuga peningin, ið ivaleyst skal til fyri at hugsjón Granskingarráðsins skal kunna setast í verk. DAGSINS MEINING Sosialurin Granskingarhugsjón VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jákup Sverri Kass, sjálvstýrismaður Hevði fyri stuttum eina grein í bløðunum har eg gav til kennar, at eg meini, at Føroyar eiga at gerast eitt valdømi. Greinin hjá mær og viðmerkingar til grein- ina frá tíðindamanninum, Pól á Kletti, hava fingið Jógvan við Keldu, løgtings- mann uppá afturbeinini. Í grein síni setir Jógvan fram eina røð av spurning- um, sum hann biður Pól á Kletti og undirritaða um at svara uppá. Eg fari ikki at fylgja hesi áheitan slaviskt, men vil nýta høvi til enn einaferð at grundgeva fyri míni áskoðan. Jógvan vísir á, at Grøn- land møguliga er einasta dømi uppá eitt land, sum bert hevur eitt valdømi. Eg vil loyva mær at sláa fast, at broytingin hevur verið góð fyri grønlendingar. Grøn- lendingar hava fingið landspolitikarar, og í grøn- lendska Landstinginum er í dag umboðan frá øllum landinum. Men í veruleikanum noyðast vit føroyingar ikki altíð at samanbera okkum við onnur. Spurningurin er, hví vit í útnorði aldri kunnu verða undangongumenn - hví skullu vit altíð verða eftirbátar? Í Føroyum búgva hóast alt ikki meira enn 48.000 sálir - tað sama sum í Vejle ella Horsens. Vit tosa um, at Føroyar og føroyingar eru ein serstøk tjóð. So lat okkum finna okkara egnu loysnir, til tess at skapa okkara egna framburð - vit hava brúk fyri nýhugsan. Jógvan spyr, hvør munur- in er á lokalpolitikarum í Havn og í Klaksvík. Tað er ongin munur á lokalpolitik- arum í Havn og Klaksvík. Trupulleikin hesum við- víkjandi er, at teir ikki skullu standa til svars fyri øllum borgarum - bert teimum í sínum egna val- dømi. Endamálið við nýggju skipanini skal vera at avskaffa lokalpolitikaran og skapa eitt grundarlag fyri landspolitikarum í landspolikki. Hví skullu vit ikki kunna skipa okkum sum eitt land, har politikarin til eina og hvørja tíð skal standa til svars fyri øllum borgarum landsins? Eg ynski, at før- oyingar skullu fáa møgu- leikan at stemma fyri øllum valevnum - ikki bert teim- um í nærumhvørvinum. Tað kann ikki vera rætt at nakrir fáir kilometrar skullu avgera, at ein ikki fær møguleikan at stemma fyri vælegnaðum valevni frá grannabygdini. Ein skal kunna stemma uppá besta løgtingsvalevni; óansæð hvar í landinum valevni kemur frá! Jógvan spyr eftir trygdini hjá borgarinum fyri at Landssjúkrahúsið og al- menna fyrisitingin gerst bíligari, um so er at vit fáa eitt valdømi. Eg skal lova tær fyri, at tað gerst ikki bíligari við at petta tað sundur og flyta tað á bygd. Ein annar stórur trupul- leiki, sum Jógvan slett ikki vil koma inn á er, at núver- andi løgtingsvallóg er ótíð- arhóskandi. Nýggja komm- unulógin og kommunusam- anleggingar gera, at vit í nærmastu framtíð verða noydd til at broyta valdøm- isbygnaðin. Hattin av fyri teimum bygdaráðsformonnum, sum hava sæð at framburður og menning er í felagsskapi. Størri eindir skapa eitt um- hvørvi har ein vælvirkandi umsiting kann fáast uppá beinini. Umframt at geva arbeiðspláss til tey við drúgvari útbúgving, vil hetta skapa eina sterkari miðfyrisiting á nærplássun- um. Vit mugu síggja í eyguni at til tess at skapa framburð og menning, so eru