Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 - 24. juni 2003 15 Nordvesten: Mentunarleiðari á motorsúkklu Millum gestirnar á Nordvesten í Klaksvík og Fuglafirði fyrst í juli, verður mentuna- leiðarin í Tynset í Noregi. Hansara frí- tíðarítriv er motor- súkklur, og hann kemur hendanvegin á síni súkklu NORDVESTEN 2003 Solby A. Eliasen Jon Ole Hokstad er farin um tey seksti. Hann má sigast at hava eitt heldur øðrvísi frítíðarítriv fyri ein mann á hansara aldri. Hann er ein av 10 limum í einum motorsúkklubólki, sum heldur til í Tynset í Noregi. Hesin bólkurin kallast Kjeller´n MC, og hesir hava allir hvør sína motorsúkklu, sum teir hjúkla um gjøgn- um veturin. Og hóast hann kemur sum tann einasti til Føroyar úr hesum motorsúkklu- bólkinum, so tekur Jon Ole Hokstad sína motorsúkklu, ein Roial Enfield frá 1949 úr India, við. Teir hava fyri stuttum koyrt ein túr niður til St. Pætursborg í Russlandi. Ein teinur upp á 2.148 km. Túrurin gekk upp á stás hjá teimum øllum, og teir komu fram í øllum góðum. Jon Ole Hokstad sigur, at tað var eitt ótrúligt uppliv- ilsi at koma koyrandi eftir høvuðsgøtuni í St. Pæturs- borg. Henda gøtan er 4 kilometrar til longdar, og teir steðgaðu við vetrarpal- assið hjá zarinum. Jon Ole er ein fittur, hugnaligur og skemtiligur maður, sum hevur upplivað eitt sindur av hvørjum. Fleiri ferðir hevur hann ferðast, har tummilin hevur verið "ferðatólið", og hann er ikki bangin fyri at royna nakað nýtt og spennandi Umframt at vera mentun- arleiðari í Tynset, so er hann eisini limur í stýris- bólkinum fyri Nordøster- dalen til hesa Nordvest- enstevnuna. Sambært stýrisbólkinum so gleða norsku gestirnir seg avbera nógv til at koma til Føroyar. Fleiri av teimum hava ikki verið í Føroyum áður, og í skrivi til Klaksvíkar kommunu siga tey, at fyri tey, sum búgva í Nordøsterdalen er tað nak- að heilt serligt at kunna koma til Føroyar, sum hava sjógv rundan um seg. – Vit búgva so langt vekk frá havinum, sum tað ber til í Noregi, so vit eru sera spe- nt, siga tey í stýrisbólkinum. Úr Nord-Østerdalen, sum fevnir um býirnar Folldal, Alvdal, Tynset, Os, Tolga og Røros koma eini 250 fólk. Har verða fólkatónleikarar og dansarar, ungdómssjón- leikarabólkur, sum fer at framføra ein lítlan leik, listamálari og eitt horn- orkestur. Somuleiðis verða normenn eisini umboðaðir á máltinginum, sum er høvuðsheitið á Nordvesten í ár. Tað koma tveir normenn við at halda fyrilestur um tað norðurlendska málið. Ford Mondeo ST220 - sportbilur við 226 hk Hjá P/F Wenzel fingu teir í farnu viku ein Ford Mondeo ST220 við 226 hk motori. Hóast bilurin hevur sama karrossarí sum ein vanligur Mondeo, er hann heilt annar- leiðis við meira sport- ligum koyrieginleik- um og útgerð BILAR Magnus Gunnarsson Hóast Ford Mondeo fæst í fleiri útgávum, sum allir hava sporligar koyriegin- leikar, er ST220 nakað fyri seg. Undirvognurin er heilt annarleiðis uppbygdur, bil- urin er senkaður og hevur stramma fjaðraskipan. ST220 er stúttur at koyra, 18" lágprofildekkini og undirvognurin arbeiða væl saman. Hann virkar ikki harður, hóast strammu av- fjaðringina. Saman við 3,0 litur V6 motorinum við 226 hk er tað ein serlig uppliv- ing at koyra bilin, har alt er tilpassað hvørt eftir øðrum, motorurin, undirvognurin og setrini. Bilurin hevur yvirskot av kraft uttan á nakran hátt at virka óstórs- ligur. ST220 er sera ljóð- leysur, bæði í tomgongd og tá hann kemur upp í ferð. Eisini er hann væl ljóð- doyvdur, so lítið hoyrist til motorin og hjólini inni í kabinuni. At síggja til er bilurin eyðkendur av 18" hjólun- um, tveimum útstoytum og spoilarum aftan, framman og undir hurðunum. Innan er alt í sportligum stíli við t.d. leðurkløddum Recaro- setrum, klimaanleggi, fart- piloti og nógvum innbygd- um trygdarskipanum. Bil- urin