týsdagur 24. juni 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 116 - 24. juni 2003
Nr. 116 - 24. juni 2003
13
Sverre Midjord
Tíðirnar
broytast,
men
grundarlagið undir okkara
samfelag
broytist
ikki,
fiskivinnan er og verður
grundarlagið.
Sjálvstýrisflokkurin um-
situr oljumál í Tinganesi
við øllum, ið tað kostar.
Fimm ár hevur landsstýris-
maðurin í oljumálum Eyð-
un Eltør, sami maður, ið
umsitur umhvørvið, og
meðan vit bíða eftir oljuni,
so mugu vit sanna, at fiski-
vinna enn er og verður
grundarlagið, sum okkara
samfelag skal byggja tilver-
una á. Vit kunnu ikki siga,
at teir ikki kenna til olju og
umhvørvi, hon flýtur á
Havnavág.
Hvussu nógv lógarupp-
skot, ið eru komin frá
sjálvstýrislandsstýrismanni
num hevur verið áhugavert
at fingið at vita, so føroya
fólk kundi fingið eina met-
ing av, hvussu væl full-
veldissamgongan umsitur
sína ábyrgd.
Føroya fólk má sanna, at
politiskir leiðarar, teir ið
hava rygg at taka ábyrgd,
teir fækkast. »Man må sno
sig«, segði állurin.
Vit hava havt eitt verk-
fall, ið kundi verið avgreitt
uttan at fakfelagsrættindi
vildu blivið skerd, tað er
altíð ein spurningur um
vilja og ábyrgd.
Jóngerð Purkhús vísti
hesa ábyrgd, tá hon orsakað
av, at byggivinnan var í
kreppu, so setti hon tollin
og avgjøld av byggitilfari
niður frá 33% til 6% fyri at
stimbra hesa vinnu. Hvat
hevur verandi landsstýris-
maður eisini úr Tjóðveldis-
flokkinum gjørt? Tað er
ikki nógv, higartil hevur
hann víst til tað, ið fór fram
í 80-unum, og tað brúkar
hann og Landsstýrið sum
undanstøkking.
Tjóðveldisflokkurin um-
sat eisini fíggjarmál í ring-
astu niðurgangstíðum. Tann
landsstýrismaðurin tordi –
hevði rygg.
Fullveldismeldurin hel-
dur fram. Flokkurin, ið
segði seg umboða verka-
fjøldina og hann gjørdi tað,
bæði á sjógvi og landi,
hann hevur skift ham, hev-
ur lagt seg høgru megin
Fólkaflokkin og væl ber til.
Kendur
tjóðveldislimur
sannar hetta og ávarar í
blaðgrein vísur Vagnur
Michelsen á øll mistøkini,
ið gjørd eru, hvussu teir eru
drignir eftir oyrunum av
Fólkaflokkinum, tað er frá
sínum egnu, at ein skal
hoyra
sannleikan,
men
Vagnur tosar fyri deyvum
oyrum. Sessirnir og maktin
eru ov góð at sleppa.
Teir, sum ikki akta harra-
boð, verða bert settir frá,
fyrst var tað Signar á
Brúnni. Løgmaður segði,
tað var justistmorð, Tjóð-
veldisflokkurin varð sitandi
í samgonguni. Torbjørn var
ikki tann rætti, tí hann
hugsaði
um
útjaðaran.
Hann visti, at tað var pláss
uttanfyri Tórshavn, tað fall
ikki í góða jørð.Og til síðst
var tað Annlis, ið bleiv sett
frá, har var grundarlagið ov
veikt,
men Tjóðveldis-
flokkurin
tagdi.
Høgni
Hoydal umsitur tvey lands-
stýrisøki, tí hann vil vita
sikkurt, hvussu støðuføst
samgongan er. Innanhýsis
ósemjur hava størri týdning
at greiða, enn ein vinna,
sum
er
í
álvarsligari
kreppu. Verður hon slept, tá
vendist ikki aftur. Rækju-
vinnan hevur ongan góðan í
Tinganesi.
Fullveldissamgongan vil
heldur gjalda skyldur, ið
danska stjórnin hevur yvir
fyri Føroyum, enn at stuðla
føroyskari fiskivinnu.
Tað er tveir danskir em-
bætismenn limir av verandi
Landsstýri. Teir koma ikki
at líða nakra neyð, teir fáa
sína løn og eftirløn, hvussu
við teimum fiskimonnum,
ið vera uttan veiðutól og
veiðurættindi? Hvør skal
gjalda teimum til lívsins
uppihald?