vit noydd til at fáa politikarar á landspolitiska leikpallin, sum síggja longur enn til næsta bøgarðin. Skullu vit skapað framhaldandi gróðrarlíkindir fyri land og fólk, so er eyðsæð at lógir og mynduleikar einas at standa saman um at menna hesar karmar. Ein klókur maður segði einaferð: »Prísurin fyri at gera tað góða gamla er nógv hægri enn prísurin fyri broyting og nýhugsan«. Eitt valdømi - einaferð enn Óluva Hentze deildarleiðari, landssjúkrahúsið Viðmerkingar til sending í Útvarpi Føroya týsdagin 17.06.03., har tosað varð við mann, ið hevur verið fyri tí vanlagnu at gerast avlamin á alt ov ungum aldri. Hóast hendingin fór fram fyri mongum árum síðani 1987 og 1995, varð send- ingin kallað Føroyar í dag. Í sendingini greiddi mað- urin frá, at hann á Lands- sjúkrahúsinum varð fluttur á deild, har øll vóru í ørviti. Her má eg gera vart við, at tað á deildini fyri endur- uppvenjing sjáldan eru fólk, sum eru í ørviti, og um so er, so er tað orsakað av tí heilaskaða, tey hava fingið. Nakað annað er við røktardeildini, har kemur tað fyri at fólk eru í ørviti. Vónandi vita fólk flest tað, sum journalisturin ikki veit, ella vil vita, at røktar- deildin á Landssjúkrahús- inum ikki er tað sama sum enduruppvenjingardeildin. Deildarleiðarin var fyri grovum ákærum. Í hesum sambandi vil eg vísa á, at vit á deildini hava høg etisk virði og vildu aldrin farið so langt, sum at komið við slíkum úttalilsum ella, sum tað varð framlagt, hóttan- um. Tað harmar meg, at mað- ur, sum tá hevði sítt heim á røktardeildini og var væl- komin har, varð nevndur, við bygdanavni – var tað neyðugt? Eg vil gera vart við, at eg – undirritaða – ikki var deildarleiðari ta tíðina, maðurin var innlagdur, eg var tá í farloyvi og búsit- andi í Danmark. At enda vil eg siga, at sjúklingar trygt kunnu koma á deildina, eingin verður hóttur við nøkrum sum helst. Sjúklingar kunnu trygt koma á deildina Annika W. Joensen 17. juni 2003 »Tú kann, um tú vil« - og dog... Hetta er boðskapurin, sum stendur eftir á mínum innara skermi, nú ráðstevnan um kvinnur sum leiðarar er av. Hetta eru góð ráð og ivaleyst lykilin til leiðarakarrieruna hjá flestøllum fólkum. Men tað er ikki allur sannleikin. Aftur at viljanum, er neyðugt við serligum tiltøkum til tess at fáa fleiri kvinnuligar leið- arar. Ein av fortreytunum er, at teir menn og tær kvinnur, sum hava vald at seta fleiri kvinnuligar leiðarar, gera tað. Og at tey góðtaka nýggj- ar leiðslunormar, nevniliga tær, sum kvinnur kunnu skapa. Á ráðstevnuni viðgjørdu føroysku leiðararnir, donsku gestirnir og stjórin á Føroya Tele støðuna og lívið hjá kvinnum. Donsku gestirnir vóru trekkplástur, men gull- kornini komu frá føroysku kvinnunum, sum erliga - og uttan at balla ov nógv inn í ull - greiddu frá sínum royndum og hugsanum um lívið sum menniskja, karri- erukvinna, mamma, kona, vinkona og húsholderska. Tilsamans fingu vit eina fjøl- broytta mynd av trupul- leikum, møguleikum, ynskj- um og viljanum at liva uppá egin præmissir. Flestu okkara vóru spent at hoyra Pernille Aalund og vit vóru ikki vónsvikin. Pernille Aalund er ein framúrskar- andi fyrilestrarhaldari, sum megnar at fylla ein pall og førir sín boðskap fram á ein lættan, skemtingarsaman og professionellan hátt. Hon tekur støði í einstøku