koyrir frá 0-100 uppá 7,4 sek. og toppferðin er 243 km/t. Bilurin kostar 440.000 krónur og kann síggjast hjá P/F Wenzel til hósdagin 26. juni. Stýrisbólkurin í Nord- Østerdalen her avmyndaður. Jon Ole Hokstad er nummar tvey frá vinstru. Hann saman við øllum hinum normonnunum gleðir seg avbera nógv at koma til Føroya. Fleiri hava ikki verið her áður Her eru allar tíggju motorsúkklurnar avmyndaðar framman fyri vetrarpalassinum hjá russiska zarinum. Hetta millum annað er tað, sum mentunaleiðarin í Tynset í Noregi fær frítíðina at ganga við 15 14 Nr. 116 - 24. juni 2003 Leygardagin varð nýggi dagstovnurin í Sandavági alment latin upp. Móttøka var seinnapartin, og nógv fólk nýtti høvi at støkka inn á gólvið at síggja snotiliga bygningin BLÓMUTÍÐ Orð og myndir:Edvard Joensen Sandavági: Sóljugarður eitur nýggi dagstovnurin hjá Sanda- vágs Kommunu. Hann varð alment tikin í brúk við mót- tøku seinnapartin leygar- dagin. Tað blómar í Steigabøn- um. Alt uttan um okkum stendur í besta blóma, nú summarið er upp á tað hægsta, og tíðin er ljósast á árinum. Tað er nógv fólk á gongd. Tey halda øll at sama máli. Teirri nýggjastu blómuni í bønum. Nýggja dagstovn- inum, sum í dag alment skal takast í nýtslu. Og ikki minst spennandi tykist hjá fólki at fáa at vita, hvussu stovnurin fer at eita. Alt er gjørt til reiðar, og at vertirnir hava roknað við nógvum fólki, sæst beinan- veg, ein kemur inn. Tað er Hotel Vágar, sum hevur staðið fyri borðreiðingini. Fólk ganga kring í húsin- um og hyggja seg um. Skil- ligt er, at húsið er gjørt til endamálið. Alt í einari hædd. Nógvar úthurðar og vindeygu, eins og ljósir litir eru brúktir allastaðni. Tað er lætt fyri andanum, hóast heilt nógv fólk er inni. Arkitektarnir báðir á West Tech, Poul Arni Jac- obsen og Jákup á Stongum, hava fingið væl burturúr, eru fólk samd um. Bygningurin er bygdur upp um eina miðhøll við út- loyparum í hvør sínum heraðshorni. Úthurðar eru bæði í teimum ymsu horn- unum og í miðjuni, so lætt er at sleppa til og frá. Rósa Samuelsen, borg- arastjóri í Sandavági, fegn- aðist í røðu síni um, at dag- urin nú endiliga var komin, tá dagstovnurin alment kundi takast í nýtslu, og lykilin handast leiðaranum. Hon greiddi frá gongdini í málinum, og nevndi tey, sum við høvdu verið frá byrjan. Hon nevndi eisini tey, sum hava staðið fyri bygg- ingini, og var talan burturav um fólk og virki í Vágum. Síðan tók hon eitt sindur í sjálva byggingina og kostnaðin av stovninum, nú flutt verður inn. Hóast bygningurin sjálv- ur verður tikin í nýtslu, er ikki alt liðugt uttanfyri, vísti borgarstjórin á. Dagstovnurin liggur í sera barnavinarligum um- hvørvi í Steigabønum nið- an við Stórá, og ætlanin er at gera tað enn meira vinar- ligt við at planta trø rundan um í samstarvi við Skóg- røkt Landsins, segði Rósa Samuelsen. Stovnurin kostar, sum er, góðar seks milliónir krónur, segði borgarstjórin. Og tá liðugt er at gera uttanum, fer kostanðurin at liggja um hálvasjeyndu millión, segði hon. Eftir at borgarstjórin hevði handað leiðaranum lykilin til dagstovnin, varð kunngjørt, hvussu stovnur- in eitur. Navnakapping hevur verið, og trý uppskot vóru við tí navninum, avgjørt varð at geva stovninum. Sóljugarður. Vinnararnir vóru allir úr Sandavági. Sóljugarður Tað er sera spennandi at kanna alt tað forvitnisliga, sum er at síggja og uppliva ein slíkan dag í nýggjum umhvørvi Formaðurin í Pedagogfelagnum, Carita Bjørklund, heilsar upp á leiðaran í Sóljugarði, Hervør Olesen, og yngsta alva hennara Vinnararnir av navnakappingini. Frá vinstru Belinda Johansen, Karin Johannesen og Andrias Nielsen saman við borgarstjóranum, Rósu Samuelsen Poul Arni Jacobsen og Jákup á Stongum hava teknað snotiliga dagstovnin í Sandavági. Stórur dentur er lagdur á ljósið C M Y K 14