Verður
ikki
rækjuflotin bjargaður verð-
ur kreppa her á landi.
Nú hevði verið gott at
havt 360 milliónir at tikið
til, prísurin fyri fullveldis-
politikkin kemur at níva.
Ólavur Hátún
Neyvan nakrantíð hevur
hugtakið mentan verið so
nógv frammi í skrift og í
talu í Føroyum sum hesi
seinnu
árini,
og
nú
næstseinasta vikuskifti var
norðurlendsk ráðstevna um
hetta evnið í Norðurlanda-
húsinum.
Ein táttur í stevnuhald-
inum var pallfundur, har
umboð fyri ymsar listar-
greinir høvdu framløgu.
Vegna
tónlistina
hevði
Martin Mouritsen, musikk-
skúlastjóri, orðið, og í sín-
um tillutaðu 10 minuttum
legði hann mesta dentin á
professionelt spæl í mus-
ikkskúlanum, sum tóktist
vera tað, hann helst skuldi
at tosa um. Hendan evnis-
avmarking samsvarar eisini
tí hugburði í nýggja ment-
anarálitinum, at musikk-
skúlin ikki er at rokna sum
mentamál, men sum partur
av skúlaverkinum. At binda
musikkskúlan soleiðis á
bás burtur frá mentanarlív-
inum annars má metast at
vera óheppið, tí tað er
millum okkara musikklær-
arar, at tú finnur teir allar-
flestu professionellu tón-
leikarnar í landinum. Hin-
vegin er tað av størsta týdn-
ingi, at alt uppalandi virk-
semi við børnum og ung-
fólki hevur best møguligt
samband við fólkaskúlan
og framhaldsskúlar.
Sum Martin greiddi frá,
hava okkara musikklærarar
eftir krevjandi upptøku-
roynd eina 4-6 ára útbúgv-
ing á hægri læristovni aftan
fyri seg (krøvini sambært
okkara musikkskúlalóg eru
hægri, enn tey hava verið í
londunum
uttan
um
okkum). Tað er eyðsæð, at
hesir framkomnu musikar-
ar, sum í øll hesi ár við
fleiri tíma venjing um dag-
in hava ment sín spælifør-
leika, og sum koma úr
ríkum tónlistarumhvørv-
um, illa kunnu trívast og
støðast, verður ikki tað at
spæla sjálvir og vera við í
professionellum
saman-
spæli partur av teirra ar-
beiðsuppgávu. Hesar søm-
dir eiga musikklærararnir
tó ikki bara at fáa til egnan
trivnað, heldur mugu vit
sum mentað tjóð hava ynski
um, at teirra tónleikara-
potentiale á besta hátt kem-
ur okkara livandi tónleika-
lívi til góða.
Høgni Hoydal, verandi
landsstýrismaður í menta-
málum, kom í sínari røðu í
sambandi við setanina av
tónleikastevnuni »Summar-
tónar 2003« seinasta týs-
kvøld eisini inná, at nú
skuldu útvegir finnast fyri
professionellum spæli í
Føroyum, og tú fekst ta
fatan, at tað helst var Før-
oya Symfoniorkestur, hann
hevði í huga. Føroyingar
eru glaðir um og ernir av
hesum flaggskipi í okkara
tónleikaheimi; men millum
musikarnar er tað ongin
loynidómur, at FSF, sum er,
ikki er nakar støðugt virk-
andi stovnur, men meira eitt
samtak til sertsøk høvi. Her
fer onki støðugt virksemi
fram, heldur verða bara av
og á tikin nøkur upsatøk,
har okkara gávuríku ung-
fólk hava ilt við at fóta sær
ímillum tey professionellu,
sum fleiri koma uttanífrá
eitt nú til nýggjárskonsert-
irnar og sum nú seinast til
20-ára haldið hjá Norður-
landahúsinum.
Hetta verður sjálvandi
ikki skrivað fyri á nakran at
seta niður á okkara dúgligu
tónleikarar ella orkestrið,
sum, tá hesi høvi bjóðast,
so dyggiliga sýnir, hvørjar
møguleikar vit hava til
framkomið spæl í Føroy-
um. Vit ynskja bara, at
orkestrið fær betri umstøð-
ur, og at orkesturmanningin
skal kunna fáa sømilig kor
at virka undir.
Mín áskoðan er, at tað er
veruleikafjart at hugsa sær,
at landið fer at fíggja t.d. 4-
6 spælitímar um vikuna til
30-35 musikklærarar, tí tað
hevði kravt meira, enn tað í
dag samanlagt verður sett
av á kontoina til sang,
instrumentalan tónleik og
dans.
