mikudagur 30. mars 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| ss
Í
Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 62 — 30. MARS 1994 Sida 3
Vågs Klubbi
Skeinkiloyvid farið
Avgerdin hjá loyvisnevndini kann kærast til fútan
Vågs Klubbi var ein av
klubbunum, sum fekk
skeinkiloyvi frå loyvis-
nevndini, men nå hevur
klubbin mist hetta loyvið.
Orsøkin er, at klubbin
varð meldaður fyri brot á
reglumar, sum fylgja við
skeinkiloyvinum. Politi-
kanning varð síðan sett í
verk, og tá henda kanning
fyri tveimum vikum síðan
varð løgd fyri loyvisnevnd-
ina, var hon ikki í iva og
avgjørdi, at klubbin skuldi
missa loyvið.
Tað vóru trý brot, sigur
Jalgrim Hilduberg, formað-
ur í loyvinevndini. Klubbin
hevur skonkt fyri ov ungum
fólki, eftirlitið var ikki nóg
gott, og haraftrat er skonkt
fyri ov fullum fólki, sigur
Jalgrim Hilduberg.
Tað er ikki sum at bróta
aðrar lógir at bróta reglu-
mar fyri skeinkiloyvinum. Í
ødrum fórum ber til at fáa
ávaring, men her er eingin
bøn, antin hevur ein loyvi
og heldur reglurnar, ella fer
loyvið.
Vágs Klubbi hevur fýra
vikur at kæra avgerðina hjá
loyvisnevndini til fútan og
krevja, at málið verður lagt
fyri rættin.
fingið nakrar aðrar klagur
um møgulig brot á reglur-
nar.
randi
Tórshavnar býráð:
Er fyri at geva
skuldina
Tað tók sína tíð hjá Tórs-
havnar kommunu at taka
stóðu til tilmæli frá komm-
unubólkinum, soleiðis at
bankarnir kunnu fara í sam-
ráðingar við aðrar lánveit-
arar um kommunuskuldina.
Klokkan fimm var fundur
sum vant fyri afturlatnum
hurðum, aftaná var almenn-
ur býráðsfundur, og klokk-
an var hålvgum eitt, áðrenn
býráðslimirnir kundu fara
hver til sítt.
Fundurin gjørðist so
drúgvur, tí samgongan
kundi ikki semjast. Ein bý-
ráðslimur vildi ikki taka
undir við tilmælinum, og
hetta var Heðin Mortensen,
partamaðurin hjá Lisbeth L.
Men afturfyri fekk býráðs-
meirlutin viðhald frá tveim-
Grýta grót
gjøgnum
rútarnar
Mánanáttina eru fleiri her-
verk framd í Havnini. Øll
eru gjørd upp á sama máta,
grót er grýtt inn gjøgnum
stórar rútar.
Tað er hent hjá P. A.
Restorff, á Føroya Lærara-
skúla og hjá Carl á Lað á
Aarvegnum.
ankunum heimild
Drúgvi býráðsfundurin i Havn månakvøldid endaði vid samtykt
um at geva bankunum heimild til at samrådast um kommunu-
Heðin Mortensen atkvøddi ikki saman við hinum í býráðsmeirlutanum
um í andstøduni, Jenis av
Rana og Ronald Poulsen.
Soleiðis varð meirluta-
samtyktin gjørd við 8 at-
kvødum fyri, og 5 atkvøddu
ímóti.
"Tey, sum atkvøddu ímóti
høvdu ta viðmerking, at tey
mæltu frá at veðhalda fyri
låntøku hjá gørum komm-
unum. Meirlutin viðmerkti
afturímóti, at tey harmaðust
tað skuldi vera neyðugt hjá
Tórshavnar kommunu at
veðhalda fyri lánum hjá
ødrum kommunum, men
tey åsannadu, at hetta var
treytin fyri eini heildarloysn
av føroysku kommunu-
skuldini.
- Vit hava við samtyktini
ikki góðkent nakað lán. Vit
hava bara góðkent tilmæli
um at geva bankunum
heimild til at samráðast við
hinar lánveitararnar um alla
kommunuskuldina, sigur
Lisbeth L. Petersen, sum
ikki hevur hug at gera nakr-
ar viðmerkingar til ósemj-
una í býráðssamgonguni.
Treytin hjá Tórshavnar
kommunu fyri at geva
bankunum samráðingar-
heimildina er, at allar
kommunumar em við.
Argja kommuna hevur eis-
ini tíkið undir við tilmæl-
inum.
