Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sosialurin á páskum BLAÐIÐ tit hava í hondini í dag er ikki tað síðsta fyri páskir. Sosialurin kemur eisini út leygardagin, páskaaftan. Síð- ani Sosialurin fór undir 5 daga útgávu sína er bladsølan støðugt vaksin. Hetta halda vit kemst fyrst og fremst av, at lesarin kring landið alt ynskir eitt før- oyskt tíðindablað dag um dag heldur enn bert ein dag um vikuna ella nakrar fáar dagar um vikuna. Tað var eisini tann tíð, tá Sosialurin kom út eina ferð, tvær ferðir og triggjar ferðir um vikuna, og var tað eisini nettup út frå hesum royndum, at vit gjørdu av fyri skjótt fýra árum síðani at geva blaðið út fimm dagar um vikuna. TAÐ var undanfarni stjórin í Útvarpi Føroya, Niels Juel Arge, sum segði tað so råmandi í eini samrødu við nettup Sosialin fyrst í 80-unum, at føroyingar eru tíðindanarkomanar. Hetta var nið- urstøda hansara eftir at hava arbeitt í fakinum stóran part av lívi sínum. Og so sætt sum sagt er tað. Hetta er í hvussu so er tað vit á blaðnum ásanna, nú vit hava givið blaðið út fimm ferðir hvgrja viku í skjótt fýra ár. Tað var eisini út frá tí veruleika, at føroyingar hvønn dag kunnu keypa danskar ávísir, at vit fóru undir hetta sera spennandi og avbjóðandi tiltakið, tí hví skal føroyski lesarin ikki eisini kunna lesa eina føroyska åvis dag um dag! Hvi skal hann ikki frætta tíðindi úr sínum egna umhvørvi dag um dag, tá hann kann frætta, hvat hendir í Jútlandi, á Fyn ella aðrastaðni í Norðurlondum ella úti í heimi! Og hví skal føroyingurin ikki eisini kunna luttaka í orðaskiftinum dag um dag! LAT tað eisini vera sagt her, at júst hetta heldur freka og djarva stig okkara hevur verið við til at tryggja tilveru- grundarlag okkara sum blað, tí tá lýs- ingarinntøkurnar fóru at minka orsakað av teimum ringu tíðunum, varð neyðugt at finna nýggjar inntøkumøguleikar, og hvat var meira sjálvsagt og náttúrligt enn at grunda hesar á júst eitt betri og meiri fjølbroytt blað! Tíðin hevur so eisini sannført okkum um, at hetta var tað rætta, tí umframt gerandistíðindini hevur víst seg at vera tørvur á einum blað, sum dag um dag veitir lesarum ymsar tænastur. Hetta eru tænastur, sum ikki kunnu bíða. Tað er tilfar um útvarp og sjónvarp, smálýsingar, navnatilfar av øllum slag, gjaldoyra osfr. osfr. Men eisini og ikki minst tjaktilfarið hevur ómetaliga stóran týdning, og her ræður tað eisini um at smíða, meðan jarnið er heitt. Eitt orðaskifti eigur at vera livandi og kontinuerligt, og fyri at gera orðaskiftið so aktuelt og livandi sum til ber, er eisini neyðugt at koma út oftari enn tær 2 ella 3 ferðirnar, sum hevur verið vanliga blaðmynstrið. VIT ásanna eisini, at tað krevur meira av blaðnum og fólkinum her arbeiðir at koma út fleiri ferðir um vikuna. Vit eru greið yvir, at vit enn ikki eru rokkin á mál. Enn er nógv, sum gerast betri og tað nógv betri. Tað er sjálvandi eitt ynski, at vit vóru uppaftur fleiri á blaðnum, nú tað krevur so nógv at gera eitt blað fimm ferðir um vikuna. Her mugu vit tó sanna, at við verandi inntøkum og í tí stóðu, sum samfelagið er í, ber ikki til at gera tær stóru fløg- urnar í hvorki fólk ella tól, men hetta er tað vit stíla ímóti eina ferð í framtíðini. Við hjálp frá lesarum og lýsarum halda vit tó, at vit hava megnað at leggja ein tryggan botn undir hesi útgávuni. Nú ræður um at fyllar karmarnar út tvs. at gera blaðið enn meira fjølbroytt og aktuelt Tað er heldur einki skeivt her og nú at avdúka fyri lesarunum, at tað verður arbeitt við at broyta bæði útsjónd og uppseting umframt at leggja dent á nýggjar teigar og betra teir verandi. Vónandi kunnu vit longu í og alibrúki. hesum árinum bjóða mongu lesarum okkara eitt munandi betri blað fimm ferðir um vikuna. SUM longu frásagt so kemur blaðið útaftur leygardagin. Tíanverri kemur tað ikki út til haldararnar fyrr enn eftir páskir, og hetta er stórt spell. Men vit hava so valt at hava tað mesta av páska- tilfarinum í blaðnum í dag, sum allir haldarar fáa