Fíggjarliga loysnin má tí
heldur vera, at nakað meira
verður latið í »stóra pott«,
heildarveitingina
til
musikkskúlaskipanina, og
at egið spæl kann gerast
partur av arbeiðssetningi
musikklæraranna.
Ein sameining av undir-
vísing og útinnandi tón-
leikavirksemi hjá musikk-
lærarum er vanlig aðra-
staðni, og í okkara lítla
samfelag er hon so mikið
meira ynskilig. Eitt lítið
stig tann vegin var ætlað
fyri árum síðan, men varð
steðgað við tí undanskoti,
at tað hevði ikki verið í
samsvar við musikkskúla-
lógina, og at slíkt tí ikki
kundi áleggjast kommun-
unum at vera við í. Til tað
er bæði at siga, at viðvíkj-
andi tí peningaliga so hevur
landið
alt
frá
byrjan
musikkskúlans borið væl
størri part av fíggjar-byrð-
uni, enn heimilað er í hesari
sokallaðu studningslóg, og
so eisini tað, at møguleikin
til egið spæl á tímaætlan
læraranna hevði stimbrað
tónleikaligt virksemi úti
um alt landið, sum er eitt
aðalendamál við musikk-
skúlanum.
Venda vit nú aftur til
symfoniorkestrið, so er
ongin orsøk til, at tað ein-
ans er at hoyra í Norður-
landahúsinum.
Føroya
Symfoniorkestur er ikki
nakar alvi hjá NH, nakað
húsaorkestur, sum tað helst
skemtiliga verður tikið til.
Orkestrið er sprottið av
musikkskúlanum, er tí eitt
landsins orkestur og átti at
verið at hoyrt eisini úti um
landið. Ein skipan sum
omanfyri lýst hevði kunnað
vaksið um virksemið hjá
orkestrinum, hevði givið
teim framkomnu næming-
unum betri høvi til at ment
seg sum orkesturmusikarar
og hevði kunnað givið tón-
listarligt endurljóð ikki
bara í høvuðsstaðnum.
Loksins
kann
verða
nevnt, at landsmusikk-
skúlaleiðarin, sum eisini
sjálvur er fastur leiðari av
symfoniorkestrinum, fyri
góðum tveimum árum síð-
an setti upp eina ætlan, har
hann hugsar sær symfoni-
orkestrið sett saman av
klassisku ljóðførisbólkun-
um, ið eisini kundu skipast
í strúkikvartettir, træblás-
arakvintett, messingkvin-
tett,
kamarorkestur
og
blandaðar leikbólkar, sum
tá samanlagt kundu havt
einar hálvthundrað um
árið, alment og innan skúla-
gátttir. Sum symfoniorkest-
ur kundi henda manning tá
upparbeitt t.d. tvær skráir í
heysthálvuni og tríggjar á
vári at framført - bæði á
bygd og í býi (hetta seinasta
ískoytið er mítt).
Men tað eru ikki orð og
ætlanir, men atgerð, ið
tørvur er á. Ongin hevur
betri innlit og handalag til
at fremja og umsita eina
ábót í okkara tónleikaheimi
sum omanfyri lýst, enn nú-
verandi musikkskúlastjórin
Martin Mouritsen. Tað er tí
at ynskja eftir, at myndug-
leikar á økinum geva hon-
um heimild til at gera tað.
Teir borgarligu jarðleggja rækjuvinnuna
VIÐMERKINGAR
Um møguleikar musikkskúlalæraranna til egið spæl
- og til stuðul í landsins livandi tónleikalívi
Lívshættisligt omanlop
Fríggjamorgunin
hendi tað aftur! Ein
stórur steinur, sum
vigar smá 2 tons
rullaði oman á
viðareiðisvegin
OMANLOP
Rúna Sivertsen
Beint eftir, at bussurin við
børnunum, sum skuldu í
skúla í Klaksvík, var farin
framvið fríggjamorgunin,
bóltaði ein stórur klettur
oman á landsvegin ímillum
Viðareiði og Hvannasund.
Steinurin var so stórur og
tungur, at hann kundi syft
bussin við børnunum í hav-
ið nógvar favnar niðanfyri.
Javnan rullar grót úr
fjallasíðuni oman á lands-
vegin. Enn hava politikar-
arnir ikki tikið hetta í
álvara, men hava raðfest
hesa farleið aftarliga, tá
hugsað verður um, hvussu
vandamikil vegurin er.