kvinn- una og greiðir frá, hvussu vit hvør í sær sjálvi kunnu finna lukkuna. Pernille Aalund er sann- førandi, men kortini haldi eg, at hon teknar eina ljósari mynd enn realistiskt er. Granskingarúrslit hava prógvað, at javnstøða ella persónligt frælsi ikki bert kemur, um tú sum einstakl- ingur ynskir tað nóg nógv. Tað er ivaleyst rætt, at lukka (vælvera, nøgdsemi ella hvat vit skulu kalla tað) byrjar og endar við einstaklinginum, men samfel-agsbygnaður og siðvenja ávirka eisini støð- una millum kynini. Tí skal í summum førum meiri til enn vit sjálvi sum einstaklingar megna. Næst á pallinum var Laufey Blåsvær. Hon arbeið- ir sum sjálvstøðug vinnurek- andi, og greiddi m.a. frá, hvussu tað er at arbeiða heimanífrá og hvussu nógv arbeiðið hevur at týða í hennara lívi. Fyri at kunna arbeiða nógv, hevur verið neyðugt at tora at lata støv vera støv, og at ásanna, at tað eru hendingar, sum fara fram við borðinum. Um avbjóð- ingina at sameina arbeiði, graviditet og føðslar segði Laufey, at tað er neyðugt at lurta eftir kroppi sínum og ‘geara niður’, tá kroppurin sigur frá. Hetta kann vera trupult, serliga kanska tá ein er sjálvstøðug og tímir væl. Laufey hevur gáað eftir, at hennara sjálvsmynd als ikki svarar til ta mynd onnur hava av henni. Og at hetta til tíðir kann ørkymla. Hon nevndi m.a. hugtakið »karrieru- kvinna«, sum hon ikki heldur passar til sín, men sum er ein básur, onnur koyra hana í. Sólja í Ólavstovu, aðal- stjórin í Almannamálum, hevur drúgvar royndir sum leiðari á ovastu almennu rókunum í Grønlandi og Føroyum. Við sínum blíða, róliga lyndi greiddi hon frá, at kvinnur eiga at taka av arbeiðsligu avbjóðingunum og ikki lata seg avskrekka og takka nei til leiðarastørv, um tær hava børn. Og forrestin ikki sita og bíða til tilboðið kemur, men sjálvar bjóða seg fram. Børn er ongin forðing. Tað hjálpur, um tit eru tvey, og um pør hjálpast við børnum og húsarhaldi. Men sum Laufey, hevur Sólja valt at raðfesta. Hon hevur valt heimabakað breyð, stívaðar gardinur og lavendelduftandi seingjarklæði, sum sveiggja í vindinum uttanfyri dustfría húsið, frá. Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, var einur steggi millum bøgur. Hann legði fyri við at greiða frá einari hending dagin fyri, har hann segði dóttir sínari, at hann skuldi halda framløgu fyri 130 fólkum, sum ikki høvdu slips. Um hon kundi gita, hvørji fólkini vóru? Hon gitti ‘børn’ og ‘felagið móti nýtslu av slipsi’ og ‘øgiliga fátøk fólk’. Tað kom henni ikki til hugs, at tað kundi verið kvinnur, sum skuldu hoyra framløguna. Kanska spurningurin var misleið- andi, kanska ikki. Tankavert er tað í øllum førum. Umframt at lýsa kynjabýt- ið millum leiðarar á Føroya Tele (sum ikki er javnt - ongin kvinna er í ovastu leiðsluni) og arbeiðið at fáa fleiri kvinnuligar leiðarar í fyritøkuni, snúði framløgan seg um arbeiðið hjá altjóða telesamskiftisfelagnum at javna kynjabýtið á leiðara- stigi og generelt. Í stuttum er høvuðsboðskapurin, at kvinnur mugu handla pro- aktivt, tvs sjálvar søkja størv og gera nakað fyri at fáa ávirkan, og mennirnir mugu lata hurðina upp, so tær sleppa til valdið og pengarn- ar. Fyritøkur, sum ikki hava eitt javnt kynjabýtið á ovastu rók, missa inntøku. Tað er fakta. Hetta veit stjórin á Føroya Tele. Hetta