rættstundis. Sølan av blaðnum í leysasølu er økt so mikið, at vit hava avgjørt at: geva blaðið út leygardagin eisini. Rættiliga nógv tilfar liggur longu og bíðar, og hevði tað verið spell og skeivt at latið hetta bíðað til mikudagin eftir páskir. Vónandi bera haldararnir yvir við okkum, at teir ikki fáa blaðið fyrr enn í næstu viku. Hin møguleikin - og tann lættasti fyri okkum - hevði verið heilt at strika hesa eyka páskaaftansútgávuna. Og harvið fingu ongir lesarar nakað blað. VÓNANDI hava vit við hesi eyka blað- útgávuni eisini dugnað okkara trúgvu lysarum, sum nú hava ein eyka møgu- leika at lysa so ella so. Vit fara vid hes- um fyrra páskablaðnum at ynskja okk- ara viðskiftafólki einar góðar páskir. SOSIALURIN Jógvan Fríðriksson, Listaframsýning í Runavíkar skúla um páskirnar Aftur í ár skipar Lions Club Eysturoy fyri stórfingnari listaframsýning um páskir- nar í Runavíkar skúla. Samskifti hevur verið við nógv listafólk, og kann væntast ein fjølbroytt fram- sýning við oljumálningum, akvarellum, tekningum og klippmyndum v.m. Sum nakað nýtt í ár verð- ur savnið av karikatur- tekingunum hjá Óla Peter- sen, teknara av Skála, við á framsýningini. Hetta savn hevur fyrr verið sýnt fram í Havn og í Klaksvík. Seinastu 2 árini er ágóðin farin til tiltakið >SIGHT FIRST<, sum er eitt altjóða tiltak hjá Lions Internatio- nal, og er málsetningurin, at klubbarnir stuðla tiltakin- um við 1.000 kr. fyri hvgnn lim og gevur hetta uml. 1 mia. kr. tilsamans. Við hesi upphædd verður roknað við at hjálpa um sjónina hjá 30 mió. av heim- sins meira enn 40 mió. blindu menniskjum, og hvar 90% búgva í teimum sokalladu U-londunum. Lions Club Eysturoy hev- ur vid hjålp frå listafram- sýningum goldið sin part av hesum stóra og treingjandi projekti. Í år fer peningurin partvis til eitt >Skúlaprojekt í Thai- landi« saman við trimum donskum Lionsclubbum. Projektið gongur í stórum út uppá at geva hjálp til sjálvhjálp. Tey uml. 100 børnini á skúlanum fáa van- liga undirvísing ein part av degnum, meðan restin av degnum fer til arbeiði uttan fyri skúlagátt, sum t.d. við- líkahald av skúla, reingerð, jarðarbrúk, røkt av høsna- Skúlin er á henda hátt sjálvforsýnandi við mati, og hava bæði børn og foreldur møguleika at vera við í til- gerð av matinum saman við skúlaleiðsluni. Afturat und- irvísingini fæst við hesi skipan trygd fyri, at børnini fáa minst eina góða høvuds- máltíð um dagin. Høvudsuppgåvan hjá lionsclubbunum er at fáa til vega fíggjarligt grundarlag og fyriskipan av projektin- um. Eisini er ætlanin at stuðla onkrum lokalum tiltaki, men enn er ongin endalig stóða tikin til, hvat hetta verður. sóknarprestur á Gjaranesi, setir listaframsyningina kl. 15.00 fyrra páskadag. Framsýningin er opin báðar páskadagarnar frá kl. 15.00 til 20.00. Í sambandi við setanina luttaka Monica Stauss og Dánjal Eysturstein úr Leir- vík við tónleiki. Havnar Fimleikafelag framsýning í kvold Havnar Fimleikafelag hev- ur fkvøld kl. 19 framsýning í Ítróttahollini á Hálsi, har fimleikaramir í felagnum, ið eru eldri enn 15 ár, fara at sýna fram fimleik av yms- um slag — so sum reiðskaps- fimleik, rútmiskan fimleik og Grand Prix-fimleik Leygardagin høvdu fim- leikararnir ta fyrru framsyn- ingina f fimleikahøllini å Stórheyggi, tå allar detalj- umar skuldu fínpussast undan stóru framsýningini í kveld. Umframt gll kvinnuliðini vóru eisini teir so smátt aldr- andi menninir við. Har ber til at síggja kendar menn í Havnini í heilt gðrum leik- luti, enn teir plaga at vera í gerandisdegnum. Vanliga hevur tað verið Dánjal Hús- garð, ið hevur tikid sær av venjingini, men av tí at hann ikki fær stundir orsakað av arbeiði, hava Kári Miller og Magnus á Kamarinum tikið sær av liðnum. Framsýningin, ið Havnar Fimleikafelag fer at havaí kveld, er undirhaldandi at hyggja eftir, og umframt at fimleikurin sjálvandi er tað týdningarmesta, er eisini eitt sindur av skemti við, tá eittnúkonufólkini gera fim- leik við málaðum yvir- skeggi og í mannfólkaklæð- um. hj.