Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mars 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

T íðindablaðið GSK ákup Reinert iskifrødingur: Bjargingin Ikkl å djúpum vatni | Vist eru møguleikar á djúpum vatni, men skulu vit fiska har alt árið, so krevur tað stór og dýr skip, og við verandi prísum og marknaði verður tað helst ov dýrt sum nú er at seta álitið til slíka veiðu sigur Jákup Reinert, fiskifróðingur, sum júst hevur luttikið á einum fundi í Norðurlandahúsinum um alternativar veidumøguleikar á djúpum vatni. Jákup Reinert heldur ikki, at alternativa veiðan á djúp- um vatni verður tann stóra bjargingin. Hon er at fáa betri prís fyri upsan og vóna, at toskur og hýsa koma aftur nokk so skjótt. Í vikuni varð fundur í Norðurlandahúsinum um alternativa fiskiveiði undir Føroyum og á djúpum vatni. Tað var Føroya Fiskimannafelag, sum tók S' tig til fundin, sum varð ætlaður at upplýsa um meguleikarnar á eitt nú djúpum vatni og eggja føroyingar til at fara undir alternativa veiðu. Á fundinum vóru um- boð fyri vinnulívið, polit- ikarar og haraftrat før- oyskir og norskir fiski- frødingar. Føroyski fiskifrøding- urin Jåkup Reinert greiddi frå møguleikunum undir Føroyum og í altjóða sjógvi. Hann vísti á, at tað her finnast nógv ymisk håvasløg, sum kunnu fáast í rímuligum nøgdum, men marknaðarviðurskiftini eru óviss. Sama er við framleiðsluni. Tað er ein ávísur marknaður fyri hávalivur, men royndirnar vísa, at prisurin er 6javnur. Tú fær ikki altíð tann prís, sum tú hevur fingið at vitað frammanundan. Men har eru so ávísir møguleikar. Síðani eru eisini onnur fiskasløg á djúpum vatni, serstakliga líltabrosma og morafiskur, sum til tíðir kunnu fáast í stórum nøgdum. Hesi bæði fiska- sløg finnast á einum rættiliga stórum øki. Norðmenn hava roynd- ir við eitt nú morafiski og hava bygt upp ein markn- að. Men tá toskurin kom aftur í Barentshavinum góvust teir við at veiða djúpvatnsfisk, og tí datta hetta meira ella minni niðurfyri. Men norðmenn siga, at tað er ein ávísur marknaðurin fyri mora- fiski. Annars er at siga, at Ljósafellið, sum hevur fiskað nógv á djúpum vatni, hevur fingið væl av morafiski sum hjáveiðu. Lítla brosma er so eis- ini ein møguleiki á djúp- um vatni, og eisini hann hava norðmenn gjørt royndir við. Abraham Hansen. sum arbeiðir sum sélumaður í Fraklandi hevur annars víst á, at hann kann fáa góðan prís fyri bæði morafisk og lítlu brosmu. Við gernum á grunnum vatni! Jákup Reinert greiddi á fundinum eisini frá alter- nativum møguleikum á grunnum vatni. Talan er gg Í Nr. 61 — 29. MARS 1994 Síða 19 Jákup Reinert, fiskifrødingur: -Áhugaverdir møguleikar eru á djúpum vatni, men enn restar nógv í at finna tey réttu skipini, rætta reiðskapin og prís og marknað. mynd kalmar um at royna eftir havtasku við grønum á sama hátt sum teir gera á djúpum vatni. Har eru góðir møguleikar at fáa fisk, sum gevur góðan prís. Men her er eitt men. Og tað er, at reiðskapurin tekur nógv pláss. Men er politiskur vilji til at loyva gørnum inn á grunt vant, so eru har møguleikar. Tað vísir seg at vera nógv til av havtasku. Fiskirannsóknarstovan hevur fingið stuðul á fíggjarlógini til at gera royndir eftir havtasku við einum skipi. Fiskifrødingurin nevndi síðani eitt krabbaslag á djúpum vatni, sum serstakliga suðriarskip hava roynt eftir. Har eru eisini ávísir møguleikar. Marknaðurin verður kannaður í løtuni. Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag hevur tikið stig til fleiri áhgaverdar fundum um alternativar møguleikar í fiskivinnuni. Her er hann á fundinum í Norðurlandahúsinum í vikuni. Myna kalmar Miðatlantiski ryggur og meguleikar Á fundinum í Norður- landahúsinum var eisini ein norskur fiskifrødingur, Niels Roar Hareide. Hann helt ein rættiliga áhuga- verdan fyrilestur um norskar royndir á djúpum vatni bæði undir Føroyum og í altjóða sjógvi. Hann vísti á somu møguleikar sum føroyski fiskifrød- ingurin og helt fyri, at her vóru ávísir møguleikar. Norðmaðurin greiddi eisini frá eini norskari kanningarferð eftir mið- atlantiska rygginum heilt suðuri úr Azorunum og norður eftir móti Reykja- nesrygginum. Teir høvdu ein rættiliga góðan túr, serliga eftir einum fiska- slag, sum nevnist beryx. Hetta er ein rættiliga dýrur fiskur. Haraftrat fingu teir nakað av búrfiski og kik- arafiski. Hetta var vid troli. Men hesin fiskiskapur setir sera stór krøv til skipini serliga reidskapin og dugnaskap at fiska omanfyri fjalla- toppar undir vatninum. Samanumtikid kann t6 sigast um hetta stóra økid, at her er nógv til av fiski, men enn er marknaðurin óvissur, fiskasløgini eru lutvíst bílig enn og so er tað spurningurin um, hvat slag av skipum og reið- skapi tú skal brúka. Ein stórur trolari egnar seg væl til henda fiski- skapin, men vid biligum fiskasløgum verdur tad torført at fåa endarnar at røkka saman. So nøkur heilt einføld loysn finst ikki her og nú. Møguleiki er so eisini at fiska við gørnum, ti hetta er ein bíligur reiðs- skapur, men her tekur seg so upp måistødan móti gømum í øðrum londum, tí missir tú gørnini so kemur fiskurin at standa har alla tíðina. Eisini verður tosað um at brúka línu. Niðurstøðan er tann, at tá samanum kemur so er línan helst tann, sum best egnað verður hon sergjørd til håvasløg og onnur fiskasløg á djúpum vatni. Javna tilgongd Ljósafelli er besta dømid um, at tad ber til at veiða á djúpum vatni. Hetta skipið hevur nú burturav í meira enn eitt ár fiskað á Hatton Banka. Teir hava landið fiskin 14. hvønn dag i Skotlandi, hadani hann verdur fluttur til Frak- lands. Teir leggja stóran dent á at hava ein dygd- arfisk og at hava fasta tilgongd av fiski til marknaðin. Jákup Reinert heldur, at vit føroyinar hugsa ov lítið um at rekja marknaðin regluliga og her er Ljósafelli so eitt gott dómi um, at tað ber til, um vit rekja marknaðin. Eisini formaðurin í Føroya Fiskimannafelag hevði eitt innlegg á fundinum. Í hesum legði hann dent á, at vit eiga nøkur línuskip, sum hava trupulleikar, tí eingin toskur og hýsa er til. Hann helt, at vit áttu at koyra nøkur av okkara línu skipum á tey umrøddu økini á djúpum vatni Hann vísti á møguleikar at fiska háva undir Føroyum um veturin og síðani fara á Hatton Bank um summarið. Hann nam eisini við spurningum um at dreggja eftir skeljum norðanfyri Her er eitt tilfeingi, sum ikki verður troytt , men ávís måtstøda er millum útróðrarmenn at lata dreggini sleppa fram at =>