vita tey eisini í Íslandi, Danmark og øðrum londum. Nær al- menna umsitingin, mongu privatu nevndirnar og aðrir stjórar fylgja tropp, verður spennandi at síggja. Takið eisini tit av møguleikunum og avbjóðingunum. Marita Rasmussen, hevur starvast mong ár í fiski- og alivinnuni. Hennara royndir eru, at menn eru góðir starvsfelagar (hóast mál- burðurin til tíðir kann vera í so ‘stuttligur’). Vit seta stór krøv til okkum sjálvar, og hava onkuntið ilt við at góð- taka valini hjá hvør aðrari. Hennara boð uppá, hvussu fleiri kvinnur kunnu gerast leiðari er, at vit taka av møguleikunum, góðtaka okkara val og stuðla hvør aðrari í teimum. Ikki at spyrja til okkara ringu sam- vitsku og skuldarkenslur sum mammur, konur og hús- holdersker, men heldur at dyrka spennandi uppgávurn- ar og góðu úrslitini. Ein kvinna stendur sterk, um hon hevur stuðul frá mannin- um/makanum og hevur eitt gott netverk í vinkonum og arbeiðsfeløgum. Tað eru so nógvar fyrimunir við at vera leiðari, at fleiri áttu at roynt tað. Tú kann sjálv leggja tíðina hjá tær til rættis, tú fær fleiri pengar og tú fær spennandi uppgávur, segði Marita. Í sínari framløgu greiddi Turið Debes Hentze frá sín- um arbeiðsroyndum, sum bera merki av, at hon er kvinna. Tað er nevniliga munur á uppgávunum hjá mannligum og kvinnuligum advokatum. Í høvuðsheitum hava kvinnurnar familjumál, sum ikki kasta so nógv av sær og mennirnir vinnumál, sum kasta av sær. Við sínum drúgvu royndum sum for- kvinna í Javnstøðunevndini og ein av stigtakarunum til Kvinnuhúsið, er Turið ikki ‘hvem som helst’. Hon er beinrakin, erlig og djørv, og vísti í framløguni á, at tær flestu kvinnurnar fáa áhuga fyri javnstøðumálum, tá tær sjálvar eru fyri mismuni. T.d. tá tær fáa børn. Hon legði doyðin á, at tað er neyðugt at arbeiða miðvíst við at fremja javnstøðu millum kynini og at kvinnur sjálvar mugu vera við í hesum arbeiði. Joan Peitersen, samskiftis- ráðgevi, var gott supplement til Pernille Aalund, tí hennara leiklutur var at vísa okkum, hvussu vit í praksis kunnu uppnáa tað, sum Pernille Aalund snakkaði um. Nevniliga tað lív, sum vit ynskja okkum og sum ger okkum lukkulig. Eisini hennara boðskapur tóktist í so ljósareyður, men tað er onki at ivast í, at amboðini, sum hon gav okkum eru hent og kunnu vera medvirkandi til, at persónligi hugburðurin broytist. Og tá ber nógv til. Ráðstevnan var eitt flott tiltak: skráin var góð og fjøl- broytt, alt var væl fyriskipað og sjálv ráðstevnan var stýrd við róligari, kønari hond. So rós eiga fyriskiparin Ása Andreasen og orðstýrarin Bjørt Samuelsen uppiborið. Eg má her taka fram, at tíðarætlanin fyri dagin helt, og tað er jú nærum slóðbrótandi her á leiðum. Á ráðstevnuni vórðu lut- takararnir tiknir við inn í møguleikans land. Nú er upp til okkum at breiða boð- skapin, taka røðararnar uppá orðið og taka av møgu- leikunum, sum koma. Eg vóni, at fleiri slíkar ráð- stevnur verða fyriskipaðar - ikki bert fyri kvinnuligum leiðarum, men fyri kvinnum og monnum sum heild, tí í dag er tað bara so, at tey flestu hava trupult við at fáa gerandisdagin at hanga sam- an. Eg vil at enda vegna Javn- støðunevndina takka Føroya Tele fyri at hava skipað fyri ráðstevnuni, og harvið virka fyri almennari umrøðu av kvinnum sum leiðarar. Hetta hevur