Bygdarrådid á Argjum og
býráðið í Havn treyta sær
eisini lutfalsliga stóra um-
boðan í stýrinum fyri láni-
grunnin og í stýrinum fyri
kommunugrunnin.
- Hetta málið meta vit,
sum atkvøddu fyri tilmæl-
inum, sum so mikið álvars-
ligt, at vit ræðast alterna-
tivið, ið er fullkomilig út-
javning. Vit halda tað vera
frægari at fara uppí og hava
ávirkan, sigur Lisbeth L.
Petersen.
Hon minnir eisini á, at
bankarnir ikki kunnu taka
avgerðir vegna kommun-
urnar. Tí tað, sum teir koma
heimaftur við, skal góð-
kennast av kommunum.
Kommunurnar skulu vita,
hvat tær fáa afturfyri.
randi
Seinasta vikuskiftið
varð roynt at bróta inn til
ein av kommunulækn-
unum í Havn.
Og mánadagin breyt
onkur seg inn til Selva
W. Olsen, sum er
kommunulækni, og
heldur til í Magnus
Heinasonargøtu.
Tað er ikki júst nakar
smæðin innbrotstjóvur,
sum hevur verið hjá
læknanum. Hetta var
klokkan trý korter til trý
seinnapartin, og læknin
sjálvur var farin heim
eina løtu frammanund-
an.
I sama hisid, sum
Sølvi W. Olsen hevur
síni vidtaluhøli, hevur
ein annar lækni eisini
vidtaluhøli. Og í sama
húsi er eisini sjúkrakass-
in.
Kortini er innbrots-
maðurin farin upp
gjøgnum trappurnar og
við gróti borið tær rút-
imar inn til viðtaluhgl-
Innbrot hjá
læknanum
- Tað loysir seg ikki at bróta
inn til okkara, tí vit hava
ikki nevnivert av heilivági
inni, sigur Sølvi W. Olsen,
kommunulækni í Havn
ini. Innbrotsmaðurin
kundi lættliga verið
sæddur, tí fólk vóru á
ovaru hæddini, og
sjúkrakassin hevði opið.
Nøkur hoyrdi brakið,
men eingin fór tó at
hyggja.
Sølvi W. Olsen sugir
ikki at sigga, at nakað er
horvið í vidtaluhølum
hansara. Hann veit held-
ur ikki, hvat tað skuldi
verið.
-Taðerikki nevnivert,
vit kommunulæknar
havaav heilivågi, hvorki
í vidtaluhølunum, í bil-
inum ella heima. Vit
hava tað ikki, tí tað er so
skjótt at fáa tað, okkum
tørvar, frá aoptekinum.
Hetta kann eg siga
vegna allar kommunu-
læknamar.
- Og ti loysir tad seg
ikki at bróta inn til
kommunulæknamar,
sigur Sølvi W. Olsen.
randi
Timir ikki
undantøk
Klubbarnir sleppa ikki at hava
opid aftanå midnått 2. påska-
kvøld
Ølklubbarnir, sum hava
skeinkiloyvi, eru ikki sørt
knotnir inn å loyvisnevnd-
ina.
2. påskakvøld er gamalt
veitslukvøld, og tí væntaðu
teir at fáa loyvi at hava opið
leingi hetta kveldið. Tað
søktu teir um, sum teir altíð
gera, tá teir vilja hava opið
eftir midnått aðrar nætur
enn friggjakvøld og leygar-
kvold, tá teir hava loyvi til
at hava opið leingi."
Men loyvisnevndin segði
nei. Klubbamir skulu lata
aftur á midnátt 2. páska-
kvold.
Jalgrim Hilduberg, for-
maður í loyvinevndini, sig-
ur meginregluna vera, at
undantaksloyvi ikki eigur at
verða givið tey kveld, tá
arbeiðsdagur er dagin eftir.
2. páskadagur er jú mána-
dagur, og týsdagurin er ar-
beiðsdagur.
Loyvisnevndin plagar at
gera undantaksloyvi til at
hava opið longur 2. jóla-
kveld, í Havn á 6lavsøku og
aðrastaðni, tá stevnur eru.
Men loyvisnevndin tímir
ikki at fáast við øll hesi
undantaksloyvini, tí tað er
so nógv at umsita, sigur
Jalgrim Hilduberg.
Loyvisnevndin ætlar tó í
næstum at taka upp allan
spurningin um undantaks-
loyvi, harundir hvørjir dag-
ar eiga at verða undantaks-
dagar.
randi