týsdagur 29. mars 1994síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
mm | AR oOo 08
Síða 20 Nr. 61 —29. MARS 1994 Tíðindablaðið [ sostalurin |
Fangarnir
å Skala
— men vit kenna okkum tó ikki sum aðrir fangar.
Vit hava alt gott at bera Skipasmiðjuni og Skipa-
felagnum, sum hava sýnt okkum einastandandi
og humanistiskan anda,
russiski skiparin. Skip og manning hava ligið á
hjálpsemi
Skála síðani 22. august í fjør
Av tí at nøkur brot
komu skeivt fyri í grein-
ini leygardagin, prenta
vit hana upp aftur í dag.
Fýra milliónir krónur
skilja Skipasmidjuna
og tað russiska reiðarí-
ið TAMVIK. Úrslit: 35
russiskir sjómenn, har-
av ein kvinna, verða
eftirhildnir á Skála í
sjey mánaðir.
Men nú er ein loysn
funnin: Skipið fer at
sigla farmasigling mill-
um Bretland, Irland og
Poland, og peningurin,
sum inn kemur, skal
fara til Skipasmiðjuna
Føroyar.
Blíðir og týðir
>Vasiliy Avonkin< liggur
væl bundin við Skála kei.
So væl bundin, at teir eisini
hava ankrað upp — teir hava
lagt akkerið upp á land eis-
ini. Tað kann vera veður-
hart á Skála, siga russarar-
nir.
Teir eru blíðir atkoma um
borð til. Vit leita okkum
fram til skiparakahúttina og
finna bæði skiparan sjálvan
og fyrsta stýrimann. Vit
siga, hvat vit vilja, og tað er
leyst og liðugt beinanvegin.
Umframt yngri vinnulívsfólk vóru eisini nógv kend og roynd vinnulívsandlit vóru at
síggja í Norðurlandahúsinum. Mynd kalmar
==
har.
Formaðurin í Fiski-
mannafelagnum, sum júst
hevur verið í Noregi fyri
m.a. at kanna nýggjar
møguleikar, vísti á norsku
royndirnar við at dyrgja
eftir markeli. Pengar eru
eisini settir av til hetta á
fíggjarlógini.
Norðmenn hava útvik-
lað eina dyrkingarskipan
til hesa veiðu, og sær hetta
rímuliga áhugavert út.,
Eisini kom fram á
fundinum, at tað er
makrnaður i Polen tyri av-
høvdadum svartkjafti fyri
einar 5 kr. kilo. Hetta er
nakad heilt nytt.
Víst varð á, at vert
hevði verið at roynt ein
slíkan møguleika heldur
enn at lata fiskin fara til
Fuglafjørd fyri 50 oyru
kilo.
á djúpum vatni
Jákup Reinert sigur við
Sosialin, at her vissuliga
eru møguleikar, men
Vit sessast.
Skiparin eitur Viktor
Bjesdolnyj. Hann er ein
maður upp á eini 50-55 ár.
Og hann hevur einki ímóti
at fortelja um sína tíð sum
ferðamaður í Føroyum móti
sínum vilja.
Reiðaríið fallitt
Skipið hoyrdi fyrr til reiða-
ríið >Traflot< í Murmansk,
sum ríkið átti. Men so bleiv
tað selt til tað privata reiða-
ríið »Tamvik«, sum stutt
sagt ongar pengar átti.
>Vasilyj Avdonkin<kom til
umvælingar á Skála tann
22. august í fjør. Tá ið so
umvælingin á Skála var lið-
p
skulu vit fiska alt årid å
djúpum vatni, so krevur
tað stór og dýr skip, og
soleiðis sum prísur og
marknaður er í løtuni, so
er tað helst ov dýrt enn.
Hann heldur tí ikki, at
henda alternativa veiðan á
djúpum vatni verður tann
stóra bjargingin. Hon er at
fáa betri prís fyri upsan og
vóna, at toskur og hýsa
koma aftur nokk so skjótt.
jan
sigur
ug um 26. november 1993,
komu eingir pengar. Sjálv
umvælingin kostaði
330.000 dollarar, men
seinni eru útreiðslur fyri
aðrar 300.000 dollarar
komnar afturat, so nú hava
Skipasmiðjan og Skipafe-
lagið einar fýra milliónir til
góðar hjá >Tamvik<.
Arrest?
Spurdur um talan var um
arrest ella regress, svaraði
skiparin, at stødan kundi
kallast eitt slag av blídligari
arrest. Teir fingu at vita, at
teir sluppu ikki avstað, fyrr
enn pengarnir vóru goldnir.
Skipspappírini blivu tíkin í
land — og har lógu vit so,
sigur skiparin, sum leggur
dent á, at hetta er fyrsta
ferðin í lívinum, at hann
hevur verið úti fyri sovorð-
num.
Viktor Bjesdolnyj hevur
alt gott at bera teimum, sum
hava gjørt hann til eitt slag
av fanga á Skála. Hann
rósar bæði Skipasmiðjuni
og Skipafelagum fyri »eina-
standandi hjålpsemi og hu-
manistiskan anda«, sum
hann tekur til. Skjótt fór at
ganga undan við provianti
og ødrum húsarhaldsvgrur,
men teir hava alla hesa tíð-
ina fingið alt tað neyðuga
frá Skipasmiðjuni ella
Skipafelagum.