týdning, tí rollumodel eru sera umráðandi, tá um persónligar og samfelagslig- ar broytingar ræður. Ummæli av ráðstevnu 13. juni 2003 um kvinnur sum leiðarar Kaj Leo Johannesen Løgtingslimur Undirritaði fær sum ting- maður sendandi kunn- gerðabløð við postinum um ymiskar kunngerðir sum eru settar í gildi í Føroyum, nú ein av døgunum kom kunngerð við postinum, sum bannar ávísari vinnu- grein við afturvirkandi kraft at útflyta persónligar upplýsningar, sjálvt um áðurnevnda vinnugrein hevur og hevði øll neyðug loyvi frá Dátaeftirlitinum, hesa kunngerð skilir undir- ritaði ikki, og skal tað verða meira enn løgið, um ikki ein rættarsak kemur undan kavi mótvegis Løgmála- ráðnum um endurgjald. Landstýrismaðurin í lóg- armálum hevur enn ikki greitt Løgtinginum frá hvat munurin er útfrá tulkingini hjá Løgmálaráðnum á van- ligum persónsupplýsning- um ella data, og viðkvom- um upplýsningum. Upprunastøðið er, at lóg- in skal tryggja/regulera persónsvernd hins einstaka, tá persónsupplýsingar verða viðgjørdar. Siðvenja er, at skilt verður millum ymisk hugtøk: • Viðkvom dáta og vanlig dáta • Trygg lond og ótrygg lond Við viðkvom dáta skilst, átrúnaður, politiskur litur, kynslív, lógarmisbrot v.m., meðan vanlig dáta hava eitt heilt annað sermerki. Vanlig dáta bera merki av, at tað eru upplýsingar ið hvør einkultur, tað verið seg persónur, virki ella land, kann gera nýtslu av dagliga. T.d. telefonnumm- ar, bústaðarupplýsingar v.m., herundir eisini sendari og móttakari av peninga- upphæddum, ið krevst, skal ein daglig gjaldsmiðling fara fram. Tað er í mínum huga- heimi eingin fyritøka sum kann verða til í dag uttan at "viðgerða persónsupplýsn- ingar" hettar er nokk serliga galdandi innan fíggjar- sektorin og tryggingarsekt- orin, men sjálvandi eisini innan aðrar vinnir sum hava tørv at flyta upplýsningar millum lond, men aðra- staðni verður í stóran mun skilt í millum ótrygg lond og trygg lond. Danmark er eitt trygt land og ES er eitt trygt øki, Føroyar er uttan iva ikki nóg trygt tá talan er um EDV trygd hjá almennum stovnum, tað kann lesast í ársfrágreiðing hjá Lands- grannskoðarnum, hvar nið- urstøðan er at trygdin ikki er nøktandi. Mín spurningur Kundi Løgmálaráðið ella landstýrismaðurin í lógar- málum greitt okkum frá við einum verðuligum dømi hvussu tulkingin av, ella hvat tað er, sum øll banka- vinnan og tryggingarfeløg- ini, og so at siga allir ting- limir ikki hava skilt higar- til, tá talan er um »Vernd av persónsupplýsningum« her verður hugsað um • Viðkvom dáta og vanlig dáta • Trygg lond og ótrygg lond. Viðgerð av Persónsupplýsningum Ráðstevnan var hildin 13. juni 2003 á Gamla Meirarínum í Havn og varð fyriskipað av Føroya Tele. Bjørt Samuelsen, tíðindakvinna, var orðstýr- ari. Røðarir vóru Pernille Aalund, produsari, sjón- varpsvertur, rithøvundur v.m. Laufey Blåsvær, sjálvstøðug vinnurekandi innan KT Sólja í Ólavsstovu, aðalstjóri í Almannamálaráðn- um Andras Róin, stjóri á Føroya Tele Marita Rasmussen, fulltrúi í Fiskimálaráðnum Joan Peitersen, ráðgevi innan samskifti Turið Debes Hentze, advokatur Umleið 130 luttakarir vóru, harav 4 menn. Tá 70 stóðu á bíðilista, varð listin stongdur. So onki er at ivast í, at tørvurin og áhugin fyri slíkum ráðstevn- um er stórur. Fakta VIÐMERKINGAR C M Y K 11 10