Jógvan Nybo, bygdar-
ráðsformaður á Viðareiði,
sigur, at bygdarráðið hevur
gjørt vart við hetta á rætta
staði, men bert hevur fingið
tað svar, at eingin peningur
er tøkur til at bøta um hetta
vandamál.
Bygdarráðsformaðurin
visti einki um omanlopið
fríggjadagin, fyrrenn Sosi-
alurin ringdi til hansara.
Viðingar halda lítið um,
at tey hoyra slík tíðindi sum
slatur og ikki verða ávaraði,
tá so ógvuslig omanlop
hava verið.
Gera hvat vit kunna
Steinurin slapp ikki at
liggja leingi á vegnum, tí
menn frá Landsverkfrøð-
inginum vóru skjótir á stað-
ið og fingu hann burtur.
Finnleif Durhuus, verk-
frøðingur hjá LV, sigur, at
tað sjálvsagt altíð er gott
við upplýsing, men spurn-
ingurin er, hvat tú skalt
brúka hana til.
Hann sigur, at nógv
hevur verið tosað um júst
hetta.
- Tað ber til at seta skelti
upp, men tey eru fyri at
ávara um grót á vegnum. At
ávara um omanlop ber illa
til, tí tú veitst ikki, hvat og
hvussu nógv kann leypa,
sigur hann.
Ganga minst 8 ár
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður er burturstadd-
ur í feriu í løtuni; tí vendu
vit okkum til løgmann at
spyrja hann, hvørjar ætlanir
liggja fyri framman til at
bøta um farleiðina til Við-
areiðis.
Hann sigur, at tá norð-
oyatunnilin
er
liðugur,
verður farið undir at gera
tunnil úr Ánunum til Norð-
deplis. Síðani er ætlanin at
gera tunnil úr Hvannasundi
inn í Vík og víðari inn í
Dalar.
Men hetta eru dýrar íløg-
ur, sum fara at kosta nógvar
milljónir, og vit mugu
rokna við, at tað fara at
ganga í minsta lagi 8 ár,
áðrenn ein tryggari farleið
verður
veruleiki,
sigur
hann.
Hesin stóri steinur bóltaði
oman á viðareiðisvegin, júst
tá fólk vóru á veg til arbeiðis
og í skúla
Mynd: Poul Reines
Við einum samlaðum
miðaltali, sum lá om-
anfyri 9, kundu sjey
vælnøgdir maskins-
miðir fáa prógv á
Tekniska skúla í
Klaksvík fríggjadagin
PRÓGVHANDAN
Rúna Sivertsen
Fríggjadagin var hugnaløta
á Tekniska Skúla í Klaks-
vík, tá sjey ungir menn
fingu handað sveinabræv
sum maskinsmiðir. Um-
framt sveinabrævið, fingu
teir eisini dugnaskapsprógv
í motorpassing.
Eftir
prógvhandanina
varð bjóðað til kaffi og køk-
ur í hugnaligu kantinuni á
skúlanum. Bæði næmingar
og lærarar hildu røðu, og tað
vóru góð og rósandi orð,
sum fylgdu teimum sjey, nú
teir fingu prógv.
Tekniski skúlin hevur 4
deildir, el-deild, maskin-
deild, timburdeild og HT-
deild.
- Tá fast samband verður
millum Norðoyggjar og
meginøkið, er Tekniski
Skúlin í Klaksvík í eini øðr-
vísi støðu. Verður tunnils-
munnin við Borðoyavík,
sum alt talar fyri, meta vit,
at skúlin kemur at liggja
ógvuliga strategist.
Við einum breiðum vit-
anarstøði millum undirvís-
ararnar, liggur í kortinum,
at Tekniski Skúlin í Klaks-
vík verður ein viðkomandi
vitanardepil í sínum vinnu-
øki og fær sær sínar ser-
greinir í føroyska samfela-
gnum,
stendur
millum
annað at lesa á spennandi
heimasíðuni hjá skúlanum,
www.tsk.fo.
Nýggir maskinsmiðir
Frá vinstru: Jóni Rasmussen, Skála, Johannes Ólason Jóhannesen, Fuglafirði, Martin Kjærbo, Klaksvík, Anfinn Heðinsson,
Klaksvík, Áslakkur Jacobsen, Leirvík, Dávur Kalsø, Klaksvík og Johan Danielsen, Skála
Tað er hugaligt, tá prógvið er komið í hús. Áslakkur og genta
hansara, Ragna Gøthe, kunnu saktans gleðast, tí um alt
gongur væl, verða tey foreldur um fáar vikur. Áslakkur hevur
lært hjá Mekanik í Runavík
C
M
Y
K
13
12