Hart fyri manningina
Hetta hevur verið ein hørð
tíð fyri manningina, sigur
skiparin. Undir vanligum
umstødum fáa russiskir sj6-
menn 6 dollarar um sam-
døgrid útgoldnar sum va-
lutapart av hýruni. Rubul-
parturin verður so útgoldin
á konto í heimbýnum. Men
hesa tíðina, meðan skipið
hevur verið undir arrest á
Skála, hava familjurnar í
Murmansk bara fingið ein
lítlan part av hýruni. So allir
um borð hava livað í stød-
ugum ótta um sínar familj-
ur. Teir kunnu fáa telefon-
| samband heim, men tað er
dyrt atringja, og teir hava jú
»ngar pengar. Teir Óttast, at
familjurnar svelta.
Loysnin
Men nú tykist ein loysn at
vera funnin. Gjøgnum
Northem Marine Manage-
ment í Miðvági hevur tað
eydnast at fáa skipinum
farm at sigla við millum
Bretland, Írland og Poland.
Væntandi fer >Vasiliy Av-
donkin< av stað um 7-10
dagar. Á henda hátt skal tað
skuldarbundna skipið við
egnari kraft avdraga ta stóru
skuldina til Skipasmiðjuna
Føroyar. Skiparin heldur, at
hetta fer at kunna gerast upp
å nakrar månadir. Kemur
hetta f lag, fer skipid til
Murmansk at skifta mann-
ing um einar fyra-fimm
vikur. Tað er ikki ov nógv
sagt, at manningin treingir
til at koma heim eftir at hava
verið burtur síðan mitt í au-
gust 1993.
Bílarnir
Vit spyrja, um vit kunnu
hjálpa teimum við nøkrum.
Ja, sigur skiparin. Vit hava
eitt heilt konkret problem:
bilarnir. Manningin hevur
keypt 15 gamlar bilar og bil-
vrak, sum teir hava arbeitt
uppá allan vetur. Summir
bilar eru farnir at síggja bara
heilt væl ut. Men nú, tá
skipið skal í farmasigling,
fer ikki at bera til at hava 15
bilar standandi á dekkinum.
Tí er umráðandi at finna
okkurt trygt stað — helst
undir taki — har bilarnir
kunnu standa, til »Vasiliy
Avdonkin< kemur aftur um
ein mánaða ella so. Vit tora
ikki at tveita teir her á kei-
plássinum, sigur skiparin,
og — leggur hann afturat —
tað er ikki tí, at vit halda, at
føroyingar fara at gera seg
inn á teir. Vit vita væl, at tað
millum okkara egnu lands-
menn eru nakrir, sum ikki
kunnu halda sær. Nei, før-
oyingar stjala ikki, sigur
Viktor Bjesdolnyj skipari.
Virðing fyri
føroyingum
Tad merkist å skiparanum,
at hann hevur stóra virðing
fyri tí føroyska livihåttin-
um. Vit síggja, at hús standa
ólæst, bilar standa í túninum
við lyklinum í. Hatta er 6-
hugsandi í ðrum londum,
sigur hann. Teir hava eisini
knýtt vinabond við nógvar
føroyskar familjur. Føroy-
ingar duga eingilskt, og
fleiri russarar duga eisini so
frægt, at samtala er møgu-
lig.
Sera fegin er skiparin um
tann blíðskap, sum russar-
arnir hava møtti hjá religi-
øsum samkomum. Mann-
ingin er fleiri ferðir boðin á
móti og hugnaliga samveru
við kaffi og práti við før-
oyingar. Hetta hava verið
glottar í einseminum um
borð á hesum rustaða kass-
anum, sigur skiparin. (Skip-
ið er 17 ára gamalt og nógv
merkt av sliti).
100 pakkar av mjólk
Vit fregnast eftir Kargin,
stjóranum á fiskivinnusam-
takinum >Sevryba<, sum
nógvir føroyingar kenna.
Kargin er í Peru, sigur Vik-
tor Bjesdolnyj, hann er har
sum russiskur fiskivinnu-
umboðsmaður. Um taðrisa-
stóra samtakið >Sevryba<
sigur hann, at felagsskapur-
in er til enn, hóast stórir
partar eru privatiseraðir.
Annars gongur tað illa hjá
russiskari fiskivinnu í løt-
uni. Russarar missa fiski-
rættindir um alla verðina, tí
londini sjálvi hava brúk fyri
fiskinum.
Um skilið í Russlandi nú
sigur Bjesdolnyj skipari, at
tað er ringt aí finna orð til at
greiða frá, hvussu illa stend-
ur til. Inflatiónin tvísporar,
og fólk líða neyð. Lenin hjá
mær er 100.000 rublar um
mánaðin. Tað ljóðar nógv,
Góða mamma
Hjartaliga tillukku á føding-
ardegnum 26. mars.
Heilsan Durið, Steinar
Góði Andreas
Hjartaliga tillukku við 20 ára
degnum 28/3,
ynskir Annika
Góði Dánjal Jákup
og Henry!
Hjartaliga tillukku við 4 og 6
ára degnum.
Bestu heilsanir frá
Mirjam, Barba, Ester,
Rasmus, Eyðfinnur,
Milly og Hallur
s—|—|—
men inflatiónin ger, at hetta
ikki er meir enn 100 mjólk-
arpakkar. Spurdur um,
hvussu nógv ein matrósur
forvinnur, sigur skiparin, at
han fær 50 mjólkarpakkar.
— Stødan í Russlandi er
vånalig, men vit missa ikki
mótið, sigur Viktor Bjes-
dolnyj skipari á >Vasiliy
Avdonkin< og biður okkum
heilsa øllum lesarum hjá
SOSIALINUM.